týsdagur 19. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 19. mars 2002
15
Longu nú byrjar at
sansa at á nógvum
skúlum kring landið.
Serstovur kunnu ikki
brúkast, tí eingin
varðar av teimum og
tilfar verður ikki
keypt. Eftir páskir
rokna skúlastjórar
við, at tað ikki ber til
at undirvísa í fleiri
lærugreinum
BLOKADAN
Turið Kjølbro
Blokadan hjá Føroya Lær-
arafelag, sum er vend ímóti
savnsrøktini á skúlunum
kring landið, letur til at
virka. Hóast skúlastjórar og
-leiðarar á ein hátt eru for-
longdi armurin hjá sínum
arbeiðsgevara, Mentamála-
stýrinum, og hava skyldu til
at geva næmingunum ta
undirvísing, teir hava krav
uppá, eru teir solidariskir
mótvegis blokaduni hjá
Føroya Lærarafelag.
– Tilfar er farið at ganga
undan og einki verður
keypt. Eftir páskir rokni eg
við, at einki tilfar er eftir í
nógvum lærugreinum, ser-
liga í træsmíð, hondarbeiði,
og evning, og tá mugu lær-
ararnir hvør í sínum lagi
undirvísa
næmingunum
øðrvísi uttan tilfar. Tað
krevur sera nógv av teim-
um.
– Vit hava eitt sindur av
tilfari til at gera páskaprýði
burturúr, men tað er minni
enn vit vanliga hava til slíkt
høvi. Serstovurnar eru ikki
so væl hildnar, sum tær
vanliga eru. Um einar tveir
mánaðir rokni eg við, at
ruðuleiki
valdar,
sigur
Marjun Holm, skúlastjóri í
Argja skúla.
Eisini á skúlanum við
Ósanna í Klaksvík er tilfar
við at ganga undan. Skúlin
hevur ikki serstovur, men
brúkar
ístaðin
vanligu
skúlastovurnar og serstov-
urnar á grannaskúlanum.
– Er blokadan framvegis
í gildi longur út á várið, fer
hon at darva nógv. Serliga
tær kreativu lærugreinirnar
fara at merkja sviðan. Tá ið
tilfarið er uppi, mugu lær-
ararnir undirvísa á annan
hátt. Teir hava skyldu til at
hava næmingarnar kortini.
Eg hvørki kann ella vil
áleggja lærarum at keypa
tilfar. Sum limur í Føroya
Lærarafelag kann eg ikki
annað enn vera solidariskur
yvir fyri blokaduni, sum eg
væl skilji, sigur Símun Pet-
ur Hjelm, skúlastjóri.
Í kommunuskúlanum á
Glyvrum er eisini farið at
sansa at.
– Eg havi ikki fingið
nakra fráboðan enn um, at
serstovur ikki kunnu nýtast,
men hinvegin er tað líka
við. Uttan tilfar fáa lærarar
ikki undirvíst í nógvum
lærugreinum, serliga í teim
yngru flokkunum, og tí
verður í førum talan um
ansing heldur enn undirvís-
ing.
– Eftir páskir verður sera
trupult at geva eina nøkt-
andi undirvísing, serliga í
smíð og evning. Vit hava
ikki pappír á goymslu, so-
leiðis
at
næmingarnir
kunnu gera páskaprýði, tí
verður tað sera avmarkað,
hvat verður gjørt til pásk-
irnar.
– Eg eri noyddur at vera
solidariskur
móvegis
blokaduni. Sjálvsagt havi er
størstan áhuga í, at næm-
ingarnir fáa sum mest burt-
ur úr, men hinvegin noyði
eg ikki lærararnar at verða
ósolidariskir mótvegis sín-
um fakfelag, sigur Ásmund
Lamhauge, skúlastjóri á
skúlanum á Glyvrum.
Felagsskúlin á Oyrar-
bakka er framhaldsskúli
burturav.
– Enn merkja vit ikki
nógv til blokaduna. Vit
hava køk, sum er undantik-
in blokaduna, og lívfrøði,
alis- og evnafrøði, men tað
er
ógvuliga
avmarkað,
hvussu nógv verður keypt
inn til tær lærugreinirnar.
