Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 56 - 21. mars 2002 Nr. 56 - 21. mars 2002 13 Viðv. rækjuvinnuni Bjarni Petersen Nú politikkarar heilt burturvísa eina FAS skipan ella nakað líkn- andi, so vit kunnu verða kappingarførir, so verða vit noyddir at gera okk- urt annað, um vit skulu behalda tey bestu rækju- skipini. Grønlendingar og ca- nadiarar kunnu vit nokk ikki samanlíkna okkum við. Teir hava grunnar, sum geva meir enn dup- ult so nógv, sum teir, sum vit hava loyvi at fiska í. Tó hevur reiða- ríið har – kontrakt- messiga – yvir 10% meir eftir enn vit. Hetta kunnu teir loyva sær. Manningin forvinnur kortini meir, tí teir avreiða meir enn dupult so nógv sum vit. Aftrat hesum hava ca- nadiarar eina frítíðar- skipan, har tú fært dagpening frá statinum tá tú ert heima. Treytin er bert, at tú skal verða minimum 2 ella 3 mán- aðar vekk um árið. Hetta er beinleiðis ólógligt í Føroyum fyri fiskimenn, men í flakavinnuni á landi er onkur slík skip- an galdandi. So als ongin møgu- leiki er at eftirlíkna grønlendsku ella ca- nadisku ella fyri tann skuld russisku skipan- ina, tí fólkið hjá okkum far ov lítið, sum nú er. Har er als onki at taka. Reiðaríið far eisini alt ov lítið so har er heldur onki at fara eftir. Flemish Capp er al- tjóða øki, so tað er al- tjóða fyritreytir, so tað er russarir og eystarar, vit fyri ein stóran part kapp- ast ímóti. Ikki er neyð- ugt at koma inn á, hvat útreiðslurnar hjá teim- um reiðaríunum er í mun til okkara, har manningarlønin næstan ongin. Íslendingar hava flagga felstu rækjuskip síni inn til teir, fyri at yvirliva. Bert 2 ordiliga íslendsk skip eru eftir á Flemish Capp nú. Eitt árið vóru tey 38 stk. Tað, sum eg ætlaði at koma inn á, er norska skipanin. Um vit saman- líkna okkum við teir, so hava teir eina heilt aðra skipan enn okkara. Tað er í alt ov lítlan mun komi fram undir hesi diskutiónuni, sum verði hevur um rækjuvinnuna. Tað hevur bara verði sagt, at norðmenn klára seg, og annars onki um hví. Sambært Føroya Banka kann ein norskur rækjubátur, á stødd við okkara, forrenta 20 mill. meir enn ein føroyskur við sama fiskarí. Hví? Jú, tað er tí, at yvir- manningapartar teirra eru 1/2 av okkara ella minni. Haraftrat lønar tað seg hjá reiðaríinum at hava færri manns. Úrslitið er, at bæði manning og reiðarí hava meir at bíta. Ein norskur trolari hevur uml. 5 manns minni umborð enn ein føroyskur trolari. Teir hava also 5 partar eyka at bíta millum mann- ingina. Eisini reiðaríið hevur nógv meir eftir vegna minni yvirmann- ingapartar. Hetta ger so, at reiðaríið er meir áhuga í at effektivisera fabrikkina við auto- matikki. Haraftrat vísir tað seg, at teir í meðal fáa uml. 1–2 kr. meir fyri kg., so onki tíðir uppá, at teirra rækjur eru verri arbeiddar enn okk- ara orsaka av minni fólki. Men harafturímóti hava teir eina nógv einklari framleiðslu, kókað ofta bert eina stødd og rest blanda saman í eina stødd til rátt. Um vit gjørdu soleiðis so fingu vit enn minni prís, so hetta er sum fyrr í tíðini at normenn fingu nógv meir fyri teirra saltfisk hóast verri kvalitet. Nógv hevur verið grenja um, at føroyskir fiskimenn hava fingið 15% frádrag av lønini, men ein norskur fiski- maður betalir næstan ongan