fríggjadagur 22. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 57 - 22. mars 2002
Nr. 57 - 22. mars 2002
9
Smyril Line
risa yvirskot
Samstundis við at
nýggja Norrøna
byrjar at taka skap
niðri í Týsklandi,
økist vetrarsiglingin
hjá Smyril Line.
Norrøna fór niður í
gjárkvøldið við 600
fólkum
FERÐING
Ingrid Bjarnastein
Nýggja Norrøna, sum í
løtuni verður bygd niðri í
Týsklandi, byrjar at taka
skap. Tíðarætlanin held-
ur, og eftir ætlanini skal
hon sjósetast 24. august í
ár.
Nýggja
Norrøna
kemur so til Føroya um
mánaðarskiftið februar-
mars 2003. Fleiri fólk
hava longu skrivað seg
upp til "jomfrúferðina"
við nýggju Norrønu. Ikki
er vist enn nær hon
verður, men nógv vilja
standa uppskrivað fyri at
tryggja sær eitt pláss.
Men samstundis sum
Norrøna byrjar at taka
skap, so økist vetrar
siglingin hjá Smyril Line
munandi.
– Ja, Norrøna fór
avstað við umleið 600
fólkum í gjárkvøldið, og
vetrarsiglingin í ár er væl
betri enn vetrarsiglingin í
fjør, sigur Áki Jespersen,
deildarleiðari á Smyril
Line.
– Tað vísir seg, at
føroyingar hava uppdaga,
at tað eisini ber til at sigla
til Danmarkar, og tá siglt
verður, tá hevur tú jú
eisin møguleika at taka
bil við. Soleiðis sleppur
tú eisini frá at hugsa um
víðari flutning, tí tú
hevur jú bilin hjá tær alla
tíðina.
Áki Jespersen heldur,
at tað kann væl henda
seg, at vetrarsiglingin
kann gerast til eina
sokallaða "up-season", tí
ein øking hevur verið øll
árini, og heldur han, at
hon fer at halda fram.
Tann 19. mars hevði
Smyril Line ársaðalfund.
Nevndarval,
og
var
nevndin øll afturvald við
Tormóði Djurhuus sum
formanni.
Ársúrslitið hjá Smyril
Line fyri 2001 var yvir
21 milliónir krónur, og
við árslok hevði felagið
eina samlaða bókførda
eginogn á 210.326.603
krónur.
Nevnd og stjórn meta
úrslitið nøktandi, og siga,
at hetta er besta rokni-
skaparliga ársúrslit hjá
felagnum higartil.
-ib
Norrøna
tekur skap
Nýggja Norrøna verður sjósett longu 24. august í ár. Hon
kemur eftir ætlan til Føroya mánaðarskifti februar/mars
komandi ár
Milan Orlowski og
Jindrich Pansky, sum
koma til Føroya í dag,
endaðu á øðrum
plássi í tvímansleiki í
heimsmeistarakappin
gini í borðtennis í
Svøríki í 1985, og
Orlowski gjørdist
evropameistari í 1974
Vilmund Jacobsen
Til tess at menna áhugan
fyri borðtennisítróttini í
Føroyum, skipar Borð-
tennissamband Føroya fyri
sera áhugaverdum undir-
haldi í Havn leygardagin.
Tveir heimskendir borð-
tennisleikarar koma higar í
dag; teir eru kekkarnir,
Milan Orlowski og Jindrich
Pansky. Hesir eru ikki bara
heimskendir
sum
pro-
fessionellir leikarar, men í
fleiri ár eisini sum undir-
haldarar. Teir hava ferðast
um stóran part av heim-
inum við einum sonevnd-
um "showi", sum teir
framføra saman við dómara
og áskoðarum. Hetta er
einki minni enn ítróttarligt
undirhald í heimsklassa.
Á Nabb og SMS
Um vikuskiftið verður eis-
ini føroyameistarakapping
fyri einstaklingar og í tví-
mansleiki fyri tey til-
komnu, og undirhalds-
tiltakið verður skipað sum
ein partur av hesum.
Fyrstu ferð, høvið verður
at síggja Orlowski og
Pansky vísa síni kynstur,
verður í SMS leygardagin
kl. 14.00.
Seinnu ferð verður í
ítróttarhøllini
á
Nabb
leygarkvøldið kl. 19.00,
beint eftir finalurnar í før-
oyameistarakappingini
í
borðtennis.
Flestu av okkum munnu
onkuntíð hava sæð borð-
tennissnillingar í sjónvarp-
inum, og tað er slíkt undir-
hald, áskoðararnir kunnu
vænta sær í SMS og áNabbi
leygarkvøldið.
