týsdagur 19. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 54 - 19. mars 2002
Nr. 54 - 19. mars 2002
19
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Flúgva aftur
Verkfallið hjá tyrlu-
flogskiparunum, sum
flyta arbeiðsfólk til og
frá
teimum
donsku
boripallunum í Norð-
sjónum, endaði í gjár.
Tá atkvøddu 17 av
teimum 18 flogskipar-
unum fyri einum upp-
skoti um nýggjan sátt-
mála við arbeiðsgev-
aran, kanadiska felagið
Canadian
Helicopter
Corporate.
Verkfallið hjá tyrlu-
skiparunum vardi eina
viku, og hesar dagarnar
noyddust donsku feløg-
ini at flyta arbeiðs-
fólkið við skipi til og úr
Esbjerg.
Statoil
keypir
Bretska
blaðið The
Buisness skrivar, at
Statoil umhugsar at
keypa bretska olju-
felagið Enterprise Oil.
Prísurin sigst vera slak-
ar 40 mia. krónur.
Verður handilin veru-
leiki, er tað størsta
norska keypið í útland-
inum nakrantíð. Leiðsl-
an í norska felagnum
vil ikki gera viðmerk-
ingar til tíðindini í
bretska
blaðnum.
Norskir
marknaðar-
frøðingar siga seg ivast
í, at tíðindini eru sonn,
men teir leggja tó
afturat, at ein handil
sum hesin er kortini
ikki óhugsandi.
Flogkapping
Kappingin um ferða-
fólkini á leiðini Bil-
lund-London er hørð.
Írska felagið Ryanair
hevur havt nógv ferða-
fólk í sínum flogførum
á ruruni, men nú hevur
Maersk Air rættiliga
lagt seg út í kappingina.
Sunnudagin
kunn-
gjørdi danska flogfe-
lagið, at tað fer at skipa
fyri serliga bíligum
ferðum
hetta
til
í
summar og kanska árið
út, soleiðis at fólk bert
skulu gjalda 750 krónur
aftur og fram íroknað
avgjøld. Treytin er, at
fólk eru burturi náttina
millum leygardag og
sunnudag.
Keld
Moesgaard,
rutustjóri hjá Maersk
Air sigur, at felagið á
hedan hátt væntar at fáa
20.000 fleiri ferðafólk á
leiðini millum Billund
og London. Samstundis
hevur Maresk Air av-
gjørt at hava bíligar
ferðir millum Keyp-
mannahavn og London.
Úr Norðurlondum:
Betri frá-
boðan
Í Noregi hevur Torild
Skogsholm, samferðslu
málaráðharri boðað frá,
at tað er neyðugt at ávara
fólk í ferðsluni betur
ímóti vandanum fyri
skalva- og skriðulopum.
Um vikuskiftið doyðu
tvey fólk, tá ein skalvur
leyp oman yvir ein buss í
Hordalandi.
Busurin
endaði á sjónum, og tað
var eitt undur, at bara
tvey fólk doyðu, sigur
løgreglan á staðnum.
Norsku vegamyndug-
leikarnir siga, at tað fer
at kosta einar 12 mia.
krónur at tryggja teir
vandamestu
vegirnar
ímóti skalva- og skriðu-
lopum. Á ársins fíggj-
arlóg eru bara játtaðar
góðar 300 mió. krónur til
endamálið. Við hesari
játtanini fer tað at taka
45 ár, áðrenn arbeiðið
kann verða liðugt, siga
vegamyndugleikarnir.
Valds-
kvinna
Ein kanning hjá danska
Børsens Nyhedsmagasin
vísir, at valdið í Dan-
mark hevur fingið eina
heilt øðrvísi samanset-
ing, enn tað leingi hevur
havt. Kanningin vísir m.
a., at fakfeløgini hava als
ikki tað vald, tey hava
havt, men at fyritøkurnar
ella vinnulívið hinvegin
hevur fingið størri vald.
Í Danmark verður mest
tosað um, at forkvinnan í
Framburðsflokkinum,
Pia Kjærsgaard, er á
sætta plássi á einum lista
yvir teir einstakling-
arnar, sum hava størst
vald í Danmark.
Fangar
á flot
Sum er bíða næstan
2.000 dømdir norðmenn
eftir at sleppa í fongsul
at sita dómin. Trupul-
leikin er, at fongslini eru
ov fá, og nú mælir stór-
tingslimurin
Andre
Kvakkestad til at byggja
fongsul á sjónum fyri at
loysa
trupulleikarnar.
Tingmaðurin vísir á, at í
Bretlandi hava teir fleiri
flótandi fongsul, og at
tey hava víst seg at rigga
væl.