skatt. So spurningurin er um vit ikki skulu taka norsku skipanina upp, t.v.s. at hetta blívur ein spurningur ímillum reiðarafelagið og yvir- manningarfeløgini og fiskimannafelagið. Eg sigi ikki, at vit skulu kopiera teir, men tað man kunna finnast ein millumvegur. VIÐMERKINGAR Jónfinn Olsen Form. í UfM & valevni hjá Miðflokkinum í Suður- streymi Tit ungu, sum eru framtíð Føroya og ynskja at verða klár til at taka ábyrgd í samfelagi okkara, tit nema tykkum útbúgving á mið- námsskúlunum sum eina byrjan. Ikki kann sigast at uml. 3.300,00 kr. eru nógvir pengar at gjalda leigu, ljós, olju, bøkur, mat o. a. við. Mangan noyðast ungfólk, sum nema sær útbúgving á hesum skúlum her heima í Føroyum, at finna sær bæði 1 og 2 arbeiði fyri at vinna nakrar krónur at gjalda allar hesar útreiðslur, ið standast av at noyðast at flyta heimanifrá, fyri at útbúgva seg heima í egnum landi. Hettar hevur við sær, at minni tíð er til skúlating, strongd og ókoncentratión fylgja næminginum, úrsliti blívur minni innlit og verri karakterir. Hetta skuldi ikki verði neyðugt í Føroyum ár 2002. Lat okkum tí arbeiða fyri, at hesin blómandi ung- dómur fær meira tíð til at nema sær størri kunnleika í skúlanum, fyri at gerast klár at taka ábyrgd í sam- felagnum, ella at lesa víðari til hægri útbúgving og síð- ani at venda heim á klett- arnar aftur at tæna sam- felagi okkara. Hetta kundi verið gjørt við millum annað at HÆKKA STUDNINGIN á ein hvønn hátt. Stuðli MIÐFLOKKIN- UM til komandi LØG- TINGSVAL, fyri at kunna arbeiða víðari við hesum máli. MIÐFLOKKURIN tín rødd á Løgtingi. Miðflokkurin vil arbeiða fyri at verja og stuðla teimum ungu Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi ÍSF-forsetin metti tað sum størsta tilburð í ítróttasøgu okkara, at danski forsæt- isráðharrin onki hevði ímóti, at »det selvstændige folkesamfund« Føroyar søkti um limaskap í altjóða olympisku nevndini IOC. Ætlandi tók hann í ov- farakæti munnin í so fullan. Nú er hann bæði rísin og ófantaligur, tí altjóða olympiska nevndin hevur greitt frá, at bert sjálv- støðug lond, sum altjóða samfelagið hevur viður- kent, kunna fáa limaskap har. Brøkurnar hildu ikki longur til hetta øgiliga gleivið hjá ítróttaforsetan- um, og hann fór at rópa upp á sabotasju móti sær. Men tað hevur onki við sabotasju at gera, at eitt blað í Føroyum spyr seg fyri hjá altjóða olympisku nevndini um, hvørja støðu hon hevur til eina ætlaða føroyska umsókn. Tað er virkin og reiðiligur jour- nalistikkur. At forsetin so eisini fer eftir manninum, sum er førur fyri at tosa móður- málið hjá næstformannin- um í olympisku nevndini, sømir seg lítið einum, sum strembar eftir at umboða ta reinu og skæru olympisku hugsjónina. Hann kundi fyri tað verið farin í hernað móti danska ítróttasambandinum. Í tíð- indaskrivi seinasta miku- dag segði DIF, at »der er dog stadig et stykke vej, før Færøerne kan se landets eget flag veje ved legene«. »I IOC’s regler for optag- else af nye medlemslande er det nemlig klart under- streget, at der skal være tale om en »uafhængig stat, der er anerkendt af det inter- nationale samfund«.