Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 56 - 21. mars 2002 SPONSORSÁTTMÁLI Jákup Mørk Mánakvøldið skrivaðu Shell og TB undir nýggjan sponsorsáttmála, sum inni- ber, at høvuðsstuðulin hjá TB tey bæði komandi árini framhaldandi verður Shell. Tá avtalan varð undir- skrivað, førdi nýggi for- maðurin hjá TB, Sofus Laðanberg, fram, at týdn- ingurin av hesi avtaluni var sera stórur fyri TB. Ikki minst legði formað- urin dent á, hvussu trupult tað ofta er hjá uppflytar- unum at standa seg í fyrstu deild, og at tað tí er týdn- ingarmikið at vera til reiðar at taka ímóti hesi avbjóð- ing. Og Sofus Laðanberg heldur eisini, at bæði fe- lagið og leikararnir eru so væl fyrireikaði, sum til ber. Venjingarnar byrjaðu um miðjan januar, og umframt hópin í fjør, so hevur fe- lagið styrkt seg nakað til árið. Avtala er gjørd við tveir nýggjar jugoslaviskar leikarar, harav annar hevur spælt í fyrstu deild, og av føroyskum leikarum eru porkeringurin, Olivur Abrahamsen, og hvalb- ingurin, Allan Michelsen, komnir til felagið, so hóast felagið eisini hevur mist nakað av fólki, so tykist hópurin at vera hampuliga væl fyri. Umframt at tað hevur týdning fyri TB, so meta tey í Shell sjálvandi, at tey eisini fáa nakað burtur úr einum slíkum samstarvi. Erling í Liða, marknaðar- leiðari, hjá Shell, leggur eisini dent á, at teir eru væl nøgdir um samstarvið við TB. - Nú hava vit í nøkur ár verið stuðul hjá TB, og tí er tað ikki annað enn náttúr- ligt at halda fram, nú teir eru komnir í fyrstu deild. Ikki minst tí at liðið tá í nógv størri mun er í fokus, sæð í mun til at spæla í aðru deild. - Tað tykist eisini sum um teir royna at gera eitt gott arbeiði í fyrireikinginum til árið, og eins og tvørámenn eru vit sjálvandi sera spent- ir um, hvussu komandi kappingarárið fer at hilnast, sigur Erling í Liða at enda. Nevndin í FSF metir tað ikki at vera fíggjarliga ráðiligt at seta Benny Johansen í fulltíðar venjarastarv LANDSLIÐSVENJARIN Jóannes Hansen Á fundinum týsdagin fellur avgerðin um landsliðsvenj- aran. Tað segði Dánial Andreasen, formaður í FSF, í blaðnum týsdagin. Vit dittaðu okkum at taka til, at nú fór venjarin at verða egg ella ungi. Nýggja nevndin í Fótbóltssambandinum hevði fund týsdagin. Eingin venjari varð settur, og um vit halda okkum til mynd- ina frá týsdagsblaðnum, so er staðfestingin, at venjarin gjørdist ikki ungi, men heldur eitt egg. Og tá vit hugsa um árstíðina, so kunnu vit kanska leggja afturat, at hann gjørdist eitt páskaregg! Dánial Andreasen, for- maður í Fótbóltssamband- inum, sigur seg vera fegnan um, at teir komu til eina niðurstøðu, men samstund- is harmast hann um, at tað í hesum umfarinum ikki bar til at gera samstarvsavtalu við mannin, sum teir síðani síðst í januar hava samráðst við: – Tað er nú alment kent, at vit hava tosað við danska venjaran Benny Johansen. Talan er um ein dámligan mann, sum hevur nógvar royndir, stórt innlit og holla vitan um fótbólt – eisini á altjóða støði. Honum skulu vit bera alt gott. Men á fundinum týsdagin komu vit til ta niðurstøðu, at vit hava ikki fíggjarliga orku at seta ein venjara í full- tíðarstarv. Vit hava sam- ráðst við Benny Johansen um fulltíðar samstarv, men nú er tað greitt, at tað verður ikki til nakað nú. Orka ikki hægri lønarstøði Á nevndarfundinum týs- dagin viðgjørdi nevndin í Fótbóltssambandinum fíggjarætlanina fyri 2002. Longu undan fundinum var tað greitt, at talan eisini í ár fer at vera um eitt hall. Formaðurin og nevndin vilja avmarka hallið so nógv, sum tað ber til, og tað er høvuðsorsøkin til, at Benny Johansen ikki verður settur í fulltíðar- starv: – Um vit í hesum árinum fara at hava sama hall, sum vit høvdu í fjør (1,5 milli- ónir krónur), so er púrasta einki eftir. Vit eru samdir um, at vit skulu varðveita yngru landsliðini, og so mugu vit spara aðra staðni. Um vit høvdu sett ein venjara í fulltíðarstarv, so hevði tað borið við sær, at hann hevði havt fingið meiri í løn, enn vit higartil hava rindað fyri venjaran. Tað er ikki torført at ímynda sær, at hetta hevði havt aðrar øktar lønarút- reiðslur við sær. Hvat hugsar tú um? – At tað hevði verið lættari hjá øðrum venjarum og kanska eisini hjá spæl- arunum at grundgivið fyri, at teir skuldu havt meiri í sín part. Vit hava í hvussu so er vent hesum møguleik- anum og ásanna, at vit hava ikki fíggjarliga orku til hetta. Tí tóku vit ta av- gerðina, sum vit eru komnir til. At vit fara at royna at rætta uppá raksturin fer at síggjast aftur alla staðni. Tað verður alneyðugt at venda hvørjari