fríggjadagur 22. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 57 - 22. mars 2002
Nr. 57 - 22. mars 2002
7
Tað verður vinnulív í
fremstu røð við treys-
ti, trygd og trivna
komandi fýra árini,
sambært Fólkaflokki-
num, sum hevur
almannakunngjørt
valskránna til løg-
tingsvalið, har
endaligi sjálvsstýris-
spurningurin er út-
settur
LØGTINGSVAL
Heri á Rògvi
–Vit skulu føra politikk á
tryggan grundarlagið. So-
leiðis ljóðaði fyrstu orðini
frá Anfinni Kallsberg, løg-
maður og formaður í Fólka-
flokkinum, tá Fólkaflokk-
urin hósmorgunin opnaði
upp fyri valskránna til løg-
tingsvalið, sum flestum
kunnugt verður 30. apríl.
Fólkaflokkurin hevur sett
saman ein val skrídda val-
skrá til løgtingsvalið, sum
hevur
fingið
herrópið
Treysti, trygd og trivni. Á
tíðindafundinum vóru fle-
stu løgtings- og landsstýris-
menn Fólkafloksins, og
hýrurin var rættiliga góður.
Í valskránna verður rað-
fest ovarliga á nógvum økj-
um. Vinnan, mentanin, al-
menna- og heilsuøki og
fleiri enn skulu øll rokna
við at verða raðfest ovar-
liga, um Fólkaflokkurin
verður sitandi við ræðið
komandi fýra árini.
Fólkaflokkurin er kendur
fyri sín vinnulívspolitikk,
og hetta veðrur eisini rað-
fest ógvuliga ovarliga.
–Vit skulu hava eina
góða og sjálvberandi vinnu,
tí vinnulívið er grundarlag-
ið undir samfelagnum, varð
sagt á tíðindafundinum.
Lagt varð upp til, at
meira skal verað gjørt við
at lurta eftir vinnuni sjálv-
ari, tí tað er vinnan sjálv, ið
kennir egnan tørv og før-
leika. Eisini skattaviður-
skiftini skulu betrast. Tann
einstaki
borgarin
skal
merkja betri sømdir og
lægri skattatrýst.
Nógv varð gjørt burturúr
at tosa um seinastu fýra, ið
Fólkaflokkurin heldur hava
verið ógvuliga gevandi fyri
føroyska búskapin og før-
oyska samfelagið.
Sjálvstýri útsett
–Vit halda fram á somu
leið, segði Anfinn Kalls-
berg, tá vit spurdu hann
eftir, hvat Fólkaflokkurin
ynskti á sjálvsstýrisleið, tá
hetta ikki fær so nógva um-
røðu í valskrá floksins.
Í Føroyum skulu føroy-
ingar ráða, ljóðar tað í ein-
um av herrópum Fólkaflok-
sins, men annars var ikki
nógv nýtt undir sólini, sum
tikið varð til. Fólkaflokkur-
in heldur seg til gjørdar av-
talur, og arbeitt verður
framímóti sjálvsstýri eftir
gjørdum avtalum.
–Spurningurin um enda-
ligt loysing ella samband er
útsettur tey næstu fýra ár-
ini, sigur Anfinn Kallsberg,
sum heldur Fólkaflokkin
hava nógvar samgongu-
møguleikar at velja ímillum
eftir valið.
Vegna ov stutt skotbrá,
varð tað ikki møguligt at
fáa alt við frá tíðindafundi-
num, men meira verður at
lesa í morgin.
Tað var gott lag á monnum, tá Fólkaflokkurin boðaði frá sínari valskrá til løgtingsvalið 30. apríl. Treysti, trygd og trivni eru
slagorðini.
Mynd: Jens Kristian Vang.
AÐALFUNDUR
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin hevði Heima-
hjálparafelagið aðalfund.
Á fundinum var bæði
formans- og nevndarval,
har øll nevndin varð
afturvald. Nevndin skip-
aði seg í mikudagin, og
sær soleiðis út:
Aðalfundurin hjá
Heimahjálpara-
felagnum
Ása Olsen, Tórshavn, formaður
Elsa B. Joensen, Klaksvík, næstformaður
Hildigarð Djurhuus, Fuglafjørður, skrivari
Hanna West, Hvalba, kassameistari
Sunrid Thorsteinsson, Vágur, nevndarlimur
Jórun Jacobsen, Miðvágur, nevndarlimur
Hildur Johannesen, Tórshavn, nevndarlimur
Judith Árnastein, Tórshavn, eykalimur
Selma Gullaksen, Klaksvík, eykalimur
Til viðgerar á aðalfundi-
num var millum annað
verkfallsgrunnurin. Tað
hevur verið soleiðis, at
eitt stovnsfæ skal uppná-
ast áðrenn peningur kann
takast úr grunninum,
men hetta er nú avtikið,
soleiðis, at um kreppa
kemur, so er grunnurin
klárur at taka av.
