Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 54 - 19. mars 2002 Nr. 54 - 19. mars 2002 17 Grivið verður millum ítróttarhøll- ina og fótbóltsvøllin i Runavík. Teir eru í ferð við at gera parkeringspláss á økinum KOMMUNUMÁL Edvard Joensen Runavík: Brúk er fyri fleiri parkeringsplássum í Runavík. Ein part av tørvinum nøktar kom- munan við at ger nøkur pláss millum ítróttarhøll- ina og fótbóltsvøllin. Nú apotek verður bygt innan fyri ítróttarhøllina, verða fleiri parkerings- pláss burtur, og tørvurin gerst uppaftur størri, enn hann leingi hevur verið, sigur Hans Petur Ellings- gaard, formaðurin í mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu. Hann sigur, at parker- ingsviðurskiftini í kom- mununi hava ikki verið nøktandi í longri tíð, men at tað, sum gjørt er nú, heldur ikki er nøkur endalig loysn, men bara ein roynd at nøkta tann akutta tørvin, sum hann tekur til. Gjørd verður ein heild- arætlan fyri alt økið, sum tað er, sigur Hans Petur Ellingsgaard, og tá fara parkeringsviðurskiftini sjálvandi eisini at verða tikin við. Økið, har nú eini 100 til 125 parkeringspláss verða gjørd, er umleið 2.800 - 3.000 fermetrar til víddar. Tað hevur ligið har, uttan at nakar hevur brúkt tað til nakað, sigur mentanarnevndarfor- maðurin. Men nú er so moldin tikin omanav, og slættað verður. Seinni kann tað so brúkast til mangt og hvat, alt eftir hvør loysn verður vald fyri økið. Men givið er, sigur hann, at tað liggur á ítróttarøkinum, og har eru nógvir ymsir møgu- leikar, sum tað er væl egnað til. Kostnaðarætlanin, gjørd varð, áðrenn byrjað varð at grava, lá um 300.000,- krónur, men Hans Petur Ellingsgaard roknar við, at tað helst verður bíligari, tí minni avgrevstur vað enn vænt- að. SKIPANAVN Edvard Joensen Skála: Hann stóð í dokkini á Skála fríggjadagin, hesin føroyski trolarin við tí fran- ska keisaranavninum. Kongshavnar Útgerðar- felag keypti her fyri Ocean Castle av Skála. Skipið hevur siglt undir gamla navninum til hósdagin í vikuni, sum fór. Tá gjørdi nýggi reiðarin, republikanarin Tórbjørn Jacobsen, av, at nú skuldi skipið hava nýtt navn. Og tað navnið var ikki bara hvat sum helst. Nei, eins og fronsku keisararnar nevndi hann skipið. –Men tað er nú ikki eftir teimum, tað er kallað upp, segði Tobbi við Sosialin, beint áðrenn hann, altso reiðarin og republikanarin, fór á floksting hjá Tjóð- veldisflokkinum. Skipið er kallað upp eftir abba mín- um, Napoleoni á Glyvrum, greiddi hann frá. Og so kom tað kenda skálkasmílið kortini. –Men hann var sikkurt uppkallaður eftir keisaru- num, heldur Torbjørn Jacobsen um abban. Napoléon av Glyvrum Gera parkerings- pláss í Runavík Runavíkar Kommuna ger gott 100 parkeringspláss millum ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin Mynd: Edvard Joensen Ocean Castle hevur skift navn og eitur nú Napoléon. Torbjørn Jacobsen reiðari sigur, at skipið er uppkallað eftir abba hansara á Glyvrum Mynd: Edvard Joensen Rækjutrolarin Oceon Castle hevur skift frá enskum til franskt navn. Hann eitur nú Napoléon við striku yvir e-num Í seinastu viku varð enn ein nýggjur bátur frá AWI Boats í Runa- vík flotaður. Hesin skal til Ilulissat í Grønlandi. AWI Boats hevur higartil selt umleið 60 bátar til Grønlands BÁTASMÍÐ Edvard Joensen Runavík: Annar nýbygn- ingurin frá AWI Boats í ár varð flotaður fríggjadagin. Hann skal til Grønlands. Tann fyrri fór til Oyrar. AWI Boats hevur í løtuni tveir aðrar bátar í gerð til grønlendingar, meðan