Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 54 - 19. mars 2002 Nr. 54 - 19. mars 2002 13 VIÐMERKINGAR Fiskivinnupolitikkur Hallbjørg Hansen Valevni Tjóðveldis- floksins í Eysturoynni Tjóðveldisflokkurin virkar fyri einum fjøl- broyttum sjálvberandi vinnulívi, ið tekur ábyrgd av umhvørvi, førleikamenning og triv- naði hjá lokalsamfelag- num og arbeiðsfólki og kastar av sær til sam- felagið. Hetta er ein partur av tjóðveldisflok- sins stevnumiðum. Tað hevur eydnast seinastu árini at fáa Føroyar longri burtur frá einari skipan við politiskari stýring av vinnuni, har studningur og fyrimunir verða latin einstøkum vinnum og fyritøkum, ið skulu bera øllum sam- felagsbúskapinum. Hetta skyldast sjálv- sagt ikki bert førda poli- tikkinum, men so sanni- liga eisini tí fiski- ríkidømi,vit føroyingar eru vælsignaðir við sein- astu árini. Vit hava átt og eiga framvegis fólk úti um alt landið, ið hevur vilja og áræði at taka tøk tá á stendur. Fiski- og útróðrarmenn hava minni enn so altíð spunnið gull, sum teir hava gjørt seinastu árini. Tað hevur ofta verið trongt fíggjarliga at fingist við slíka vinnu, seinast - fyri minni enn 10 árum síðani, var tað vónleyst at vinna til lívsins uppihald við at rógva út, bæði tí at tað var lítið fiskarí og vána- ligir prísir. Eftir at vit fingu skip- aðar økisfriðingar og at tiltøk vórðu sett í verk fyri at tryggja komandi fiskastovnarnar mest møguligt, hava vit upp- livað, at tað er verulig gongd í hesari vinnu aftur. Tað skal tí vera mín vón, at teir batar, ið nú eru ætlaðir til tess, at tryggja hesari vinnu livilíkindi, framyvir skulu vinna frama - her verður hugsað um ætl- anirnar at gera slík skott millum útróður og aðra fiskivinnu, at allir partar hava framtíðarmøgu- leikar. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit varðveita bústaðar- mynstrið í landið okk- ara. Ein týdningarmikil háttur at gera hetta er, at frammanfyri nevnda arbeiðið heldur fram. Tilfeingið er ogn føroya fólks og má ikki blíva annað. Hóast tað nú sær út til at draga á luftina, hvat prísum á fleiri av okkara fiskavørum viðvíkur, so mugu vit seta álit okkara á, at vinnan kann klára hesi skerini, eins og hon so ofta fyrr hevur gjørt. Tað krevur sterkar leiðslur í vinnuni eins og politikkarar, tá soleiðis áleikar. Vit kunnu tó í ávísan mun freistast til at halda, at tað er rími- ligt við almennum stuð- uli til einstakar vinnur, tá hesar somu kanska fáa almennan stuðul í øðrum londum. Í sein- astuni hava vit hoyrt um menningartiltøk, ið kunnu føra til nýggjar framleiðslur. Her kann tað vera skilagott, at tað almenna stuðlar upp- undir verkætlanir, ið skapa tøkniliga menning og harvið nýggjar inntøkumøguleikar hjá virkjum og skipum í framtíðini. Vit hava tíverri sæð, at tá nógv arbeiði er í land- inum sum heild, t.v.s. at samfelagshjólini mæla í skjótara lagi, so hevur tað verið fiskivinnan á landi, sum hevur verið taparin, tá tað ræður um kapping um arbeiðsfólk. Tað hevur tí ongantíð verið meira neyðugt enn nú, at gera okkurt muna- gott fyri at fáa dugnalig fólk at støðast