– Ongi mótuppskot eru
ímóti nevndini, og hetta
taka vit avgjørt, sum eina
álitisváttan, sigur Ása
Olsen, formaður í Heima-
hjálparafelagnum.
– Tá felagið varð
stovnað var tað fíggjar-
liga illa fyri, men nú eru
vit komin fyri okkum.
Vit hava fingið eina upp-
skúling á Tvøroyri, og
hetta ger tað møguligt
hjá heimahjálparum at
fara á skúla við løn.
Til aðalfundin vóru
eini 150 av 400 aktivum
limum møttir upp.
Vinnulívið í fremstu røð
– Vit hava fyri neyð-
ini at fáa eitt sam-
skifti í lag við Lands-
stýrið, men teir yvir-
síggja okkum bara.
Hetta sigur Terje
Kjærbo, álitismaður
hjá lærarunum í
Skúlanum við
Ósánna í Klaksvík.
ÓSEMJA
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin:
Blokadan hjá Føroya Læra-
rafelag vísir nú eisini sína
ávirkan í Klaksvík. Skúlar-
nir hava brúkt nærum alt
tilfarið, sum teir hava átt á
goymslu, og blokadan forð-
ar lærarunum í at fara út at
keypa nýtt tilfar.
Kenna sviðan
Skúlarnir í Klaksvík byrja
so smátt eisini at kenna
sviðan av blokaduni hjá
Føroya Lærarafelag
– Vit hava roynt at fingið
eitt samskifti í lag við
Landsstýrið, men teir yvir-
síggja okkum bara, sigur
Terje Kjærbo, álitismaður
hjá lærarunum í Skúlanum
við Ósánna.
Tann 20. februar varð
nógv umtalaða blokadan
víðkað til eisini at umfata
savnsrøkt, og hetta førdi
við sær, at lærararnir ikki
longur skulu hava røktina
av serstovum um hendur.
– Hetta ávirkar serliga
tær kreativu lærugreinirnar
sum smíð, handarbeiði,
evning og køk. Higartil
hava vit klárað okkum við
tilfari, sum hevur ligið á
goymslu, men tað er so
smátt við at verða uppi nú,
greiðir Terje frá.
– Hetta merkist eisini
aftur í undirvísingini. Tí tá
lærararnir ikki fáa gjørt
teirra arbeiði til lítar, so
trívast teir ikki. Og tá vit
ikki trívast, so trívast næm-
ingarnir heldur ikki, sigur
Terje, sum heldur, at hetta
er ein keðilig støða, sum
fólkaskúlarnir nú eru kom-
nir í.
– Í veruleikanum er hetta
ein trupuleiki, sum Lands-
stýrið saman við kommun-
unum skuldi havt loyst fyri
langari tíð síðan, sigur
Terje.
Foreldur við
– Hetta boðar als ikki frá
góðum, nú skúlarnir fyri
stuttum gjørdust føroyskt
málsøki, heldur enn danskt.
Men sum lærari ert tú
noyddur at síggja ljóst uppá
framtíðina, og tað royna vit
eisini eftir førimuni at gera,
sigur Terje Kjærbo.
Tó hevði hann fegin vilj-
að, at foreldrini byrjaðu at
blanda seg uppí málið.
Hetta hevði verið við til at
lagt eitt størri trýst á, og
kundi tískil skunda undir
eina møguliga loysn.
– Hetta er jú teirra egnu
børn, stríðið gongur útyvir.
Tí skuldu tey eisini havt
áhuga í at loyst málið skjót-
ast gjørligt, sigur Terje.
Stríð um samsýning
Orsøkin til hesa blokadu er
eitt drúgt stríð, sum komst
av, at Føroya Lærarafelag
vildi hava eina samsýning
fyri at røkja søvnini.
Orsøkin til stríðið er eitt
álit, sum ein arbeiðsbólkur
mannaður av umboðum
fyri Føroya Lærarafelag,
Mentamálastýrinum
og
kommununum kring land-
ið, hevur gjørt, um hvør
skal hava ábyrgdina av
søvnunum.
Í hesum áliti stóð millum
annað, at lærarar í Føroyum
skulu hava eina samsýning
fyri at røkja og keypa inn til
søvnini.
Men síðani er komið
fram, at kommunurnar als
ikki vilja góðtaka, at tær
eiga ábyrgdina av søvnu-
num.
