týsdagur 19. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 55 - 20. mars 2002
Nr. 55 - 20. mars 2002
17
– Øll tey lyfti, vit
hervið hava bund-
ið okkum til,
kunnu vit loysa
fyri 116 milliónir,
segði Jóannes Eid-
esgaard á tíðinda-
fundinum týs-
morgunin
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Javnaðarflokkurin hev-
ur gjørt útrokningar,
sum vísa, at eftir fýra
árum økjast útreiðslur-
nar av teimum vallyft-
um, flokkurin gevur,
við
194
milliónum
krónum. Men av tí at
skattainntøkur lands-
kassans eisini økjast av
hesum, verður nettoút-
reiðslan »bara« 116
milliónir krónur.
– Hetta kunnu vit
bera saman við, at sit-
andi samgonga hevur
økt
útreiðslurnar
á
fíggjarlógini við 950
milliónum farnu fýra
árini, so hetta skuldi
ikki verið nakar trupul-
leiki, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Flokkurin hevur gjørt
eina ætlan um, hvussu
útreiðslurnar skulu økj-
ast tey fýra árini í kom-
andi valskeiði.
Íløgur til ellis- og
røktarheim verða frá
landsins síðu 20 milli-
ónur um árið, tilsamans
80 milliónir. Eftir gald-
andi lóg er landsins
partur 50%, meðan
kommununnar partur
eisini er 50%.
– Vit eru greið um, at
hetta kann gerast trup-
ult hjá kommununum,
og tí ætla vit møguliga
at broyta skipanina,
segði Jóannes Eides-
gaard á tíðindafundi-
num.
Hóast land og komm-
unur býta íløgurnar til
røktarheim, so er tað
landið, sum rindar allan
raksturin.
Javnaðar-
flokkurin metir, at út-
reiðslurnar til rakstur
økjast 15 milliónir um
árið, tilsamans 60 milli-
ónir alt valskeiðið, har
landið ber allar útreiðsl-
urnar.
Annar stórur útreiðsl-
upostur av vallyftum
Javnaðarfloksins er tví-
faldaða barnsburðarfar-
loyvið við løn. Hetta fer
at kosta landskassanum
aðrar 60 milliónir eftir
fýra árum.
Javnaðarflokkurin
legði uppskot fyri ting-
ið herfyri um at fáa í lag
ein systkinaavsláttur, so
at fólk við fleiri børn-
um einans skulu gjalda
fult fyri fyrsta barnið.
Hetta uppskotið fall í
tinginum, men er hetta
millum tey mál, sum
Javnaðarflokkurin ætlar
sær at fremja í komandi
samgongu. Men flokk-
urin lovar, at hetta ikki
fer at føra til øktar út-
reiðslur fyri kommun-
urnar – hóast kommun-
urnar hava tikið yvir
barnaansingarøkið – so
ætlar Javnaðarflokkurin
at landið skal bera øktu
útreiðslurnar av hesi
skipan, sum flokkurin
sigur er 10 milliónir um
árið.
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
– Politiskt forstáilsi er bæði
frá danskari og føroyskari
síðu, so tað skuldi ikki ver-
ið nakar trupulleiki at fing-
ið sjálvstýrismálið avgreitt
gjøgnum summarið, segði
Jóannes Eidesgaard á tíð-
indafundinum
týsmorg-
unin.
Javnaðarflokkurin ætlar,
at gerast skal ein samveld-
issáttmáli millum Føroyar
og Danmark, sum verður
karmur um nýggju skipan-
ina, sum verður ein politisk
avtala
millum
londini.
Samveldissáttmálin
skal
fráboðast ST, og merkir tað,
at báðir partar altjóðarætt-
arliga eru bundnir at halda
sáttmálan.
– Sáttmálin hevur m. a.
við sær, at ongar forðingar
verða fyri yvirtøkum, talan
verður ikki um eina »dele-
gatiónslóg«, har Danmark
kann taka rættindi aftur og
løgtingið verður hægsti
myndugleiki
føroyinga,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarflokkurin sigur
eisini, at í sáttmálanum skal
greitt standa, hvussu farast
skal fram, um vit ætla okk-
um úr ríkinum, men Jóann-
es Eidegaard leggur dent á,
at samveldissáttmálin als
ikki hevur fullveldi sum
endamál, eins og íslendski
sáttmálin hevði á sinni.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at nýggja skipanin mill-
um Føroyar og Danmark
kann vara í 20 ár, ella í 50
ella 100 ár.