í hesi vinnu. Tjóðveldis- flokkurin vil, at Fiski- vinnuskúlin skal út- byggjast til ein veru- ligan havgranskingar- depil, ið fevnir um øll lið í fiski- og alivinnu. Hetta skal m.a. virka við til, at arbeiðið í fiski- og alivinnuni skal virðast og váttast sum sergreint fakligt arbeiði, ið eisini gevur øktar møguleikar til at útbúgva seg víðari. Fríðálvur Jensen At siga 366 milliónir frá sær og stórt sæð onki fáa afturfyri, er ikki júst nakað ein skal ganga runt og reypa sær av Um vit venda hesum á høvdið, so kann hetta samanberast við at fara út at keypa sær eina vøru, gjalda fyri hesa og siga, at handilin kann eiga vøruna. Eg má siga, at tað er ikki lætt at skila orðini, sum verða slongd út frá tjóð- veldisfólki í hesum døgum, at frælsi bert finnst í tí búskaparliga frælsinum - í mínari verð er frælsi annað enn bara pengar. Vit kunnu eisini seta spurningin, um tíðin er komin, at vit skulu missa so stóran part av veitingini úr Danmark í einum - er hetta ein skilagóð fullveldisleið - ella er hetta bara eitt svar uppá, at danir ikki vildu veita føroyingum eina longri skiftistíð enn 4 ár - um so er, hava tit givið tykkum og føroyska fólkin- um ein frammaná. So kundi onkur skunda sær at sagt, at danir fara at krevja ein minking í blokk- inum, tí undanfarnu fíggj- arlógirnar hava givið avlop, men eg kenni onki til eitt slíkt krav, tí samráðast skal um blokkin, so slíkt kann ikki brúkast til nakað, sum helst. Vit og skil Var tað rætt, at vit søgdu farvæl til 366 milliónir júst nú, tá við hava fingið út- talilsir frá bankastjóra, sum sigur, at okkara høvuðs- vinna hevur sæð sína gulltíð, og so skal ikki nógv til at hugsa sær, at tað fer at ganga hin vegin - vónandi ikki ov langt. Vit í Sambandsflokkin- um vilja sjálvandi, at leiðin eisini skal ganga ímóti tí frælsinum, at vit kunnu hava ein sjálvberandi bú- skap, men hava eisini tað stevnu, at hetta skal gerast við skili, og tá vit lata nakað frá okkum, skuldu vit gjarna fingið eitthvørt afturfyri. Vit vita eisini, at tað eru økir í landinum, har pen- ingur skal til, t.d. innan almanna- og heilsuøkið, so tað er púra óskiljandi, at hesir menn siga pening frá sær, uttan at hyggja eftir hvussu tað gongst í høv- uðsvinnuni. Leiðin fram Eisini á hesum økinum er tað neyðugt at fáa nýhugs- an og nýtt fólk framat, sum kann leggja ein skilagóðan politikk tilrættis, sum Føroya fólk kunnu kenna seg trygg við og okkara eftirkomarar kunnu taka upp eftir okkum. Hetta vil Sambands- flokkurin berjast fyri í eini komandi samgongu! Kári Petersen Valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Tann óforsvarligi fíggjar- politikkurin hjá landsstýr- inum hevur ført til 50 pro- sent hægri sethúsaprísir uppá bert 4 ár, so sethúsa- kostnaðurin er komin uppá 1,5 til 2 mió. kr. Javnaðar- flokkurin hevur tí gjørt uppskot til nýggjan íbúðar- politikk, fyri at geva teim- um ein møguleika, sum ikki ynskja ella klára at byggja hús fyri 1,5 milli- ónir. Við uppskotinum verður møguleiki at fáa íbúðir fyri sámuligar prísir, t. d. verður møguleiki at fáa eigaraíbúðir