«. Hetta samsvarar upp á prikkin við tað, sum russ- iski varaformaðurin í IOC, Vitalij Smirnov, svaraði Ivani E. Moskalenko á Fregnum, tá hann legði spurningin fram fyri hann. Ongin ivi eru um, at olympiskur limaskapur verður eitt nýtt, vakurt og spennandi blað í føroyskari ítróttasøgu og fer at hava við sær avbjóðingar, sum vit hava brúk fyri. Men leikurin hesar sein- astu dagarnar hevur víst, at vit valla fáa høvi til at fylkjast undir olympiska loganum, fyrrenn Føroyar eru sjálvstøðugt land. Hitt olympiska neistarokið Neistarnir eru farnir at at fúka úr olympiska eldinum Jákup Lamhauge Valevni Sambandsflokksins Leingi er tað, íð væl skal verða sigur orðatakið, og mugu mong ásanna henda veruleika, nú løgmaður í síðstu løtu fekk tikið seg saman at útskriva val til løgtingið at fara fram 30. apríl. Sum polittiska gongdin hevur verið seinastu fýra árini - og ikki minst sein- astu mánaðirnar, so má tað undra mangan føroying, at løgmaður, sum annars í veljarakanningum er mett- ur sum besta boð sum løg- mansevni , ikki fyri langari tíð síðan hevur sæð ringa polittiska handalag sam- gongunar og hevur útskriv- að val til løgtingið. Einki var tí meira náttúr- ligt enn tað, at Sjónvarp Føroya beinan vegin kall- aði formenninar fyri fýra størstu flokkarnar til orða- skifti fyri at hoyra hvat dentur verður lagdur á, nú valstríðið av álvara er byrjað. Andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru greiðir í síni útmeldingum - nevniliga, at teir vildu leggja upp til ein nýggja byrjan í føroyskum poli- tikki við í fyrsta lagi at fáa betra um polittisku viður- skiftini við donsku stjørn- ina við víðkaðum avgerða- rætti innanfyri ríkisfelags- skapin og annars at fáa viðurskiftini millum bæði londini aftur á beint. Annars er at siga um støðu Sambandsflokksuns til Ríkisfelagsskapin, at hon eins og áður er púra greið - flokkurin vil gera alt fyri at Føroyar vera ver- andi í felagsskapinum, sum hevur verið til almikið gagn fyri samfelag okkara gjøg- num tíðirnar m.a. við at skapa eitt liviligt samfelag við trivna á flest øllum økj- m. Sambandsflokkurin fer tí aftaná valið, at leggja sera stóran dent á trivnaðarmál- ini - t.d. skúla-og ungdóms- mál, heilsu- og sjúkrahús- mál, eldraumsorgan - her- undir betran av heimahjálp- arøkinum og víðkan av eldra-og røktarbústøðum - málini sum fráfarandi sam- gonga hevur lagt á ís í øllum fullveldisrúsinum. Og hvat søgdu so sam- gonguumboðini? Tey sum sóu sjónvarps- sendingina nýtast ikki at vera í iva um ætlaninar hjá Tjóveldisflokkinum og Fólkaflokkinum - málið er tað sama sum seinastu fýra árin - yvirtøkur, fullveldi, ja loysing úr ríkisfelags- skapinum - umboðini fyri hesar báðar flokkar vóru samdir um eina samgongu eftir valið millum somu flokkar sum seinastu fýra árini - nevniliga millum Tjóveldisflokkin, Fólka- flokkin og Sjálvstýrisflokk- in. Nú var Sjálvstýrisflokk- urin ikki umboðaður í sjón- varpskjakinum - men hav- andi í huga luttøku hansara í fullveldis- og yvirtøku- politikkinum seinastu árini, har flokkurin við fullum huga hevur tikið undir við Tjóveldisflokk- inum, so nýtist ongum at var í iva um, at hann við fullum huga fer at taka undir við loysingarpoli- tikkinum. Hetta eiga velj- ararnir at gera sær greitt. Løgtingsval er útskrivað - Og hvat nú? VIÐMERKINGAR Nú skulu øll hava møguleika at fáa tak yvir høvdið