Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 56 - 21. mars 2002 Nr. 56 - 21. mars 2002 9 Sosialurin var og vitjaði tveir flokkar í Sankta Frans skúla í Havn í samband við yvirtøkuna av fólka- skúlanum, sum skúlar í Føroyum hava fingið boð um at hátíðarhalda. Dag- urin var hátíðarhildin í gjár, 20. mars kring allar skúlar í Føroy- um á ymsan hátt HÁTÍÐARHALD Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Á Sankta Frans skúla byrjaðu tey skúladagin í gjár við einum hóskandi morgunsangi, Boðar tú til allar tjóðir. Síðani helt skúlastjórin, Selmar Ja- cobsen, fyrilestur um skúlasøguna í fimleikahøll skúlans. Fyrilesturin snúði seg um millum annað nær fólkaskúlin kom til Føroya, nær tað varð loyvt at undirvísa á føroyskum í skúlanum, háskúlin í Føgrulíð í Klaksvík varð nevndur og eisini legði skúlastjórin dent á, hvat Sankta Frans skúli kann gera, fyri at fáa ein betri skúla. – Lærararnir skipaðu so fyri sjálvir, hvussu teir velja at hátíðarhalda, greiðir Selmar Jacobsen frá. – Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu nógv verður gjørt við yvir- tøkuna. Hvør skúli hevur fingið sent tilfar frá Mentamála- stýrinum, sum kundi brúk- ast í sambandi við hátíðar- haldi. – Skúlin hevur fingið sendandi gamlar lógir, kunngerðir og annað, men vit fingu ikki so væl brúkt tað. Víst varð eisini til skúlasøguna, og tað hava vit so brúkt, sigur Selmar. Betri umstøður Inni í 7. a var lív í, tá trinið var um dyrnar. Tey høvdu saman við læraranum sett upp á eina talvu, hvat tey høvdu kunnað hugsað sær, soleiðis, at skúlin gjørdist ein betri skúli. Á ynskilistanum stóð millum annað, at 7. flokkur vildi fegin hava enskt longu í triðja ella fjórða flokki, meðan tey vildu hava okkurt annað mál ístaðin fyri danskt. Tað kundi til dømis verið norskt, svenskt ella danskt, halda tey. – So vilja vit eisini hava sofur á skúlanum, siga næmingarnir í 7. a. – Nógvir aðrir skúlar hava sofur til næmingarnar. Inniloyvið vilja vit eisini hava alt árið, tí tað er so keðiligt at hava inniloyvi bara frá jólum til páskir. Vit høvdu eisini kunnað hugsað okkum at fingið eini tveir tímar av týskum í sjeynda flokki og sloppið at havt fartelefonina í frí- korterinum. Næmingarnir í 7. a vistu, hvat teir vildu. Betri sangútgerð, ein ella tveir el-gittarar, forsterkara. Teir hava fyri stuttum fingið eitt trummusett. Eisini høvdu teir ynskt, at tað var ein telda í hvørjari skúlastovu. Hetta tí um onkur skal skriva okkurt inn, so er tað lættari at sleppa framat eini teldu. Mikroovnur, ketil, salt og pipar stóð eisini á listanum hjá 7. a. Men um hetta ikki slær ígjøgnum, so kanska eina heila kantinu, tí tað hava allir skúlar í Norðanlondum, siga tey. So kundu næmingarnir goldið eina ávísa upphædd til skúlan hvønn mánaða, soleiðis, at tað var møguligt hjá teimum at fáa heitan mat hvønn dag. Skúladjór 3. a hevði eisini gjørt sær ein ynskilista. Á honum stóð millum annað, at tey kundu hugsað sær at havt eitt ella fleiri skúladjór. – Vit kunnu hava eitt stykki til hønur, dunnur, hest og hundar og so kunnu vit skiftast um at passa tey, søgdu næmingarnir í triðja a. Og tað var eisini lag á manni at skula passa dýrini um vikuskiftini. Tað kundu tey bara eisini skiftast um at gera. Tá vit spurdu næming- arnar í triðja flokki, hví tey sluppu at gera hetta í dag segði onkur, at tað var tí, at Selmar helt at skúlin var blivin so gamal, so hann helt, at nú skuldi hann gera okkurt. Triði tími hvønn miku- dag er floksins tími. Tá sleppa børnini sjálvi at gera av, hvat tey skulu gera. Um tey vilja spæla ella hugna sær. Í gjár var floksins tími útsettur ein tíma, tí Sosialurin kom at vitja, men børnini gleddu seg nógv at sleppa at spæla næsta tíman. Yvirtøkan hátíðarhildin: Dreymurin um ein betri skúla Í morgun fer Fólka- flokkurin at leggja fram valskrá sína fyri fjølmiðlum POLITIKKUR Eirikur Lindenskov »Treysti, Trygd og Trivini« verða slagorðini, sum Fólkaflokkurin fer at brúka í valstríðnum hesaferð. Flokkurin hevur boðið fjølmiðlum á