týsdagur 19. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 55 - 20. mars 2002
Nr. 55 - 20. mars 2002
13
VIÐMERKINGAR
Ræðuligt einsemi
2. partur
Hans Birgir
Hansen
Tá ein ikki orkar at vera
innisperraður, so verður
ein við magt lagdur í
spennitroyggjuna,
og
sálarlækni og pleygarar,
sjúkrasystrar,
skæða
síðani klæðini av einum,
tá ein verður fæsthildin
á hond og fót, og fær
eina sproytu, ein upp-
livdi »sjokk viðgerð« og
í ávísum førum, tá ið
sproytan ikki ger ætlaðu
ávirkan á heilan, og
sentralu nervaskipanina,
so fær ein »sjokk við-
gerð«. Ein hevur sæð
teir geva einstøkum, aft-
aná at teir vóru doyvdir,
niðri og heima, ið eingin
ger sær far um í tí dag-
liga. Tá ið sjúklingarnir
verða doyvdir, verða
elektriskar strálur sendar
inn í heilan fyri at niður-
bróta tær sentralu nerva-
skipanir, ið ger, at hesi
kenna seg forfylgd, og
hvat hesi hava upplivað,
verður brent burtur. Og
tá ið hesi vakna aftur,
minnast tey einki til alt,
ið tey upplivdu í lívin-
um, og hvat tey framdu
av tí kriminella, so har
er ikki nógv eftir slíka
»skjokk viðgerð«, ein
hevur upplivað sálar-
lækni gav einstøkum
niðri og heima. Og um
sproytuna kann ein siga,
tá ið hon byrjar at virka
uppá heilan og sentralu
nervaskipanina, gerst alt
óklárt fyri eygunum,
síðan
slær
pulsurin
kvikliga, so merkir ein
stórar kraftigar sittring-
ar, út og inn gjøgnum
heilan og sentralu nerva-
skipanina. Tað er slíkt,
ið fær fólk ørð í høvd-
inum, og fær mong at
skrála og rópa av tí trýst-
inum,
sproytan
frá
sálarlækna gevur teim-
um, ið missa tamarhaldi
á sær sjálvum. »Avdúk-
ing« Soleingi havi eg
borið hetta loyndarmál,
at tað er ein himmalsins
lætti at fáa avdúka slíkt,
ið gongur fyri seg niðri
og heima á Statssjúkra-
húsum, á stovnum og
hvørs starvsfólk gera
sínar royndir við heili-
vági. Slíka mannalagnu
hevur ein upplivað, sum
omanfyri nevnt, tí ein
ikki tillagaði seg nóg
skjótt til umhvørvi á
fimleika og ítróttar-
skúlum í Danmark og av
øðrum
grundum
og
heima í Føroyum, ið er
ein ræðulig mannalagna.
Tað, sum bjargaði mær
úr slíkum var, at ein
kláraði at liggja undir
likam og sálarliga trýst-
inum, og at hava tam-
arhald á sær sjálvum, so
ein ikki leyp framav í
slíkum
umhvørvum,
niðri og heima. Tað eru
nógvar slíkar manna-
lagnur um alt landi, eg
havi samhuga við, ið
rakt eru av sorg, ið ikki
eru so væl fyri til likam
og sálar, ið tørva at
koma út millum onnur
menniskju,
ið
hava
upplivað slíkar manna-
lagnur. Tað er mín vón,
at lesarar hava fingið
forstáðilsi fyri slíkum,
ið ikki er fallið í góða
jørð hjá teimum, ið eru
upprunin
til
slíkar
mannalagnur um landi,
ið er livibreyði hjá øll-
um, ið taka sær av teim-
um. Tað eru mong, ið
hava framt sjálvmorð, ið
upplivdu slíkt av sproytd
um niðri og heima fryst í
70 árunum, og hava
framt slíkt síðani, ið
ongin ídag vil kennast
við, minst av øllum tey,
ið fingu hesi tvangs-
innløgd/innisperraði.
Tað finnast aðrir betri
viðgerðarhættir
enn
sjokkviðgerð og sproyt-
ur og tablettir, sum dag-
liga verður givið teim-
um, ið skulu vera offur
hjá heilivágs ídnaðinum
í nógv umrøddu arva-
gransking í Føroyum.