Stuðul til bygging av leiguíbúðum og nýggj leigulóg Hendrik Thomsen Valevni Javnaðar- floksins Bústaðarneyðin, serliga í miðstaðarøkinum, gerst alsamt størri. Sum støðan er, verður grund- leggjandi tørvurin hjá fólki at hava tak yvir høvdið ótálmað avgjørd- ur av marknaðarkreft- unum, sum áseta leigu- prísirnar. Hetta góðtekur Javnaðarflokkurin ikki og fer tí at leggja til brots við einum aktivum almennum íbúðarpoli- tikki, ið ger tað áhuga- vert hjá kommunum, al- mennum felagsskapum, fakfeløgum, eftirlønar- grunnum,og ørðum, at byggja leiguíbúðir. Treytirnar til slíka bygging skulu verða, at leigarin kann leiga fyri ein sámuligan kostnað. Nýggja lógin skal tryggja leigaran móti at liva við ótta fyri at verða settur á gøtuna nær sum helst. Heðin Mortensen Forseti í Ítróttarsambandi Føroya At Fregnir royna at sáa split og sundurlyndi í eitt so stórt arbeiði, sum í so mong ár er lagt í at vinna Føroyum altjóða ítróttarliga viðurkenning, er alla átalu vert! Og at blanda politikk upp í málið, sum fyri okk- um øll hevur verið borið oman fyri allar politiskar hugsjónir og meiningar, er ófyrigeviligt! Í Fregnum fríggjadagin røkkur ein longri herferð hjá blaðnum tindunum. Hetta tykist hava verið ein miðvís herferð móti før- oysku royndunum í fleiri harrans ár at vinna Føroy- um olympiska viðurkenn- ing, samstundis sum alt verður gjørt fyri at grugga málið og blanda politikk uppí. Hetta er serstakliga harmiligt, tí síðani mið- skeiðis í 80-árunum hava mong fólk – uttan mun til politiska ella ríkisrættarliga sannføring – staðið saman sum ein maður í tí stóra arbeiði, ið er gjørt fyri at geva Føroyum ein olympiskan kjans. Tað stutta av tí langa er, at ein russari fyri blaðið ringir til russiska næst- formannin í altjóða olymp- isku nevndini, Vladimir Smirnov, og spyr hann um útlitini fyri, at Føroyar skulu fáa olympiska viður- kenning. Saman við greinini er m.a. mynd av hesum sama Smirnov saman við russiska forset- anum Vladimir Putin. Smirnov vildi verið meira enn vanliga djarvur, um hann svaraði "Da!", tá hann fekk spurningin. Sjálvandi svaraði hann "Njet!", tí hvussu skuldi hann annars vart seg yvir fyri t.d. Putin, tá hann við einum játtandi svari vildi sagt, at eisini Tjetjenia skuldi havt rætt til olymp- iska viðurkenning? Nei, svarið gevur seg sjálvt! Tað er, sum so mangan verður tikið til, at "sum tú spyrt, skalt tú vænta tær svar". Støðan hevði verið tann sama fyri fáum árum síðani, um tú spurdi táverandi olympiska forsetan Samaranch tað sama. Sjálvandi vildi spani- ólin ikki lova Føroyum upp í part, tí tað vildi verið tað sama sum at rætt Baskara- landinum eina hjálpandi hond! Blanda politikk uppí Í áravís hava Ítróttarsam- band Føroya og føroysk ítróttarfólk – uttan mun til politiska hugsjón – arbeitt fyri føroyskum sjálvræði á ítróttarøkinum. Fleiri hundrað túsund krónur eru brúktar við tí eina enda- málinum: At greiða lim- unum í altjóða olympisku nevndini og øðrum frá, hví Føroyar skulu samanberast við tey 13 ikki-fullveldini við olympiskum limaskapi, og ikki við baskar ella tjetjenar, ið ikki eru sjálv- støðugar ítróttartjóðir. Spell, um alt hetta arbeiði nú skal fara fyri skjeytið, bara tí politikkur kemur uppí. Tí tað er tað, Fregnir