týsdagur 19. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 20. mars 2002
15
Við sjálvstýrissam-
tyktini, sum røkkur
fram móti 2012, er
sjálvstýristilgongdin
komin í eina trygga
legu. Alt prát um fýra
ára skiftistíð er
burturvið. Nsú ræður
um at gera búskapar-
ligu tillagingarnar
heldur løgmaður,
sum rør framundir, at
politikkurin komandi
valskeið tí verður
meira ein spurningur
um vinstra-høgra
heldur enn sjálvstýri-
samband
LØGTINGSVAL
Jan Müller
Valstríðið er byrjað av
álvara. Løgmaður skrivaði
út val mánadagin, og mána-
kvøldið brustu formenninir
í teimum fýra stóru flokk-
unum saman í sjónvarps-
tjaki. Og týsmorgunin legði
størsti andstøðuflokkurin,
Javnaðarflokkurin alment
fram sína valskrá.
Men enn eitur løgmaður
Anfinnur Kallsberg. Vit
spurdu hann, um hann sær
møguleikar fyri, at verandi
samgonga kann halda fram
eftir valið!
- Vit fara ikki til val sum
ein samgonga men sum
einstakir flokkar. Vit fara til
val uppá okkara stevnuskrá
og valskrá, og so fáa vit at
síggja, hvar vit fáa sum
mest av okkara politikki
við.
- Er tað tá sannlíkt, at
Fólkaflokkurin vil vera við
í eini samgongu ella vilja tit
vera í andstøðu og sleikja
sárini, um tit bert fáa 4-5
tingmenn, sum onkur hevur
spátt?
- Tað er skyldan hjá ein-
um og hvørjum politikara
at royna at umseta veljarans
stuðul í praktiskan politikk
so væl sum tað til eina og
hvørja tíð ber til. Tað fer
Fólkaflokkurin eisini at
gera.
- Nú funnu Fólkaflokk-
urin og Tjóðveldisflokkurin
saman eftir síðsta val.
Nógvar ósemjur hava verið
hesi árini. Sær tú fyri tær
ein møguleika at halda
fram í Tinganesi saman við
Tjóðveldisflokkinum?
- Í politikki er tú noyddur
til at finna tær samstarvs-
partnarar, har tú roynir at
fáa sum mest av tínum
politikki ígjøgnum. Tað
eru nógv málsøki hjá ein-
um borgarligum Fólka-
flokki og einum ultrasosial-
istiskum Tjóðveldisflokki,
sum vit ongantíð verða
samdir um. Man skal ikki
fyrigykla sær, at Tjóð-
veldisflokkurin og Fólka-
flokkurin koma at sita í eini
samgongu uttan tað verður
ósemja um heilt nógv mál,
eitt nú vinnumálini. Men
tað
vilja
eisini
vera
ósemjur, skulu vit til at
samarbeiða við Javnaðar-
flokkin, tí hann er eisini ein
sosialistiskur flokkur og
entá ein sambandsflokkur.
Sama trupulleika hava vit
við Sambandsflokkinum.
Vit kunnu nokk semjast við
hann um tann vinnuliga
politikkin men avgjørt ikki
um tann tjóðskaparliga
politikkin. So uttan mun til
hvat man ger, so skal ein
ikki lata eyguni aftur fyri,
at vit ikki verða samdir.
- Men roknar tú við, at
man í komandi valskeiði
fer at leggja minni orku í
sjálvstýrismálið og heldur
leggja seg meira eftir at
reka høgra-vinstrapolitikk?
- Tað veldst sjálvandi um
valúrslitið, hvørjir kom-
binatiónsmøguleikarnir
verða, og hvar tú fær sum
mest av tínum politikki
ígjøgnum. Verður tað so-
leiðis, at sjálvstýrisvong-
urin í Føroyum viknar, og
tað ikki verður gjørligt at
fáa parlamentariskt grund-
arlag undir at reka tann
politikkin,
so
er
man
noyddur at hyggja eftir,
hvat man so fær mest
burturúr.
Burturvið
Og løgmaður heldur ikki
tað gagnar sjálvstýristil-
gongdini, tá eitt nú Tjóð-
veldisflokkurin tosar um
fólkaatkvøðu um fullveldi
longu í komandi valskeiði!
- Tað er heilt burturvið.