– Men vit eru sjálvandi
noydd at tryggja okkum, at
mannagongdin verður stað-
fest, um Føroya fólk eina-
ferð ger av at fara úr sam-
veldinum við Danmark,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann nevnir møguleikan,
um Danmark einaferð í
framtíðini verður ein inti-
greraður partur av einum
evropiskum samveldi, so
kann tað verða ein fyrimun-
ur fyri Føroyar at verða utt-
anfyri.
Spurningin um donsku
grundlógina heldur Javnað-
arflokkurin
ikki
verða
nakran trupulleika.
– Vit hava hoyrt tey, ið
tulka hetta so fundamenta-
listiskt, at tað ikki ber til at
gera eina samveldisavtalu,
hóast vit eru í sama ríki.
Men hetta er eingin trupul-
leiki. Tað ber væl til at gera
eina politiska avtalu, sum
Javnaðarflokkurin hev-
ur gjørt eitt valupplegg,
ið greitt skal vísa veljar-
anum, hvat hann fær
burtur úr at velja Javn-
aðarflokkin
POLITIKUR
Eirikur Lindenskov
– Vit hava hesaferð valt at
gjørt eitt ítøkjuligt valupplegg,
til tess at borgarin púra greitt
skal vita, hvat hann fær burt-
urúr, um hann velur Javnaðar-
flokkin til valið komandi.
Hetta segði Jóannes Eides-
gaard, tá hann í gjár legði fram
valskránna hjá Javnaðarflokk-
inum fyri fjølmiðlarnar. Javn-
aðarflokkurin legði fram eina
skrá, har tann ovasta yvir-
skriftin snúði seg um eldra-
politikk. Jóannes Eidesgaard
segði, at hesi mál eru tey, sum
flokkurin leggur størstan dent-
in á. Flokkurin hevur ikki øll
málini við í hesi skrá, men
hetta eru tey, sum flokkurin
heilt vist fer at fremja, kemur
hann í samgongu.
Flokkurin bindur seg til, at
skapast skulu 160 nýggj ellis-
og røktarheimspláss í komandi
valskeiði. Eisini skal skipast
ein
døgnrøktarskipan,
og
pensjónin skal hækka til
10.000 krónur til stakar pen-
sjónistar og 16.000 krónur til
hjún.
Næstovast á breddanum hjá
Javnaðarflokkinum er ríkis-
rættarliga støðan.
Flokkurin leggur dent á, at
sjálvstýrislógin er tann savn-
andi loysnin, sum um 60% av
fólkinum tekur undir við, og
tað verður ein skipan henni
lík, ið flokkurin fer at virka
fyri. Hon skal m. a. innihalda,
at Føroyar og Danmark í ríkis-
felagsskapi verða javnsett sum
lond, og at henda nýggja av-
talan, sum greitt skal áseta
rættindi, skyldur og møgu-
leikar, skal fráboðast ST.
Burtur við bíðilistum
Á heilsuøkinum bindur flokk-
urin seg til, at bíðilistarnir á
sjúkrahúsunum skulu burtur.
– Tað kann als ikki góðtak-
ast, at fólk skulu bíða í fleiri
mánaðir eftir at sleppa til
skurðviðgerð, segði Jóannes
Eidesgaard, sum segði, at ein
handlingsplan skal gerast, so
bíðilistarnir fáast burtur eftir
einum ári.
Flokkurin ætlar eisini at
styrkja uppvenjingina eftir
sjúkratilburð, t. d. at fólk eftir
heilabløðing ikki verða send
av landinum til uppvenjingar,
tá vit bæði hava útbúgvið
starvsfólk og fysisku karmar-
nar til at hava uppvenjingina í
Føroyum.
Annað mál á heilsupolitiska
økinum hjá Javnaðarflokki-
num er at fremja fólkaheils-
una.
– Vit skulu røkja heilsuna
við t. d. at skapa arbeiðsum-
støðurnar soleiðis, at fyrilit
verða tikin fyri hesum, segði
Jóannes Eidesgaard, sum vísti
á, at vit skulu verða meira til-
vitað um heilsustøðuna. Hann
segði, at serliga menn ofta
koma illa fyri, tí hetta ikki
verður tikið í nóg stórum álv-
ara. Hann vísti á, at vit á tann-
heilsuøkinum veruliga hava
gjørt nakað við tað, at børn frá
0 til 16 ár regluliga verða
kannað. Hetta helt hann verða
góða fyrimynd.
Á eldraøkinum heldur Javn-
aðarflokkurin, at tey eldru
sum longst skulu kunna búgva
í egnum bústaði. Vit skulu eis-
ini skapa eina smidliga skipan,
tá tey fara av arbeiðsmarknað-
inum, t. d. við at tey partvís
kunnu verða pensjónistar,
meðan tey partvís arbeiða.