Tað hevði verið gott, um
øll vóru við til at veita
øllum teimum, ið verða
órættvíst viðfarin mo-
ralskan stuðul, so at tey
sterku ikki framhaldandi
sóla
sær
í
slíkum
mannalagnum, øll tey
ein stríddist við í meira
enn 30 ár.
Regin Eikhólm
Nógv er sagt og skriva um
donsku kreppuhjálpina við
hartilhoyrandi partabræva-
býtið í mars 1993, sum
skuldi javnstilla táverandi
Føroya Banka og Sjó-
vinnubankan. Men hvat var
tað sum hendi, tá Føroyar í
oktober 1992 fíggjarliga
fóru á húsagang og qua
ríkisfelagsskapin
bóðu
Danmark um hjálp og fingu
hana.
Færøerne i bankkrisens
tegn
Henda spurningin hevur
Richard Mikkelsen sett sær
fyri at útgreina í nýliga
útkomnu bókini: "Færøer-
ne i bankkrisens tegn"
2001. Richard Mikkelsen
er fyrrverandi national-
bankastjóri, og var formað-
ur fyri Finansieringsfonden
af 1992, sum skuldi umsita
peningin, ið Landsstýri
noyddist at læna frá Danska
Statinum.
Bókin nemur stutt tað
politiska- og mentunarliga
stevið, sum søguliga undan
er farið. Restin av teimum
300 síðunum í bókini er ein
neyv
og
náðgreinilig
gjøgnumgongd av fíggjar-
ligu endureisingini av før-
oyska fíggjarheiminum við
hópin av ávísingum. Ric-
hard Mikkelsen vísir við
bókini eitt yvirordnað innlit
og ein neyvleika til føroysk
viðurskifti,
sum
flestu
føroyingur av røttum kunnu
øvunda honum men eisini
læra av. Annars hevur Rolf
Guttesen eitt virðiligt um-
mæli av bókini í Dimma-
lætting 9. og 19. februar
2002.
Bókin gevur okkum nak-
að at hugsa um, bæði reint
professionelt og moralskt.
Tað verður argumenterað
sakliga, grundgivið við
ávísingum, og bankamálið
verður lýst út í æsir.
Onkur hevur samanborið
føroysku fíggjarkreppuna
við eitt hjartastopp, har
danir, eftir áheitan góva
hjartamassagu, men undir
viðgerðini brotnaði eitt
rivjabein, og øði spann í
føroyingar.
Patienturin,
føroyski fíggjarheimurin,
kom tó skjótt fyri seg, og er
í dag sterkari enn áður,
enntá við einum fusioner-
aðum banka sum longu
hevur vorpið gullegg.
Gráa tøkkin danir fingu
fyri hjálpina, var ein stevn-
ing fyri at hava brotið eitt
riv á einum óhjálpnum pa-
tienti. Milliarda "kom-
pensatiónin", sum stevn-
ingin gav okkum, fekk ong-
an føroying at rodna -
hvussu kann tá nakar okk-
ara fáa samvitskubit av
blokkinum?
Bankamálið
Partabrævabýtið í mars
1993 setti gongd í ein hóp
av illgitingum, og ikki
minst í Sjónvarpi Føroya
við Høgni Hoydal á odda.
Um hesa sending skrivar
Richard Mikkelsen: "Ud-
sendelsen gav sig ud for at
være et dokumentarpro-
gram, men havde helt klart
karakter af en smædekam-
pagne mod danske politik-
ere og myndigheder, Den
Danske Bank og Finan-
sieringsfonden"
(s.147).
Hetta eru sterk orð frá
einum manni, sum annars
hevur eitt varligt orðalag í
bókini. Sjónvarpssendingin
var tendensiøst gitandi við
eftirgjørdum myndum, har
danir vóru skurkarnir. Men
føroyingar sjálvir høvdu
ábyrgdina av kreppuni, og
høvdu sjálvir biðið danir
um hjálp, sum danir treyð-
ugt søgdu ja til (s.8 R.M.).