Men norski løgmála-
ráðharrin, Odd Einar
Dørum, heldur lítið um
hugskotið. Hann heldur
hinvegin, at tað almenna
eigur at byggja fongsul á
onkrum
av
teimum
nógvu grundstykkjun-
um, sum staturin eigur
ymsastaðni kring landið
Fyrrverandi bretski
forsætisráðharrin,
Margareth Thatcher,
heldur, at Bretland
eigur at taka seg úr ES
BRETLAND
Árni Joensen
Í einari nýggjari bók endur-
tekur Margareth Thatcher,
at teir flestu trupulleik-
arnar, sum heimurin hevur
havt í hennara tíð, hava
havt
sín
uppruna
á
evropeiska meginlandin-
um. Hinvegin vórðu tað
onnur t.v.s. uttan fyri
evropeiska meginlandið,
sum loystu trupulleikarnar,
skrivar hon.
- Tað verður sagt, at
Bretland kann ikki fara
burtur úr ES, men sann-
leikin er, at evropeararnir
hava størri brúk fyri okk-
um, enn vit hava fyri
teimum, skrivar Thatcher,
sum heldur, at tað hevði
serliga
gagnað
bretsku
fiskivinnuni og landbún-
aðinum, fór landið burtur
úr ES.
Tann
76
ára
gamla
Thatcher skrivar, at bretar
fáa heldur ongan fyrimun á
tí trygdarpolitiska økinum,
og tí mælir hon til, at hann
næsta konservativa stjórnin
í London skal fara undir at
taka
landið
burtur
úr
Evropasamveldinum. Sit-
andi stjórnin eigur at leggja
fyri við at endursamráðast
um treytirnar fyri bretska
limaskapinum.
Margareth Thatcher var
bretskur forsætisráðharri
frá 1979 til 1990, og alla
sína politisku tíð var hon
sera ivingasom um ES-
samstarvið.
Eftirmenn
hennara
í
konservativa
flokkinum hava ikki verið
so svgjørdir og hava roynt
at káva út yvir ta avgjørdu
støðuna hjá floksfelagan-
um.
Fimm fólk doyðu, og
45 fingu skaða, tá
tveir tveirru granatir
inn í eina proteatant-
iska kirkju í Islama-
bad sunnudagin
PAKISTAN
Árni Joensen
Umleið 75 fólk, tey flestu
útlendingar, vóru til guðs-
tænastu, tá ein ella tveir
álopsmenn komu inn í
kirkjuna, har teir tveittu
tríggjar
granatir
eftir
kirkjufólkinum.
Sambært
pakistansku
myndugleikunum
doyðu
fimm fólk. Amerikanska
sendistovan í Islamabad
segði, at tvey av teimum
deyðu vóru amerikanarar.
Tað snúði seg um eina
kvinnu, sum arbeiddi á
sendistovuni, og 17 ára
gomlu dóttur hennara. Hini
deyðu vóru ein afghani, ein
pakistani og ein ókendur
maður.
Millum tey skaddu vóru
12 pakistanar, 10 ameri-
kanarar, fimm bretar og ein
týskari.
Norðurlond hava sendi-
stovur í Islamabad, og
norðurlendskir diplomatar
og
onnur
sendistovu-
starvsfólk plaga javnan at
vera til guðstænastu, men
sunnudagin
var
eingin
norðurlendingur í kirkjuni,
sum varð álopin.
Pakistanski
forsetin,
Pervez Musharaf, fordømdi
alt fyri eitt atgerðina og
segði, at hon uttan iva var
liður í altjóða yvirgangin-
um.
Tað
sama
segði
amerikanski
forsetin,
George W. Bush.
Tilburðurin hevði við
sær, at pakistansku mynd-
ugleikarnir
hava
hert
vaktarhaldið
við
allar
kristnar kirkjur í landinum,
og í Karashi sóst hermenn
standa á varðhaldi við fleiri
kirkjur. Álopið sunnudagin
var ikki tað fyrsta av sínum
slagi í Pakistan. Tann 28.
oktober í fjør søktu menn at
einari aðrari kirkju, og ta
ferðina doyðu 15 fólk.
Thatcher vil hava Bretland úr ES
Gudstænasta endaði
í blóðbaði
Ein ameri-
kanskur
trygdar-
maður á veg
úr kirkjuni,
sum yvir-
gangsmenn
søktu at
sunnudagin
Mynd: Reuters
FELAGSLÍV
Jóanes N. Dalsgaard
Fríggjadagin 14. mars vóru
liðin áttati ár síðani Har-
moniorkestrið GHM varð
stovnað. At hátíðarhalda
dagin hevði orkestrið skip-
að fyri einum lítlum tiltaki í
felagshølunum á Frúutrøð í
Havn, leygardagin. Orkest-
rið hevði skipað fyri einari
lítlari konsert, og hevði
boðið foreldrum, makum,
gomlum spælarum og øðr-
um at koma at lurtað. Kon-
sertin var av tí lætta slag-
num og var hon kryddað
við úrvaldum brotum úr
gerðabókunum
felagsins
ígjøgnum 80 ár. Aftaná
konsertina bjóðaði orkestri
ein bita, og kundu fólk tá
nýta høvi til at fáa sær eitt
prát um gamlar og yngri
dagar.
