hósdagur 21. mars 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 56 - 21. mars 2002
Nr. 56 - 21. mars 2002
23
v/ Rigmor Dam
Arbeiðsfólk verða sjúk
av eitrandi royki, fáa ar-
beiðsskaðar og ov lítla
løn á verksmiðjunum hjá
skógvafyritøkunum Nike
og Adidas í Indonesia.
Hetta verður avdúkað í
frágreiðingini, We Are
Not Machines, sum al-
tjóða hjálparfelagsskap-
urin, Oxfam, hevur al-
mannakunngjørt í sam-
bandi við at felagsskap-
urin fyri aðru ferð innan
tvey ár hevur kannað ar-
beiðsviðurskiftini á verk-
smiðjunum. Hesaferð var
endamálið við kanning-
ini at kanna um viður-
skiftini
vóru
batnaði
síðan seinast. Men fram-
stigini eru ring at hóma,
hóast Nike sigur seg vera
á røttu kós við at bøta um
arbeiðsumstøður hjá ar-
beiðarunum. Haraftur-
ímóti góðtekur Adidas
ikki niðurstøðurnar hjá
frágreiðingini, men sigur
at lønirnar júst eru hækk-
aðar og at fyritøkan eggj-
ar fakfeløgunum at vera
meira sjónlig á verk-
smiðjunum.
Lívshættisligt arbeiði
hjá Nike og Adidas
BRÚKARATEIGUR
Vandin fyri hjarta- og
æðrasjúkum ger, at
børnini ikki skulu
drekka feita mjólk
Seinastu mongu árini hava
heilsumyndugleikarnir
sagt, at børn undir trý ár
skulu drekka feita mjólk
(søtmjólk). Nú siga somu
myndugleikar, at eitt til trý
ára gomlu børnini skulu
drekka hálvskúmaða mjólk.
Hetta stendur í frágreiðing-
ini »Børn, fedt og hjerte-
kar-sygdomme«, sum dan-
ska Føðsluráðið (Ernær-
ingsrådet) hevur gjørt.
Sambært formanninum í
Føðsluráðnum, Arne Ast-
rup, minkar vandin fyri at
fáa hjarta- og æðrasjúkur
seinni í lívinum, um børn
drekka minni feita mjólk.
Hann sigur, at longu í heilt
ungum
árum
verður
grundalagið fyri sjúkum
lagt, og tá ið børnini eru
komin í skúlaaldur, hevur
helmingurin av teimum
feittrípur í æðrunum.
Kortini nýtast foreldur
ikki at óttast feitu mjólkina.
Fyri tað fyrsta sigur frá-
greiðingin einki um, at feita
mjólkin
er
beinleiðis
heilsuskaðilig. Harumframt
skulu smábørnini enn hava
eins nógv feitt sum fyrr,
munurin er bert, at nú skulu
tey ikki hava ov nógv mett-
að feitt.
– Føðsluráðið metir ikki,
at visundarligt grundarlag
er fyri at broyta núverandi
tilmælini fyri hvussu nógv
feitt børn skulu hava. Kort-
ini vísir ráðið á, at nøgdin
av mettaðum feitti til smá-
børn eigur at vera ájavnt
við nøgdina til vaksin, sig-
ur Kim Fleischer Michael-
sen, professari dr.med. Han
er formaður í arbeiðsbólki-
num, sum hevur gjørt frá-
greiðingina “Børn, fedt og
hjerte-kar-sygdomme”.
Føðsluráðið hevur ikki
funnið nakran samanhang
millum hvussu nógv feitt
børnini eta og um tey verða
feit. Arne Astrup sigur tó,
at talið av feitum tvey til trý
ára gomlum er hækkað
seinastu árini.
Eingin vandi er fyri at
børninin verða ov rak, um
bara tey fáa meira enn 25
energifeittprosent
(E%).
Vandi kemur í um børn fáa
kost við skúmaðmjólk og
mosi ella greyt við ongum
feitti í. Tí verður enn til-
mælt, at koyra eina teskeið
av olju ella margarini í mat-
in hjá børnum yngri enn
eitt ár.
