Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 54 - 19. mars 2002 Nr. 54 - 19. mars 2002 3 Fólkaflokkurin hevur eykaaðalfund Eykalandsfundur verður leygardagin 23. mars 2002, kl. 10.00, í Pállsstovu í Havn. Aftaná landsfundin verður ársveitsla. Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er: hósdagin 21. mars 2002 Tekning fer fram á telefon 228210 ella 212554. Les meira á http://www.folkaflokkurin.fo Fólkaflokkurin Í dag, týsdagin 19. mars, verður Sverri Mortensen á Argjum 80 ár. Sverri er argjamaður, sonur Mortan Mortensen av Argjum og Rakul, sum var úr Leynum. Mortan átti trolaran Nýggj- aberg saman við Sámal Ell- efsen í Miðvági og gekk burtur við honum undir krígnum. Sverri er næst- yngstur av 12 systkjum. Hann var giftur við Thom- inu, sum var úr Nesinum í Vestmanna, og áttu tey tvey børn. Áðrenn Sverri fór í smiðjulæru, fór hann til skips longu í 1936 við An- ano (sum merkir móðir á grønlendskum). Tað var ein bátur hjá Uvak, og róðu teir út í Grønlandi. Tá teir komu aftur úr Grønlandi, varð skipið selt til Noregs, og fór Sverri við. Hann mynstraði av í India og fór við einum svenskum báti, nevndur »Formosa«. Tá báturin kom aftur til Göte- borg í Svøríki í 1938 mynstraði Sverri av. Í 1940 fór Sverri í læru í smiðjuni hjá Askham, og var hann útlærdur maskin- smiðjur í 1943. Tá mangl- aði Vilhelm Nielsen fólk, og fór Sverri í starv hjá P/F Vilhelm Nielsen hettar árið. Hann starvaðist hjá Vil- helm Nielsen í nærum hálva øld – til 1990. Tá var konan vorðin sjúk, og var Sverri um hana til hon doyði í 1993. Sverri er kendur av mongum, hann hevur um- framt arbeiðið hjá Vilhelm Nielsen verið rættuliga ak- tivur í meinigheitshúsinum. Saman við teimum trimum, Christoffer Joensen, Thom- as Thomassen og Enok Dam syngur hann á nógv- um møtum kring landið. Hann er fastur fúsur í svimjihøllini í Havn, og saman við Thomasi Thom- assen man hann hava verið á hvørjum tindi her í Suður- streymi – ein túrur til Kirkj- ubøar og aftur hjá teimum er fyri lítið at rokna. Kom at kenna Sverra seinast í sjeytiárunum, tá eg sum skúladrongur fekk fast arbeiði á verkstaðnum hjá Carlo Petersen í Tórfins- gøtu eftir skúlatíð. Har vóru nógvir Opel og Vaux- hall aftugørdir, og í tí sam- bandinum vóru nógv ørindi til Vilhelm Nielsen. Tá menn fyri 10 árum síðani tóku seg saman at stovna felagið Føroya Ellis- akfør, var tað nátúrligt hjá Sverra at vera við. Hann hevði sett sína gomlu BSA motorsúkklu í stand, sum hann keypti fra eingilsk- monnunum eftir kríggið. Súkklan er frá 1939, men tað sæst ikki á henni, hon koyrir sum fyrsta dagin, og verður Sverri uttan iva á odda, tá ellisakførini fara at koyra raðkoyring í sam- band við flaggdagshaldið í Havn í næstum. Børnini minnast altíð nummarið á súkkluni hjá Sverra, sum hevur sama nummar sum Anders And, 313. Sverri hevur endur- gjørt gomlu nummarplátu- na, og hevur súkklan aftur nummarið Fø 313. Súkklan hjá Sverra ber boð um, hvussu røkin maðurin er. Vit sum yngri eru, hava altíð hoyrt um, hvussu dugnaligur handverkari Sverri er – og at hann eisini er ein rættuligur biksari. Tað eru eisini fleiri prógv fyri tí. Eitt prógvið er mot- orurin, sum hann setti í bát- in hjá sær í 1948. Tá var ikki so lætt at fáa lutir, sum í dag, og teir hjálptust við tí, teir høvdu. Og tá Sverri skuldi seta motor í bátin, so gjørdi hann ikki matari, enn at hann skar ein Chevrolet- motor í helvt og fekk tá ein minni motor burtur úr. Ein vinmaður fekk hina helv- tina, og so høvdu teir hvør sín motor. Hvør hevði klár- að tað í dag? Í 1950 varð motorurin skiftur út. Tá skar hann fjórðingin av einum Ford T motori og setti í bátin. Hes- in motorurin, við einum sylindara, var í bátinum í 22 ár! Sverri var eisini framman fyri sína tíð, tá hann legði sær streym inn í húsini á Argjum beint eftir kríggið. Í Havn fingu tey longu streym í 1924, men argja- fólk fingu ikki streym fyrr enn seinast í fimmtiáru- num. Men Sverri riggaði sær eina myllu til í ánni, sum gjøgnum ein generator gav streym. Soleiðis vóru húsini hjá Sverra tey fyrstu á Argjum, sum høvdu elek- trist ljós. Henda skipan var sum vera man ikki so støð- ug, og riggaði hann sær tí ein ljósmotor til undir hjall- inum. Fyri at minka um gangin, so gekk útstoytið niður í eina tunnu, sum Sverri hevði grivið niður, og tuffaði so upp gjøgnum eitt rør úr tunnuni. Soleiðis helt motorurin ikki so nógvan gang, at hann ó- rógvaði grannarnar. Sverri er fastur fúsur í hølunum hjá Føroya Ellis- akførum yvir við Strond í Havn hvørt mánakvøld – viðhvørt á gomlu BSA- motorsúkkluni. Limirnir í felagnum halda nógv av Sverra, og er tað ein fragd hjá okkum at sita undir hvørjum orði, tá hann greiðir frá, hvussu teir gjørdu fyrr, go tí, ið fyrr var. Vit ynskja honum hjartaliga tilluku við deg- num, sum verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum í kvøld. Eirikur Lindenskov Sverri Mortensen 80 ár Sverri greiðir Brynjálvi Jensen, fyrrverandi formanni í Føroya Ellisakførum, frá um gamla Ford T motorin. Sverri sagaði motorin sundur, so hann fekk ein minni motor til bátin Sverri Mortensen heldur røðu á veitsluni hjá Føroya Ellisakførum næastsíðsta vikuskifti C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 4 fólk í bili w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Danmark Noreg úr 815,- úr 815,- úr 505,- úr 505,- Hetland Ísland Skotland úr 400,- úr 400,- úr 768,- úr 768,- úr 1.370,- úr 1.370,- Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Ferðist bíliga ... fyri hvønn Tórshavn - Bergen ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Lerwick ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin fyri hvønn Fráf. Tórsh.: 24/5, 31/5, 7/6, 30/8, 6/9 Fráf. Hansth.: 18/5, 25/5, 1/6, 8/6, 15/6, 17/8, 24/8, 31/8 Fráf. Tórsh.: 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8 Fráf. Seyðisfj.: 30/5, 6/6, 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9 Tórshavn - Hetland - Skotland ella hinvegin fyri hvønn Bilpakkar