Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 56 - 21. mars 2002 BRAGDARHUGUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Viðmerkingarnar singla um oyruni á 27 ára gamla Johnny Joensen úr Vest- manna, nú tíðindini um at hann ætlar at seta føroyska flaggið á 8848 metra høga Mount Everest eru 24 tímar gomul. Tey flestu halda, at hetta er ein spennandi setn- ingur hann hevur sett sær, onnur halda hann vera heilt svakan. Men Johnny legur sektin á hvat fólk siga. Hann hevur sett sær fyri at fara á fjøll sum vilja nakað, hann vil annað enn hesar smápirrurnar í Norður- atlantshavi. Alt hetta liggur tó nakrar mánaðar frammi í tíðini og dagurin í dag snýr seg um nakað heilt annað hjá Johnny Joensen. Hann er staddur á Vestpack í Vest- manna og vit tosa við hann mikumorgun tann næst- seinasta í mars. Og í mor- gun snýr lívið hjá Johnny seg um innkeypsposar til Rúsuna. Tað er hann sum hagreiðir plasti, áðrenn tað fer út í høllina og har verð- ur lutað sundur í passaligar posar, sum kunnu hýsa glitrandi løgi, áðrenn sett verður á heima við hús. Og hendan morgunin ger hann eisini plast klárt til rusk- posar hjá KOB og sílaposar til Vestsalmon. – Eg havi verið djarvur síðan eg var lítil og mær dámar væl at ganga í bratt- lendi. Vit hava seyð gang- andi í Skorunum í Vest- mannabjørgunum og har er sanniliga bratt, eg eri vanur at ganga í brattlendi. Men rættiliga fjallaknintring havi eg ikki roynt enn. Eg havi verið á skíferiu í fronsku alpunum, tað er tað nærmasta eg eri komin ordiligum fjøllum, sigur Johnny Joensen. – Í morgun havi eg ikki hugsað um nógv annað, enn hvussu tað man kenn- ast at standa á heimsins hægsta fjalli. Fyrst 7129 metrar Mount Everest er ein køld majestætisk dama mitt í Himmalaya og niðan á hana fer ein ikki soleiðis uttan víðari, tí fer Johnny ein venjingartúr á eitt lægri fjall sum bara er 7129 metr- ar høgt. Hetta fjallið eitur Baruntse. – Baruntse er tekniskt eisini eitt torført fjall, so talan verður ikki um ein vanligan gongutúr. Vit skulu royna okkum í rættu- ligari fjallaklintring. Túrur- in byrjar 30. september í ár og ein máni er settur av til hann. Vit skulu klintra fleiri túsund metrar upp, so tað tekur tíð, sigur Johnny Hansen. – Munurin millum Baruntse og Mount Everest er luftin. Mount Everest er 1700 metrar hægri og tað telir nógv, tá tú er so nógv uppi. Eg havi ikki skilt, at Mount Everest er torførari at klintra enn Baruntse. Men eg skal fyrst klára Baruntse, áðrenn farið verður á Mount Everest og seinna ferðin verður ein heilt onnur ferð. Hon er dýrari og meira krevjandi við útgerð. Fyrra ferðin fer at kosta um 50.000 krónur og tá er útgerðin ikki tald við. Ferðin upp á Mount Everest fer at kosta oman- fyri 100.000 krónur. – Annars skal eg niður til Danmarkar áðrenn at vera saman við teimum, sum skulu luttaka á ferðini. Vit vera sjey, og eg vit ikki, um vit bara eru mannfólk, ella um onkur kvinna kemur við, sigur hann. Vandafull ferð Mount Everest er ein kørg dama og ikki øll koma livandi frá ferðini niðan á hana. Ofta brestur kavarok- stormur á og fjallakrintrarar liggja veðurfastir leingi. Vandi er fyri súrevnistroti og tá býður ikki bøn. Men hetta ræðir ikki Johnny. – Eg veit hetta er vanda- mikið, men tað er eisini sjálv avbjóðingin. Eg havi sett mær fyri at seta før- oyska flaggið á Mount Eve- rest, og eg ætli mær ikki at taka tað við aftur, hóast dálkingin frá burturkasti frá øllum fjallaklintrarunum er ein umhvørvistrupulleiki í Himmalaya. Tað er eisini vandamikið at ferðast í Nepal fyri tíðina, har eru ótrygg politisk viðurskiftir, men tað ræðir meg heldur ikki. Eg havi ongantíð verið bangin og eg vil royna hetta, sigur Johnny Joen- sen. Johnny Joensen er væl fyri likamliga. Hann er ítróttarmaður, spælir hond- bólt í løtuni og er nær við at gerast føroyameistari í