tríggir skulu latast føroy- ingum aftur at í ár, sigur Eyðun Anrhoniussen á AWI Boats. Bártarnir, sum higartil eru gjørdir í ár, eru báðir fiskibátar, og tað verða fýra av teimum fimm, sum ger- ast skulu afturat, eisini. Men tann fimti, verður ein ferðamannabátur, sum skal brúkast til útferðir i Suður- grønlandi, greiðir Eyðun Anthoniussen frá. Báturin, sum flotaður varð í seinastu viku, verður avskipaður hósdagin við farmaskipi til Aalborg í Danmark, haðani hann síðan verður sendur við øðrum skipi til Ilulissat. Eyðun Anthoniussen sig- ur, at tað er nokk at gera ár- ið út til teir 18 menninar, sum arbeiða á virkinum hjá AWI Boats. Tað mesta, teir gera, eru nýbygningar, men nakað av viðlíkahaldsar- beiðið verður tó gjørt. –Men tað kundi verið meira, heldur hann, um tíð- in hevði rokkið til. Nýbygningur til Grønlands Í seinastu viku varð ein nýggjur bátur frá AWI Boats í Runavík flotaður. Báturin er smíðaður til grønlendingar og verður fluttur til Ilulissat við skipi umvegis Danmark Mynd: Edvard Joensen Í dag 19. mars hava Margith og Nikkel Nielsen á Eiði gullbrúðleyp. Margith er fødd 14. september 1925 í Porkeri, og varð elst av fýra systkjum. Foreldur hennara vóru Kristianna og Hans Pauli Sørensen. Nikkel er føddur 1. apríl 1922 á Eiði, og fyllir sostatt 2. páskadag 80 ár. Hann varð næst yngstur av átta systkjum. Foreldur hansara vóru Marsanna og Nikkel Nielsen. Í barnaheiminum hjá báðum varð, sum vanligt tá í tíðini, kúgv og nakað av jørð, so bæði komu tey at luttaka í øllum slíkum ar- beiði, har hoyggj, kúgv, seyður, eplir, torv, útróður og gott samanhald millum menniskju gjørdi, at tað bar til at liva, sjálvt um hvør dagur hevði sítt stríð og strev. Eg hevði ætla at skriva eina longri grein um lívs- søgu tykkara, tíverri bleiv ikki blaðrúmd fyri hesum, men fari eg at senda tykk- um báðum hesa stuttu heilsan á merkisdegi tykk- ara. Margith og Nikkil eiga fimm døtur, Marsanna, Kirstin, Súsan, Henny og Erlina, og eru allar giftar. Tá systir Margith, Elisa- beth doyði í 1973, kom onnur dóttir hennara Anna í nøkur ár til Eiðis at verða hjá teimum, meðan hon gekk barnaárini í skúla. Eg var heppin, at møta eini av teimum vakrastu ungu kvinnunum, sum vóru at síggja í Havnar gøtum. Fyrstu ferð eg møtti Mar- sannu var leygarkvøldi 7. desember 1968. Nikkil møtti eg heilt til- feldugt eftir nýggjár í 1970 úti í Hornabø, har Mar- sanna leigaði. Tá eg komi inn, sat ein fremmandur maður áleinaður inni, og tað letur í hesum manni: “Nú gamli, tú mást hava gingið skeivt”, men áðrenn eg fekk svara, gud viti hvat eg ætlaði at svara, var til alla lukku Marsanna bein- anvegin har, og fekk hon greitt hesa støðu, ið eg var komin í. Líka mikið hvussu vit báðir heilsaðust fyrstu ferð, men tað ávirkan eg fekk til Nikkil hetta kvøldi vit sótu saman, er trupult at lýsa, ein stórur kraftmikil maður, men eitt so stilt og róligt sinnalag og siðiligt prát, at eg seinni hetta kvøldi minnist segði við Marsannu, at hatta er ein dámligur og fittur pápi tú eigur, og hon so svaraði aftur, ja, og ert tú ikki eisini glaður at fáa hann til verfaðir. Margith kom eg at heilsa uppá fyrstu ferð vikuskiftið til pálmasunnudag í 1970, tá eg fór til Eiðis saman við Marsannu. Tann móttøka eg fekk í túninum uppi á Brekku finnist ikki orð fyri, Margith hálsfevnið meg, og ynskti mær hjartaliga væl- komin norð til teirra. Tað einasta vónbroti, ið varð hetta vikuskiftið á Eiði var at hoyra Henny siga, hví Marsanna