fund í morg- un, har valskráin hjá Fólkaflokkinum verður løgd fram. Tað verða Anfinn Kallsberg, løgmað- ur og fomaður Fólkaflok- sins, sum saman við løg- tings- og landsstýrismann- ing floksins fara leggja skránna fram. Javnaðarflokkurin legði fyri við síni valskrá fyrradagin undir slag- orðinum »Fólkið fyrst«, har tey sosialu málini verða sett ovast á breddan, meðan sjálvstýrismálið kemur í aðru røð, hóast flokkurin leggur dent á at fáa málið loyst – helst í ár. Í dag fæst so at vita, hvussu Fólkaflokkurin rað- festir sjálvstýrismálið. Bjarni Djurholm hevur í fjølmiðlunum víst á ein samveldissáttmála, so okk- urt er sum bendir á, at sjónarmiðini hjá Javn- aðarflokkinum og Fólka- flokkinum líkjast. Javnaðarflokkurin legði týsdagin fram valskrá sína fyri fjølmiðlunum. Av tí at okkurt tekniskt mistak var í greinum í blaðnum í gjár, tríva vit aftur í málið POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Javnaðarflokkurin ætlar í valstríðnum at gera púra greitt fyri veljaranum, hvørji mál flokkurin undir øllum umstøðum fer at arbeiða við í eini komandi samgongu. Flokkurin legði í týsdagin fram valskránna, har flokkurin bindir seg til at gera ávísar íløgu, t. d. at útvega 160 dagrøktarpláss, at leingja barnsburðar- farloyvi úr hálvum upp í eitt ár – við løn, at økja fólkapensjónina munandi o. s. fr. Við Sosialin í gjár segði Jóannes Eidesgaarde, floksformaður, at hesi vallyfti fóru at føra til eina beinleiðis útreiðslu fyri landskassan upp á 194 milliónir krónur. Men við tað, at ein partur av hesum kemur innaftur sum skattur og onnur avgjøld, so verður nettoútreiðslan 116 milli- ónir krónur. – Hetta er lítið at rokna ímóti teirri øking, sum hendan samgongan hevur staðið fyri seinastu fýra árini, sigur Jóannes Eides- gaard, sum vísir á, at útreiðslurnar á fíggjar- lógini eru øktar við 950 milliónum farnu fýra árini. Sambært útrokningunum hjá Javnaðarflokkinum verða øktu útreiðslurnar býttar soleiðis komandi fýra árini í milliónum: (sí talvu) Endin vantaði… Eitt tekniskt mistak í blað- num í gjár gjørdi, at endin hvarv í trimum av grein- unum um valskránna hjá Javnaðarflokkinum, sum stóðu á síðu 16 og 17. Í greinini »Vallyfti fyri 116 mió« vantaði hettar brotið: »Javnaðarflokkurin ætlar eisini at styrkja samhalds- fasta arbeiðsmarknaðar- eftirlønargrunnin. Hetta førir sjálvandi til, at meira skal gjaldast í grunnin, og verður landssins partur sum arbeiðsgevari øktur við fimm milliónum um árið til 20 milliónir um fýra ár.« Í høvuðsgreinini á síðuni vantaði hetta brotið: »Flokkurin sigur, at øll skulu hava rætt til ar- beiðsmarknaðarútbúgving- ar. Í hesum sambandi vísti Hans Pauli Strøm, ting- maður, á tað neyðuga í, at skipað verður fyri útbúgv- ingarskeiðum fyri verka- fólki, fyri at gera tey betur før fyri at røkja tað arbeiði, tey fáast við. Á arbeiðsmarkanaðar- økinum leggur flokkurin eisini dent á eitt heilsugott arbeiðsumhvørvi.« Og í greinini »Samveld- issáttmálið millum Føroyar og Danmark« vantaði hetta brotið: »Tað ber væl til at gera eina politiska avtalu, sum greitt definerar hesi viður- skifti og fær altjóðar- ættarligt gildi. Hendan politiska avtala bindir so danskar stjórnir og donsk fólkating, so leingi avtalan er galdandi, segði Jóannes Eidesgaard.« 2002 2003 2004 2005 Røktarheim, íløgur 20 20 20 20 Røktarheim, rakstur 15 30 45 60 Alm. tænastur 1 1 1 1 Barnsburðarfarloyvi 15 30 45 60 Systkinaavsláttur 10 10 10 10 Búpláss fyri brekað 6 6 6 6 Døgnrøktarskipan 5 5 5 5 Samhaldsfasti 5 10 15 20 Fólkapensjón 0 5 10 10 Sjúkrahús – bíðilistar 2 2 2 2 Tilsamans brutto 79 119 159 194 Tilsamans netto 47 71 95 116 Veljarin skal ikki ivast Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins á tíðindafundinum týsdagin Mynd: Jens Kristian Vang Fólkaflokkurin til val við treysti, trygd og trivni Anfinn Kallsberg fer saman við ting- og landsstýrismonnum, at leggja valskrá Fólkafloksins fram fyri fjølmiðlunum í dag 3. a ynskti sær skúladjór, sum skuldu fáa eitt stykki at ganga á, sum tey síðani