Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 56 - 21. mars 2002 Nr. 56 - 21. mars 2002 7 Verður reglan um, at 30 prosent skulu seljast um uppboðs- sølu, avtikin, verður vandi fyri, at ávís reiðarí fara at taka seg saman og gera við fiskin, sum teimum sjálvum líkar best. Tá kann gjøgnumskygni, sum nú er, hvørva, og vit koma aftur til, at marknaðurin verður stýrdur av nøkrum fáum skriviborðum, siga keldur í fiski- vinnuni FISKAMARKNAÐUR Edvard Joensen Verður tað soleiðis, at reið- arin púra einsamallur kann gera av, hvar veiðan verður seld, er vandi fyri, at vit koma aftur í tiðina, tá virki og skip hingu saman, og eingin kapping er um prís. Soleiðis heldur ein kelda í fiskivinnuni, Sosialurin hevur tosað við, men sum ynskir at vera ónevnd. Vart verður gjørt við, at blaðið kennir samleikan hjá keld- uni. Víst verður á, at tað, sum henda kann, er at reiðarar taka seg saman í sonevnd kartell, har teir púra einsa- mallir gera av, hvar fiskurin verður seldur, og hvør prís- urin skal vera. Eisini verður ført fram, at ein avtøka av 30% regluni fer at skaða Fiskamarkn- aðin, sum kanska fer at detta niðurfyri, og so eru vit aftur í gomlu skipanini. Nevndarformaðurin í Fiskamarknaði Føroya óttast tó als ikki fyri, at so fer at verða. Olaf Olsen, reiðari í Sal- tangará, er nevndarfor- maður i Fiskamarknaði Føroya, sum hevur upp- boðssølu á Toftum. Hann sigur, at Fiska- marknaðurin hevur ikki biðið um at fáa hesa regl- una, og at hann er í móti »protectionismu« sum so. Men hann væntar kortini, at tað verður minni umsetn- ingur hjá Fiskamaknað- inum. Men Fiskamarknað urin fer altíð at verða, sigur hann, tí tað er avgjørt brúk fyri honum. Olaf Olsen væntar ikki minni gjøgnumskygni í fiskivinnuni av teirri grund, at hendan reglan hvørvur. – Karellavtalur kunnu nettupp gerast á eitt nú upsamarknaðinum sum er, sigur hann, tí upsi er ein fiskur, sum fáir keyparar eru til og tí ringur at selja á uppboðssølu. Tá hildið verður fram fyri Olafi Olsen, um ikki júst tann avtalan, hann sjálvur hevur verið við til at gera við eina nýstovnaða fiska sølu fyri stuttum um at selja alla veiðuna gjøgnum hetta felagið, júst kann skiljast sum eitt slag av kartell avtalu, vísir hann tí aftur við teirri grundgeving, at fiskurin skal gjøgnum vanliga marknaðin kortini. Málið, nevnt verður, snýr seg um, at eitt nýtt sølu- felag hevur gjørt avtalu við trý reiðarí um at selja alla veiðuna hjá skipunum hjá hesum trimum reiðaríum gjøgnum hetta felagið. Hinvegin vísir skrivarin í Ráfiskakeyparafelagnum, Agnar Jensen, á, at verður 30% reglan avtikin, kann tað enda við, at tey stóru virkini fara at keypa tað, tey hava brúk fyri, meðan tey smærru, sum júst hava notið gott av regluni, fara at detta burturímillum. Men hann vísir eisini á, at málið er ikki nóg væl lýst enn til, at nakað kann sigast við vissu. Enn er málið um at taka 30% regluna av, rættiliga ókent fyri flestu partar í vinnuni, so eingin fæst at siga nakað ítøkiligt um tað. Men greitt er, at tað órógvar summar partar, meðan aðrir halda, at tað fer onga ávirkan at hava. Onkur kelda, Sosialurin hevur tosað við, metir, at tað kann enda við, at reiðaríni fara at seta prísin sum teimum lystir, og manningarnar í seinna enda ongan møguleika hava at fylgja við, hvat veruligi prísurin er, um fastar sølu- avtalur verða gjørdar við ávís feløg. Óli Jacobsen, formaður i Føroya Fiskimannafelag, sigur, at tí fer Fiski- mannafelagið ikki at loyva. Men heldur ikki hann kennir kennir málið nóg væl til at vilja úttala seg alment um tað, men fer at kanna tað til botns, sigur hann. Óli Jacobsen er eisini nevndarlimur í Fiskamark- naði Føroya, og hann fer at taka málið upp á komandi nevndarfundi. Skrivarin hjá Ráfiska- keyparafelagnum heldur, at nú skulu vit bara taka tað róligt og ikki loypa framav, hóast ein príslækking er í løtuni. Nógv fundarvirksemi var í ymsu pørtunum av vinnuni mikudagin, og okkurt er, sum bendir á, at uppskotið um at taka 30% regluna av, hevur órógvað summar partar av føroysku fiskivinnuni. Vandi fyri fiskakartelli Føroya Reiðarafelag hevur boðað frá, at felagið umhugsar at fáa regluna um, at 30% av føroysku veiðuni skulu seljast um uppboðssølu, avtikna. Tað fer uttan iva at minka um umsetningin hjá Fiskamarknaði Føroya, heldur nevndarformaðurin í Fiskmarknaðinum, sum tó einki hevur í móti, at reglan verður tikin av Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6 Trolbáturin, Búgvin av Toftum, er á veg niður til Scrabster við 40.000 pundum av toski. - Vit vóna at fáa 3-4 krónur meira fyri kilo, enn um vit høvdu selt fiskin í Føroyum, sigur Theodor Poulsen. