hósdagur 21. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 56 - 21. mars 2002
Nr. 56 - 21. mars 2002
3
– Gularótin við
nýggja tímabýtis-
lykilinum er, at um
tveir næmingar verða
trýstir inn í hvønn
flokk afturat, fær
yvirfylti flokkurin
nakrar fáar
eykatímar, sigur Elsa
Birgitta P. Petersen,
forkvinna í Føroya
Lærarafelag
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Fólkaskúladeildin í Menta-
málastýrinum roynir at
sníkja hámarkið fyri næm-
ingatal í fólkaskúlanum
upp. Tað heldur forkvinnan
í Føroya Lærarafelag, Elsa
Birgitta P. Petersen, nú
tímabýtislykilin
verður
broyttur.
– Við at lova skúlaleiðsl-
unum nakrar tímar afturat,
roynir Fólkaskúladeildin at
hækka hámarkið í flokkun-
um í fólkaskúlunum gjøgn-
um bakdyrnar, sigur Elsa
Birgitta P. Petersen.
Fólkaskúlalógin ásetur,
at við skúlaársbyrjan eigur
næmingatalið vanliga ikki
at fara upp um 24 í hvørjum
flokki.
– Hetta heldur ikki sam-
bært nýggja tímabýtinum.
Fólkaskúladeildin eggjar
við nýggja tímabýtislyklin-
um til, at næmingatalið fer
upp um hetta. Gularótin er,
at um tveir næmingar verða
trýstir inn í hvønn flokk
afturat, fær yvirfylti flokk-
urin nakrar fáar eykatímar.
Og av tí, at støðan í fólka-
skúlanum viðvíkjandi tím-
um er sera trong, kann hetta
hava við sær, at skúlaleiðsl-
ur lata seg tøla.
Forkvinnan
í
Føroya
Lærarafelag setur spurnar-
tekin við, um skúlaleiðsl-
urnar góðtaka hesa víðkan.
– Gera skúlarnir, sum
Fólkaskúladeildin leggur
upp til, hava vit góðtikið, at
tað ikki er eitt undantak, at
næmingatalið fer upp um
24, men vit geva loyvi til, at
regulin verður, at næminga-
talið, eisini við skúlaárs-
byrjan, fer upp á 26 næm-
ingar í flokkunum. Tá slíkt
verður gjørt, verður tað ofta
til eina siðvenju og síðani
til lóg.
Í farnu viku viðgjørdi
løgtingið eitt uppskot, um
næmingatalið í flokkum
fólkaskúlans eigur at setast
niður. Tað fall.
– Meðan orðaskifti hevur
verið í løgtinginum um
næmingatalið, hevur Fólka-
skúladeildin – við vælsign-
ilsi frá landsstýrismannin-
um – arbeitt við tí mótsetta,
sigur Elsa Birgitta P. Peter-
sen.
Hon vil vera við, at
Fólkaskúladeildin
hevur
eina fjalda ætlan aftan fyri
tann nýggja tímabýtislykil-
in.
– Er ætlanin, at hækkaða
næmingatalið skal fíggja
tann nýggja tímabýtislykil-
in, so hann verður út-
reiðsluneutralur? Føroya
Lærarafelag, skúlaleiðslur
og lærarar hava kravt, at
tímabýtislykilin skal broyt-
ast. Nú heldur Mentamála-
stýrið, at vit eiga at verða
nøgd. Aðrastaðni verður
hetta kallað manipulatión.
– Tann einstaki næming-
urin hevur krav uppá, at
hann fær nakað burturúr
skúlagongdini,
sigur
nýggja fólkaskúlalógin. Nú
kunnu vit av álvara seta
spurnartekin við, um lærar-
arnir verða førir fyri at geva
hvørjum næmingi sítt, tá
flokkarnir verða enn meira
yvirfyltir. Og hvussu verð-
ur skúlin førur fyri at upp-
fylla treytirnar fyri, at skúl-
in er fyri øll, tá myndug-
leikin er tann fyrsti til at
undirmeta lógina.
Skúlastovurnar eru als ikki
gjørdar til flokkar við 26
næmingum
og
kanska
fleiri.