uppá 80 fer- metrar fyri 800 tús. kr., ella sum leiguíbúðir fyri 3500 kr. í leigu um mánaðin. Sethúsaprísirnir hækk- aðir 50 prosent í bert 4 ár. Í tey fýra árini hetta lands- stýrið hevur sitið, eru árligu útreiðslurnar hjá lands- kassanum øktar við 1080 mió. kr., tað er 40-45 pro- sent uppá bert 4 ár. Lands- stýrið hevur við tí ófor- svarliga fíggjarpolitikkin- um sett eina fastognarinfla- tión í gongd, so sethúsa- prísirnir eru hækkaðir við 50 prosentum uppá bert 4 ár. Vantandi íbúðarpolitikk- ur landsstýrisins: Ungfólk gjalda 5-7.000 í leigu fyri íbúðir, ella 1,5 til 2 milli- ónir fyri hvørt hús. Tað unga ættarliðið skal nú gjalda prísin fyri tann óforsvarliga fíggjarpoli- tikkin við sethúsaprísum uppá 1,5 til 2 milliónir. Um ein skal gjalda eitt hús uppá 1,6 milliónir krónur, so skal ein gjalda 12-13.000 krón- ur um mánaðin í lánsgjaldi. Øll tey, sum ikki hava ráð at seta seg fyri eitt hús uppá 1,5 mió., eru noydd at leiga sær okkurt, og húsaleigan er ofta 5.000-7.000 um mánaðin. Tað verður ein stórur órættur framdur móti øllum teimum, sum ikki klára at keypa, tí tey ofta gjalda dýra leigu í nógv ár, og tí ikki fáa gjørt nakra uppsparing, men noyðast at blaka 5-7000 kr. burtur í leigukostnaði hvønn mán- að. Nýggi íbúðarpolitikkur javnaðarfloksins: Meðalstórar eigaraíbúðir til ungfólk og størri eigara- íbúðir til eldri fólk. Fyri at bøta um fylgjur- nar av tí óforsvarliga fíggj- arpolitikkinum hjá lands- stýrinum, ætlar javnaðar- flokkurin í fyrsta lagi at broyta lógina um Húsa- lánsgrunnin, so grunnurin kann byggja nógvar íbúðir, sum koma at kosta um 800 tús. krónur (umleið 80 fer- metrar). Hetta skal tæna trimum endamálum. Fyrsta endamálið er at økja um útboðið av íbúðar- eindum, so prísirnir á bæði húsum og íbúðum kann koma niður á eitt meira vanligt støði aftur. Næsta endamálið er at lata ungfólk keypa íbúðir, so tey hava nakað sum tey kunnu spara upp í, so tey hava 4-500 tús. í egin- peningi aftaná 7-10 ár. Um tey selja, kunnu tey nýta eginpeningin til at keypa okkurt størri. Í staðin fyri at hava goldið 5.000 um mán- aðin í leigu, hava tey goldið 5.000 í uppsparing. Triðja endamálið er, at eldri fólk, sum ikki ynskja at hava eini stór hús at røkja, skulu hava møgu- leikan at selja fyri at flyta í okkurt minni. Harvið fáa tey eisini frígjørt kontantan pening. Íbúðirnar hjá teim- um eldru eiga helst at vera nakað størri enn hjá ungfólki, t. d. 100 fermet- rar. At eldri fólk selja sethús, ger at tey, ið hava plásstørv, til dømis familjur við børnum, kunnu keypa. Nýggi íbúðarpolitikkur javnaðarfloksins 2: Leiguíbúðir til tey, ið ikki ynskja at keypa. Í øðrum lagi, so ætlar javnaðarflokkurin at broyta MVG-lógina og lógina um rentustuðul, so íbúðarfeløg fáa rætt til MVG-frítøku og til rentustuðul. Sambært útrokningum kunnu fólk harvið fáa íbúðir uppá 80 fermetrar til leigu fyri 3500 kr. um mánaðin. Við rentu- stuðuli og MVG-frítøku eru íløgur í leiguíbúðir ein lønandi íløga fyri stovns- ligar íleggjarar, sum til dømis tryggingarfeløg. Fyri almennar myndugleik- ar sum kommunur(sum ofta