Fer tilfar at vanta í, krevji
eg ikki av lærarunum, at
teir keypa inn, tá ið blokada
er. So mugu lærararnir
undirvísa á annan hátt. Men
samstundis sum eg eri sol-
idariskur mótvegis blokad-
uni, skal eg eisini hugsa um
skyldurnar eg havi yvir fyri
næmingunum, og tað er ein
tvístøða. Tí má eg í hvørj-
um einstøkum føri meta
um, hvørjar skyldur eg
havi, sigur Hans Erland í
Brekkunum, skúlastjóri.
Tann 20. februar varð
blokadan hjá Føroya Lær-
arafelag víðkað til eisini at
umfata savnsrøkt. Tað vil
siga, at lærarar skulu ikki at
hava umsjón og røkt av
amboðum um hendi, rudda
høli, skáp, samskipa inn-
keyp av tilfari, fylgja við í,
hvat vantar av tilfari og so
framvegis. Stendur ein
skúlin og vantar tilfar til
næmingarnar at gera páska-
prýði
burturúr,
forðar
blokadan hesum, um skúlin
ikki eigur slíkt á goymslu.
Einasta, sum er undantikið,
er dagligt innkeyp av tilfari
til heimkunnleika, og van-
lig upprudding eftir hvønn
undirvísingartíma.
Mikudagin skal
yvirtøkan av skúl-
anum hátíðarhaldast
á skúlunum kring
landið, men á nógv-
um skúlum verður
ikki hátíðardámur
HÁTÍÐARHALD
Turið Kjølbro
Fyri sløkum tveimum vik-
um síðani fingu allir skúlar
kring landið boð frá lands-
stýrismanninum í menta-
málum um at brúka miku-
dagin 20. mars til at hátíð-
arhalda yvirtøkuna av før-
oyska
skúlanum.
Men
longu nú letur til, at tað
verður ikki stórur hátíðar-
dámur á øllum skúlum.
– Nakað verður gjørt
burturúr, men tað verður
avmarkað. Vit kunnu ikki
keypa tilfar til hátíðarhald-
ið, um vit hava brúk fyri tí,
so tað verður eitt skert há-
tíðarhald, sigur Ásmund
Lamhauge, skúlastjóri á
skúlanum á Glyvrum.
Hann fýlist á, at skúlarnir
hava fingið ov stutt skot-
bráð til at fyrireika dagin.
Spurdur
um
lærararnir
leggja nógv í dagin, sigur
hann.
– Flestu lærararnir halda,
at tíðin er ikki tann rætta til
at hátíðarhalda yvirtøkuna.
Hátíðarhaldið skuldi verið
beint eftir nýggjár. Í mínum
hugaheimi er tað óveruligt
at skipa fyri hátíðarhaldi
nú, tí skúlin varð yvirtikin í
1979 fyrisitingarliga og
fíggjarliga á nýggjárinum.
– Allir flokkar hava árs-
ætlanir, har øll tiltøk eru til-
rættaløgd. Eitt slíkt hátíðar-
hald grípur inn í ætlanirnar
sum eru. Eisini hava vit
flokkar, sum eru í starvs-
venjing og aðrar flokkar,
sum eru í holt við verkætl-
anaruppgávu. Men vit há-
tíðarhalda kortini, tí vit
hava fingið eini kravboð og
bara tí.
Eisini Føroya Lærarafel-
ag finnst at, at yvirtøkan
skal hátíðarhaldast nú.
– Flest allir lærarar fara
treyðugt undir hetta hátíð-
arhald, og tað er av fleiri or-
søkum. Í fyrsta lagi tí tað er
boðað frá við so stuttum
skotbráði, í øðrum lagi tí
henda tíðin longu er fast-
løgd í skúlunum, og í triðja
lagi tí lærararnir eru ras-
andi um, at Mentamála-
stýrið í loyndum hevur
fingið nakrar próvtøkuupp-
gávur til vega so ella so,
sigur Elsa Birgitta P. Peter-
sen, forkvinna í Føroya
Lærarafelag.