Men
taktikkurin
hjá
Høgna Hoydal loysti seg
væl politiskt, ella sum R.M.
sigur
tað:"Udsendelsens
leder, programmedarbejder
Høgni Hoydal, fik efter-
følgende en hurtig karriere
i færøsk politik som re-
præsetant for Det replu-
blikanske Parti" (s.148).
Fullveldisherðferðin
Tær sokallaðu "dokumen-
tarsendingarnar" hjá Høgna
Hoydal løgdu lunnar undir
fullveldisherðferðina
og
legaliseraðu illgitingar um
donsku
kreppuhjálpina,
ríkisfelagsskapin, og ann-
ars alt sum danskt var.
Sjálvt okkara fíggjarmála-
ráðharri stóð fyri stuttum á
Løgtingsins røðarapalli og
pellaði um, at danir høvdu
ríka seg upp við at lána
okkum kreppupening til
okursrentu. Smb. ríkisum-
boðnum var einki hald í
hesum pástandi.
Sami Karstin Hansen
kundi á vitjan í Íslandi
upplýsa, at 85% av føroy-
ingum ynskja loysing frá
Danmark (Morgunblaðið
16/1-2002), vælvitandi at
fólkaatkvøðan
26.
maj
2001 bleiv avlýst, tí undir-
tøkan fyri loysing var væl
undir 50%. Kanska hevur
hann fiktiva talið frá vara-
løgmanni, sum í sínum
danska kunningarbóklingi
"Myten om rigsfællesskab-
et", sigur, at "Dog viser
alle meningsmålinger, at
75% af vælgerne ønsker et
selvstændigt Færøerne …"
(s. 103),. Íslendski leisturin
til fullveldið í 1944 setti
nevniliga 75% sum minsta-
mark fyri undirtøku, um
fullveldið skuldi gerast
veruleiki, og tá ljóða 85%
meiri
sannførandi
enn
minstamarkið 75%. Ís-
lendsku brøðrurnir skuldu
helst ikki ivast í vilja
Føroya fólks, sjálvt um
neyðugt var at pella eitt
sindur!
Annars vísir seinastu
meiningarkanning hjá Fynd
(mars 2002), at 59% av
teimum spurdu ynskja at
Føroyar menna seg innan
fyri ríkisfelagsskapin, með-
an bert 29% ynskja eina
menning uttan fyri ríkis-
felagsskapin.
Loysingarprojektið við 3
milliarda undirskoti
Kendi danski blaðmaðurin
og politikarin Viggo Hørup
segði, at " Menneskenes
handlinger, også de polit-
iske, skal udspringe af re-
spekt for kendsgerning-
erne. Ellers fører de til
vrøvl og ulykker" (s.17.
R.M.).
Fullveldisutopi varaløg-
mans er eitt gevandi dømi
um vantandi respekt fyri
veruleikanum. Eftir liggja
10 tals millióna rovini av
selektivu fullveldis Hvítu-
bók, fullveldis grundlóg,
umframt tað í Føroya fólk
ísádda sundurspjaðingar-
lindið, sum fylgir í kjalar-
vørrinum á fullveldispro-
jektinum.
Fullveldisfólk halda upp-
á, at Landskassin seinastu
fýra árini hevur havt um 2
milliardir í yvirskoti, men
faktum er eitt undirskot
uppá 3 milliardir, sum danir
hava goldið. Blokkstuðulin
í sama tíðarskeiði var 4
milliardir umframt at Før-
oya Banki seinastu fýra
árini hevur vorpið gullegg
(1 milliard). Altso uttan
blokkstuðulin og gulleggið
hjá bankanum hevði Lands-
kassin hesi seinastu fýra
árini havt 3 milliardir í
undirskoti.
Sitandi
loysingarsam-
gonga hevur verið heppin
og notið gott av eini tíð við
hákonjunkturi, saneraðum
vinnilívstólum og einum
fusioneraðum sera gevandi
almennum banka, takkað
veri átakinum hjá Finan-
sieringsfonden af 1992,
sum Richard Mikkelsen var
formaður fyri. Tríggjar
milliardi í undirskoti í
góðum tíðum við fullum
blokki! Hvussu verður nú
tað sansar at í bæði borð,
minni kvotur, lægri prísir
og uttan fyrilit skerdum
blokki?