Skipast skulu eisini menn-
andi tilboð til teirra í gerandis-
degnum.
Eitt ára barnsburð-
arfarloyvi við løn
Á familjupolitiska økinum
sigur flokkurin, at familjan
skal hava rætt til bústað fyri
sámuligan prís. Flokkurin er í
ferð við at gera eina ætlan, har
farið verður undir at byggja
øðrvísi bústaðir.
Barnsburðarfarloyvi, sum
eftir galdandi skipan er eitt
hálvt ár, verður longt til eitt ár
við løn, eins og at skipað
verður ansingartrygd, t. e. at
øll børn, sum eru eitt ár ella
meira, hava krav upp á eitt
stovnspláss.
– Tá barnsburðarfarloyvið
verður longt við einum hálv-
um ári, so tekur hetta eisini
trýstið av tørvinum á plássum.
Tí er tað realistiskt at binda
seg at veita øllum børnum
ansingarpláss, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Menningartarnað og fólk
við fysiskum breki skulu hava
betri møguleikar at koma út á
arbeiðsmarknaðin. Javnaðar-
flokkurin fer at binda seg til at
skapa í minsta lagi 50 vard
størv til hesi fólk og 30 nýggj
búpláss.
Á ungdómspolitiska øki-
num sigur Javnaðarflokkurin
fyrst og fremst, at vit skulu
hava ein góðan skúla. Skapast
skulu 50 lestrarbústaðir, ann-
aðhvørt sum kollegiurúm ella
sum íbúðir. Flokkurin leggur
eisini dent á, at virkis-, ítrívs-
og mentunartilboð skulu verða
fyri øll ung, eisini tey, sum
ikki fara bókliga vegin.
Verkafólkið greið
setanarviðurskifti
Verkafólkið skal hava greið
setanarviðurskifti.
– Tað er stór skom, at fólk,
sum t. d. verða sett í starv á
einum fiskavirki, ikki hava
krav upp á at fáa alt at vita um
rættindi og skyldur, og at
starvsviðurskiftini
annars
verða greitt avtalað, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Flokkurin sigur, at øll skulu
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Javnaðarflokkurin ætlar
at hækka arbeiðsmarkn-
aðargjøldini, sum í dag
eru 2.0% til 3.5%. Í dag
hava vit trý arbeiðs-
marknaðargjøld: Gjaldið
til Barnsburðargrunnin,
Samhaldsfasta og Ar-
beiðsloysisskipanina.
Javnaðarflokkurin
skjýtur upp, at vit eisini
fáa eitt gjald til Arbeiðs-
marknaðarútbúgving,
AMÚ, sum skal fíggja út-
búgvingskeiðsvirksemi
hjá verkafólkinum.
– Í Føroyum eru vit so
bangin
fyri
arbeiðs-
marknaðargjøldum, men
bera vit saman við Dan-
mark, so eru arbeiðs-
marknaðargjøldini í Dan-
mark 9%, meðan tey í
Svøríki eru um 12-13,
sigur Hans Pauli Strøm,
tingmaður Javnaðarfloks-
ins.
Gjøldini skulu sambært
J av n a ð a r f l o k k i n u m
hækkast soleiðis:
Javnaðarflokkurin sett skjøtil á valstríðið:
Veljarin skal vita hvat hann
fær frá Javnaðarflokkinum
Vallyfti fyri
116 mió
Samveldissáttmáli millum
Føroyar og Danmark
Arbeiðsmarknaðargjøldini verða 3,5%
2002
2005
Barsilsskipanin
0.25%
0.25%
AMÚ
0.00%
0.25%
Samhaldsfasti
0.50%
2.00%
ALS
1.25%
0.75%
Gjøld tilsamans
2.00%
3.50%
Kristian Magnussen og Katrin Dahl Jakobsen, tingfólk
Javnaðarfloksins á tíðindafundinum gjáramorgunin
Mynd: Jens Kristian Vang
– Vit hava gjørt eitt ítøkjuligt valupplegg, til tess at borgarin púra greitt skal vita, hvat hann fær burturúr, um hann velur Javnaðarflokkin til valið komandi, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins
Mynd: Jens Kristian Vang
Hans Pauli Strøm og Dan R. Petersen, tingmenn, Eyðólv Dimon, floksskrivari, og Henrik Old, tingmaður
Mynd: Jens Kristian Vang
Sambært Jóannes Eidesgaard, so kann sjálvstýrismálið verða
loyst í summar...
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16