miðvíst hava roynt í eitt hálvt ár – kanska við einum vanlukkuligum úrsliti fyri tað longu nú gjørda ar- beiðið, og ikki minst fyri virkishugin hjá fleiri av teimum, ið hava lagt nógv fyri Føroyum til frama í hesum máli. Um hugsað verður um føroyskan ítrótt seinnu árini, so hevur stóra fyri- myndin hjá teimum flestu óivað verið fótbóltssam- bandið, ið vann sær altjóða viðurkenning og tí hevur verið við í altjóða kapp- ingum í yvir tíggju ár. Hetta er eitt livandi prógv um, hvat føroyskur ítróttur kann avrika – eisini í framtíðini! Skulu vit nú kanska taka Føroyar úr bæði UEFA og FIFA, tá vit tosa um fót- bólt? Tað má vera náttúr- liga avleiðingin, tá vit – sambært Fregnir og øll tey, ið vilja rumbla og grugga hetta málið – als ongan rætt hava at vera uppi í altjóða ítrótti, tí ríkisrættarliga støða okkara nú einaferð er, sum hon er! Sjálvandi fer einki før- oyskt ynski at koma um hetta, men tá nú idealini skulu setast í hásæti, so vildi tað verið tað einasta rætta! Alt annað er at snúlta og nassa upp á altjóða ítróttarsamfelagið, uttan at hava nakran sum helst rætt til at vera uppií! Óvitandi ítróttarleiðari Fyri at venda aftur til Smirnov, so má tað sigast at vera skelkandi, at ein so høgtstandandi ítróttarleið- ari ikki veit av, hvar Før- oyar eru. Vóru russar kanska ikki í Føroyum og spældu HM-fótbólt í fjør- summar? Og varð føroyska fótbóltslandsliðið kanska ikki sjónvarpað út í hvønn russiskan krók, tá tað var í Moskva og spældi? Eisini átti hann at vitað betur, tá talan er um, at ST- limaskapur skal vera nøkur treyt fyri altjóða olymp- iskari viðurkenning. Veit hann kanska ikki av, at Sveits – sum jú ikki er lim- ur í ST – fyri bara trimum vikum síðani vann trý gull, tvey silvur- og seks bronsu- heiðursmerki á olympisku vetrarleikunum í Salt Lake City? Ella fyri at gera tað uppaftur greiðari: Veit Vladimir Smirnov ikki av, at hann sum næstformaður í altjóða olympisku nevnd- ini eisini hevur ábyrgd av paralympisku leikunum, har Føroyar ferð eftir ferð hava vunnið heiðursmerki av øllum slagi og eru við á jøvnum føti við allar aðrar tjóðir? Sama, hvør ríkisrættar- liga støða okkara er, so er tað ein sannroynd, at nógv- ar av okkara ítróttargrein- um hava vunnið sær altjóða viðurkenning og luttøku, og tað kann sjálvt ikki Fregnir gera nakað við. Óneyðugt arbeiði fyri framman Hinvegin kann henda, at stórt óneyðugt arbeiði stendur fyri framman, so vit kunnu fáa uppbygt álit á Føroyar sum ítróttartjóð av nýggjum. Í staðin fyri at leggja sakina fram so posi- tivt sum møguligt, noyðast vit nú at sannføra ein mann, sum longu alment hevur sagt "Njet!" At Fregnir skulu skriva, at danska ítróttarsambandið "hevur staðfest", ella at statsministarin hevur "gjørt greitt", at fullveldi er ein fyritreyt, er snøgt sagt ófatiligt, tí Ítróttarsamband Føroya hevur fult sjálvræði, og tað hevur als ikki okkara áhuga, hvørjar løgfrøðiligar metingar danskarar gera sær. Okkara ráðgevar og okk- ara kenningar innan altjóða ítrótt siga greitt: "Ígjøgnum fullan sjálvstøðugan altjóða limaskap í ENGSO, FIFA, IPC, IHF og nógvum øðr- um altjóða ítróttarsam- gongum eru Føroyar við- urkendar sum land í ítróttarhøpi. ÍSF hevur eina aktiva framhaldandi um- sókn liggjandi