Sjónvarp Føroya og
trúvirði
Bókin hjá Richard Mikkel-
sen "Færøerne i bankkris-
ens tegn" hevur eitt doku-
menterað trúvirði, meðan
bóklingurin hjá varaløg-
manni "Myten om rigs-
fællesskabet", ikki hevur
nakað dokumenterað trú-
virði, men er meira í tráð
við bókarøðina: "Við abba
á flot", ella "Við ommu til
neytar", so ein beinleiðis
samanbering gevur onga
meining. Hinvegin kundu
vit samanborið "dokumen-
tarsendingina" hjá vara-
løgmanni við bókina hjá
Richard Mikkelsen og mett
um trúvirði.
Taka vit undir við Søren
Kierkegaard, tá hann sigur,
at: "Livet forstås baglæns,
men må leves forlæns", so
er nú so nógv nýtt komið
fram um "bankamálið", at
almenna Sjónvarp Føroya
moralskt eigur at taka táttin
upp um oman fyri nevndu
"dokumentarsending" hjá
Høgna Hoydal, og seta
hana inn í samanhangin,
sum vit kenna hann í dag.
Gera vit einki, verður hon
standandi sum ein skam-
plettur, sum ið alt ov stóran
mun legaliseraði ósannindi
ella lygnir um ríkisfelags-
skapin og donsku kreppu-
hjálpina í 90-árinum, og tað
kann hvørgin parturin hava
sitandi á sær.
Støðan verður ikki greið-
ari av, at vit ístaðin fyri
varaløgmann hava sent ein
vrakaðan landsstýrismann
til at umboða okkum á
danatingi. Gamalt var ann-
ars ikki at útflyta vrak-
fiskin!
Tá viðkvæmir spurning-
urin um ríkisfelagskapin
ella loysing stinga seg upp,
eigur almenna Sjónvarp
Føroya ikki at lata seg
misbrúka!
Um bankasakin rættvísger fullveldið og
útspillingina av ríkisfelagsskapinum
– hví er so neyðugt at pella um veruleikan?
Magni Laksáfoss
Valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Ongin ivi er um at føroyski
búskapurin kann gerast
sjálvberandi,
sjálvandi
kann hann tað. Vit skulu
bara bera okkum rætt at,
soleiðis at vit, samstundis
sum vit gera búskapin
sjálvberandi, eisini tryggja
okkum eina javna búskap-
argongd og eitt sterkt
vinnulív. Fráfarandi lands-
stýri hevur borið seg sera
skeivt at. Í greinini verður
víst hvussu tað eigur at
verða gjørt.
Føroya fólk og allir
flokkar á tingi eru samd
um, at nú er tíðin komin har
arbeiðast skal ímóti at fáa
ein sjálvberandi føroyskan
búskap. Tað er eitt ódnartak
at fáa búskapin sjálvber-
andi, tí livikorini í Føroyum
eru so nær tengd at ríkis-
veitingini. Ríkisveitingin er
vorðin ein partur av bú-
skapinum, og tí er arbeiði
móti at fáa ein sjálvberandi
búskap í veruleikanum eitt
arbeiði móti at gera okkum
óheft av ríkisveitingini.
Hetta er sjálvsagt eingin
løtt uppgáva, men eitt stórt
arbeiði har allar kreftir
mugu savnast um at finna
loysnirnar, so vit kunnu
vera ríkisveitingina fyri
uttan.
Semja um málið, men
ikki um mannagongdina
Man kann siga, at fólk eru
samd um málið, men ikki
um mannagongdina. "Neyð
lærir nakna kvinnu at
spinna!" siga nakrir - "hon
nýtist ikki at vera nakin fyri
at læra at spinna!" siga
aðrir.
Fyri so vítt hava báðir
partar rætt!
Uttan at seta okkum
málið, og stremba móti
málinum, kunnu vit ikki
røkka tí. Til tess er málið alt
ov langt burtur. Vit eru
noydd til at spenna okkum
út, stremba, skera ein part
av yvirflóðini burtur, so vit
læra at liva fyri minni.