hevði fingið sær ein so gamlan drong. Um tað var tí at bara døtur vóru í húsinum veit eg ikki, men aftaná henda fyrsta túrin á Eiði, bleiv eg viðfarin av mínum verfor- eldrum, sum varð eg teirra egni sonur. Eg var í mong ár einsamallur svigarsonur, og hetta neyt eg bara alt gott av. Tað bleiv skjótt, at eg fekk tað fyrstu troyggj- una bundna av Margith, og hvussu nógvar tær vóru, og onnur pløgg, bleiv vónleyst at hava talið á, men eg minnist einaferð, at eg segði við Marsannu, tá vit vóru nýgift, at eg havi beint nú talt 18 troyggjur í skáp- inum. Nógvar eru løturnar, ið vit hava havt saman. Ser- liga øll tey mongu árini, ið vit hava sett eplir niður. Tær góðu og hugnaligu løtur úti í tí fríu náttúruni um várarnar, og serliga, tá børn okkara vóru smá. Hvussu mangan gingu børnini ikki og eygleiddi, nær omma fór at koma við sodavatni, kaffi og pannu- køkum, og tá omma so kom, so lá hennara partur ongantíð eftir í eplaveltini. Eina stóra tøkk eiga tit uppiborna fyri alt tað beinasemi og hjálpsemi, ið tit hava veitt mær og Marsannu øll hesi mongu árini. Gloymi ongantíð, hvussu glað tit blivu, tá tit fingu at vita, at fyrsti arvingur okkara varð á veg, eftir at vit høvdu verði gift í meira enn átta ár. Stuttligt er at minnast, tá Fríðrik bleiv føddur eina ódnarnátt tann 7. mars 1981, og alt samskiftið legðist lamið. Margith hevði møtt fólki á Eiði, sum varð komi úr Havn, og sum hevði ynskt Margith tillukku við ommusoninum, og nú vóru góð ráð dýr hjá Margith, tí hvussu skuldi hon koma í samband við okkum og Nikkil umborð á Norðborg. Hon varð ikki ráðaleys, fór oman á bryggjuna á Eiði, har fleiri útróðrarbátar lógu, og fekk lænt ein VHF-sendara. Gloymi ongantíð, tá Tórshavnar Radio ringdi hetta kvøldi, og segði navnið á einum báti, ið skuldi tosa við meg, og so at hoyra málið í Margith í hinum endanum. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er trupult hjá Margith og Nikkil at góðtaka, at síggja børn ganga í dag og spæla við eina fartelefon. Tá tit plagdu at vitja í Havn hevði Nikkil ofta ein trupulleika, tí einki av børnunum tímdi í býin við abba, tað longsta tey vildu fara við abba varð oman í Hoyvíkstjørn. Nikkil, sum hevur balst á sjónum í samfull 51 ár, kennir ein hóp av fólki, og bleiv tað javnan, at hann noyddist at standa á gøtuni og tosa við fólk, meðan eitt abbabarn stóð og togaði í hond hansara at koma víðari. Gloymi ongantíð, tá eg ein góðveðurdag fór til Nólsoyar við Nikkil, og hevði Fríðrik við, sum tá var eini 5-6 ára gamal. Afturkomin til Havnar sigur Fríðrik við mammu sína, at hann fer ongantíð aftur til Nólsoyar við abba, tí abbi stóð bara stillur og snakkaði við gamlar menn. Ella ein ólavsøkuaftan, tá Nikkil var komin ein túr til Havnar, og vit báðir fóru í býin og høvdu Simonu og Nikkil við, og heimaftur- komin siga tey við mammu sína, at tey fóru ikki í býin aftur við abba á ólavsøku, tí hann bara prátaði við fólk. Fyri nøkrum árum síðani broyttist tilvera tykkara bráttliga. Margith og Nikkil eru bæði í február mánað 1996 og vitja eina dóttir í Klaksvík. Eitt kvøldi Margith kemur heim, og beint komin inn í gongina, dettur hon bráttliga um av eini heilabløðing, og verður innløgd við skundi á sjúkrahúsið í Klaksvík, og heilsan var so vánalig, at tað stóð um lív. Eg gloymi ongantíð, góða Margith, tá eg kvøldi eftir vitjaði teg á sjúkrahúsinum í Klaksvík, tú varð ógvuliga ússalíg, veik og hevði trupulleikar at tosa, men ongantíð gloymi eg, tá eg