fríggjadagur 22. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 57 - 22. mars 2002
Nr. 57 - 22. mars 2002
13
VIÐMERKINGAR
Fullveldis tilgongdin
kann seinka Norðoya
tunnlinum !
Absalon Matras
valevni Sambands-
floksins í Norðoyggjum
Undirritaði hevur altíð
verið av teirri áskoðan,
at tey rættindi vit eiga í
ríkisfelagsskapinum eru
so virðismikil fyri okk-
um føroyingar, at tey
eiga vit at halda fast um,
so leingi vit hava tey fyri
neyðini. Men sjálvsagt
eiga vit at geva vinni-
lívinum so góðar um-
støður
sum
gjørligt,
soleiðis at vit við tíðini
fáa
ein
sjálvberandi
búskap.
Eitt sera álvarsamt val
Eitt val er altíð álvar-
samt, men tað er nakað
heilt serligt við hesum
valinum. Henda sam-
gongan hevur fingið so
nógvan pening úr Dan-
mark, sum eingin onnur
samgonga áður hevur
fingið. Men nú - beint
áðrenn hon fer frá - sker
hon blokkin við 366
milliónum (umleið tað
sum Norðoya tunnilin
kostar). Afturat hesum
hevur hon samtykt risa
íløgur, sum skulu gjald-
ast í komandi árum.
Eg havi einki ímóti
íløgunum, men tá ið
samgongan metir tað
verða rætt at frásiga sær
inntøkur uppá 366 milli-
ónir, so má ein eisini
taka avleiðingarnar av
hesum og siga við seg
sjálvan: Hvar kunnu vit
spara pening, ella hvar
kunnu vit finna aðrar
inntøkur, fyri at demma
upp fyri teimum nega-
tivu avleiðingum eitt
slíkt stig førir við sær.
Eg veit væl, at lands-
kassin hevur havt stórt
avlop seinastu árini,
men vit eiga ikki at
gloyma, at um stuðulin
úr Danmark ikki var við,
hevði landskassin havt
hundratals milliónir í
halli á hvørjum ári, hesi
seinastu árini, hóast
byrðurin hevur verið so
góður, sum ongantíð
áður. Hetta sigur ikki so
lítið um, hvussu stóran
týdning blokkurin hevur
fyri tað føroyska sam-
felagið.
Av hesum síggja vit,
at stórar íløgur, so sum
Suðuroyarskip
við
havnaløgum og Norð-
oya tunnilin, bert høvdu
verið ynskidreymar, um
eingin
peningaveiting
kom úr Danmark.
Prísurin fyri fullveld-
ispolitikkin er longu
høgur, og loysingar-
flokkarnir boða frá, at
kósin, sum stungin er út,
skal haldast.
Norðoya tunnilin
Mikið rumbul hevur
verið í samgonguni sein-
astu tíðina, ikki minst av
málinum um Norðoya
tunnilin. Nógvir full-
veldismenn siga, at um
einki hendir nú, kann
arbeiðið uppá undir-
sjóvartunnilin
verða
skotið langt út í fram-
tíðina.
Hetta eri eg ikki
bangin fyri, tí so vítt eg
veit, eru allir flokkar á
tingi fyri, at tunnilin
verður gjørdur, ongantíð
ov skjótt.
Men eitt er, sum ger
fólk ivasom: Verður pen-
ingur tøkur til allar hesar
stóru
íløgurnar
sum
samtyktar eru, sam-
stundis sum inntøkurnar
til landskassan lækka
munandi?
Mín áskoðan er, at
heldur førdi politikkurin
fram, og blokkurin verð-
ur minkaður burtur í
onki, kunnu vit vænta, at
stórmál, so sum Norð-
oya
tunnilin,
mugu
skjótast
langt
út
í
framtíðina, um vit ikki
aftur skulu uppliva átta-
tiárini, tá ið samfelagið
fór á húsagang.
Hetta eigur veljarin
hava í huga, nú valið
stundar til.
Neyðugt er tí at fara
burtur frá fullveldis-
politikkinum og føra ein
politikk, sum tryggjar
framburð og menning
her á landi. Ein slíkan
politikk hevur Sam-
bandsflokkurin.
