Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 21. mars 2002 25 Hóast apríl mánaður enn ikki er komin, so mundi redaktiónin í Sjónvarpinum kenna seg senda apríl, tá tey fingu skeivt nummar og harvið sendu eina veruliga dunnu MISSKILJING Jákup Mørk Danir rópa tað fyri »en and«, tá ein søga, sum kortini ikki er, kemur út í fjølmiðlarnar, og í so máta var tað ein vælvaksin jóla- dunna, sum kom á skíggjan hjá SvF týskvøldið. Vitandi um at Fótbólts- sambandið týsdagin sat á fundi, har venjaraspurn- ingurin hjá landsliðnum var millum evnini á skránni, gjørdi Sjónvarpið eina roynd at verða fyrsti miðil- in, sum kom við søguni. Søgan - Vit høvdu eins og so nógv onnur hoyrt leysasøgur um, at nýggi maðurin í starv- inum skuldi verða Benny Johansen. Frá fleiri álítandi keldum frættu vit, at hald var í slatrinum, og týsdagin settu vit okkum so fyri at fáa fatur í manninum. Soleiðis byrjar tíðinda- leiðarin í SvF, Øssur Winth- ereig, tá vit seint týskvøldið fingu orðið á hann, fyri at fáa eina frágreiðing uppá, hví tíðindini vórðu borin, sum tey vórðu. Ikki minst, tá FSF-bossurin, Dánjal Andreasen, endurgav Benny Johansen fyri at siga, at hann í hvussu so er ikki hevði tosað við før- oyska sjónvarpið. Óvitandi um, at Benny Johansen ikki longur er búsitandi í Silkeborg, hevði SvF fingið fatur í telefon- nummarinum hjá einum Benny Johansen, sum er búsitandi í Silkeborg, og her gerst søgan veruliga stuttlig – ella syrgilig. - Sæð í bakspeglinum, so má søgan sigast at vera ótrúliga komisk, men eg kann lova fyri, at tað var alt annað enn stuttligt, meðan alt gekk fyri seg, sigur Øssur. - Eg rokni við, at hesin Benny Johansen í Silke- borg ígjøgnum ár og dag er uppringdur eitt ótal av ferðum, har fjølmiðlafólk av alskyns slag hava spurt hann um hansara hugsan um ymsar fótbóltsspurn- ingar. Tí ger hann ikki mætari enn at spæla við, nú føroyska sjónvarpið ringir, og tá vit hava tosað við hann eina løtu, staðfestir hann, at hann skal gerast nýggjur landsliðsvenjari. - Hóast hesa staðfesting, so vóru vit enn ikki heilt vísir. Vit bíðaðu sum longst, eftir at FSF-fund- urin skuldi enda, men vit máttu bara staðfesta, at tað ikki bar til at fáa boðini um hetta fyri evstamark hjá okkum. Tískil ringdu vit eina ferð niður, og tá hesin Benny Johansen enn einaferð staðfesti, at hann skuldi gerast føroyskur landsliðsvenjari, og enntá sigur, at hann kemur til Føroya hósdagin, so valdu vit at koyra søguna, stað- festir tíðindaleiðarin. Alt fall saman Eftir tíðindasending og Globus kom Sjónvarpið sum kunnugt við eykasend- ing, har Dánjal Andreasen avsannaði, at Benny Johan- sen var settur í venjara- sessin. - Vit royndu sjálvandi av øllum alvi at greiða fløkjuna. Fyrst hildu vit kanska, at vit vórðu gjørdir til partar í einum spæli, sum vit ikki rættiliga skiltu, men spakuliga komu so allir brikkarnir í pusli- spælinum upp á pláss. - Nú havi eg so ringt niður til tann veruliga Benny Johansen og givið honum einum treytaleysa umbering frá okkara síðu, og hóast hann kanska kundi havt orsøk til tað, so tóktist hann á ongan hátt at vera illur um hetta. - At Útvarpið so júst hendan dagin vitjaði Sjón- varpið fyri at fáa tilfar til “góðan morgun Føroyar”, ger so bara søguna enn stuttligari, og mikumorg- unin fari eg so niðan at greiða frá, hvat tað var, sum veruliga hendi, so hetta verður ordiliga meiggjað út sigur Øssur Winthereig at enda. Hesa søguna kundu lurt- ararnir hjá morgunsend- ingini hjá Útvarpinum so lurta eftir í gjáramorgunin, og hóast tað einki hevur við teir báðar fjaðrarnar og tær fimm hønurnar hjá H.C. Andesen sála at gera, so var tað um ikki annað søgan um, hvussu ein páskadunna av teimum heilt stóru varð til í SvF. FSF formaðurin sigur seg einki skilja av, at Dagur og vika týs- kvøldið segði seg hava váttan frá Benny Johansen um, at hann varð settur í lands- liðsvenjara starvið LANDSLIÐSVENJARIN Jóannes Hansen Týskvøldið visti Dagur og vika fyrst at siga, at Benny Johansen var settur í starv sum føroyskur landsliðs- venjari. Sjónvarpið segði seg hava tíðindini frá