Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 56 - 21. mars 2002 Nr. 56 - 21. mars 2002 21 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á Hvørt ár fara næmingar úr øllum fólkaskúlum kring landið í praktik. Nú var túrurin komin til 10. flokkarnar í Runavíkar komunu skúla. Summi vera í Runavík, onnur fara til Klaksvíkar. Hesi valdi Havnina Elsa Johannessen, praktikantur Malan Dahl Kastalag, 16 ár, fór á politistøðina: Hví valdi tú politistøð- ina? – Eg helt at tað ljóðaði spennandi, og tað kundi verða áhugavert at síggja hvussu politiðið arbeiðir. Hvussu dámar tær? – Heilt ótrúliga væl. Hvat gert tú meðan tú ert her? – Eg havi verið við polit- inum tá ið teir fara út, og eri saman við teimum tá ið teir hava vakt. Eisini havi eg verið saman við kriminal og narkopolitiðinum, á fútaskrivstovuni, har eg fari at gera mítt egna pass. Teir komandi dagarnar skal eg við í rættin og til hunda- venjingar. Hetta er bert nakað av tí eg geri. Hevur tú lært nakað? – Ja, sera nógv. Tað var als ikki sum eg hevði ímynda mær. Eg havi t.d. funnið út av at politiið er ein týdningarmikil partur av samfelagnum. Er tað nakað ið tú ætlar at arbeiða við í framtíðini? – Ikki sum politistur, men eg ætli mær at verða rætsmedisinari og barna- ella kvinnulækni. Àki Troest Hansen, 16 ár, fór á Brandstøðina: Hví valdi tú brandstøð- ina? – Tí eg helt tað var spennandi at fara har. Hvussu dámar tær? – Ordiliga væl. Hvat gert tú meðan tú ert har? – Eg eri við tá ið teir transpotera bilar og sovor- ið, men týsdagin í síðstu viku varð eldur í einum køki á Argjum, og tá var eg við teimum úti og sá hvussu tað gekk fyri seg. Hevur tú lært nakað? – Ja, rættiliga nógv, millum annað at læsa bilar upp og ordna brandpostar. Er tað nakað ið tú vilt arbeiða við seinni? – Ja, tað var planurin ar gera. Liljan Persson, 16 ár, fór í Hanus & Janus: Hví valdi tú Hanus & Janus? – Eg dámi væl at fjasast við klæðir. Hvussu dámar tær? – Stak væl, her er ordiliga deiligt at vera. Hvat gert tú meðan tú ert her? – Eg pakki vørur út, havi verið á torginum við út- søluvørum, hjálpt kundum og tikið fyri við kassan. Tann eina dagin bleiv eg spurd um eg vildi ganga mótaframsýning fyri ein av hinum handlinum. Tað verður so hósdagin, so eg eri rættiliga spent. Hevur tú lært nakað? – Ja, at brúka ein teldu- stýrdan kassa og at seta klæðir saman eftir litum. Er tað nakað ið tú vilt arbeiða við seinni? – Tað hevði eg sera væl tíma, men eg havi ongar bestemtar framtíðarætlanir. Hanus Rasmussen, 16 ár, fór í Team 85: Hví valdi tú Team 85? – Tað ljóðaði áhugavert at gera lýsingar. Hvussu dámar tær? – Tað er fínasta slag. Hvat gert tú meðan tú ert her? – Arbeiði við lýsingar, geri skeltir, etikettir, prenti á klæðir, seti lýsingar upp og geri sjónvarpslýsingar. Hevur tú lært nakað? Ja, eg havi lært at arbeiða við folium, tað er tað sum lýsingarnar verða gjørdar av. Er tað nakað ið tú vilt arbeiða við í framtíðini? – Ja, tað er nakað eg væl hevði tímað, av tí at tað ikki er so einsrættað sum so mong onnur størv eru. Runavíkingum dáma væl í Havn C M Y K 21 20