Blokadan hjá Føroya
Lærarafelag
mótvegis
savnsrøktini ger, at skúlarn-
ir ikki kunnu keypa tilfar og
annað til hátíðardagin.
Endamálið við hátíðar-
haldinum
er
sambært
landsstýrismanninum við
mentamálum, at yvirtøkan
skal gerast tilvitandi í huga
næminganna. Hendan dag-
in er ætlanin, at allir skúlar
í landinum skulu arbeiða
við evninum Hin føroyski
skúlin/Okkara skúli. Skúl-
arnir gera sjálvir av, hvussu
teir skipa evnisdagin, men
innihaldið í degnum skal
vera yvirtøkan av sjálvum
skúlaverkinum.
– Vóni, at hesin dagurin
fer at fáa undirtøku úti á
skúlunum, og at hetta til-
takið kann styðja undir til-
vitanina um okkara skúla-
verk, og at tað nú eru vit
einsamøll, ið hava ábyrgd-
ina, bæði fyrisitingarliga,
fíggjarliga og námsliga.
Tað er okkara ábyrgd, at
føroyski skúlin framvegis
verður ein mentanarberi og
ein kunnleikagevi saman
við tí uppfostrandi leiklut-
inum, sum skúlin altíð hev-
ur havt, at tilbúgva næm-
ingin til tað komandi lívið
og samfelagið, sigur Óli
Holm, landsstýrismaður, í
kunning til skúlarnar.
Tilfar á skúlunum farið at ganga undan
Á nógvum skúlum verður
avmarkað, hvussu nógv
næmingarnir kunnu gera av
prýði til páskirnar, orsakað
av vantandi tilfari
Skert hátíðarhald
15
14
Nr. 54 - 19. mars 2002
VIÐMERKINGAR
Eldrapolitikkur
Gunnar K.
Nattestad
Nógv verður snakkað,
men lítið gjørt; og so-
leiðis er tað mangan.
Eitt av økjunum har
hetta man vera væl á
leið, er eldraøki.
Eldraøki
Pensjónir er ofta tað ið
havt verður í huga tá ein
nevnir eldraøki. Pen-
sjónirnar eru ein tíðand-
ið partur av karminum
um ein góðan/tryggan
aldurdóm, men hettar er
als ikki alt og heldur ikki
meginparturin av tí ið
hevur týdning fyri pen-
siónistin.
Møguleikar at
innrætta seg
Tað sum eg haldi hevur
meira at siga er, "hvat
far man fyri pensiónina"
og hvussu eru møgu-
leikarnir hjá teimum ið
gerðast gomul, at inn-
rætta seg so tey hava ein
"ríkan" aldurdóm. Her
verður serliga hugsa um
tilboð við veruligum
innihaldi og møguleikar
at búgva so hædd verður
tikin fyri likamligu/
sálarligu støðuni hjá tí
einstaka. (Hettar er ann-
ars galdandi fyri ein-
hvønn aldursbólk.)
Bústaður
Eitt sum Sambands-
flokkurin leggur stóran
dent á er, at fólk sum
heild skula hava møgu-
leika at búgva í egnum
bústaði. Tey flestu hava
bygt egin hús og ynskja
helst at búgva har so
leingi tey liva, men
mangan man júst hettar
vera ein vansi í tí
dagliga. Húsini hava
kanska fleiri hæddir og
tí er tað ein dagligur
trupuleiki
at
klára
trappurnar, tá førleikin
versnar. Summi mugu
kanska í rullistól og tá er
ógjórligt at ferðast sum
fyrr. Tørvurin á plássi og
innrættan gerst ørvísi og
tí er dreymahúsið ikki so
praktiskt longur.
Talin á teimum ið slíta
seg upp við at stríðast
við verandi karmar ella
bróta seg sundur tí tey
løgdu ov nógv fyri, man
heldur ikki vera so lítið.