Frá barnið er eitt ár, eigur
tað at eta sama mat sum
familjan, og annars at
drekka ein hálvan litur av
hálvskúmaðari mjólk dag-
liga.
Kannað marknaðin,
áðrenn tú keypir
Um tú skalt gera eina
størri íløgu, so sum í
barnaútgerð ella hvítvør-
ur, ber til at leita í dátu-
grunninum hjá Forbrug-
erinformation, og vita
um onkur kanning er
gjørd av vøruni, sum tú
ætlar at keypa. Soleiðis
kanst tú læra at seta røttu
spurningarnar til seljar-
an, og fáa eina hóming av
marknaðinum sum heild.
Mangan fylgjast prísur,
góðska og umhvørvis-
fyrilit ikki, og tá er gott
at síggja, hvørjar saman-
beringar
eru
gjørdar
frammanundan. Ætlandi
skulu allir vørubólkar
verða umboðaðir í dátu-
grunninum, sum er at
finna á www.fi.dk
Fyrireikið stóru
íløgurnar
Hálvskúmað mjólk til smábørnini
Eisini hálvskúmað mjólk
til føroysk smábørn
Heilsusystur Bjørghild Djurhuus úr Havn sigur, at
heilsusystraskipanin í Føroyum vanliga fylgir tilmæl-
um, sum koma frá almennum donskum heilsustovn-
um.
Oftast ganga nakrir mánaðir áðrenn vit seta tilmæl-
ini í verk her hjá okkum, men vit fara heilt vist eisini
at tilmæla hálvskúmaða mjólk til børn millum eitt og
trý ár, meðan børn yngri enn eitt ár framhaldandi
skulu hava søtmjólk, sigur hon við brúkarateigin.
– Heilsusystraskipanin í Føroyum vanliga fylgir tilmælum, sum koma frá almennum donskum
heilsustovnum; sigur Bjørghild Djurhuus, heilsusystur í Havn
Tíðindaskriv
Nýrafelagið varð formliga
sett á stovn tann 11. apríl
1992, og fyllir sostatt 10 ár
í næsta mánaða. Felagið er
ein deild av Dansk Nyre-
forening. Hetta ger, at lim-
irnir fáa tilfar sendandi,
sum danska felagið gevur
út. Harumframt fáa umboð
fyri Nýrafelagið høvi til at
luttaka á fundum hjá dan-
ska felagnum. Eisini fáa
nýrasjúk tilboð um frítíðar-
møguleikar bæði í Dan-
mark og aðrastaðni, har
møguleiki er at fáa dialysu-
viðgerð.
Fyrsta takið hjá felagnum
var at fáa dialysumaskinur
til Føroya, soleiðis at teir
sjúklingar, sum høvdu fyri
neyðini at fáa hæmodia-
lysuviðgerð, kundu búgva í
Føroyum. Í dag eru 4 dia-
lysumaskinur í brúki í Før-
oyum, t.v.s. at við núver-
andi manning kunnu í
mesta lagi 8 sjúklingar vera
í hesari viðgerð. 7 tílíkir
sjúklingar eru í Føroyum í
løtuni. Um fleiri enn ein
sjúklingur kemur afturat,
sum hevur tørv á hæmodia-
lysuviðgerð, verður neyð-
ugt at útbúgva fleiri dia-
lysusjúkrasystrar. Tað er
komið fyri, at talið av dia-
lysusjúklingum hevur verið
størri enn orkan á Lands-
sjúkrahúsinum hevur klár-
að. Hetta hevur ført við sær,
at føroyingar, sum eru
noyddir at fara til Dan-
markar at byrja slíka við-
gerð, ikki hava kunna fing-
ið boð um nær teir kunnu,
ella um teir í heila tikið
kunnu sleppa heim aftur og
fáa dialysuviðgerð í Føroy-
um. Tað tekur umleið somu
tíð at umskúla eina dialysu-
sjúkrasystur sum tað tekur
at gera ein nýrasjúkling
kláran til at kunna fáa dia-
lysuviðgerð. Í nýggja bygn-
inginum hjá Landssjúkra-
húsinum, er ein dialysu-
stova, har pláss verður fyri
4 maskinum. Inntil í fjør
vóru 3 maskinur í brúki.