útvega íbúðir til sosialt illa stillað) og fyri Húsa- lánsgrunnin fer tað somu- leiðis at vera fíggjarliga forsvarligt at gera tílík feløg. Verður uppskotið framt, fer tað tí skjótt at føra til eitt vaksandi útboð av leiguíbúðum fyri sámu- ligar prísir. Hevur handilsligt skil og varsemi verið galdandi seinastu 4 árini? Eigaraíbúðir og leiguíbúðir til rímiligar prísir VIÐMERKINGAR Randi í Jógvanstovu Tá vit, hesumegin Leirvíksfjørð, ikki halda nógvan gang, tá tosið snýr seg um fast samband millum Norðoyggjar og Eysturoynna, er tað ikki tí, at vit onga meining hava hesum viðvíkjandi. Vit ynskja tykkum "norðan- fjørðs" alt gott og ikki minst eitt gott samband um fjørðin, tað skal eingin ivi verða um tað. Vit eru full- væl greið yvir, at tit hava brúk fyri einum stabilum og betri sambandi, enn tað tit hava í løtuni. Vit ynskja ikki at liggja "í buktini" sum onkur kanska hevur hug at halda. Vit vilja hjartans gjarna tað besta fyri tykkum, taki ikki feil av tí. Men at røkta áhugamál bygdafólksins hesumegin fjørðin er nú einaferð tað, vit eru sett til, og tað gera vit eisini í hesum málinum. Leirvík er ikki nøkur stór bygd, gott 800 borgarar, men vit seta trivnaðin í há- sæti. Vit ynskja, at tað eisini framyvir verður liviligt fyri familjur við børnum og øll onnur, sum skulu búgva her. Ein vegur gjøgnum bygdina við allari ferðsluni úr/í Norðoyggjar, sum í 2001 taldi um 100.000 bilar, kunnu vit ikki liva við, fyrigev okk- um, møguliga heldur onk- ur, at vit eru "smásár". Tað halda vit ikki sjálvi. Ein tunnil undir bygdini er okay við okkum. Tit sleppa suðureftir, og vit sleppa undan ferðsluni. Um so er, at tað ikki er gjørligt við einum tunnli undir bygdini, so er alternativið ein brúgv. Brúgv? Ljóðar kanska utopiskt, men kem- ur tunnil upp úti á Ennið, kann grótið verða lagt út á fjørðin og norðureftir. Ein brúgv kundi verði bygd millum hetta nýggja grót- kastið og tað núverandi. Ein brúgv, sum er 50-60m lang og um 20m høg. Eisini á hendan hátt sleppa vit undan ferðsluni gjøgnum bygdina. Nei, fasta sambandið um fjørðin hava vit einki ímóti. Einki at ivast í. Undir- sjóvartunnilin verður til stóra gleði fyri nógv fólk, og eisini fyri vinnuna har norðuri. Til tykkum, sum í løtuni sita og viðgera hetta málið. Gloymi ikki okkum leir- víkingar. Í 2001 flutt "Dúgvan" knapt 100.000 akfør um fjørðin. Stórur partur av hesum vóru stórir bilar. Tað vil verða ótoluligt at búgva. At tosa um at leggja ein veg omanfyri bygdina loysir ongan trupulleika uppá sigt. Tað er bert ein spurningur um tíð, so verða fólk at búgva har eisini. Tað er okkara framtíð, tit taka avgerð um. Taki tí eina avgerð, sum ikki spillir okkum bygdina. Kai Vágfjall Orðatakið sigur: Ger skálk- inum væl, og hann lønar tær aftur við háð og spott. Hetta orðatak kom fram fyri meg, tá eg las valúr- slitini frá fólkatingsvali- num 20. november í fjørð. Her hugsi eg serliga um heimbygd mína Vág og um úrslitið úr Vágum. Tað hava altíð verið sjálvstýrismenn, sum hava gingið undan í Vági. Teir hava settu virkir á stovn og skapað arbeiðspláss til