Aftrat hesum eru húsini
mangan størri enn neyð-
ugt, m.a. tí at børnini eru
flutt.
Alternativ
Um útboði av serligum
eigaraíbúðum var til,
kundu eldri fólk selt síni
egnu hús og keypt eina
íbúð ið tók hædd fyri
teirra førleika og tørvi.
Til slíkar íbúðir kundi
eisini verði knýtt heima-
hjálp og aðrar tænastur
ið tørvur er á. Soleiðis
kundi ein einstaklingur
ella hjún, framvegis búð
í egnum heimi, ístaðin
fyri sum nú, at noyðast á
ellisheim sum alternativ
til upprunaliga heimið.
Veruleikin
Eitt er at hava hugskot
til hvat kann gerðast,
annað er hvat virkar í
veruleikanum. Tað er
tungt at siga farvæl til
síni egnu hús og tí vilja
mong aftra seg vit at
flyta, men so leingi
einasta alternativið er
eitt pláss á ellisheimi,
man ein hóskandi eig-
araíbúð vera nógv meira
tiltalandi.
Tað er eisini ein
spurningur um at bróta
vanar á hesum økinum,
serliga um tað í seinna
enda er til fyrimuns fyri
tey eldru.
Aðrir fyrimunir
Ein onnur síða av sakini
er eisini tann, at um
nøkur eldir valdu at selja
síni hús og flyta í onnur
hús/íbúðir ið vóru bygd
til teirra førleika, so
vildi hettar skapt betri
møguleikar hjá yngra
ættarliðnum. Tey høvdu
kunna keypt fyrru húsini
hjá tí eldra aftarliðnum
og har við sloppi undan
at investera í eini nýggj
dýr hús.
Ein tílík loysn kundi
sostatt gagna báðum
pørtum.
Andras Miðskarð
Nú er rúm tíð síðan, at
Dúgvan skuldi sigla eyka-
túrar á kvøldi. Seinasti
túrur á kvøldi skuldi vera
av Leirvík kl. 23.30, sum
eg eisini meti at vera ein
hóskandi tíð, tá ið vit
norðoyingar
skulu
um
fjørðin eftir kl. 21.10. Tá
sleppa vit frá at leiða
okkum fart.
Kl. 22.30 kann ein rokna
við, at ein er liðugur at
fundast og gera ørindi í
Havn ella aðrastaðir. Nógv-
ir slíkir fundir kunnu fyrst
byrja eftir arbeiðstíð, t.d.
kl. 19.00. Ein roknar eisini
við, at slíkir fundir eru
loknir kl. 22.00. Tá er eisini
passandi tíð eftir at koyra
forsvarliga til Leirvíkar.
Eisini hevði verið møgu-
leiki fyri at flutt eventuellar
trailarar o.a. yvir um fjørð-
in, sum áður var neyðugt at
steðga við til morgunin
eftir.
Tá ið ein hevur hoyrt, at
manning er tøk at takað
við, hví verður so ikki
triðja vaktin sett? Undirrit-
aði hevur eisini frætt, at
teir, ið forða fyri hesari
sigling, eru partar av mann-
ingini. Orsøkin til tess er, at
teir missa yvirtíðina, sum
teir
fáa
eftir
verandi
vaktarskipan. Um omanfyri
nevnda orsøk ikki er røtt,
so rætta meg harra Strand-
ferðslustjóri, Reidar Nón-
fjall.
Ein hevur tí hug at
spyrja:
"Hvønn
siglir
Dúgvan fyri? Er tað fyri, at
partar av manningini fram-
haldandi skulu fáa sína
yvirtíð? Ella fyri okkum
norðoyingar, sum ferðast
og flyta farm um fjørðin?"
Tað er væl eingin orsøk,
at partar av manningini á
Dúgvuni umframt at fáa
sína føstu løn, sum teirra
størv eisini eru normeraði
til, skal verða okkum norð-
oyingum ein forðing fyri
einari betri tænastu um
Leirvíksfjørð, meðan bíða
verður eftir, at tunnil kemur
um fjørðin.