Harumframt eru 4 sjúkling-
ar, sum fáa posadialysu Tað
eru fleiri føroyingar, sum
seinastu árini hava fingið
nýratransplantatión.
Eingin nýralækni er í
Føroyum í dag. Tað eru
yvirlæknar á medisinsku
deildini á Landssjúkrahúsi-
num, ið taka sær av nýra-
sjúklingum. Avtala er mill-
um Landssjúkrahúsið og
Ríkissjúkrahúsið um kon-
sulenttænastu, t.v.s. at ein
serlækni
í
nýrasjúkum
kemur til Føroya 4 ferðir
um árið at kanna sjúkling-
arnar.
Nýrafelagið hevði aðal-
fund tann 9. februar, har
nevndin bleiv vald. Odny
Thomsen varð afturvald til
formann,
Karin
Elisa
Niclasen til kassameistara
og Tummas Pauli Thomsen
til skrivara. Hinir nevndar-
limirnir eru Bergfinn Joen-
sen og Hallbjørg Hansen,
sum er nývald. Katrin Sel-
foss, sum var skrivari bar
seg undan afturvali. Eyka-
limir eru Heini Joensen og
Elias Bergsson, sum er ný-
valdur.
Tann 21. mars byrjar ár-
liga
lutaseðlasølan
hjá
felagnum. Føroyska felagið
fær 40% av inntøkuni fyri
seldu seðlarnar í Føroyum.
Hetta er ein týðandi inn-
tøkukelda hjá felagnum, og
vóna vit tí at føroyingar
aftur í ár fara at taka væl
undir við hesum.
Lóg um heiladeyðskri-
teriið varð lýst í Føroyum í
fjør, men enn hevur Al-
manna og Heilsumálastýrið
einki gjørt við upplýsingar-
herferð ella líknandi, eins
og gjørt hevur verið í øðr-
um londum. Lógin hevur
við sær at føroyingar nú av
álvara kunnu vera við til at
bjóða seg fram til at vera
organdonorar. Nýrafelagið
hevur av sínum eintingum
skaffa nakrar danskar fald-
arar við organtestamenti,
sum eru lagdir út á apotek-
ini, men vónar at fáa hjálp
frá Almanna- og Heilsu-
málastýrinum til at fáa
hendan ella eina føroyska
útgávu senda í hvørt hús í
landinum, so øll kunnu
kunna seg um innihaldið og
taka støðu til organtrans-
plantatión.
Nýrafelagið ætlar seinni í
ár at skipa fyri kunnandi
fundi um heiladeyðskriteri-
ið. Nær hesin verður, er
ikki heilt avgjørt enn.
Felagið heldur, at tað hevur
týdning at kunna fólk um
hetta, nú tað eru fleiri og
fleiri føroyingar, ið hava
fingið
transplantatión,
meðan tað eru onnur, sum
bíða.
Tað kostar 150 kr. um ár-
ið at vera limur í Nýra-
felagnum, og harvið eisini
at fáa blaðið Nyrenyt send-
andi, sum kemur seks ferðir
um árið. Áhugað kunnu
tekna seg sum lim við at
ringja til formannin í felag-
num, tlf. 315928, E-mail:
thomsen1@post.olivant.fo,
ella onkran av nevndarlim-
unum.
Nýrafelagið í Føroyum 10 ár
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Ikki longur
niður
Amerikanski tjóðbank-
in hevur boðað frá, at
talan verður ikki um
fleiri rentulækkingar, tí
tað verður ikki hildið
neyðugt, soleiðis sum
gongdin í amerikanska
búskapinum hevur lag-
að seg. Í fjør lækkaði
amerikanska
rentan
heilar ellivu ferðir.
Sambært tjóðbank-
anum
vóru
ameri-
kansku prísirnir 1,1
prosent hægri í januar í
ár enn í januar í fjør, og
hóast munurin er lítil,
halda serfrøðingar hetta
vera eina ábending um,
at tjóðbankin helst fer
at hækka rentuna eitt
vet í næstum. Sum er er
amerikanska
rentan
1,75
prosent,
men
serfrøðingar siga tað
ikki vera óhugsandi, at
hon kanska verður um
trý prosent við árslok.
