Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 57 - 22. mars 2002 Nr. 57 - 22. mars 2002 3 Allan Simonsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, hittast á ferðavinnustevnuni ITB í Berlin. Teir kennast væl frá fótbóltinum og mongum ferðum kring í Europa og hav eisini sama føðingardag. Føroyska ferðavinnan væntar sær nógv av fótbóltsdystunum millum Føroyar og Týskland. Í hesum sambandi var Allan Simonsen trekk- plástur á ferðavinnu- stevnu í Berlin her- fyri. Hann er kendur har, og spældi hann fyri München Glad- bach, tá hann í 1977 varð kosin ársins fót- bóltsleikari í Evropa FERÐAVINNA Eirikur Lindenskov Týskarar eru farnir sýna Føroyum stóran áhuga, síðani Føroyar og Týskland komu í sama bólk í europe- isku fótbóltskappingini. Føroyingar hava í mong ár havt sín egna bás á stóru týsku ferðavinnustevnuni ITB í Berlin. Í ár høvdu At- lantic Airways, Smyril Line og Ferðaráð Føroya bjóðað Allan Simonsen við sum »trekkplástur«. Allan er væl kendur í Týsklandi, har hann spældi fyri München- Gladbach í mong ár – eisini í 1977, tá hann varð kosin besti leikari í Evropa. Førosyka ferðavinnan sigur frá stórum áhuga í Týsklandi, og á stevnuni í Týsklandi er lagt upp til, at Føroyar skulu seta týska marknaðin í fokus komandi tvey árini. Ætlanir eru frammi um at skipa fyri blaðmannavitjanum í Før- oyum, víðka samstarv við týskar ferðavinnufyritøkur, seta í verk serlig tiltøk (road show) í Týsklandi saman við íslendingum og grønlendingum í heyst o.s..fr. – Vit fáa ongantíð aftur slíkan møguleika at gera vart við Føroyar í Týsk- landi, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. – Vit hava skyldu til at gera sum best burturúr hes- um høvinum at gera vart við Føroyar – og vit hava longu sett fleiri tiltøk í gongd sigur hann. Magni Arge sigur, at tey í Atlantic Airways eru errin um teirra støðu sum høvuðsstuðul hjá fótbólts- landsliðnum, tí landsliðið hevur veruliga sett Føroyar á heimskortið. Tað stendur sína roynd í Týsklandi í dag, har fólk í ferðavinnuni rokna við, at um 50 milli- ónir týskarar fáa kunnleika til Føroyar umvegis fótbólt- in, meðan tey í dag bert eru fá, ið hava kunnleika til lítla landið í Norðuratlants- havið. Men gongur tað sum ferðavinnan í Føroyum ynskir, so síggja vit hópin av týskarum í Føroyum komandi árini, sigur Magni Arge. Norðoya Sjálvstýrisfelag er liðugt við listan til løg- tingsvalið 30. apríl. List- in sær soleiðis út: Fótbólturin ger Føroyar kendar í Týsklandi Sjálvstýrislistin í Norðoyggjum liðugur Frida Christiansen, arbeiðskvinna, Klaksvík Gullborg Christiansen, handilskvinna Norðdepil Eyðun Eltør, landsstýrismaður, Klaksvík Jan Gardar, deildarleiðari, Klaksvík Karl Heri Joensen, býráðslimur, Klaksvík Jon Leivsgarð, skipsførari, Klaksvík Petur Martin Solmunde, portørur, Klaksvík Føroyska umboðanin á ferðavinnustevnuni ITB í Berlin: Frá vinstru: Annika Andreasen, Smyril Line, Kent L. Christensen, Atlantic Air- ways, Ann Mari Vang, Smyril Line, Allan Simonsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, Urd Johannesen, Ferðaráð Føroya og Magni Arge, Atlantic Airways. team85 Far bara ... Vit ansa telefonini TÆNASTAN Boðtænastan er ein ókeypis telefonsvarari, sum allir GSM-felagar hjá FøroyaTele kunnu brúka Soleiðis fært tú tín telefonsvarara settan til: ring ókeypis til 80 80 80 ella vitja eina av Telebúðunum So kunnu øll leggja boð inn á tín persónliga telefonsvarara, hóast telefonin hjá tær er sløkt, ikki kann røkkast ella um tú bara vilt hava frið eina løtu. C M Y K 3 2 SVARTKJAFTUR Deildarleiðarin í Fiskebåt- redernes Forbund, Paul- Gustav Remøy sigur, at pá- standirnir um, at Noreg nú er einasta tjóðin, sum legg- ur trýst á svartkjaftaveiðu- na, er ein roynd í at fáa fjøl- miðlarnar at vakna. Remøy sigur, at tað er ein sannroynd, at Noreg hevur minkað um kvoturnar frá í fjør til í ár við umleið 100.000 tonsum. Bara í EU er minkingin frá 190.000 tons til 120.000 tons, sigur deildarleiðarin. Paul-Gust- av Remoy heldur, at Noreg nú vegna treiskleika situr eftir við svartaperi í sam- bandi við svartkjaftaveiðu- na, meðan veruleikin um, hvør fiskar mest er ein heilt annar. Í blaðnum stendur eisini, at føroysku myndugleikar- nir hava enn ikki sagt, hvussu nógv skal fiskast undir Føroyum í ár. Men henda kvotan verður fram- haldandi 360.000 tons. -ib Svartkjafturin: Noreg fær svartaper Í grein í Intrafish stendur at lesa, at Fiskebåtredernes Forbund í Noreg illneitast inn á treiskir íslendingar og føroyingar, ið siga, at Noreg skal minka um svartkjaftaveiðuna í ár. Óhoyrt! Páskatilboð www.bilfridkan.fo 4% føst renta Fígging av brúktum bili hjá