Tøkk
Hervið vilja vit takka øllum, sum fylgdu
góðu mammu, vermammu, ommu,
langommu og oldurommu okkara
Andreu Sivertsen
við Gjógv
til gravar.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur
til Gjáar kirkju.
Ein serstøk tøkk verður veitt
heimahjálpunum og teimum, ið vóru um
hana á Umlættingarheiminum í Gøtu.
Gleðiligar páskir
vegna familjuna
Anna, Petur Jacob, Maria og Páll
Tøkk
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum við fjarritum,
blómum, vitjanum og gávum gjørdu mær 80 ára
føðingardagin so hugnaligan og ógloymandi.
Vinarligar heilsanir
Mathilda Tausen
Fólkaskúladeildin sníkir næmingatalið upp
– Nýggja tímabýtið er
nógv rættvísari enn
tað, sum er galdandi.
Tað javnsetur næm-
ingar í 1.-7. flokki,
leggur upp fyri
flokkatali skúlans,
umframt at eitt nøkt-
andi tímatal verður
veitt 8.-10. flokki,
sigur Óli Holm,
landsstýrismaðurin í
mentamálum, sum
vísir aftur, at økt
næmingatal í flokk-
unum skal fíggja
nýggja tímabýtis-
lykilin
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
– Í fólkaskúlalógini stend-
ur, at næmingatalið vanliga
ikki eigur at fara upp um 24
næmingar. Lógin er ikki
broytt, og ein broyttur tíma-
býtislykil kann ongantíð
broyta eina skúlalóg. Í
grundini hevur nýggi tíma-
býtislykilin einki við næm-
ingatalið 24 at gera. Tað er
púra misskilt. Nýggja tíma-
býtið er nógv rættvísari enn
tað, sum er galdandi. Tað
javnsetur næmingar í 1.-7.
flokki, leggur upp fyri
flokkatali skúlans, umframt
at eitt nøktandi tímatal
verður veitt 8.-10. flokki.
Harafturat verður eisini
lagt upp fyri p-fakskipan í
handaverk og list, miðfirr-
aðari serundirvísing og
bókasavnstímum, sigur Óli
Holm.
Frá komandi skúlaári fáa
skúlarnir kring landið, sum
hava fleiri enn 70 næming-
ar, ein nýggjan tímabýtis-
lykil at arbeiða út frá. Hetta
hevur verið eitt ynski frá
skúlum og lærarum í nógv
ár. Sum er verður tímabýtið
roknað eftir næmingum,
meðan tann nýggi tekur
atlit til flokkar. At næm-
ingatal í førum kann sam-
bært nýggja býtinum fara
upp um 24 næmingar til 25
ella 26, hevur loypt øði í
Føroya Lærarafelag og
skúlaleiðarar. Hesi fara so
langt sum at kalla hesa
mannagongdina
fyri
manipulasjón.
Spurdur um vandi ikki er
fyri, at tað verður siðvenja,
at næmingatalið fer upp um
24, sigur landsstýrismaður-
in.
– Tímabýtislykilin hevur
einki við hatta at gera.
Hann snýr seg um at tilluta
nakrar tímar eyka. Skúla-
leiðslurnar gera av, annað-
hvørt flokkarnir hava 24
ella 25 næmingar. Í løtuni
eru 19 flokkar í landinum,
sum hava hægri næminga-
tal enn 24, eftir nýggja
tímabýtinum verða flokk-
arnir 20 í tali, sum hava
hægri næmingatal enn 24.
Nýggja tímabýtið leggur
upp til, at um tað í einstøk-
um føri ber til at fara upp
um 24 næmingar í flokk-
um, fær flokkurin nakrar
eyka tímar. Tímar verða
ikki latnir til nýggjan flokk,
fyrr enn næmingatalið fer
upp um 26, sigur Óli Holm.
Landsstýrismaðurin vísir
aftur, at økt næmingatal í
flokkunum
skal
fíggja
nýggja tímabýtislykilin.
– Als ikki. Sum eg havi
skilt tað, er Føroya Lærara-
felag samt við Mentamála-
stýrinum í nýggja tímabýt-
inum, burtursæð frá tí, at
tey halda fast við, at tað
ongantíð skulu vera fleiri
enn 24 í hvørjum flokki.