venjaranum sjálvum, og hann gleddi seg at koma til Føroya longu í dag. Seinni í sendingini hevði Dagur og vika samband við Dánial Andreasen, FSF formann, sum ikki segði seg kenna til, at Benny Johansen hevði fingið boð um, at hann var settur í starv hjá Fótbóltssambandinum. Einki var at siga til, at fótbóltsáhugaðu føroying- arnir undraðust, og at tað millum fólk kendist sum um støðan í FSF var tur- bolent. Men FSF bossurin Dánial Andreasen var púra avkláraður, tá vit fingu orðið á hann týskvøldið: – Eg havi í kvøld tosað við Benny Johansen. Tað var mín lutur at ringja til hansara og boða honum frá avgerðini, sum var tikin á nevndarfundinum í FSF. Benny Johansen var spent- ur uppá at fara undir nýggju uppgávuna, men hann var greiður yvir, at eingin sáttmáli var undirskrivaður. Sjálvandi harmaðist hann um, at samstarvið nú ikki bleiv til nakað, men hann segði seg skilja støðuna hjá okkum. Hví hevur hann so í Degi og viku sagt, at hann longu hósdagin skuldi til Før- oyar? – Eg segði honum, at før- oyska sjónvarpið týskvøld- ið hevði endurgivið hann fyri at hava sagt millum annað, at hann fór til Før- oya hósdagin, og at hann nú skuldi læra føroyingar orduliga at spæla fótbólt. Benny Johansen skilti einki av hesum. Hann segði seg ongantíð hava tosað við Sjónvarp Føroya. Frágreið- ingina um hasa sjónvarps- søguna mugu tit fáa onkra aðra staðni enn frá Fót- bóltssambandinum, var viðmerkingin hjá Dániali Andreasen týskvøldið. Benny Johansen er væl kendur í donskum fót- bólti. Hann var í síni tíð ein vandamikil álops- spælari. Hann umboðaði B1903 í Keypmanna- havn. Hetta var síðst í seksti og fyrst í sjeyti árunum. Millum liðfe- lagarnar var Christian Andersen, sum síðani hevur verið venjari í m. a. AB og FCK, og sum nú er venjari í Farum. Ein annar liðfelagi var Allan Michelsen, sum hevur verið venjari í fleiri donskum feløgum. Eftir at hann gavst at spæla fótbólt hevur Benny Johansen verið venjari hjá fleiri feløg- um. Hann var venjari hjá B1903, og tá hetta fe- lagið legði besta liðið saman við KB, og fe- lagsliðið varð nevnt FCK, var Benny Johan- sen fyrsti venjarin. Tað hilnaðist sera væl, tí FCK vann DM við Benny Johansen sum venjara. Seinni var Benny Jo- hansen í fleiri ár venjari í Silkeborg. Har hiln- aðist tað eisini væl, men so gekk minni væl. Síðsta heyst hevði soltna úrtøkan hjá Silkeborg við sær, at Benny Jo- hansen fekk sekkin. Hann hevur ikki verið venjari síðani tá. Síðst í januar kom hann í samband við Fótbólts- sambandið. Tað hevur síðani verið upp á tal, at danski venjarin skuldi í fulltíðarstarv sum venj- ari hjá føroyska lands- liðnum. Týskvøldið varð tað greitt, at Benny Jo- hansen verður ikki fulltíðarsettur venjari hjá FSF. Benny hevur ikki tosað við SvF Fakta um Benny Johansen Klokkureint sjálvmál - Sæð í bakspeglinum, so má søgan sigast at vera ótrúliga komisk, men eg kann lova fyri, at tað var alt annað enn stuttligt, meðan alt gekk fyri seg, sigur Øssur Winthereig um søguna, sum varð av ongum Mynd: Jens Kr. Vang 25 Heidi Andreasen av Eiði er komin í fínt selskab. Hon skal kappast ímóti fýra øðrum ítróttarfólkum um at gerast ársins ítróttarfólk í heim- inum við breki. 16 ára gamli svimjarin sigur, at hon enn ikki hevur fatað, at júst hon er vald út, og at hon skal luttaka á gallakvøldi í Monaco við kendastu ítróttarstjørnunum í heiminum ÁRSINS ÍTRÓTTARFÓLK Stefan í Skorini Heidi Andreasen hevur ikki gjørt nógv við svimjingina seinastu tíðina, tí hon hevur havt ymsar skaðar at drag- ast við. Tó er hon ikki gloymd á altjóða ítróttar- pallinum. Hon er nevniliga millum tey fimm inn- stillaðu til at gerast Worls Sportsperson Of The Year With A Disability hjá Laureus World Sports Awards. Aðrir bólkar eru eisini, og hetta er eitt stórhending innan ítróttin, har nøkur av teimum kendastu ítróttar- fólkunum í heiminum eru við, so sum Micheal Schu- macher, Micheal Jordan, Jennifer Capriati, Steven Gerrard og Ian Thorpe. – Eg dugi ikki at fata tað ordiliga enn, at eg skal vera á palli við so kendum stjørnum, og eg eri ótrúliga spent, sigur