Samstundis eru vit eisini
noydd til at viðurkenna, at
vit liva í einum vælferðar-
samfelagið, og vit ætla at
okkara samfelag eisini skal
vera eitt vælferðarsamfelag
eftir at vit hava fingið bú-
skapin sjálvberandi. Man
kann siga, at kvinnan skal
læra at spinna lætt klødd -
ikki nakin!
Niðurskurðurin í
blokkinum
Tað hevur verið nógv kjak
um niðurskurðin í blokkin-
um. Tað verður alt ov nógv
tosað um niðurskurðin. Vit
vistu øll at blokkurin skuldi
minkast, tað var jú tað
fráfarandi landsstýri setti
sær fyri tá tað tók yvir.
Eingin grund er til at spilla
orku uppá at kjakast alt ov
nógv um tað.
Tað sum veruliga hevur
týdning í hasum saman-
hanginum, er ikki hvat frá-
farandi landsstýri hevur
gjørt, men hvussu tað
gjørdi tað og hvat tað ikki
hevur
gjørt.
Fyrst
og
fremmst kannst tú ikki
skerja blokkin í síðstu løtu
áðrenn tú sleppur róðrin-
um, bert fyri at lata næsta
landsstýri sita við rokn-
ingini. Ei heldur kannst tú
fremja so stórar skerjingar í
einum, tú mást taka tað í
minni bitum, soleiðis at tú
við vissu kannst siga at "nú
klára vit okkum fyri uttan
hatta, lat okkum nú taka
næsta stigið". Hatta er, í
mínum eygum, tað sum
fráfarandi landsstýri veru-
liga gjørdi galið!
Nógv
størri
týdning
hevur hvat fráfarandi lands-
stýri ikki gjørdi!
Um
búskapurin
skal
gerast sjálvberandi, so vit
kunnu vera ríkisveitingina
fyri uttan, uttan at vit skulu
alt ov langt niður í livikor-
um, so má arbeiðast fyri at
okkurt annað kemur í
staðin fyri ríkisveitingina.
Um einki kemur í staðin, so
má arbeiðast fyri at vit
kunnu læra at klára okkum
fyri minni, altso sparingar.
Her
hevur
fráfarandi
landsstýri gjørt alt ov líti.
Trúgvin uppá at "neyð lærir
nakna kvinnu at spinna"
sær út til at hava drivið
verkið, men samstundis
hava teir tryggja sær, at hon
ikki skal vera nakin í teirra
tíð, men fyrst tá næsta
landsstýrið er komið til.
Tað verður ført framm, at
stór avlop hava verið á
landskassanum. Gaman í.
Men tað var eisini ein
mergja
hákonjunkturur.
Aldrin áður hava Føroyar
uppliva
nakra
líknandi
framgongd í fiskanøgd og
fiskaprísi. Fyri ikki at tala
um afturberingarnar av
avsetingunum hjá Føroya
Banka.
Nei. Ikki kann sigast at
landsstýrið hevur gjørt
nokk fyri at gera búskapin
kláran til eina minking í
ríkisveitingini.
Hvat skal til?
Tá ein inntøka fellur burtur,
má onnur koma í staðin. So
einfalt er tað. Um vit ikki
megna at fáa aðra inntøku í
staðin, mugu vit læra at liva
fyri minni og harvið lækk-
að livikorini í Føroyum.
Flestu av okkum vilja
gjarna liva í Føroyum við
lægri livikorum, um vit
samstundis fáa ein sjálv-
berandi búskap. Men sam-
stundis er tað eingin loyna,
at um livikorini í Føroyum
gerast nógv lægri enn í
grannalondunum, mugu vit
síggja
tað
vælútbúnað
fólkið finna sær betri lønt
størv í grannalondunum, og
tá gerst enn verri at arbeiða
fyri størri inntøkum í
Føroyum.
Tískil er bert ein gongd
leið: Vit mugu miðvíst
arbeiða móti at skapa størri
inntøkur í Føroyum, sam-
stundis sum vit minka um
ríkisveitingina.
Tá vit hava sæð tað, er
eisini lætt at síggja, at
fráfarandi landsstýrið hevur
fokuserað alt og einvíst
eftir
niðurskurðinum
í
ríkisveitingini. Tað nyttar
ikki at minka um ríkis-
veitingina um tú einki
hevur gjørt fyri at skapa
aðrar inntøkur sum kunnu
koma í staðin.