Málið við hækkingini
verður at forða fyri, at
ov nógv ferð kemur á
búskapin. Hinvegin er
hugsandi, at bankin fer
at bíða við at steðga
gongdini, tí enn er
óvist, hvussu kríggið
ímóti altjóða yvirgangi
fer at ávirka brúkarar-
nar
og
ikki
minst
íleggjararnar.
Svenski ríkisbankin
hækkaði týsdagin rent-
una 0,25 prosentstig, so
hon nú er 4,0 prosent.
Hækkingin kom ikki
óvæntað,
tí
herfyri
ávaraði
ríkisbankin
ímóti veksandi infla-
sjón.
Svenska rentan hevur
verið óbroytt síðani 17.
september í fjør. Tá
lækkaði
amerikanski
tjóðbankin sína rentu
aftan á yvirgangsat-
sóknirnar eina viku
frammanundan, og tá
gjørdi svenski ríkis-
bankin tað sama og
setti rentuna 0,5 pro-
sentstig niður.
Eitt tað
størsta
Almenna norska felag-
ið Cermaq verður nú
lagt saman við stóru
alifyritøkuni Fjord Sea-
food.
Nýggja felagið verð-
ur eitt tað størsta í
heiminum innan ali-
vinnuna og fer at hava
ein umsetning upp á
smáar 10 mia. krónur.
Úr Norðurlondum:
SV fram
um Ap
Ein nýggj veljarakann-
ing í Noregi vísir, at
Sosialistiski Vinstra-
flokkurin nú er størri
enn Arbeiðaraflokkurin
og sostatt størsti flokk-
ur á vinstravonginum í
norskum
politikki.
Kanningin gevur SV
18,8 prosent av atkvøð-
unum ella 4,2 prosent-
stig meiri enn tann
seinasta kanningin. Ar-
beiðaraflokkurin hevur
hinvegin 2,3 prosent-
stig í afturgongd og fær
nú 17,3 prosent av at-
kvøðunum.
Næstformaðurin í SV,
Øystein Djupedal, sig-
ur, at hóast talan er um
eina kanning og ikki
eitt val, væntar hann, at
SV eisini hevur ein
møguleika at fáa eitt
betri valúrslit enn Ar-
beiðaraflokkurin næstu
ferð.
Hjá teimum trimum
stjórnarflokkunum
gongur tað sambært
kanningini eftir hæli.
Størsti flokkurin í sam-
gonguni, Høgri, fær 3,1
prosentstig
í
aftur-
gongd og fær nú 20,3
prosent av atkvøðun-
um. Kristiligi Fólka-
flokkurin
hjá
Kjell
Magne Bondevik, for-
sætisráðharra fær 9,6
prosent, sum er tvey
prosentstig minni enn í
seinastu kanning.
Framburðsflokkurin
er
størsti
politiski
flokkurin
í
Noregi.
Kanningin gevur flokk-
inum 2,8 prosentstig í
framgongd, soleiðis at í
dag eru 24,5 prosent av
norsku veljarunum til
reiðar at atkvøða fyri
Framburðsflokkinum.
Við hesum úrslitinum
hevði flokkurin fingið
42 stórtingslimir ímóti
teimum 25, sum hann
nú hevur.
Stór
kanning
Í einum felags evro-
peiskum løgreglutiltaki
vórðu 1500 danskir
lastbilar steðgaðir og
kannaðir nú um dag-
arnar. Í 70 førum vísti
tað seg, at førararnir
høvdu ikki hildið regl-
urnar um hvíld, og í 50
førum var meiri í last-
ini, enn bilarnir høvdu
loyvi at hava. Trettan
førarar
koyrdu
ov
skjótt.