krónu, áðrenn vit brúka hana, sigur Dánial Andreasen Parttíðar venjari Dánial Andreasen vil ikki afturvísa, at Benny Johan- sen kortini verður venjari hjá føroyska landsliðnum: – Á fundinum týsdagin varð samtykt, at vit skulu seta ein venjara eftir umleið somu treytum, sum Allan Simonsen hevði. Tað vil siga, at hann verður í parttíðarstarvi hjá okkum. Hann skal ikki búgva í Føroyum, men vit ætla í samráðingum at fáa upp á pláss, at hann skal vera í Føroyum, tá tað verður brúk fyri tí. Um Benny Johansen verður áhugaður í einari sovornari loysn, so er hann avgjørt eitt møguligt evni, men tað hava vit ikki tosað um enn. Nær verður nýggi venj- arin settur? – Sum eg segði við Sosialin týsdagin, so hava vit havt fleiri fyrispurn- ingar um venjarastarvið. Vit standa ikki á berum. Men higartil hava vit bara havt samráðingar við ein venjara. Nú fara vit at tosa við aðrar venjarar, sum vit hava havt samband við. Nær verður venjarin settur? – Nú hava vit ikki tað trýstið á okkum, sum eg hesa seinastu tíðina havi kent, at vit høvdu, tí vit skuldu gera av, um vit skuldu seta Benny Johan- sen í fulltíðarstarv ella ikki. Tú skalt minnast til, at hetta málið var klárt at taka støðu til undan aðalfundinum. Síðani hevur nýggja nevnd- in hugsað seg um, og nú er avgerðin tikin. Nú fara vit at brúka ta tíðina, sum skal til, men eg vóni ikki, at tað fara at ganga fleiri mánaðir, áðrenn tað verður greitt, hvør fer at hava ábyrgdina av landsliðnum í komandi EM undankappingini. TB og Shell longt samstarvið Sofus Laðanberg fyri TB og Tummas Thomsen fyri Shell skrivaðu mánakvøldið undir nýggja sponsoravtalu millum partarnar. Aftan fyri síggjast tríggir av leikarunum hjá TB í búnunum, sum TB fer at hava komandi ár Mynd: Leivur Nygaard Venjarin gjørdist páskaregg At vit fara at royna at rætta uppá raksturin fer at síggjast aftur alla staðni. Tað verður alneyðugt at venda hvørjari krónu, áðrenn vit brúka hana, sigur Dánial Andreasen C M Y K 26 Nr. 56 - 21. mars 2002 27 Bilar til sølu Opel Combo, árg. 97, km. 49.000. Ein VW-Transportari, 2400 D, árg. 91, km 199.000. Tlf. 211531 ella 213331 Jónas Broncksgøta 15 Tlf. 310 · 600 Nýggja ella brúkta bilin keypa vit sjálvandi frá: Verkh Verkhúsisið St Stíggjur ggjur Heiðavegur í Saltangará (vardur verkstaður) Páskasøla, kaffisøla og tombola verður á Verkhúsinum Stíggjur í Saltangará fríggjadagin frá kl. 14.00 - 18.00 Nógv vakurt, heimagjørt páskaprýði o.a. er at fáa Tarvalortakapping hjá 9.a í Venjingarskúlanum sum skuldi vera 9.mars 23. mars kl. 10.00 20 tonsari »MB Syðraberg« til sølu Veiðiloyvi 80 dagar á landgrunninum, 30 dagar á Føroya Banka og 50 tons íslandskvota. Boð undir 1,1 millión ongan áhuga. Tlf. 361753 ella 287753 Maður søkist Vit sóknast eftir einum tilkomnum manni. Viðkomandi skal vera arbeiðssamur, fyrikomandi og handigur. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, men tó eingin treyt. Sp/f Eikin Postboks 2203 • 165 Argir Skráseting Føroya hevur í dag móttikið fusiónsætlan samsv. § 134 a í P/F- lógini: A. Navn: P/F Kongshavnar Útgerðarfelag (P/F-nr. 2050), 625 Glyvrar. Og B. Navn: P/F Borgarfelli (P/F-nr. 1037), 625 Glyvrar. Og C. Navn: Sp/f Slættafelli (Sp/f-nr. 1074), 625 Glyvrar. Harumframt hava vit móttikið váttan frá metingarmanninum samsv. § 134 c, stk. 4 í P/F-lógini. Skráseting Føroya tann 19. mars 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 905, P/F Thomas Dam Ítróttur, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Kathe Dam, Lumringsbrovej 9, DK-2670 Hundige. Innkomin í nevndina: Heidi Viberg Dam, Heiðagøta 5, 160 Argir. Skráseting Føroya tann 19. mars 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 162, P/F Vestmanna Timburhandil, 350 Vestmanna. Nevnd: Farin úr nevndini: Simon Peter Hansen, 350 Vestmanna (formaður) og Jacob Olaus Hansen, 350 Vestmanna. Innkomin í nevndina: Regin Joensen, Argjaboðagøta 32A, 160 Argir (formaður) og Óli Meinertsson Hansen, Millum Gilja 49, 188 Hoyvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jacob Olaus Hansen, 350 Vestmanna. Innkomin sum stjóri: Óli Meinertsson Hansen, Millum Gilja 49, 188 Hoyvík. Skráseting Føroya tann 19. mars 2002 Kristin Balle _____________________ Stillads Forskalling Sosialurin - 311820 Er ætlan at keypa ella leiga: • Forskalling og tilhoyr • Forskallingsolja & sproytur, klams, konus, avstandsrør v.m. • Facadestillads • Trygdarrækverk • Aluminium rullustillads • Arbeiðsplatformar Leverandørurin til Føroysk byggivirkir í 28 ár Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008 27