Tískil fellur tað komandi
landsstýri í lut, at finna
loysnirnar uppá hvussu inn-
tøkurnar í Føroyum kunnu
økjast. Hetta er eingin løtt
uppgáva, og krevur tað ein
innsats á nógvum ymiskum
økjum í senn. Samstundis
verður tað eisini luturin hjá
komandi landsstýri at finna
loysnirnar uppá hvussu vit
kunnu liva fyri minni - og
samstundis liva væl.
Tað sigur seg sjálvt, at
ein uppgáva av hesum slag
krevur eina ætlan. Av tí at
uppgávan er sera umfat-
andi, og kemur at raka allar
partar av vinnulívinum,
umsitingini,
skúlunum,
almannaverkininum,
ja
stórt sæð út í hvønn krók í
Føroyum, so krevst ein
heildarætlan.
Heildarætlanin
Heildarætlanin skal vísa á
hvussu ymsu partarnir av
samfelagnum skulu skipast
fyri at skapa ein sjálv-
berandi búskap. Vit eru
noydd at umskipa samfe-
lagið um búskapurin skal
gerast sjálvberandi.
Eitt gott dømi er skúla-
verkið. Hvar eru fiski-
vinnuskúlarnir? Vit hava
bert ein lítlan fiskivinnu-
skúla - eru vit ikki ein
fiskivinnutjóð? Um vit
framhaldandi skulu vera
frammarlaga
innanfyri
fiskivinnuna, er neyðugt at
vitan alla tíðina verður førd
til vinnuna. Hetta kunnu vit
m.a. tryggja okkum gjøg-
num fiskivinnuskúlar.
Heildarætlanin skal eisini
taka hædd fyri øllum
teimum viðurskiftum, sum
vit vita koma at ávirka bú-
skapin, og teimum viður-
skiftum, sum vit rokna við
koma at ávirka búskapin.
T.d. vita vit, at fiskaprísir
og fiskanøgd eru sving-
andi. Her skal heildarætl-
anin geva sítt boð uppá
hvussu politikkurin skal
leggjast til rættis, soleiðis
at samfelagið í minnst
møguligan mun verður
skatt av broytingum í
fiskiskapi og fiskaprísum.
Eisini rokna vit við, at olja
verður funnin við Føroyar,
her skal heildarætlanin
leggja til rættis, hvussu vit
taka hædd fyri at Føroyar
møguliga gerast eitt olju-
land.
Sostatt skal heildarætl-
anin ikki bert taka hædd
fyri niðurskurðinum av
ríkisveitingini, men fyri
eini
røð
av
ymiskum
viðurskiftum sum hava við
búskapin at gera, tí øll hesi
viðurskiftini eru avgerandi
fyri, at vit innrætta ein
sjálvberandi búskap rætt.
Trygdarnetið
Ein sera týdningarmikil
eginleiki við ríkisveiting-
ini, sum ikki hevur verið
nokk umrøddur, er egin-
leikin
sum
trygdarnet.
Ríkisveitingin
tryggjar
okkum, at vit altíð hava
eina fasta inntøku. Um so
alt annað fellur burtur, so er
ríkisveitingin har. Hetta
trygdarnetið vilja vit nú av
við, tí vit skulu hava ein
sjálvberandi búskap. Aftur
her er neyðugt, at heildar-
ætlanin stingur út í kortið
hvussu vit ætla at skapa
okkara egna trygdarnet. Vit
kunnu ikki liva í einum so
skiftandi vinnulívi, sum
fiskiskapur er, uttan at hava
eitt gott og sterkt trygdar-
net. Hetta hevur fiskivinn-
an eisini brúk fyri.
Nakað av kjaki hevur
verið um trygdarnet. Upp-
sparingin í Landsbankan-
um er eitt gott stig á
vegnum. Búskapargrunn-
urin er eisini eitt týdn-
ingarmikið stig á vegnum.
Men enn er avgjørt ikki
rokkið á mál. Heildarætl-
anin skal vísa hvussu stórt
trygdarnetið skal vera, og
hvussu tað skal skipast, so
vit skapa neyðuga trygg-
leikan í búskapinum.