hundratals fólk í bygdini. Líta vit okkum íkring í dag, er støðan framvegis soleið- is, at næstan allir vinnulívs- menn í bygdini eru sjálv- stýrismenn. Hetta eru menn, sum hava vágað nakað og víst dirvi. Teir hava ikki rópað eftir donsk- um blokki, nei, teir hava skapað nakað fyri bygd- irnar og fólkið. Størsti flokkur í Vágs Býráði er tjóðveldisflokk- urin. Henda býráðssam- gongan hevur gjørt eitt stórt arbeiði og hevur sitið í fleiri valskeiðum. Hon hevur gjørt góðar karmar fyri vinnulívið. Loyst vatn- trupuleikarnar. Loyst kloaktrupuleikarnar. Og um ikki so langa tíð, so verður ein djúphavn gjørd í Vági, sum er hesum býráði og sitandi landsstýrissam- gongu fyri at takka. Tí er tað sera hugstoytt fyri meg, at vágbingar tveita so nógvar atkvøður burtur til sambandsflokkin og javnaðarflokkin. Veit ikki hvat hesir báðir flokkar hava gjørt fyri Suðuroynna ella fyri Vág. Har skal eitast at búgva ein javn- aðartingmaður, sum hevur sitið á tingi í kanska 15 ár. Hví og hvør tað er sum velur hendan mannin, veit eg ikki, men um nakar kundi fortalt mær hvat hann hevur gjørt fyri vágbingar, skuldi tann persónur fingið premiu. Eitt komi eg nú í tankar um, hvat hesin maður hevur gjørt. Hann hjálptu eystur- oyingum at fáa eina sjó- vegis rutu inn á Skála- fjørðin, sum hevði gott samband frammanundan eftir landi. Aftur fyri fekk hann teir at hjálpa sær at fáa Smyril at sigla á Vág leygardag – fyri vinnulívið í Vági. Ein sannur brandur. Síðani hevur ein sam- bandsmaður bjóða seg fram. Er hann nevndur so er hann kendur. Hansara ævintýr í Vági man ikki hava kosta samfelagnum so lítið. Nú stendur hann fyri einum virki, sum hann neyvan hevur ofra eina krónu uppá úr egnum lumma. Síggi hann rópa eftir donskum blokki í bløðunum. Vorðið sum hugsjónarmaður. Sverri Midjord er so himmals fegin um at Tvøroyri er háborgin hjá javnaðarflokkinum. Jú væl gagnist. Teir hava so ikki skapað tey stóru virðini har á leið, uttan at tað almenna hevur veri uppí. Úrsliti er, at tvøráfólk í dag mugu bøta fyri tað í ólukkumát. Tað var sjálvandi ein orsøk til at oljuútgerðahavnin ikki varð løgd á Drelnesi. At sita hendur í favn og einki gera, men krevja at fáa alt upp í hendurnar borði, tað er rættur javnaðarpoli- tikkur. Teir røttu vinnulívs- mennirnir á Tvøroyri, sum hava vágað nakað sjálvir eru sjálvstýrismenn og ikki sambands- ella javnaðar- menn. Teir liggja ikki og sova, til ein stendur við einum donskum kekki og biður tey koma og gera nakað til nyttu. Í ártíggjir hava vágafólk gartera í at fáa fast samband við Streymoynna. Harðasti mótstøðumaður ímóti undirsjóvartunnlinum var sambandsmaðurin Ed- mund Joensen, hann fór so vítt at hann koyrdi Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann, tí hesin tók stig til hendan tunnil. Nú er so hesin tunnil vorðin verðuleiki, og tunnilin til Gásadals er farin í gongd. Tøkkina geva tey sam- bandsflokkinum, hesin flokkur sum mótarbeiddi teimum við hond og fót. Óskiljandi bakbit. Flogvøllurin skal út- byggjast. Hann verður ikki útbygdur so leingi hann er danskur, so tað er eisini