Orlowski og Pansky fara
eitt nú at spæla við smáum
bøttum, teir fara at leypa
upp á borðið, og teir fara at
gera tað mest óhugsandi, ið
gerast kann frammanfyri og
uppi á einum borðtennis-
borði.
Ein partur av undirhald-
inum hjá teimum báðum
plagar at vera, at annar
leikarin setir ein krakk
uppá borðið, sum hin síðan
spælir á, aftur og aftur,
meðan mótstøðumaðurin,
sum skuldi staðið við
endan, tekur eitt prát við
dómaran!
Hesir menninir eru førir
fyri at gera alt, sum gerast
kann frammanfyri einum
borðtennisborði.
Kappingin
Føroyameistarakappingin
byrjar annars fríggjakvøld-
ið kl. 18.00 í ítróttarhøllini
á Nabbi.
Hetta kvøldið kappast
gentur, dreingir, meðal-
deildin og kvinnuunglingar.
Leygarmorgunin kl. 8
verður 1/4 finalan í ein
mansleiki og 1/2 finalan í
tvímansleiki hjá dreingjum,
og tá byrjar eisini kapp-
ingin hjá mansunglingum.
Kvinnurnar byrja kl. 9 og
meistaradeildin kl. 9.30.
Leygardagin
kl.
12.30
verður blandaður tvímans-
leikur fyri leikarar, sum eru
eldri enn 16 ár.
Kl. 18 leygarkvøldið
verða so finalurnar, og kl.
19 byrjar so umrødda
undirhaldi hjá heimskendu
kekkunum
báðum,
Or-
lowski og Pansky.
Tiltakið endar leygar-
kvøldið kl. 21.30.
Kostnaðurin fyri er 40 kr.
fyri vaksin og 20 kr. fyri
børn.
Heimskendir borðtennis-
leikarar undirhalda
í Havn leygardagin
Milan Orlowski og Jindrich
Pansky eru heimskendir,
bæði sum profesionellir
borðtennisleikarar og sum
undirhaldarar
TÍÐINDASKRIV
Føroya landshornorkestur
hevur konsert í kringluni í
norðurlandahúsinum,
sunnudagin
24.mars
kl.16.00. Á skránni verður
ymiskur filmstónleikur.
Føroya Landshornorkest-
ur (FLH) er eitt horn-
orkestur við leikarum úr
øllum Føroyum. Endamálið
hjá orkestrinum er at veita
bestu møguleikar til allar
hornorkesturtónleikarar og
slagverkstónleikarar, og at
menna og hevja fatanina av
hornorkesturtónleiki í Før-
oyum.
Fyrstu ferð eitt FLH
spældi saman, var á horn-
orkesturstevnuni í Sørvági í
1999. Á hesi stevnu var eitt
orkestur savnað, og spældið
til konsert undir leiðslu av
navnframa Geoff Richards.
Hetta væleydnaða tiltak
bleiv endurtikið á eini
konsert í Norðurlandahús-
inum undir leiðslu av Peter
Parks.
Tann størstan avbjóð-
ingin hjá FLH var luttøkan
í evropeisku kappingini fyri
hornorkestur
ár
2000.
Kappingin hetta árið var í
Birmingham í Englandi.
Luttøkan í hesi kapping
eydnaðist sera væl, og
avgjørt varð, at hetta skuldi
endurtakast.
Tað er síðani avgjørt at
FLH skal luttaka aftur í
EM-kappingini í 2003, ið
verður hildin í Bergen. Í
orkestrinum eru, 24 leik-
arar og leiðarin er bretin,
Steve Foggin. Kostnaðurin
fyri konsertina er 100 kr.
Landshornorkestrin heldur
filmskonsert
– Vit kunna byrja við
eini felags framhalds-
deild fyri teir fimm
skúlarnar, sum í dag
bert hava barnaskúla-
flokkar. Tá fáa vit
nakrar royndir, sum
kunnu brúkast í kom-
andi útbygging av
skúlunum í kommun-
uni, sigur Elin
Lindenskov, býráðs-
limur í Havn
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Ein felags framhaldsdeild í
Tórshavnar kommunu hev-
ði loyst nógvar trupulleikar.
Fyri tað fyrsta hevði hon
bøtt um trongu hølisviður-
skiftini á flestum skúlum
og so hevði hon gjørt, at
næmingar fingu fleiri val-
lærugreinir í boði. Tað
heldur Elin Lindenskov, bý-
ráðslimur fyri Javnaðar-
flokkin, sum skjýtir upp at
kanna møguleikan fyri eini
felags framhaldsdeild fyri
skúlarnar
í Tórshavnar
kommunu.
