hósdagur 21. mars 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 56 - 21. mars 2002
Nr. 56 - 21. mars 2002
5
– Onkur av arbeiðs-
monnunum hevur
verið her í skjótt 50
ár, og nakrir hava
arbeitt hjá okkum í
góð 30 ár. Hetta taki
eg sum eitt tekin um,
at teir trívast, sigur
Einar Waag, sum er
stjóri á Føroya Bjór
FØROYA BJÓR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin: Á
vegginum inni á kontórin-
um hongur ein stórur máln-
ingur av Havnini. Hesin var
ein føðingardagsgáva frá
Tórshavnar Býráð, tá virkið
fyri nøkrum árum síðani
fylti 100 ár.
Annars standa øl av yms-
um sløgum frammi, og á
borðinum hava nakrar Jolly
eisini fingið teirra pláss.
Á sofuni situr Einar
Waag, sum er stjóri á
størsta
bryggjarínum
í
landinum. Og tað er júst
Einar, vit skulu tosa við í
dag.
Fylgja við
– Vit hava tað gott, sigur
Einar, tá hann verður
spurdur, hvussu tað gongur
fyri tíðina.
– Fólk hava meir pening
millum hendirnar í dag, enn
tey høvdu fyri nøkrum
árum síðani, og tað merkist
aftur hjá okkum. Til dømis
var árið í fjør betri, enn vit
høvdu væntað, og fram-
gongdin gjørdist størri enn
vøksturin í nýtsluni, greiðir
hann frá.
– Hetta merkist eisini
aftur hjá arbeiðsfólkunum á
staðnum, og vit hava altíð
roynt at betra um arbeiðs-
umstøðurnar við at fylgja tí
nýggjastu tøknifrøðini. Fyri
at lætta um arbeiðið á virk-
inum hava vit fingið sum
mest av sjálvvirknari út-
gerð inn, og hetta eru menn
eisini sera fegnir um.
Arbeiðið á virkinum hjá
Føroya Bjór kann annars
tykjast øgiliga einstáttað, tá
tað í høvuðsheitinum mest
snýr seg um at hava eftirlit
við fløskum, ið fara eftir
einum samlibandi.
– Men hetta hava vit eis-
ini broytt. Vit eru farnir
undir eitt, ið vit kalla job-
rotatión, so menninir skifta
arbeiði alla tíðina. Hetta av-
markar so eisini tíðina á
teim mest einstáttaðu pláss-
unum, sigur Einar.
Trívast væl
Tær góðu arbeiðsumstøð-
urnar vísa seg eisini aftur í
úskiftingini av arbeiðs-
megi. Einar fortelur um
onkran mannin, sum hevur
arbeitt hjá Føroya Bjór í
skjótt 50 ár. Onkur annar
hevur verið á staðnum í
yvir 30 ár, og fleiri hava
hildið fast við arbeiðspláss-
ið í meir enn 15 ár.
– Hetta taki eg sum eina
staðfesting av, at teir trívast
hjá okkum. Útskiftingin
seinastu tíðina hevur verið
rættiliga lítil; sjálvandi er
onkur farin, men nakrir
venda aftur til okkara, eftir
at hava verið burtur eina
tíð, sigur hann.
Sum flest onnur virki
skipar Føroya Bjór eisini
fyri ymsum tiltøkum fyri
starvsfólkunum. Her kunnu
millum annað nevnast jóla-
frokostur, tunnusláttur og
onkur útferð hevur eisini
verið á skránni.
Men sum nakað heilt nýtt
hevur leiðslan eisini skipað
fyri einum skeiði í rein-
gerðing og reinføri í mat-
vøruídnaðinum.
Hetta
dámdu
arbeiðsfólkunum
bara heilt væl.
– Í Danmark sleppur tú
ikki so frægt sum at standa
í einum pylsuvogni, um tú
ikki hevur eitt 3-daga skeið
í reinføri, men í Føroyum
finst eingin lógaráseting
fyri hesum. Tó halda vit tað
vera uppá sítt pláss at
kunna um hesi viðurskifti,
og tí ætla vit eisini at skipa
fyri onkrum líknandi skeiði
aftur, fortelur Einar.