Tað
er
bornholmarin
Georg Caspar Hansen, sum
hevur lagt navn til GHM.
Hann kom til Føroya sein-
ast í 19. øld at starvast í
Havn, sum bakari. Hann
var óførur tónleikari, og
William Heinesen skal
hava sagt um hann, at um
hann bara hevði havt nóg
nógvar munnar og armar,
so hevði hann einsamallur
kunna spælt uppá eitt heilt
súmfoniorkestur.
Georg
Hansen – ella Bakar Han-
sen, sum hann vanliga varð
nevndur – lærdi nógv fólk
at spæla uppá ymisk ljóð-
føri, og hann stjórnaði bæði
kórum og smáðum orkest-
rum. Í 1922 stovnaðu
gamlir tónleikanæmingar
hjá Bakar Hansen eitt
orkestur, og í takklæti til
lærara sín nevndu teir
orkestrið Georg Hansens
Minde, stytt GHM.
Síðani orkestrið varð
stovnað hevur tað húsast
ymsa staðni í býnum. Eina
tíð helt orkestrið til í gamla
kommunuskúla í Havn,
sum nú er býráðshús.
Seinni flutti orkestrið niðan
í "barakkina" í Kongagøtu.
Í barakkini eru tvær skúla-
stovur, og har húsaðust tá
teir yngstu flokkarnir. Um-
støðurnar hjá vaksnum
fólkið vóru tí ikki tær
bestu. Fyrst og fremst tí at
stólarnir, sum spælararnir
høvdu at sita á, vóru ætlaðir
børnum í 1. flokki.
Í 1970-árunum upplivdi
orkestrið eina rættiliga
kollvelting. Henda kollvelt-
ing var fyrst og fremst ong-
lendinginum Hugh Watkins
fyri at takkað. Watkins,
sum fólk nevndu hann, var
ein tónleikaligur túsund-
kunstnari, sum orðini hjá
William Heinsen um Bakar
Hansen høvdu passa væl
uppá. Watkins var ein eld-
sál, sum kveikti hug til tón-
leik hjá nógvum børnum og
ungdómum.
Nógvir
av
næmingunum hjá Watkins
fóru at spæla í GHM. Hetta
var ein kollvelting fyri
orkestrið, bæði tí at miðal-
aldurin
á
spælarunum
lækkaði munandi, men ikki
minst var tað ein kollvelt-
ing at fleiri konufólk nú
komu at spæla við. Síðani
tá hevur GHM verið eyð-
kent av stórari aldursspjað-
ing og jøvnum kynsbýti.
Í 1993 hendi enn ein koll-
velting í søgu orkestursins.
Tá fekk orkestrið nýggj og
skræddaraseymað hølir at
fara í. Hølini, sum eru á
loftinum á musikkskúla-
num á Frúutrøð, vóru sett í
stand við sjálvbodnum ar-
beiði
summari
1993.
Orkestrið hevur nú tær
bestu umstøður tey kunnu
ynskja sær, siga tey.
Orkestrið hevur vanliga
nógv á skránni. Fyri tað
nógva er talan um aftur-
vendandi tiltøk. Eitt av hes-
um er ein lítil konsert í
sambandi við árligu kvøld-
skúlaframsýningina á Eyst-
urskúlanum, sum í ár verð-
ur 22. mars. Eitt annað
afturvendandi tiltak er ár-
liga Musikkstevnan. Í ár
skal GHM vera vertur fyri
Musikkstevnuni, sum verð-
ur í Norðurlandahúsinum
26. og 27 apríl. So hóast
aldurin er høgur, tykist ellin
ikki bilað hjá Harmoni-
orkestrinum GHM.
80 ár
blást burtur
Tey kýta seg at geva áhoyrarunum
eitt gott upplivilsi.
Fleiri fyrrverandi spælarar
vóru komnir at hátíðar-
halda 80-ára dagin saman
við teimum núverandi.
Eisini høvdu hesir tríggir
vetaranarnir leita sær
oman á Frúutrøð til eina
hugnaliga løtu.
Teir eru frá vinstru:
Gunnleivur Mouritsen,
Karl Guttesen
og Janus Sørensen.
GHM hevur í løtuni heilar
tríggjar venjarar.
Frá vinstru: Martin Mouritsen,
Andrea Heindriksdóttir og
Kenneth Jones.
C
M
Y
K
19
18