Tað nyttar ikki at vit hava
ein búskap sum vit ikki
trúgva uppá, og sum út-
lendingar ikki trúgva uppá,
bert tí vit einki trygdarnet
hava.
Íløgurnar
Ríkisveitingin
verður
stundum kalla fyri ein
sovipúta, tí vit fáa eina
inntøku fyri einki. Hetta er
lutvíst rætt, men sam-
stundis hevur ríkisveitingin
verið við til at bygt
samfelagið nógv skjótari
upp enn vit kundu havt
gjørt uttan ríkisveitingina.
Ríkisveitingin hevur eisini
gjørt tað møguligt at gjørt
nakrar skeivar íløgur, sum
ikki áttu at verið gjørdar,
uttan at vit fóru av knóran-
um fyri tann skuld. Í einum
sjálvberandi búskapi er
nógv minni rúm fyri íløg-
um, og als einki rúm fyri
skeivum íløgum. Búskap-
urin má stýrast nógv betur
enn áður. Hetta setur enn
størri krøv til at heildar-
ætlanin tekur hædd fyri at
íløgurnar eru rættar, verða
gjørdar í rættari tíð og at
allar íløgurnar ikki verða
gjørdar í senn.
Heildarætlanin skal tískil
raðfesta íløgurnar, so vit
vita hvørjar íløgur skulu
gerast rímiliga langa tíð
framyvir.
Hetta
skapar
stabilitet og minkar um
konjunkturútsvingini. Vit
mugu burtur frá hovsa-
loysnum og yvir til væl
tilrættalagdar loysnir, har
vit hava eina ætlan fyri hvat
vit vilja og nær vit vilja tað.
Vitan er neyðug
Hvítabók, Caragata-álitið
og aðrar frágreiðingar hava
greitt frá hvussu ein sjálv-
berandi búskapur kann
skipast. Slíkar kanningar
eru gull verdar fyri poli-
tikkarnar, tí tær geva tað
vitanina sum skal til fyri at
avgerðirnar
ikki
verða
tiknar í blindi.
Tað kann væl vera at vit
kunnu vinna nakrar sigrar
við at seta kikaran fyri
blinda eygað, eins og
Nelson lordur, men tað er
nú einaferð betur og trygg-
ari um vit vita hvat vit gera
og hví vit gera tað.
Heildarætlanin
skal
byggja á kanningar og vit-
an. Ikki einans kanningar
sum eru gjørdar, men
kanningar og størri vitan
skulu vera ein partur av
sjálvari
heildarætlanini.
Heildarætlanin
og
stór
vitan um samfelagið skulu
ganga hond í hond, soleiðis
at vit altíð vita hvat vit gera
og altíð hyggja at hvat vit
gjørdu rætt og hvat vit
gjørdu skeivt. Á henda hátt
kunnu vit læra av okkara
feilum og tryggja okkum at
vit ikki endurtaka teir.
Uttan eina støðugt størri
vitan um samfelagið og tær
avbjóðingar okkara sam-
felag kemur út fyri, kunnu
vit ikki stýra rætt og trygt.
Ein rammuavtala
Heildarætlanin skal skipast
sum ein rammuavtala. Tvs.
at flokkarnir semjast um
málið fyri búskapin, nevni-
liga ein sjálvberandi bú-
skap, og um hvussu hetta
skal fremjast í verki í
stórum trekkum. Tað vil
sjálvsagt vera latið upp til
tað einstøku samgonguna
um
at
føra
búskapar-
politikkin í sínum val-
skeiði, men semja skal vera
millum flokkarnar um, at
búskaparpolitikkurin skal
haldast innanfyri karmar-
nar í heildarætlanini.
Flokkarnir eru longu
samdir um málið, lat okk-
um nú semjast um manna-
gongdina. Ein heildarætlan
vil skapa tryggleika og
kontinuitet. Nakað sum er
heilt avgerandi fyri at
fólkið kann samlast um ein
sjálvberandi búskap.
Lat okkum saman byggja
land!
VIÐMERKINGAR
Sjálvandi kunnu vit fáa ein sjálvberandi búskap!
C
M
Y
K
13
12
Kallkyn
Vágsbotnur
Tel. 31 62 06