skuldu skiftast um at passa Í 7. a vildu tey hava kantinu, mikroovn, betri sangútgerð og annað. Tey vistu, hvat tey vildu hava Klaksvíkar Tónleikafelag: Sjey 00 - Á stovnandi aðal- fundinum hjá Tón- leikafelagnum skal navnið hjá felagnum millum annað góð- takast, sigur Gulli Johansen, formaður í tónleikafelagnum í Klaksvík TÓNLEIKUR Solby A. Eliasen Klaksvík, Sosialurin: - Uppskotið til navnið hjá Tónleikafelagnum er Sjey 00, verður úttalað sjey- hundrað sigur Gulli. - Vit hava gjørt enda- málsorðingina og reglu- gerðin er eisini gjørd, greiðir Gulli frá. Tað er nú umleið ein mánaði síðani Tónleika- felagið bleiv sett á stovn. Og avgerð er tikin um, at ein stovnandi aðalfundur skal verða. - Enn er dagfestingin tó ikki endaliga sett, tí ymisk viðurskifti skulu fáast í rættlag áðrenn. Millum annað hava vit ikki fingið eitt høli at hava fundin í, men tað kemur upp á pláss innan fyri ein av teimum komandi døgunum, sigur Gulli Johansen. Ætlanin er eisini, at tann fyrsta konsertin hjá Tón- leikafelagnum skal verða sama kvøldið, sum aðal- fundurin hevur verið. - Tað verða tveir bólkar úr Klaksvík, og so ætla vit at fáa í øllum førum ein afturat, sigur Gulli. Hann sigur eisini, at áhugin millum fólk fyri felagnum er stórur. - Fleiri hava spurt, hvussu tað gongur, og hvussu ein kann gerast limur, so tað er bara huga- ligt. Høli – ein trupulleiki Men sum við so nógvum øðrum í Klaksvík, er tann størsti trupulleikin at finna eitt hóskandi høli. - Vit royna at liggja framvið, sigur Gulli. - Men tað er ótrúliga torført. Vit høvdu eitt í hug- anum, sum frammanundan hýsir nøkrum Tónleika- bólkum, men tað hølið skal nú nýtast til Net- Kafé. Hølið, talan er um, er Isenkram, har sum millum annað Norðoya Heimavirki heldur til. Á heimasíðuni hjá Pop.fo var í gjár eitt uppskot um, at Tónleikafelagið kann fáa innivist í Studio Pegasus, men Gulli sigur, at tað kunnu tey ikki ganga út frá, tí at Pegasus hevur nógv virksemi, sum tey brúka sítt høli til. - Men vónandi kundi man fingið onkra hjálp frá Pegasus at finna eitt hóskandi høli til okkum, sigur Gulli. - Annars mugu vit bara royna at hava eygu og oyru opin, tá tað kemur til høli. Serliga um kommunan keypir okkurt, sigur Gulli Johansen, formaður í Tón- leikafelagnum at enda. Nevndin í Tónleika- felagnum hevur skipað seg soleiðis: Gulli Johansen formaður Leivur Vitalis næstformaður Ólavur Simonsen skrivari Jan Gardar kassameistari Hans Juul Nystrøm nevndarlimur Tiltakslimir eru: Louis Poulsen og Oddur Olsen. Leivur Vitalis, Ólavur Simonsen, Oddur Olsen, Louis Poulsen og Gulli Johansen. Á myndini vanta: Jan Gardar og Hans Juul Nystrøm Mikudagin var før- oyska yvirtøkan av skúlunum hátíðar- hildin kring alt land- ið. Eisini skúlarnir í Klaksvík høvdu okkurt serligt á skránni hendan dagin HÁTÍÐARHALD Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Bæði Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð høvdu skipað fyri fyrilestrum í samband við føroysku yvirtøkuna av fólkaskúl- unum. Skúlarnir høvdu heitt á Freydis Poulsen um at halda nakrar fyrilestrar um skúlaverkið í Norðoyggjum heilt frá byrjan av. Freydis hevur í fleiri ár starvast sum lærari á Skúl- anum við Ósánna, og har- afturat hevur hon stóran áhuga í søgu. Hon hevur fleiri ferðir áður hildið fyrilestrar ymsastaðni um mangt og hvat í Klaksvíkar søgu. Í fyrilestrinum greiddi hon millum annað frá søg- uni hjá skúlunum, sam- stundis sum hon eisini kom inn á umstøðurnar tá og nú. Freydis byrjaði tíðliga mikumorgunin við at halda ein fyrilestur fyri fram- haldsdeildini í Skúlanum við Ósánna, og seinni um morgunin hevði hon so eisini ein fyrilestur fyri framhaldsdeildini í Skúlan- um á Ziskatrøð. Heilt fitt av næmingum møttu upp til fyrilestrarnar, og í samband við há- tíðarhaldið fingu teir allir frí, tá fyrilesturin var lið- ugur. Hátíðarhald í Klaksvík Næmingarnir í Skúlanum á Ziskatrøð lurta eftir Freydis Freydis Poulsen helt ein fyrilestur um søguna hjá skúlunum frá byrjan av og til í dag C M Y K 9 8