Uppskot til samtyktar um
sjálvstýristilgongdina
er
samtykt av løgtinginum.
Tað sigur, at vit skulu yvir-
taka málsøki fram til 2012.
Og higani skal tú til eina
fólkaatkvøðu. Tvs. at tað
liggja nærum trý valskeið
fyri framman, áðrenn tú
skal út í eina fólkaatkvøðu.
At proklamera nakað annað
nú má vera tí, at man ikki er
samdur við tann politikkin,
sum man longu hevur
góðtikið í eini samgongu.
Fólkaflokkurin er gingin
við til hasa loysnina og
hana standa vit við.
Anfinnur Kallsberg vísir
á, at nú flokkarnir fara út í
eitt valstríð, roynir hvør
flokkur sjálvandi at føra
síni sjónarmið fram. Nakað
annað er, tá man skal skipa
samgongur eftir eitt val.
Ein samgonguavtala er í
veruleikanum ein nýggj
stevnuskrá fyri ein størri
part enn bara ein flokk. -Fer
tú so til eitt val, tá fer tú
aftur til útgangsstøðið, so tá
Tjóðveldisflokkurin pro-
klamerar, at teir vilja hava
fullveldi innan fýra ár, so er
tað politikkurin hjá flokk-
inum. Í hesum samgongu-
skeiðnum hevur flokkurin
tó givið seg til at góðtaka,
at vit taka ikki avgerð um
fullveldi fyrr enn í 2012.
Tað ber í sær, at teir bakka
aftur til sína upprunaligu
støðu, og tað gera væl allir
flokkar.
- Fólkaflokkurin hevur
stóra afturgongd í veljara-
kanningunum og missa tit
meira til Sambandsflokkin
enn til Tjóðveldisflokkin.
Hvaðani
stavar
henda
afturgongdin?
- Verður hugsað um
framgongdina hjá Sam-
bandsflokkinum, so stavar
afturgongd okkara frá, at
fleiri av okkara veljarum
halda, at sjálvstýrisætlanin
vit hava lagt í hesi sam-
gonguni gongur ov skjótt,
meðan tað so aftur eru
aðrir, tvs. teir fólkafloks-
veljarar, sum fara yvir í
Tjóðveldisflokkin, ið halda
tað gongur ov seint.
Løgmaður viðgongur, at
tað er sera torført at reka
ein politikk, sum kann gera
báðar hesar partar nøgdar
og vísir til, at hetta er ein
støða, sum eisini fleiri aðrir
flokkar eru í, men hann
heldur, at uppskotið um
stigvísa yvirtøku sam-
stundis sum tær búskapar-
ligu tillagingarnar verða
gjørdar, byggir á eina
trygga tilgongd – tað at tað
ikki skal vera nakað hótta-
fall fyri borgararnar. Tað er
so hetta, sum hvør ein-
stakur sjálvur má meta um,
um tað er nóg trygt ella
ikki.
Anfinn Kallsberg sær tað
tí sum eina av sínum
fremstu og mest týðandi
uppgávum til valið at
sannføra veljararnar um, at
talan er um eina trygga
tilgongd í sjálvstýrismál-
inum.
- Vit hava sæð fleiri av
tykkara valevnum, eitt nú
Poul Michelsen og Bjarta
Mohr fara rættiliga langt á
fullveldisleið, longur enn
tað tú og leiðslan í flokk-
inum kanska standa fyri og
halda vera skilagott. Hevur
tú ein trupulleika við tí, tá
hugsað verður um, at
nógvir veljarar flýggja til
Sambandsflokkin, og hetta
kanska
kann
gera,
at
uppaftur fleiri fara tann
vegin?
- Eg trúgvi ikki, at
valevni hjá Fólkaflokkinum
hava hug til at leggja seg
uppat fullveldiskósini hjá
Tjóðveldisflokkinum. Tað
er heldur fullveldislinjuni
hjá samgonguni tey leggja
seg uppat, og tað er í fín-
asta lagi. Men at fara inn á
fýra ára skiftistíð er eftir
míni meining ikki búskap-
arliga trygt nokk, og tað
tekur Fólkaflokkurin ikki
undir við.
- Men tað er so hetta,
sum Tjóðveldið nú meldar
út!