Gott við kapping
Í seinastuni hevur nógv
verið at sæð til Restorff`s,
hitt føroyska bryggaríið, í
teim føroysku fjølmiðlun-
um. Restorff`s skifti á
nýggjárinum eigarar, og
hesir leggja stóran dent á
marknaðarføring millum
fólki.
Men Einar heldur ikki, at
hetta nýtist at hava nakra
keðiliga ávirkan á Føroya
Bjór.
– Nei, als ikki. Tað er
altíð gott við kapping, tí
kappingin mennir jú okk-
um sjálvar, sigur hann.
– Kapping ger, at vit í
enn størri mun mugu royna
at halda fast í tí betra
kvalitetinum, og tað er jú
bara gott, greiðir Einar frá.
Framtíðarætlaninar hjá
Føroya Bjór spenna annars
víða. Men høvuðsendamál-
ið er framhaldandi at liggja
frammaliga á marknaðin-
um og framhaldandi at
framleiða eina góða vøru.
– Men ikki minst skal
Føroya Bjór verða eitt
attraktivt arbeiðspláss mill-
um fólk, sigur Einar Waag,
stjóri á Føroya Bjór, at
enda.
Flest allir norðingar
kenna teir báðar
ølkuskarnar hjá
Føroya Bjór. Í fleiri ár
hava teir koyrt
sodavatn og øl út til
kundarnar, og øll
árini hava teir verið
líka blíðir og týðir
FØROYA BJÓR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin: Teir
hava altíð onkra skemtiliga
viðmerking, og ein kann
ikki lata vera við at smílast,
tá teir vísa seg. Teir eru
rokaligir, men sjáldsama
fittir. Teir eru tað, sum á
føroyskum eitur »vognstýr-
ari á ølvogni«, á gomlum
donskum eisini nevnt øl-
kusk.
Hava tíð til kundan
Sonhard Johannesen og
Kristjan Suni Høgnesen
hava í fleiri ár sitið aftan
róðrið í stóra bilinum hjá
Føroya Bjór. Teirra upp-
gáva er at fáa alla vøruna
út til kundarnar, og hetta er
júst nakað fyri teir.
Teir koyra út til allar
handlarnar í Klaksvík, og
hvønn mikudag vitja teir
harumframt eisini í Árna-
firði, Hvannasundi, Norð-
depli og á Viðareiði.
– Vit hitta ótrúliga nógv
fólk gjøgnum arbeiðið, og
tað er jú altíð spennandi,
sigur Kristjan Suni.
Og tað er heilt víst, nógv
kenna eisini teir báðar. Teir
eru kendir fyri altíð at vera
skemtiligir og serstakliga
hittinorðaðir.
– Jamen, tað er tá klárt.
Ein skal altíð hava tíð til
kundan, og vit fáa sum
oftast okkurt hugnaligt prát
við á vegnum. Vit práta um
alt millum himmal og jørð,
men serliga fótbólturin fer
ofta við nógvari tíð, fortel-
ur Sonhard.
Arbeiða saman
Teir hava sitið saman í
bilinum í fleiri ár, og teir
trívast báðir líka væl.
– Hetta er eitt serstakliga
gott arbeiðspláss, tí her er
altíð nokk at gera. Tí kenna
vit okkum eisini tryggar
her, greiðir Sonhard frá.
– Og vit ætla okkum eis-
ini at vera her leingi aftur-
at. Líka til vit skulu pens-
ionerast, leggur Kristjan
Suni afturat.
Og so kemur skálkurin
fram í Sonhardi.
– Ja, men nú hava vit eis-
ini verið her so leingi, at vit
nokk ikki kunnu brúkast til
nakað annað, skemtar hann
á vegnum yvir til bilin.
Páskini nærkast, og fólk
skulu hava teirra til høgtíð-
ina, so teir báðir skunda
sær aftur til arbeiðis.