Tá ið menn søkja slík
størv, tá má lønin eisini
vera nøktandi. Ella søkti
eingin
hesi
omanfyri
nevndu størv. Undirritaði,
sum eisini er formaður í
Norðoya Sambandsfelag,
vil minna á, at vit í sam-
bandsflokkinum
kenna
okkara ábyrgd fyri okkara
fólkið í Norðoyggjum. Tí
vil eg inniliga heita á Reid-
ar Nónfjall, stjóra á Strand-
faraskipum Landsins, at fáa
sett hesa triðju vaktina. Teir
menn, ið settir verða sum
stýrimenn og skipsførarar,
skulu helst allir hava skips-
føraraprógv. Tí í hesum
føri, er eisini talan um
ferðafólkaflutning.
Tess skjótari tann triðja
vaktin verður sett, tess
skjótari liva vit norðoyingar
upp til eina tíðarhóskandi
tænastu, sum vit nóg leingi
hava bíðað eftir.
Hví siglir M/B Dúgvan ikki?
Mamma er ættað úr Porkeri
og babba er av Eiði.
Mamma misti mammu
sína, tá hon bert var 12 ára
gomul. Hon var elst av 4
systkjum, men familju-
bondini hava verið ógvu-
liga góð.
Babba hevur verið og er
ein góður maður, og tá tað
líkaði honum at verða tað
mesta á sjónum, meðan vit
vóru í uppvøkstri, so kendi
hann tó sína ábyrgd fyri
okkum, tá hann var heima.
Hann er ein friðarmaður
við nógvari styrki, men ger
lítlan háva burturúr sær
sjálvum.
Spennandi var hvørja
ferð hann kom heim, tí
hann keypti okkum altíð
okkurt, tá tað lá honum
fyri.
Mamma var ein strang
mamma, men sum vaksin
síggja vit, at strangleiki
hennara var merktur av
kærleika til okkum. So var
hon eisini, sum so nógvar
aðrar mammur í Føroyum,
sum hava sjómenn, so at
siga einsamøll um at ala
okkum upp og taka avgerð-
ir. Hon var ógvuliga røsk
og royndi eisini at halda
okkum til, so vit kendu til
avbjóðing, og hetta kom
okkum til góða seinni í lív-
inum.
Tá alt gongur væl, vísir
alt at vera so lætt, men fyri
6 árum síðani bleiv mamma
sjúk, og síðani hevur hon
verið bundin til rullustólin,
tí vinstra síða er lamin, men
sum babba sigur so ofta, at
tað er hóast alt gott, at hon
kann tosa og fylgja við í
øllum bæði í bløðunum, út-
varpinum og sjónvarpinum.
Annars vita tey alt um
børnini og barnabørnini,
spyrja hvussu tað gongst
okkum og teimum, og taka
børnini telefonina, hava
mamma og babba altíð
okkurt gott orð til teirra.
Tá Óli Karl er á útróðri,
ringja tey, líka til hann er
afturkomin, fyri at fregnast
hvussu hevur gingist, jú,
tey hava eina hartaliga um-
sorgan.
Eg eri sannførd um, at tit
hava klára tykkum væl
ígjøgnum lívið, sum ikki
altíð hevur verið ein dansur
á rósum.
Babba eigur eitt stórt rós
uppibori, sjálvt um vit vita,
at mamma fegin vildi hildið
áfram at runni, men við
einari góðari fyrimynd hev-
ur babba verið henni ein
ómetaliga góður stuðul, nú
hon hevur verið so óhjálp-
in.
Vit hava glett okkum til
henda stóra dag, tí 50 ár eru
ikki 50 dagar, men vit gleð-
ast saman við tykkum við
stórum takksemi í hjørtum
okkara, fyri tað tit hava ver-
ið fyri okkum og okkara og
við hesum orðum ynskja
vit
tykkum
hjartaliga
tillukku,
og
framvegis
Harrans ríku signing á leið
tykkara.
Henny
Ein heilsan til Margith og Nikkel
á gullbrúdleypsdegnum 19. mars 2002
C
M
Y
K
14