Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 57 - 22. mars 2002 Nr. 57 - 22. mars 2002 5 Magnus Heinason ger í løtuni fyrra part av árligu yvirlitstroling- unum. Seinna helvtin verður gjørd einaferð í august. Veiðan, hann fær, verður avreidd og gongur inn í rakst- urin av skipinum FISKIRANNSÓKNIR Edvard Joensen Sørvági: Magnus Heinason legði einar 600 kassar upp í Sørvági í vikuni. Hetta er fiskur, sum fingin er í yvirlitstrolingunum, sum skipið álriga ger fyri Fiski- rannsóknarstovuna. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á fiskirannsóknar- stovuni, greiðir frá, at teir gera tvær slíkar ferðir árliga. Eina nú um várið, og so eina aftur í august. Á hesum túrunum verður farið eftir føstum rutum. Um várið hava teir 100 trolstøðir um allan grunnin, meðan teir um heystið royna tað dupulta. 200 trolstøðir. Hjalti í Jákupsstovu greiðir frá, at teir seinastu 20 árini hava brúkt sama slag av troli og roynt á júst somu økjum hvørja ferð fyri á tann hátt at fáa eina so neyva mynd, sum gjør- ligt, av støðuni. Veiðan varð hesaferð løgd upp í Sørvági. Tað var meira ella minni tilvildar- ligt, sigur stjórin á Fiski- rannsóknarstovuni. Vártrolingin er ikki liðug enn, sigur hann. Einar 10- 12 støðir mangla enn, og hann kann einki siga um úrlsitið av kanningunum, fyrr enn liðugt er, og alt er samanborið. Tá hesar yvirlitstroling- arnar eru lidnar, fer Magn- us Heinason i Vágahavið at merkja tosk, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Tað, sum Magnus Heina- son fær undir hesum roynd- unum, verður avreitt sum allur annar fiskur á markn- aðinum. Inntøkan fer til raksturin av skipinum, sum soleiðis fíggjar ein part av virkseminum sjálvt. Hinvegin plagar mann- ingin at fáa part, tá gjørdar verða royndir á eitt nú djúpum vatni, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni. Tann, sum áhugaður er í kanningunum hjá Fiski- rannsóknarstovuni kann fara inn á heimasíðuni hjá stovninum, sum eitur: www.frs.fo, og haðani leita seg fram til tað, sum stendur undir fiskirann- sóknum. Magnus Heinason yvirlitstrolar Magnus Heinason landaði part av veiðuni frá yvirlitstrolingunum á Sørvági fyrr í vikuni Mynd: Edvard Joensen Mikudagin eftir middagsleitið datt ein 46 ára gamal maður í Fuglafirði oman og doyði. Maðurin var bóndi í Fuglafirði og var á veg norður í Halgadal at hyggja eftir seyðinum VANLUKKA Stefan í Skorini 46 ára gamli Jógvan Z. Joensen, sum var bóndi í Fuglafirði, doyði mikudag- in í syndarligari vanlukku. Hann var saman við syst- ur síni á veg norður í Halgadal at hyggja til seyð- in og gera okkurt arbeiði í seyðahúsinum. Tá tey bæði koma til Norðaru Gjógv, sum er ein hálvan tíma til gongu frá bygdini, er bóndin áhaldsin og dettur niður í gjónna. Fallið var einar 30 metrar, og hann er eftir øllum at døma deyður í fallinum. Hetta upplýsir løgreglu- støðin í Runavík fyri Sosi- alinum. Sera illgongt var á hesum staðnum, tí tjúkkur og harð- ur kavi lá við gjónna. Júst tá maðurin er komin yvir um ánna, beint omamvert gjónna, missir hann fóta- festið og glíður niður í gjónna. Annars var gott gangandi eftir rásini, inntil tey komu til gjónna. Bónd- in hevði høgt sær eina rás tvørturum ánna við fjall- stavinum Um tað mundið vóru tveir bátar útfyri gjónni. Kvinnan rópar á hesar bát- arnar og biður um hjálp. Annar báturin fer út á eina leið, har telefonsambandið var frægari og ringdi eftir hjálp. Hin báturin, sum var ein alibátur úr Oyndarfirði, sigldi inn móti landi og setti tveir ungar mans í land. Teir fóru fyrst niðan til