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Seinastu tíðina eru fiska- prísirnir lækkaðir nógv, og hetta hevur ført til, at skip eru farin at hyggja út um landoddarnar eftir, hvussu prísirnir eru har. Trolbáturin, Búgvin av Toftum, er ein teirra, sum fyrr í vikuni setti kós móti Scrabster í Skotlandi. Teir høvdu fulla last, 40.000 pund, meginparturin toskur. Búgvin royndi einar 5–6 dagar; so teir hava havt góðan fiskiskap. Tað er smápartafelagið, Nuna, sum eigur trolbátin, og ein av eigarunum er Theodor Poulsen. – Meginparturin av veið- ini hjá Búgvanum hendan túrin er toskur 3 og 4, og hetta skuldi verið bestur fiskur til fish & chips. Theodor vísir á, at prísur- in á toski í Føroyum er lág- ur í mun til, hvat hann hev- ur verið, og vóna teir at fáa einar 3–4 krónur meira fyri kilo av tí runda fiskinum í Skotlandi, enn teir høvdu fingið í Føroyum. – Men tá ið tú selir á upp- boðssølu, er ógjørligt at siga frammanundan, hvussu sølan verður, tí hetta veldst í fyrsta lagi um, hvussu marknaðarstøðan er júst tá. Vit hava tó vónir um eina hampiliga sølu í Scrabster, sigur hann. Fiskaprísurin Theodor sigur, at versnaði fiskaprísurin í Føroyum í seinastuni er orsøkin til, at Búgvin ger eina roynd at fara uttanlands við hesi lastini. – Nógvur fiskur hevur ver- ið og er framvegis á føroy- ska marknaðinum, og fiskaprísurin er fallin har- eftir. Hann heldur tó ikki, at nøkur orsøk er til at stúra. – Fiskaprísirnir hava annars verið so serstakliga góðir. Vit hava fingið 3-4 ferðir so nógv fyri fiskin, sum vit fingu fyri nøkrum árum síðan. At prísurin kavar, nú so nógvur fiskur er á marknaðinum, taka vit ikki so tungt. Vit vóna bara, at hann kemur uppaftur á nøkulunda tað støði, hann hevur verið í seinastuni. Theodor Poulsen vísir annars á, at veðurlagið hev- ur verið ógvuliga skiftandi í hesum árinum; tí hevur meira at kalla bara verið roynandi í løtum. – Men tað ger góðan mun, tá ið onkur góður túr- ur er ímillum sum í hesum førinum, nú Búgvin er full- ur. Hetta er nógv tann besti túrurin hjá okkum í ár, sig- ur hann. Góðar sølur Búgvin gjørdi annars ein sera góðan túr í desember; tá seldu teir fyri 535.000 krónur, og tað er næstbesti túrurin hjá teimum yvir- høvur. Besta túrin gjørdu teir fyri góðum tveimum árum síðan, tá ið teir seldu fyri 640.000 krónur. Í báð- um førum høvdu teir eini 20.000-25.000 pund av havtasku umframt tosk, sum teir eisini fingu nógv fyri. Lági fiskaprísurin rekur skipini av landinum Ein útróðrarbátur, sum ger ein hampi- ligan túr, fær einar 35.000 krónur fyri rognini! FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað eru nógv viðurskifti í fiskivinnuni, vit ikki rætti- liga hava stundir at geva okkum far um. Nú trolbáturin, Búgvin, er á veg niður til Scrabster við fullari last av toski, vænta teir sær 10 krónur minni fyri kilo av rognum, enn um teir seldu rognini í Føroyum. Rognaprísurin í Føroyum er nevniliga rættiliga góður og nógv betri enn í Skot- landi. Theodor Poulsen, sum eigur Búgvan saman við tveimum øðrum, sigur, at prísurin fyri toskarogn í Føroyum er einar 36-36 krónur fyri kilo, meðan hann liggur um 25 krónur fyri kilo í Skotlandi. Prís- munurin er tískil einar 10 krónur. Gera mun Theodor dugir ikki rætti- liga at siga, hvussu stórur prosentpartur av toskinum, rognini eru, men hann met- ir, at tey telja eini 10%. – Vártúrarnar hava vit javnan eitt tons av toska- rognum, og tað gevur okk- um einar 35.000 krónur aftrat søluni av sjálvum fiskinum. So, hetta er rætti- liga munagott. Hann vísir á, at prísurin á rognum byrjaði so spaku- liga at fara uppeftir í fjør ella fyrraári, og í dag er hann rættiliga góður og hevur stóran týdning fyri samlaðu søluna. – Vit taka altíð toska- rognini hesa tíðina av ári- num, tí tey eru nógv dýrari enn sjálvur fiskurin og hála tískil samlaðu søluna upp- eftir, sigur hann. Theodor Poulsen vísir á, at í fjør fingu bátar eisini góðan prís fyri silini, sum hann heldur enda í Japan. – Vit hava so ongantíð tikið sil, sigur hann. Besta tíðin at taka toska- rogn er í februar og mars. Prísurin á rognum sera góður