týsdagur 19. mars 2002síða 1
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1
Vestmenningur
fer upp á
Mount Everest
FJALLAKLINTRING
Jan Müller
– Eg havi droymt um hetta alt mítt lív
– at verða fyrsti føroyingur uppi á
heimsins hægsta fjalli Mount Everest,
sigur 27 ára gamli vestmenningurin,
Johnny Joensen, sum saman við nøkr-
um dønum er sloppin gjøgnum nálar-
eygað at royna seg í Himmalaya. Fyrst
skal hann klintra upp á tað 7129 metra
høga Baruntse við lið Mount Everest,
sum er 8848 metrar. Megnar hann tað
er hetta sjálvt atgongumerkið til risan
av øllum fjallarisum, Mount Everest.
Johnny fer til Nepal í september og
verður burturi í góðan mánað. Eftir
tað verður so avgjørt, nær hann slepp-
ur við uppá Everest. Tað er ein djarvur
og treiskur vestmenningur, sum fer av-
stað. Hann er av fimastu monnum,
fastur maður á 1. deild hjá VÍF, rør við
Vestmenningi og er tiltikin fyri sína
góðu konditión. Hann rennur í hagan-
um við ryggsekki fullum av gróti og er
millum fremstu vektlyftarar. Dagliga
arbeiðir hann hjá Vest Pack. – Mær
dámar ekstremar avbjóðingar og fari
undir hesa uppgávu við øllum teimum
menniskjansligu eginleikum, sum eg
eigi. Vestmenningar, blaðið hevur
tosað við, siga, at Johnny klárar hesa
stóru avbjóðing. Lesið meira í morgin.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt eitt valupplegg, ið greitt skal vísa veljaranum, hvat
hann fær burtur úr at velja Javnaðarflokkin. M. a. bindir flokkurin seg til, at
stovnað verða 160 røktarpláss, at pensjónirnar hækka munandi, at skipað
útbúgvingarskeið verða til verkafólkið og at sjálvstýrismálið verður loyst við eini
samveldisavtalu millum Danmark og Føroyar. Tilsamans kosta vallyftini 116
milliónir krónur. Tað heldur Jóannes Eidesgaard verða lítið í mun til, at sitandi
samgonga hevur økt útreiðslurnar við 950 milliónum krónum farnu fýra árini
Javnaðarflokkurin sett skjøtil á valstríðið:
Vallyfti fyri
116 mió krónur
Síða 16-17
Nr 55 mikudagur • 20. mars 2002 • 76. árgangur • Kr. 12,00
Sigga,
barnarithøvundur:
Mjólkin kemur
ikki frá
lastbilinum
Síða 5