kvinnuna og síðani niður í gjónna eftir manninum. Tá vóru fleiri fólk komin til hjálpar. Teir báðir menninir fylgdu síðani kvinnuni aftur til bygdina. Tyrlan kom síðani eftir manninum, og hann varð fluttur á sjúkrahúsið í Havn. Hildið verður tó, at maðurin doyði á staðnum. Ætlanin var, at Jógvan og systirin skuldu við báti norður í Halgadal, men bát- urin fekk okkurt um skrúv- una og mátti tí venda aftur. Tey bæði vórðu síðani sett í land og skuldu ganga rest- ina av teininum. Tey komu tó ongantíð so langt. Mað- urin var ógiftur. Bóndi datt oman og doyði 46 ára gamli Jógvan Z. Joensen var á veg burtur í haga norður í Halgadal, tá hann var áhaldsin og datt í eina gjógv. Tað var her á leiðini, at vanlukkan hendi Mynd: Øssur Mohr Danski mentamála- ráðharrin hevur givið boð um, at Forn- minnissavnið í Føroyum kann fáa nakrar savnsgripir, sum hava verið í Danmark, aftur til Føroya. M.a. einasti skattur, sum nakran- tíð er funnin í Før- oyum, verður nú latin Fornminnissavninum FORNGRIPIR Stefan í Skorini Stutt fyri jól í fjør hevði Nevndin fyri danska-før- oyska Savnssamstarvinum sín seinastu fund, har hon legði seinastu hond á eina tilráðing til danska menta- málaráðharran, Brian Mik- kelsen. Nevndin vísti í hesi tilráðingini á, hvørjir forn- gripir, hon metti, skulu aftur til Føroya. Danski mentamálaráð- harrin hevur góðkent hesa tilráðing og givið danska Nationalmuseet boð um at lata Føroya Fornminnis- savni teir forngripir, sum nevndin mælir til. Forngripirnir, sum talan er um, eru gjøgnum tíðirnar sendir Oldnordisk Museum, Nationalmuseet, Den Kongelige Mønt- og Medaillesamling, Dansk Folkemuseum og Frilands- museet. – Sum grundarlag undir tilráðingini hevur nevndin mett um, hvar hvør einstak- ur savnslutur kann hugsast at hava størst virði sum heimildartilfar fyri gransk- ing og upplýsing, sigur Fornminnissavnið í tíðinda- skrivi. Hetta eru gripir, sum hava stóran týdning í før- oyskari søgu, eisini per- sónssøgu, og sum nú verða latnir Føroya Fornminnis- savnið. Somuleiðis gripir, sum Føroya Fornminnis- savn frammanundan ikki hevði makan til. Tó vera savnslutir, sum hava alstóran savnssøgu- ligan týdning fyri National- museet, verandi har. Eisini hevur nevndin í tilráðingini tikið hædd fyri, at Natio- nalmuseet framvegis á full- góðan hátt kann lýsa føroyska mentan. Teir savnslutir, sum nú verða sendir til Føroya, verða sýndir fram á Natio- nalmuseet. Framsýningin letur upp fyri almenning- inum frá 23. mars til 9. juni. Ætlanin er at hava framsýningina á Fornminn- issavninum fyri Ólavsøku, tá formliga handanin fer fram. Skattur av Sandi Einasti veruligi skattur, sum nakrantíð er funnin í Føroyum, verður nú aftur at síggja í Føroyum. Hann varð funnin í kirkjugarðin- um á Sandi, og sýslumað- urin Mads Andreas Winther sendi skattin til Danmarkar, og í dag liggur hann á Møntsamlingen. Skatturin er eini túsund ára gamal. Nevndin mælir til, at hesin skatturin verður latin Forn- minnissavninum. Fleiri aðrir áhugaverdir gripir verða aftur at síggja í Føroyum, og teir verða sýndir fram fyri Ólavsøku. Ígjøgnum tíðirnar hava embætisfólk, amtmenn, læknar, bøndur og onnur latið donskum søvnum nógvar forngripir. Í hesum sambandi er avtala gjørd um, at Føroyar kunnu fáa ein part av hesum lutum aftur. Forngripir aftur til Føroya C M Y K 5 4 PÁ PÁ P SKATILBO ÁSKATILBO Á Ð !! Hallo.fo Tilboðini eru bert galdandi til 04.04.02 (ella so leingi vøran er á goymslu) 3310 3330 - - kr. 1295,- kr. 1495,- www.hallo.fo …..far inn á www.hallo.fo ella ring tlf. 218-500