lítillætna Heidi Andreasen. Heidi sjálv og tey nærm- astu fingu boðini fyri nøkrum vikum síðani, men hetta hevur verið eitt loynd- armál inntil nú. Eiðisgentan fekk bræv frá Laureus felagsskapinum, meðan hon var á sjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Venjarin við Av tí at Heidi er so ung á aldri, hevur hon fingið møguleika at bjóða einum persóni við til Monaco. Katrin Johansen, sum er venjari hjá Heidi, skal vera í fylgi við henni, tá tær fara til fyrstadømi við Miðal- havið. – Katrin Johansen hevur ein part av æruni fyri tey góðu úrslitini, og hon er eisini ógvuliga errin av mær. Tí havi eg biðið hana komið við mær til Monaco, sigur Heidi. Orsøkin til at Heidi hevur fingið hendan heiður eru góðu úrslitini í EM-kapp- ingini í Stokkholm í fjør summar. Tá fekk hon fýra gull- merki og eitt bronsumerki. Harumframt setti hon eitt heimsmet og eitt evropeiskt met. Heidi var eisini við á OL-leikunum í Sydney á sumri í 2000 saman við Ester Gaard Hansen. Tá fekk Heidi trý silvurmerki og eitt bronsumerki. Síðani hevur hon tikið seg nógv fram, og í evropa- meistaraskapinum í Svøríki gjørdi hon veruliga bart. Eftir hesi úrslitini hava tey ovastu innan ítrótt fyri brekað fingið eygað á ser- stakliga evnaríku Heidi Andreasen av Eiði, og nú kann sigast, er hon komin á ovastu rók. Darvað av skaðum Seinastu tíðina hevur Heidi Andreasen verið illa darvað av skaðum. Hon hevur vøddaskaða í báðum aksl- unum, tí at ávísir vøddar í akslunum eru vorðnir ov sterkir í mun til aðrar. Hetta hevur givið henni trupul- leikar. Hon hevur eisini fingið tvær skurðviðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn fyri stutt- um, og vinstra beinið er í gipsi í løtuni. Hon er tó við at koma fyri seg aftur og væntar, at hon kann fara undir venj- ingarnar aftur í apríl, men hon leggur dent á, at tað verður frá grundini, tí hon hevur ikki vant í langa tíð. Tey kendastu Millum gestirnar í Monaco verða nøkur av kendastu ítróttarfólkum í heiminum. Harumframt eru films- stjørnur og fotomodell eisini boðin við. Millum ítróttarfólkini, sum eru innstillað í teimum ymsu bólkunum, kunnu nevnast Formel 1 koyrarin Micheal Schumacher, kurvabóltsleikarin Micheal Jordan, tennisleikarin Gor- an Ivanisevic, fótbólts- splælarin Steven Gerrard, svimjararnir Ian Thorpe og Inge de Bruijn, tennisleik- ararnir Jennifer Capriati og Venus Williams og sjálv- andi Heidi Andreasen. Har- umframt er týska stór- felagið Bayern München eisini við í kappingini um at fáa heiður. Eisini eru filmsstjørnur sum Sylvester Stallone og Micheal Douglas og Naomi Campbell, ið er fotomodel, boðin við. – Eg hugsi eisini nógv um, hvussu eg skal vera ílatin til hetta høvi, sigur Heidi flennandi. Hon fekk í sambandi við innbjóð- ingina tvey videobond, sum vístu undanfarnu kapping- arnar. Enn hevur Heidi neyvan skrivað takkarrøðuna, sum hon skal halda, um hon vinnur, men hóast hon ikki verður kosin ársins ítróttar- fólk í Monaco í mei mán- aði, er hetta eitt megnar avrik, sum ikki eigur sín líka í føroyskari ítróttar- søgu. Nr. 56 • hósdagur • 21. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo VB hevur gallakvøld HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Í sambandi við at hondbóltskappingin endar komandi vikuskiftið, fer VB at skipa fyri galla- veitslu fyri øllum teimum, ið hava luttikið á ymiskan hátt í hondbóltinum í 1. deild hjá kvinnum og monnum. Veitslan verður mikudagin 27. mars í VB-húsin- um, har felagið bjóðar til borðhald við góðari mat- skrá og undirhald við sangi. Hilmar Jan og Robert skipa fyri. Undir borðhaldinum verður ársins leikari hjá monnum og kvinnum eisini kosnir. Eftir borðhaldið spælir bólkurin Skák til dans og út ímóti morgni verður morgunmatur. Smyril fer av Havnini mikudagin klokkan 12. Heimsins besta Heidi Heidi Andreasen er innstillað at gerast ársins ítróttarfólk við breki. Hon skal í hesum sambandi til Monaco, har tiltakið fer fram Við sær til Monaco hevur Heidi Andreasen venjaran hjá sær, Kartin Johansen, í miðjuni. Til vinstru stendur Ester Gaard Hansen C M Y K 24