Eitt gott arbeiðspláss
Ølkuskarnir hjá Føroya Bjór
Einar Waag, dagligur leiðari á Føroya Bjór
Arbeiðsdagurin hjá ølskuskunum gongur fyri seg inni í stóra
bilinum hjá Føroya Bjór
Kristjan Suni og Sonhard, ølkuskarnir hjá Føroya Bjór
BJARGING
Heri á Rógvi
Hurðin skuldi latast upp
innanifrá. Beinanvegin fek-
st tú eina kenslu av, at her
skuldi trygdin metast høgt
á gomlu telegrafstøðini.
Eftir einari gongd stóðu
nøkur fólk. Við endan av
gongini var eitt rúm til
høgru, sum skuldi vísa seg
at vera hjartað í operatión-
ini. Ein operatión, sum snýr
seg um bjarging og MRCC.
Talan var um eitt stórt ljóst
rúm, sum í veruleikanum er
tvey rúm; býtt í tvey av ein-
um stórum glas veggi. Á
vegginum í rúminum vóru
ymsar talvur. Ein talgild og
aðrar vanligar talvur, har
skrivað má við penni. Á
talvunum standa allir teir
upplýsingar, ið tørvur er á,
meðan bjargingin fer fram.
Tað eru nógv ting og nógv
fólk, ið skulu virka saman
og virka væl.
Tað er nevniliga vorðin
tíð til at royna Sjóbjarging-
arstøðina
MRCC.
Ein
pólskur trolari er komin í
havsneyð í Nólsoyarfirði,
og nú skal alt bara rigga.
Tveir bretar halda eyguni
við luttakarunum, men
leiðslan og manningin er
føroysk ella úr Føroyum.
Løgreglan, MRCC, Fær-
øernes Kommando eru bert
nakrir av teimum stovnu-
num, sum skulu í gongd, og
tað er nógv at gera. Øll
hava sína uppgávu. Bretar-
nir báðir eru væl nøgdir við
framstigini hjá føroysku
bjargingarfólkunum, men
fleiri framstig skulu enn
gerast. Nógv er at taka sær
av. Skúlagarðurin í Nólsoy
skal m.a. ruddast, soleiðis
at tyrlan kann lenda har.
Djóni Weihe leiðari fyri
MRCC hyggur at, og hann
letur væl at. Alt skal venj-
ast, og so skal eftirmeting
gerast aftaná.
Tíðindaskriv
Føroya Sparikassi hevði
umboðsráðsfund seinasta
leygardag,
16.
mars
2002. Á skránni vóru
m.a. uppskot til viðtøkur
fyri Føroya Sparikassa
P/F og Sparikassagrunn-
in, sum skal stovnast í
sambandi við umlegg-
ingina til partafelag.
Ætlanin fyri umlegg-
ingina til partafelag er í
stuttum hendan:
Á aðalfundi 5. apríl
2002 verður uppskot lagt
fram um at leggja Føroya
Sparikassa um til parta-
felag við virknaði frá 1.
januar í 2002.
Sparikassagrunnurin
kemur eftir umlegging-
ina at eiga góð 96% av
partapeninginum í Før-
oya Sparikassa P/F, sum
hann ognar sær við at
keypa góðar 639 mió. kr.
til kurs 125.
Ábyrgdararnir fáa hin-
vegin høvi at umleggja
ábyrgdarfæið til parta-
pening til kurs 100, og
hartil at tekna upp til 4
ferðir ábyrgdarfæið í
nýggjum partapeningi til
kurs 100.
Samanlagt
kunnu
ábyrgdararnir tekna upp
til 25 mió. kr. í partapen-
ingi. Tá er umlagda
ábyrgdarfæið
íroknað.
Við yvirtekning verða
tekningarynskini lækkað
soleiðis, at flest møgulig
sleppa at tekna partapen-
ing.
Umframt Sparikassa-
grunnin verða tað einans
ábyrgdarar, ið fáa høvi at
ognast partapening í Før-
oya Sparikassa P/F.
Møguleiki er at tekna
seg sum ábyrgdara fram
til fríggjadagin 5. apríl
2002, kl. 16.
Stórur áhugi er í løtuni
fyri at tekna seg sum
ábyrgdara.