Í trivnaðarkanningini hjá
Føroya Lærarafelag kemur
fram, at nógvir lærarar
meta, at tað er trupult at
hava eina næmingalagaða
undirvísing í skúlanum.
Spurdur um Mentamála-
stýrið ikki átti at miða eftir
lægri næmingatali í flokk-
unum ístaðin, soleiðis at
lærarin betur kann taka
støði í hvørjum næmingi,
sigur Óli Holm.
– Tað er altíð ynskiligt at
hava færri næmingar í
flokkinum. Spurningurin
er, hvat tað rætta talið er.
Eg eri ikki so vísur í, at tað
ikki ber til at hava eina
nøktaða
undirvísing
í
flokkum við 20-24 næm-
ingum. Men tað er rætt, at
tað er trupult at taka atlit til
allar næmingar, tá ið 24
næmingar eru í flokkinum.
Fólkaskúladeildin viðger
í løtuni viðmerkingarnar,
sum eru komnar frá skúla-
leiðslum kring landið. Við-
merkingar eru serliga til tað
óhepna í, at 8. og 9. flokkur
bert fáa 34 tímar. Lands-
stýrismaðurin roknar við, at
tað fer at bera til at fáa
tímatalið til hesar flokkar
nakað upp.
Skúlar við lægri næm-
ingatali enn 70, eru ikki
umfataðir av nýggja tíma-
býtislykilinum. Teir fáa eis-
ini fleiri tímar at ráða yvir
frá komandi skúlaári at
rokna. Landsstýrismaðurin
ætlar, at skúlarnir fáa
nýggja
tímabýtislykilin
beint eftir páskir.
– Er ætlanin, at
hækkaða
næmingatalið skal
fíggja tann nýggja
tímabýtislykilin,
so hann verður
útreiðsluneutralur,
spyr Elsa Birgitta
P. Petersen,
forkvinna í Føroya
Lærarafelag
Nógvir batar í nýggja tímabýtislykilinum
Landsstýrismaðurin
vísir aftur, at økt
næmingatal í
flokkunum skal
fíggja nýggja
tímabýtislykilin
FØÐING
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Á føðideildini er nógv at
gera frá degi til dags. Ar-
beiðstíðirnar eru bæði nátt
og dag, tí spurt verður ikki
eftir nær best liggur fyri at
koma í verðina.
Í gjár vóru 131 børn fødd
higartil í ár, og júst sama
dato í fjør var talið júst tað
sama. 36 av hesum eru
fødd í mars mánaða.
Ruth Vang, ljósmóðir og
Sonja Andreassen, deildar-
sjúkrasystir, greiða frá:
– Nógv er at gera, men
ikki so nógv, sum fólk vilja
vera við. Á føðideildini
hava vit góðar tíðir og verri
tíðir. Men higartil í ár er
tað
bara
komið
fyri
einaferð at fimm børn eru
fødd sama dag, harav var
eitt tvíburðapar. Tað er ikki
fyrr enn talið kemur upp á
6-8 føðingar um dagin, at
vit siga, at nógv er at gera.
– Fyrr varð sagt, at apríl
og september vóru mánað-
ar har eyka nógv børn
vórðu fødd. Tað er jú
níggju mánaðar aftaná
ávíkavist summar- og jóla-
frítíðina. Men soleiðis er
tað ikki longur – nú er
streymurin meira javnur.
So verkfallið, sum var
fyri
níggju
mánaðum
síðani hevur ikki ávirkað
burðartalið
í
Føroyum
nakað serligt.
Molly Jacobsen,
Skopun og Magni
Johannesen, Toft-
ir, fingu 15. mars
hesa lítlu didd-
una.
14. mars kom hesin lítli
beiggin í verðina. Foreldrini
hjá honum eita Miriam
Jacobsen og Jan í Nesinum,
bæði úr Havn.
Henda fittan diddan var bert
eitt lítið døgn tá henda
myndin varð tikin. Foreldrini
eru Bettina Bruun og Jan
Müller, bæði úr Vestmanna.
Hon eigur tvey systkin,
Magnus og Cecilie.
Góðar tíðir
á føðideildini
C
M
Y
K
3
2