- Ja, men undir ávísum
fortreytum so sum, um
oljan kemur osfr. Og tað
hongur als ikki saman. Tí
vit siga, at oljupengarnir
skulu ikki ávirka fíggjar-
lógina sum so. Teir skulu í
ein
búskapargrunn. Tú
kanst ikki brúka pengar
fleiri ferðir. Tí er henda
prosessin ein tilllaging av
búskapinum uppá 50 mill.
kr. um árið, og tað meti eg
vera gjørligt, forsvarligt og
trygt.
Ríkisfelagsskapurin
Formaður
fólkafloksins
heldur tað annars vera eitt
sindur óheppið, at fólk hava
ikki skilt, hvat tað vil siga
at vera innan fyri og uttan
fyri ríkisfelagsskapin. -Tað
uppskotið til samtyktar,
sum er samtykt, er ein til-
laging innan fyri ríkis-
felagsskapin fram til 2012,
og ikki fyrr enn tá skal man
til at taka støðu til, hvat so
skal henda. Meðan tað, sum
Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin koyra
uppá og tað, sum spurn-
ingarnir í veljarakanning-
unum eisini snúgva seg um,
er ikki, um tú ynskir meira
sjálvstýri
innan
ríkis-
felagsskapin.
Løgmaður metir hetta at
vera júst tað sama sum
samtyktin um sjálvstýri,
sum er gjørd á tingi. -Tá tú
tosar um eina tillaging inn-
an fyri ríkisfelagsskapin, so
er tað fyrsta stigið á
skránni. Munurin er bara
tann, at vit siga, at í 2012
skulu føroyingar spyrjast,
um teir vilja vera innan fyri
ella uttanfyri. Eg havi var-
hugan av, at Sambands-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin vilja gera nýggj-
an sáttmála við Danmark
nú, sum treytar okkum at
vera innan fyri ríkisfelags-
skapin. Tað merkir í míni
verð, at uppskotið hjá
teimum er meira niðurbind-
andi enn tað, sum sam-
gongan er komin til.
Løgmaður heldur tað
vera størsta meinboga í
sjálvstýristilgongdini
í
Føroyum, at man vil hava
antin alt ella einki, og tað
skal vera her og nú, og
harvið hevur tú bert fingið
lítið. Tí heldur hann tað
einasta rætta vera at hava
eina ætlan, sum eisini vekir
tryggleikan millum fólkið.
Hann ivist ikki í, at bæði
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin kunnu taka
undir við uppskotinum til
samtyktar um eina lagaliga
tillaging innan fyri 10-12
ella 15 ár.
- Um Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin
kunnu flyta seg eitt sindur á
hesum øki, merkir tað so, at
teir eru meira upplagdir
sum samstarvspartnarar hjá
Fólkaflokkinum eftir valið
enn Tjóðveldisflokkurin?
- Tað, sum er avgerandi,
er, at spurningurin um
sjálvstýri-samband verður
tikin uttan, at tú hevur
nakrar búskaparligar ræðu-
myndir, sum verða brúktar
nakran vegin. Tað er bara
Føroya fólk, sum kann taka
suverenitetin. Tað er ikki
nakað, sum vit politikarar
ella tingið kunnu gera av.
Kunnu vit siga, at vit lata
vera við at fara út og spyrja
Føroya fólk, til vit hava
gjørt tær búskaparligu til-
lagingarnar og hava yvir-
tikið málsøkini í eini
tryggari tilgongd, umsit-
ingarliga,
politiskt
og
fíggjarliga, so vil tann
spurningurin, tá hann kem-
ur, verða meira avgjørdur
av, hvat hjarta sigur, tí tá er
ikki talan um búskaparligar
avleiðingar. Tá fær tú eina
heilt aðra avtalu við Dan-
mark um framtíðar sam-
starv.
Løgmaður
sigur
seg
sannførdan um, at vit fáa
eitt hav av góðum sam-
starvi í eini avtalu millum
tveir javnbjóðis partar. Tað
er tað vit skulu fara eftir.
Sjálvstýristilgongdin
komin í trygga legu
Anfinn Kallsberg, løgmaður skrivaði mánadagin undir
kunngerðina um val til løgtingið. Løgmaður fer nú at brynja
seg og Fólkaflokkin út til val
Mynd Jens K. Vang
15
C
M
Y
K
14