Ein fyribilskanning
hjá týsku hernaðar-
myndugleikunum
vísir, at ein av týsku
hermonnunum gjørdi
eitt mistak, tá hann
saman við øðrum
týskum og donskum
hermonnum skuldi
oyðileggja eina gamla
russiska rakett í
Afghanistan. Van-
lukkan kostaði fimm
hermonnum lívið
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Spreingivanlukkan í af-
ghanska
høvuðsstaðnum
Kabul tann 6. mars, sum
kostaði trimum donskum
og tveimum týskum her-
monnum lívið, stóðst av
einum mistaki hjá einum av
teimum týsku hermonn-
unum. Tað upplýsti stats-
advokaturin í týska býnum
Potsdam í gjár.
Vanlukkan
hendi,
tá
danskir og týskir hermenn
vóru í ferð við at oyðileggja
nakrar gamlar russiskar
rakettir av slagnum SA-3,
og ein kanningarnevnd við
donskum og týskum um-
boðum hevur júst verið á
vanlukkustaðnum og kann-
að umstøðurnar.
Donsku hernaðarmynd-
ugleikarnir vilja ikki gera
nakrar beinleiðis viðmerk-
ingar til tað, sum statsadvo-
katurin í Potsdam hevur
sagt, men ein talsmaður hjá
donsku herleiðsluni segði í
gjár, at statsadvokaturin
hevði fingið upplýsingar
frá teimum týsku umboð-
unum í kanningarnevndini.
Átta danskir hermenn
fingu skaða av spreinging-
ini, og serfrøðingar á økin-
um hava síðani undrast á,
hví so nógvir hermenn vóru
hjá rakettini, sum skuldi
oyðileggjast.
Ein
týsk
sjónvarpsstøð vildi í síðstu
viku vera við, at teir týsku
hermenninir høvdu boðið
sær til at vísa sínum donsku
feløgum, hvussu tær gomlu
russisku rakettirnar vóru
settar saman, og hvussu tær
kundu takast sundur. Týsk-
ararnir hildu seg hava betri
kunnleika, tí teir høvdu sæð
tær russisku rakettirnar í
gamla Eysturtýsklandi.
Danska herleiðslan segði
týsdagin, at hon fer at bíða
við teirri endaligu frágreið-
ingini,
til
dansk-týska
kanningarnevndin er liðug
við arbeiði sítt.
Amerikanski varafor-
setin, Dick Cheney,
var ikki meiri enn
farin úr Ísrael, tá ein
palestinskur sjálv-
morðsbumbumaður
drap fimm ísraels-
menn
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Minst seks fólk doyðu, og
umleið 30 vórðu særd, tá
ein
palestinskur
sjálv-
m o r ð s b u m b u m a ð u r
sprongdi seg í luftina inni í
einum bussi norðan fyri Tel
Aviv gjáramorgunin.
Fólk, sum sóu tilburðin,
greiddu ísraelska útvarpin-
um frá, at spreingingin var
ógvuliga hørð. Tey søgdu,
at maðurin var mitt í
bussinum, tá hann lat
bumbuna ganga av. Buss-
urin var á veg úr Tel Aviv til
býin Afula, sum er longur
norðuri, og tey flestu fólk-
ini í bussinum vóru ísraels-
menn, sum vóru á veg til
arbeiðis.
Tilburðurin, sum var
beint við ta sokallaðu
"grønu linjuna", sum skilir
Ísrael og Vestara Áarbakka,
hendi dagin eftir, at ameri-
kanski varaforsetin, Dick
Cheney, var farin úr Ísrael,
har hann hevði tosað við
politisku leiðararnar um
møguleikarnar fyri friði.
Tilburðurin var tó ikki
tann fyrsti aftan á ameri-
kansku vitjanina, tí longu
týskvøldið skutu ísraelskir
hermenn tveir palestinar,
sum høvdu søkt at einari
ísraelskari bygd á Vestara
Áarbakka.
Ísraelska stjórnin endu-
rtók í gjár, at palestinski
leiðarin, Yasser Arafat, ger
ikki nóg mikið fyri at forða
álopum á ísraelsmenn.
Mistak var helst orsøk til vanlukku
Aftur ein sjálvmorðsbumba
í Ísrael
Daglig sjón í Ísrael. Her eru tað ein pápi og ein bróður, sum syrgja ein falnan ísraelskan hermann
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
23
22