boygdi meg niður yvir sjúkralegu tína og heilsaði tær farvæl, og tú veikliga sigur við meg: “Páll góði, fert tú at minnast til mín”. Hetta varð ein tung løta, at skiljast frá tær hetta kvøldi, og fram fyri meg komu tá orðini í Hebrearabrævinum kapittul 13 vers 7, har skrivað stendur: “Minnist vegleið- arar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftir- fylgið so trúgv teirra!” Gloymi heldur ongantíð fyri 3-4 árum síðani, tá liðugt varð at sláa úti í Kollsbyrg. Nikkil og eg eru á veg heim, tá vit eru komnir til brúnna um Kols- byrg, sum er gjørd í nýggjari tíð, steðgar Nikkil á, vendir sær við, hyggur niðan í Kolsbyrg og sigur hesi rámandi orð, og sum setti seg fast hjá mær: “Ja, nú varð liðugt hesu ferð, eg veit ikki hvussu leingi eg fari at orka at halda áfram at røkja hetta, men síðani forfedrar mínir góvust, havi eg følt tað sum mína skyldu, og reint til dagin í dag, at røkt hetta, og Gud viti um nakar annar tekur við eftir meg.” Sum tíðin fráleið, kom Margith væl fyri seg aftur, og vildi hon eisini sleppa aftur í sítt egna heim á Eiði. Síðani Margith kom sjúk aftur til Eiðis á heysti 1996 hevur Nikkil passa og røkt konu sína so væl, at hetta neyvan stendur aftanfyri eitt arbeiði hjá einum heimarøktara. Nikkil ger alt tað vanliga húsliga arbeiði hvønn dag, ger allar mál- tíðir og enntá bakar hann skuffukaku o.a., og tað er heldur ikki smávegis, at hesar smakka, og hevur tað mangan gagnast gott um kvøldarnar, at fingið ein góðan kaffimunn við ný- bakaðari skuffukaku frá Nikkil. Her vil eg nýta høvi, at veita tykkum mongu innan sjúkrarøktina, heimasjúkrasystr u m, heimahjálparum og tykk- um, sum koma sjálvboðin inn at vitja og veita teimum eina hjálpandi hond, eina hjartans tøkk. Tað er ein frægd mangan, at hoyra Margith og Nikkil at tosa um, hvussu vinsæl og hjálpsom, ið tit øll eru, og uttan tykkara hjálpsemi hevði tað neyvan bori til hjá Margith og Nikkil at búð í egna heimi teirra. Tað er so áhugavert, hvørja ferð, tá man kemur norður at vitja, at síggja bæði sita rundan um køksborðið, Margith okkurt handaligt arbeiði við einari hond, og Nikkil situr so trúfastur undir liðini á henni og flytir amboð og stativ, ið hon nýtir sum hjálp, fyri at alt hetta skal bera til, og so duga tey so væl, at leggja alt til rættis, at taka sær løtur inn ímill- um, og seta seg at spæla ludo ella kúluspæl. Síðani Margith bleiv sjúk hevur hon brodera og veva eina stóra mongd av pløggum, og mong eru tey turrikløð, ið hon hevur veva hesi seinastu árini við einari hond. Margith hevur, eftir at hon bleiv sjúk, brodera alt til tey føroysku klæðini hjá børnum okkara, og til flest av hinum ommubørn- um eisini. Góða Margith og Nikkil, fyri mær eru tit ímyndin til eitt fyrimyndarligt hjúna- lag, har trúskapur og virð- ingin fyri hvørjum øðrum er í hásæti. Nú tit eru komin upp í árini, og sólin er komin vestur á luftina, og kreftirnar eru farnar at vikna, at alt tað, sum hevur eyðkent tykkum, og sum hevur verið aðaltáttur í heimi tykkara, at hava Guðsótta, vinarlag, blíð- skap, erligheit og trúskap, at hetta ikki hevur verið til fánýtist, hetta hevur fest røtur hjá mær, og ivist heldur onga løtu í, at hini siga tað sama, og Gud gævi at vit høvdu kunna bori tað víðari. Hjartaliga tillukku á gullbrúðsleypsdegnum og Harrans ríku signing yvir tíðina ið kemur, frá okkum í Tjarnarlág 4. Páll Heilsan til verforeldur míni Margith og Nikkil á gullbrúdsleypsdegnum tann 19. mars C M Y K 17 16