frá fyrst í 80-árunum, og síðani tann dagin eru fleiri sambarlig lond tikin upp sum limir, og meira er ikki um tað!" Harafturat kemur, at altjóða olympiska nevndin longu fyri langari tíð síðani skrivliga hevur boðað frá, at viðtøkurnar hjá olymp- isku nevnd Føroya vóru góðkendar, og at einasta, ið restaði í, var føroyskur limaskapur í nóg nógvum altjóða sersambondum – og tað treytina lúka vit nú! Átalu vert og ófyrigeviligt! Nei, Fregnir vinna neyvan nakað heiðursmerki fyri sína herferð móti tvær- politisku – ella rættari: ópolitisku – føroysku royndunum at vinna Føroy- um altjóða viðurkenning í ítróttarhøpi. Og nú eg síggi, at onkur rósar blaðnum fyri at hava víst góðan blaðmannasið, so kann eg bara leggja aftr- at, at Fregnir frá byrjan og til nú hvørki hevur sett seg í samband við Ítróttarsam- band Føroya ella føroysku olympisku nevndina. Ikki ein spurningur er komin frá blaðnum, ið annars ikki sparir upp á telefonrokn- ingina, tá "tey røttu svørini" skulu umbiðjast úr øðrum londum! Alt byggir á gitingar og illgitingar, og endamálið er ikki at lýsa málið til fulnar, men bara at grugga tað og gera tað so ógreitt sum gjørligt. Tað er stórt spell, tí hetta hevur bara til enda- máls at fáa higartil framda føroyska arbeiðið fyri altjóða ítróttarviðurkenning av rætta sporinum. Hevur føroyski ítrótturin ikki betri uppiborið? At sáa split og sundur- lyndi í eitt so stórt arbeiði, sum í so mong ár er lagt í hetta mál, er alla átalu vert! Og at blanda politikk upp í málið, sum fyri okkum øll hevur verið borið oman fyri allar politiskar hugsjónir og meiningar, er ófyrigeviligt! Sjálvandi segði Smirnov ikki "Da!" Jenis av Rana Valevni Miðfloksins í Suðurstreymi Kynsligur ágangur móti børnum man teljast millum størstu brotsverk mannaættarinnar. Uttan úr heimi frættast tíðindir um enntá skipaðan ágang og vit øtast. Men tilburðir aftaná tilburð herheima geva ábending um, at støðan á hesum dapra øki tíverri neyvan er frægari hjá okkum. At veita offrunum, og tey tykjast vera mong, munagóða hjálp, er ikki hvørsmans føri. Kanska júst tí eru møguleikanir so avmarkaðir her á landi. Tó er felagsskapur og einstaklingar, ið virka á økinum, við beinleiðis hjálp og stuðli til menn- iskju, ið hava verið úti fyri slíkum ágangi, og við frálæru t.d. á skúl- um, við fyrilestrum, skeiðum og útbúgving av hjálparfólki. Fyri at veita teimum, sum virka á hesum økj- um, stuðul, fyri at eggja monnum og kvinnum, sum kenna seg leidd inn í slíkt hjálpararbeiði og fyri sum heild at vísa, at politiski myndugleikin metir høgt tað arbeiði, ið gjørt verður, heitti Mið- flokkurin á Løgtingið um at stuðla slíkum ar- beiði fíggjarliga. Skotið varð upp at seta á fíggjarlógina kr. 200.000 til felagsskapir og einstøk, ið virka innan økið at søkja játtan av, og hetta eydn- aðist. Hóast meiriluti í fíggjarnevndini ráddi frá, so samtykti stórur meiriluti av løgtings- monnum at veita hendan stuðul. Av sonnum ein fløvandi heilsan frá landsins kosnu monn- um, til nøkur av teimum, ið illa eru fyri- nú teir leggja frá sær. Játtanini er sum nevnt ætla felagsskapum og einstaklingum, ið virka á økinum, at søkja stuð- ul av. Ein lívsjáttandi heilsan frá løgtings- monnum á veg heim C M Y K 13 12