hondbólti. Hann rør eisini kapp. – Eg havi ferðast nakað á Cypern, í Egyptalandi í Ísrael og á evropeiska meg- inlandinum, og tað er út- ferðarhugurin sum drívur verkið, nú eg eisini skal til Nepal, sigur hann. Føroysku fjøllini kunnu nýtast til tekniska venjing, men ikki til ísklatring. Tí føroyski ísurin er alt ov leysur. Vil seta føroyska flaggið á Mount Everest: Onkur sigur eg eri svakur Johnny Joensen avmyndaður nakað uppi á Sornfelli, tá tíðindini spurdust um hansara stóru ferð. Mynd Jens Kr. Vang Her er Baruntse, fjallið Johnny skal niðan á áðrenn hann fer á Mount Everest Nr. 56 • hósdagur • 21. mars 2002 • 76. árg. VW Polo 1,4 TDI 3 syl. diesel Motorurin 1.4 litur 3 syl. diesel 75 hk 0-100 km/t 13,6 sek. Oljunýtsla 21,7 -22,7 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 165/70-14 Stødd og vekt Longd 389,7 cm Breidd 165,0 cm Hædd 146,5 cm Eginvekt 1050 kg Viðførisrúm 270 / 1030 litrar Prísir Bensin, frá kr. 143.000,- Diesel, frá kr. 159.000,- Søluumboð Bilasølan v/ Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-188 Hoyvík tel. 315354 www.audi-vw.net Teir fyrstu VW Polo, av nýggjasta modell- inum, eru nú komnir til landið. Í stødd nærkast Polo nú VW Golf og er á leið somu stødd sum Golf II, ið kom á marknaðin í 1984, nú hann er longdur við 15 sentimetrum BILAR Magnus Gunnarsson Talan er um ein rúmligan bil, ið er bygdur yvir sama plattform sum Skoda Fabia. Koyrieginleikarnir eru sera góðir, og lítið hoyrist til motorin inni í bilinum. Innan minnir hann nógv um VW Golf, hvat viðvíkur instrumentborðinum og setrunum. Litirnir innan hóska til lakkeringina uttan. Elektrohydrauliska servostýring Allir útgávurnar hava elek- trohydrauliska servostýring sum standard. Fyrimunurin við hesi servostýring er at hon lagar seg til ferðina og hvussu bilurin er lastaður. Tað vil siga at lægri ferðin er og meira bilurin er last- aður, lættari verður stýring- in. Hægri ferðin er, og minni bilurin er lastaður, tyngri verður hann at stýra, soleiðis at bilførarin altíð hevur best møguliga føling við vegnum. Bremsurnar og fjaðraskipanin virka heilt optimalt. Trygdin Trygdin er eisini á høgum støði, sum t.d. ABS brems- ur við elektroniskum bremsukraftdeilara, elek- troniska stabilitetsskipan (ESP) sum hjálpur bilfør- aranum í kritiskum situa- tiónum, airbag framman og í síðunum. Bilurin er vorð- in 45 prosent sterkari við ein síðusamanstoyt. Sum nakað nýtt í hesum klass- anum kann rættið stillast bæði í hædd og út og inn. Við ein samanstoyt verða bensinpumpan, servo- pumpan og el-varmalikam automatiskt avbrotin, sam- stundis sum ljósið í kabin- uni verður tendrað og sen- trallásið verður læst upp, um tað er læst. 3 og 4 syl. motorar Motorskráin býður uppá bensin og dieselmotorar við 3 og 4 sylindarum. Fyri- munurin við 3 syl. motor- um er at teir eru lættari og hava minni friktión, við tí úrsliti at teir brúka minni brennievni. Bensinmotor- arnir fáast úr 55 til 101 hk og dieselmotorarnir úr 64 til 101 hk. Plus pakkin Sum nakað nýtt eru visk- ararnir gjørdir úr gummi, t.v.s. eisini tað sum visk- aragummiið er heft í. Hetta ger at viskararnir larma minni enn vanligt. Til allar útgávurnar fæst ein "Plus pakki" sum umfatar t.d. síðuspegl við hita, sentral- las, el-síðurútar framman, 3 nakkapútar aftan, koyri- teldu o.m.a. Eykakostnaður fyri Plus pakkan er 5.000 krónur. Bilurin kann síggj- ast og roynast á bilasøluni hjá Øssur Johannesen. Størri og rúmligari VW Polo Her er Lars Egemose, sølumaður hjá Bilasøluni v/ Øssur Johannesen, við nýggja VW Polo. Bilurin fæst í fleiri útgávum við 3 og 5 hurðum Tað at nýggi VW Polo er 15 cm longri enn forgangarin, gevur nógv betur pláss til tey ferðandi, bæði framman og aftan Innan er alt í besta VW stíli. Sum nakað nýtt í hesum klassanum kann rattið stillast bæði í hædd og út og inn C M Y K 17 16