óskiljandi at tey eru ímóti yvirtøkuni av flogvøllinum. Samstundis skal Skipa- eftirlitið leggjast í Vágum. Fyri at venda aftur til Suðuroynna, so skal eg minna á, at tað er hendan samgongan, sum hevur tikið stig til at byggja: * nýggjan "Smyril" * stuðla djúphavn í Vági * nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri * raðfest tunnil millum Hov og Tjaldavík * nýggjan miðnámsskúla í Vági * almanna og heilsuskúlin á Tvøroyri. Havi neyvan fingið alt við. Skal minna á, at tað var sera hugstoytt at hoyra bygdamann okkara Hans Paula Strøm á Rás 2 skýra nýggja miðnámsskúlan í Vági fyri eitt undirhalds- sirkus. Hatta vísir hvat hjartalag javnaðarmenn hava fyri okkara bygd. Tá javnaðarflokkurin sat í andstøðu í 80-unum, og Pauli Ellefsen var løg- maður, plagdi Atli Dam at siga, at sambandsflokkurin var turrgeldur. Nú er ikki so stórur munur á hesum báðum flokkum. Jóannes Ejdesgaard boðar nú frá, at hann vil sleppa í samgongu við sambandsflokkinum eftir valið. So tá tveir geld- ingar leggja saman, er ikki nógv at vanta. Eg fari tí at heita á tykk- um suðringar, um at hugsa tykkum væl um til komandi løgtingsval, at tit atkvøða fyri teimum flokkum, sum vinnulívsfólkið her í oynni stuðlar, og ikki geva at- kvøður tykkara til tey, sum liva av at nassa. Ikki fyri vinnulívsmennirnar skuld, men fyri okkara egnu, tí neyvan nakað landsstýri hevur fingið so nógv av skafti hesi fýra árini, sum hetta. Listin hevði verið langur, um eg skuldi nevnt alt tað sum hendan samgongan hevur gjørt fyri Føroya land, men tað má bíða til eina aðru ferð. Fasta sambandið um Lorvík Hvat er galið? C M Y K 13 12 Stórur brúktbila- marknaður BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Mazda 323 HB 1,3 LX bláur, 5 hurðar, 5 gear, árg. 09/85 5.000,- Mazda 323 S 1,5i LX reyður, 4 hurðar, 5 gear, árg. 05/97, km 69.000 78.000,- Mazda 323 S 2,0 D LX gráur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 06/98, km 84.000 105.000,- Mazda 323 S 1,3 LX bláur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 04/87, km 196.000 15.000,- Mazda 323 S 1,3 LX reyður, 4 hurðar, 5 gear, árg. 1987, km 136.000 6.000,- Ford Escort St. car 1,6 Ztec grønur, 5 hurðar, 5 gear, árg. 06/98, km 33.000 92.000,- Renault Megane 1,4e grønur, 5 hurðar, 5 gear, árg. 08/98, km 34.000 94.000,- Renault Megane 1,6e reyður, 5 hurðar, 5 gear, árg. 12/96, km 70.000 80.000,- Renault Megane 1,6e Sedan beige, 4 hurðar, 5 gear, árg. 06/98, km 38.000 105.000,- Renault Twingo reyður, 3 hurðar, 5 gear, árg. 04/99, km 48.000 64.000,- Suzuki Baleno 1,3 GL Plus gráur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 10/96, km 69.000 48.000,- Toyota Corolla 1,3 Hatchback reyður, 3 hurðar, auto gear, árg. 07/97, km 40.000 79.000,- Sýnaður 02/02 Sýnaður 08/01 Sýnaður 02/01 Sýnaður 09/00 90.000,- 10.000,- 110.000,- 120.000,- 58.000,- Toyota Corolla 1,6 Luna reyður, 5 hurðar, 5 gear, árg. 04/98, km 40.000 98.000,- Toyota Hi-Lux Pick-up Diesel bláur, 2 hurðar, 5 gear, árg. 12/94, km 122.000 90.000,- 122.000,- 84.000,- 95.000,- v/mvg 107.000,- 100.000,-