Tær stóru kommunurnar
vilja fegnar geva eina sam-
sýning fyri savnsrøktina,
men bert um tær fáa pen-
ingin endurgoldnan frá
landinum. Tær smærru
kommurnar vilja hinvegin
als ikki góðtaka, at lærarar
skulu hava nakra samsýn-
ing fyri ábyrgdina, tá tær
meta, at hetta heldur skal
skiljast sum ein partur av
teirra arbeiði.
Hetta hevur so ført við
sær, at Lærarafelagið lýsti
blokadu. Fyrst mótvegis
próvtøkuuppgávunum, og
síðani eisini savnsrøktini á
skúlunum.
Áttamannafarið
Kyrrasund hjá Sylvan
Jakobsen úr Klaksvík
sakk norðan fyri Við-
oynna seinnapartin í
gjár
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
Sylvan greiðir frá, at hann
hevði fiskað allan dagin og
hevði fingið eini trý túsund
pund, tá hann gjørdi av at
fara til hús.
– Eg hugdi niður í mask-
inuna, sum eg altíð plagi,
áðrenn eg koyrdi lúkuna
aftur. Tá sá eg, at nógvur
sjógvur
var
komin
í
maskinrúmið, greiðir Sylv-
an frá.
Lenspumpan hevði sligið
frá, og hon vildi ikki starta
aftur. Tað var orsøkin til, at
so nógvur sjógvur var kom-
in í maskinrúmið. Sylvan
hevði eina aðra pumpu eis-
ini, men tað var ikki nóg
mikið. So hann royndi eis-
ini at pumpa við hond.
– Eg sá tó, at tað fór ikki
at ganga, so eg rópti á
Tjaldrið og Brimil, men av
tí at, eg var staddur norðan-
fyri Viðoynna og teir í Leir-
víksfirði, so hoyrdi teir ikki
VHF–in. Men ein annar
Klaksvíksbátur var nær við,
so eg rópti á teir og bað um
hjálp, sigur Sylvan.
Hin báturin var Elin, sum
Karl Gudmund Henriksen
úr Klaksvík eigur. Hann
kom til, og tíggju minuttir
eftir, at Sylvan var komin
umborð á Elin, sakk Kyrra-
sund.
– Tað gekk ikki meir enn
ein tími frá tí at eg varnað-
ist at báturin lak, til hann
var sokkin, sigur Sylvan.
– Tað var helst tí, at tað
var nógvur fiskur í báti-
num, so hann var tungur.
– Men eg visti alla tíðina,
at tað var ikki vandi á ferð
hjá mær, tí at bátur var í
nánd, men eg varð sjálvandi
sera kløkkur. Og eg var illa
fyri, tá eg kom til hús aftur.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Sylvan Jakobsen missir
ein bát.
– Eg eri sera forharmaður
um hetta. At tað skal blíva
við. Eg veit ikki, hvat hetta
er fyri nakað. Man skuldi
trúð, at tað er rúnargandur,
sigur ein skelkaður Sylvan
at enda.
Landsstýrið yvirsær lærararnar
Terje Kjærbo hevur í fleiri ár starvast sum lærari á Skúlanum við Ósánna
Bátur sakk norðan úr Viðoynni
– Vit hava ikki havt
fund enn, so vit
hava heldur ikki
umrøtt málið, sigur
Óluva Klettskarð,
formaður í Skúla-
stýrinum í Skúla-
num við Ósánna í
Klaksvík.
ÓSEMJA
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
– Vit skulu hava fund
eftir páskir, og tá verður
blokadan hjá Lærara-
felagnum eisini á skrán-
ni, sigur Óluva Klett-
skarð.
– Vit hoyra ikki nógv
frá ónøgdum foreldrum,
men tað er lættari hjá
teimum at koma til okk-
um enn hjá okkum at fara
út at leita eftir teimum,
heldur Óluva.
Hon sigur eisini, at
skúlastýrið er eitt gott
forum at umrøða slíkar
støður sum hesa, tí at har
eru umboð fyri foreldur,
lærarar og leiðsluna á
skúlanum.
– Hóast umboðið fyri
leiðsluna ikki hevur at-
kvøðurætt, so kann við-
komandi geva okkum
eina mynd av støðuni,
sum hon er á skúlanum,
sigur Óluva Klettskarð,
sum vónar, at okkurt
áhugavert kemur burtur
úr fundinum, sum verður
tann 4. apríl.
Skúlastýrið
ikki tikið støðu
Terje Kjærbo
heldur, at foreldrini
eisini skulu blanda
seg uppí málið
C
M
Y
K
7
6
í Sosialinum
LÝSIÐ
brúktum
bilum
við