Talið
av
ábyrgdarum er nú komið
upp á 6.356 og ábyrgdar-
fæið uppá 12,4 mió. kr
Føroya Sparikassi nærri
at gerast partafelag
MRCC-venjing:
Ein pólskur trolari í havsneyð
Bæði løgreglan og Færøernes Kommando skuldu í sving henda
dagin venjingin var.
MRCC-støðin í Tórshavn brynjar seg
til at fara ígongd við virksemið hjá sær
1. apríl. Mikudagin var ein venjing
á skránni. Ein pólskur trolari
var komin í havsneyð,
og øll segl vórðu sett til
–um vit ikki halda
fullveldiskósina, segði
Høgni Hoydal m.a., tá
Tjóðveldisflokkurin
helt floksting um
vikuskiftið
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Tjóðveldisflokkurin hevði
um vikuskiftið floksting
heima á Sandi. Luttøkan
var rættiliga teir báðar dag-
arnar, ið flokstingið vardi.
Formaður Tjóðveldisflok-
sins, Høgni Hoydal, fegnast
um stóru luttøkuna á floks-
tinginum, og hann heldur,
at flokkurin ongantíð hevur
verið betri fyri.
–Hetta flokstingið var
sjálvsagt rættiliga nógv
merkt av, at eitt valstríð
stendur fyri durum, sigur
Høgni Hoydal.
Flokkurin hevur m.a.
tríggjar faldarar, ið viðgera
ymisk traðrir í politikki
Tjóðveldisfloksins við atliti
at teimum seinatu fýra áru-
num.
Sum vera mann, so helt
Høgni Hoydal eisini sína
formansfrágreiðing.
Hann legði dent á, at ein-
asta forðingin fyri einum
frælsum Føroyum liggur í
okkara egnu politisku skip-
an, har flokkar ikki megna
at halda seg til tey mál, sum
eru sett. Síðani fólkaat-
kvøðan varð avlýst fyri ári
síðani, hevur tað verið
ómetaliga trupult at halda
stev. Um ikki uppskotið til
sjálvstýri
Føroya
fólks
hevði verið samtykt júst tá,
so hevði neyvan borið til at
framt tey stóru stigini, sum
kortini eru tikin.
Høgni Hoydal segði, at
gongdin í tinginum sein-
astu dagarnar vísir, hvussu
skjótt vit kunnu detta aftur í
fýrsini, um vit ikki halda
fullveldiskósina.
Hann sló fast, at komandi
løgtingsval er eitt lagnuval.
Antin halda vit fram á
frælsiskósini ella detta vit
aftur í heimastýrisóskilið,
sum kostaði øllum føroy-
ingum vælferð og mundi
gjørt av við okkum sum
tjóð. Tjóðveldisflokkurin
má tí gerast so sterkur á
løgtingvsalinum 30. apríl,
at ikki slepst uttanum hann
í eini komandi samgongu.
Og tí setur Tjóðveldis-
flokkurin øll segl til í val-
stríðnum.
Vil hava Javnaðar-
flokkin við
Høgni Hoydal sigur, at
Tjóðveldisflokkurin fegin
vil aftur í samgongu, og yn-
ski eru um at fáa bæði
Javnaðarflokkin og Fólka-
flokkin við í eina sam-
gongu.
Høgni Hoydal sigur seg
ásanna, at tað ikki er so gott
samband millum Tjóðveld-
is- og Sambandsflokkin, og
tað verður ikki samgonga
millum hesa báðar flokkar-
nar.
Tjóðveldisflokkurin sam-
tyki eisini á flokstinginum
einum
yvirlýsing,
sum
staðfestir gongdina á sjálv-
stýrisleið,
og
hendan
gongdin verður hildin at
vera altavgerandi.
Fyri at gera venjing-
ina so veruliga sum
gjørligt, so ringja fólk
inn við boðum ymsa-
staðni frá, men talan
er í hesum førinum
bert um sjónleik.
Detta aftur í fýrsini
Nógv eru boðini, sum
koma inn til MRCC, og
teir mugu gera nógv fyri
at halda skil á øllum.
C
M
Y
K
5
4