– Skúlaskiftið er eisini
ein orsøk til, at tað er skila-
gott at hava ein felagsskúla.
Sum skúlastýrislimur í
Sankta Frans og Kollafjað-
rar skúla, eri eg kunnað um
teir trupulleikar, sum næm-
ingar hava av skúlaskifti-
num frá 7. til 8. flokk.
Næmingarnir, sum flyta
skúla, koma í flokk saman
við nærmingum, sum hava
gingið øll sjey barnaskúla-
árini á skúlanum. Tey
kenna skúlan og ta mentan
sum er har, meðan teir
nýggju næmingarnir mugu
venja seg við broyttu um-
støðurnar. Ofta er tað sera
trupult fyri einstakar næm-
ingar, sigur Elin Linden-
skov.
Grundarlag
Í Tórshavnar kommunu eru
fimm barnaskúlar, sum ikki
hava framhaldsdeild. Hoy-
víkar skúli, Sankta Frans
skúli, Kalbaks skúli, Kolla-
fjarðar skúli og Adventista-
skúlin. Í verandi skúlaári
ganga tilsamans 128 næm-
ingar í 7. flokki á hesum
skúlum. 137 í 6. flokki, og
149 ganga í 5. flokki. Til-
samans 414 næmingar, sum
næstu 3 árini, skula skifta
skúla.
Umframt næmingarnar í
barnaskúlunum, eru tilsam-
ans 542 næmingar við
fimta, sætta og sjeynda
flokkunum á Argjum, á
Venjingarskúlanum, í Kom-
munuskúlanum og í Eystur-
skúlanum. Tilsamans 956
næmingar sum komandi 3
árini skulu í framhalds-
deildina.
– Sambært næmingatali-
num á teimum fimm barna-
skúlunum í kommununi er
grundarlag fyri einum ella
tveimum felags framhalds-
skúlum fyri hesar skúlar.
Tilsamans ganga 416 børn í
5. – 7. flokki í ár.
– Vit kunna byrja við eini
felags framhaldsdeild fyri
teir fimm skúlarnar, sum í
dag bert hava barnaskúla-
flokkar. Tá fáa vit nakrar
royndir, sum kunnu brúkast
í komandi útbygging av
skúlunum í Kommununi.
Samstundis, sum vit loysa
trupulleikarnar hjá næm-
ingunum við skúlaskifti-
num og vallærugreinunum,
verður meira pláss á nøkr-
um av hinum skúlum, sigur
Elin Lindenskov. Hon legg-
ur afturat, at tørvur er eisini
á einum eftirskúla fyri teir
næmingar, sum ikki trívast.
Vallærugreinir
Mangan er tað trupult hjá
næmingum at fáa ta læru-
greinina, viðkomandi ynsk-
ir, tí ov fáir næmingar velja
somu lærugrein. Ein størri
framhaldsskúli hevði gjørt,
at
næmingagrundarlagið
varð størri og tískil møgu-
leikin betri til, at næmingar
fáa ta lærugreinina, teir
ynskja.
– Um vit høvdu ein
felags framhaldsskúla í
kommununi, var trupulleik-
in við skúlaskiftinum burt-
ur. Tá vóru allir næmingar-
nir, sum byrja í 8. flokki
nýggir. Øll byrja í nýggjum
umhvørvi,
sigur
Elin
Lindenskov.
Í uppskotinum vísir hon
á,
at
kommunurnar
í
Sundalagnum hava drúgvar
og positivar royndir við
felagsframhaldsdeild
á
Felagsskúlanum á Oyrar-
bakka.
Elin Lindenskov mælir
til, at uppskotið um felags
framhaldsdeild verður sent
skúlastýrunum og skúla-
leiðslunum í kommununi til
ummælis. Í løtuni fyrireikar
umsitingin í býráðnum
uppskotið til at leggja fyri
mentamálanevndina.
Føroya Skúlabókagrunn-
ur hevur givið bókina
“Døgverðabókin – hin
grøna” út av nýggjum.
Hon hevur verið uppseld
í nøkur ár, og er nú upp-
afturprentað í óbroyttur
líki. Maria Vilhelm hevur
lagt bókina til rættis, og
Jan Jacobsen hevur tekn-
að myndir til.
Bókin er ætlað undir-
vísingini í heimkunn-
leika í fólkaskúlanum,
men uppskriftirnar hóska
eisini væl í dagliga hús-
arhaldinum.
Rættirnir
eru ódýrir og skjótir at
gera.
Í bókini eru 90 upp-
skriftir, sum fevna um
døgverðar, súpanir og
omaná, umframt baking
og kóking. Maria Vil-
helm hevur nýtt upp-
skriftirnar í undirvísing-
ini og hevur gjørt upp-
skot til samanseting av
rættum, ið eru við í bók-
ini. Eisini er stutt frá-
greiðing um amboðini,
køksreglur, fitievni, ger
og sukur.
Allar síður í bókini eru
plastaðar og tí væl egn-
aðar og haldgóðar til nýt-
slu í køkinum. “Døg-
verðabókin – hin grøna”
er fyrra bókin av tveim-
um ætlað undirvísingini í
heimkunnleika í fólka-
skúlanum. “Døgverða-
bókin – hin grøna” er
framhald av hesari bók-
ini.
Per á Hædd hevur gjørt
kápumyndina og Hest-
prent hevur prentað. Hon
er 130 blaðsíður og kost-
ar 160 kr. í bókabúðu-
num.
Felags framhaldsdeild loyst nógvar trupulleikar
– Um vit høvdu ein felags
framhaldsskúla í kommun-
uni, var trupulleikin við
skúlaskiftinum burtur, sigur
Elin Lindenskov
Útgávur:
Døgverðabókin
– hin grøna
Heidi er eitt stórt talent
SVIMJING
Elsa Johannessen,
praktikantur
Tá ið Heidi bert var 9 ár,
byrjaði hon svimjingina á
Oyrabakka. Seinni fór hon
til Havnar at svimja í størri
hyli.
– Vit sóu beinanvegin at
hon var eitt stórt talent við
stórum svimjigávum. Hon
var skjót og so lá hon heilt
ótrúliga væl á vatninum.
Hon bleiv betri og betri fyri
hvørja ferð, sigur Katrin
Johansen, venjari. Í gjár var
tíðindafundur á Hotel Haf-
nia, har Heidi Andreasen
og venjarin hjá henni, Kat-
rin Johansen, vóru at hitta.
Heidi heldur at stórt var
at vinna silvur og bronsu-
merki í OL-leikinum og at
vinna gull og bronsumerki í
EM-kappingini í Stokk-
holm í fjør. Og aftaná ikki
at kunna svomið síðani au-
gust, kom tað sum eitt stórt
og yviraskandi herðaklapp.
Men Heidi verður vónandi
før fyri at leypa í hylin aftur
í apríl, har hon má byrja frá
grunduni av, og trena upp
til VM-kappingina sum
verður í Agentina í desemb-
ur.
– Sjálvt um eg ikki havi
svomið í seinastuni havi eg
styrkivant, sum eg eisini
geri tá ið eg svimji. Skjótt
fari eg at fáa eina svimji-
maskinu heima, ið er ein
styrkivenjingarbonkur. Tað
fái eg fra Eiði kommunu
sum ein hjálp, so kann eg
trena heima í staðin fyrí al-
tíð at fara til Havnar. Har er
jú eingin svimjihylur á
Eiði.
Eisini er Heidi sera popu-
ler niðri. Hon hevur fingið
áheitanir um at koma niður
at svimja, men pápi henn-
ara heldur fast við at hon
skal verða verandi í Føroy-
um.
Heidi er í uppskoti til ár-
sins ítrottarfólk við breki til
Laureus
sports
awards
2002, ið bara er eitt trý ára
gamalt tiltak. Fýra onnur
eru eisini í uppskoti til tað
sama, tað eru, Earle Con-
ners, atletik úr Kanada,
Gerd Schonfelder, skíing úr
Týsklandi, Beat Schwarz-
enbach, súkkling úr S.,
Esther Vergeer, rullistóla
tennis úr Hollandi.
Aðrar nominatiónir eru
millum annað ársins ítrott-
armaður, ársins ítrottar-
kvinna og ársins lið. Har
eru fólk sum Ian Thorpe,
Tiger
Woods,
Jennifer
Capriati og Inge de Bruijn
nomineraði. Og tvey sera
kend
lið
eru
Bayern
München og Los Angeles
Lakers.
Laureus
world
sport
awards verður 14. mai í
Monaco, og verður víst
beinleiðis í sjónvarpinum,
vónandi eisini í Føroyum.
– Vit sóu beinanvegin at Heidi var eitt stórt talent við stórum
svimjigávum, segði Katrin Johannesen á tíðindafundi á Hotel
Hafnia í gjár.
C
M
Y
K
9
8