Fast samband?
X við Sambandsflokkin
Johan Dahl
valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Tosað verður nógv um
globalisering og samstarv
tvørturum landamørk, sum
sjálvandi er alneyðugt í
einum heimið, har alt
verður tættari at hvørjum
ørðum orsakað av góðum
samskiftis - og flutnings-
møguleikum .
Ídag er samstarv og
altjóða
samhandil
ein
sjálvfylgja fyri vinnulívið,
eins og tað er fyri fyri
flytan av vitan inn t.d.
Kunningartøkni og Gransk-
ing av ymsum slag,fyri
Telemedesin og mangt ,
mangt annað.
Allir teir hentleikar, sum
lættað okkum um sam-
starvið við útheimin hava
gagnað okkara samfelag og
vinnulívið og gjørt lívið
lættari, eins og tað at
samskifta um allan knøttin
við internetinum er fyri
einhvønn ein hentleiki, sum
vit fyri fáum árum síðani
bert kundu droymað um.
Hóast
hendan
stóra
broyting er hend á altjóða
pallinum, so hevur ta víst
seg at verða sera trupult hjá
okkum at dragað eina línu
bygdanna millum tá íð
neyðugt hevur verið at
standa saman, um mál sum
gagna økinum.
Tað hevur víst seg, at tað
gamla mynstrið har kapp-
ingin millum økini var hørð
fyri at upprætthaldað virk-
semið á staðnum framvegis
er stór, hetta hóast væl
skuldi borið til, at gjørt eina
raðfesting av hvat vit vilja
skal verða í Suðuroynni av
vegakervi/tunnlum,almenn
um stovnum, skúlum, so-
cialum aktivitetum, vinnu-
virksemið, nýggjum vinn-
um, mentunarligum møgu-
leikum, ja - rætt og slætt
hvussu skal Suðuroyggin
síggja út um t.d. 4 ár, 8ár,
12 ár ella um 20ár???
Tað er umráðandi, at vit
leggja okkum eina ætlan
fyri oynnað og síðan mál-
rættað arbeiða framm ímóti
at fáa hesa ætlan førda út í
lívið.
Hetta kann einans verða
gjørt um allir partar takað
saman hendur og lyfta í
felag – óansæð hvønn po-
litiskan lit vit annars hava.
Mín vón er, at vit eru so
mikið at okkum komnir, at
vit við opnum sinnið seta
okkum niður saman og gera
eina slika framtíðarætlan
fyri alla suðuroynna , -
fólkinum sum her býr og
komandi
ættarliðum
at
gagnið.
Leila Hjørleivsdóttir
á Lofti
Valevni Fólkafloksins
Løgtingssamtyktin
um
sjálvstýri fyri Føroya fólk
gongur út 30 apríl.
Velja tit núverandi sam-
gonguflokkar aftur við
meiriluta á tingi, so hava tit
samstundis tryggjað tykk-
um, at tit um eini 11 ár við
eini fólkaatkvøðu kunnu
gera av, um tit hava broytt
støðu ella framhaldandi
ynskja suverenar Føroyar.
Her er onki at vera
bangin fyri, fólkið eigur
síðsta orðið.
Fólkaflokkurin
vil
í
bíðitíðini framhaldandi ar-
beiða, sum hann hevur
gjørt hesi seinastu fýra
árini.
Yvirtaka eitt mál fyri og
annað eftir, tá tey eru
búgvin til tess, og vit hava
pening.
Tit hava kanska latið
tykkum ávirkað av fjøl-
miðlunum, ið væl hava
dugað at hildið lív í tí
avlýstu fólkaatkvøðuni –
við tí endamáli at lýsa
Fólkaflokkin sum tann, ið
leypir frá.
Tíanverri er tað álvars-
ligari enn so, tí fólkaat-
kvøðan stóð í veljarakann-
ingin í februar 2001 til at
falla.
Meirlutin (58 %) hevði
sagt nei til tann sjálv-
stýrisleistin,
ivaleyst
grundað á Nyrupsa 4 ára
skiftistíð. Danska stjórnin
átti so næsta leik, sum
hevði verið at boða ST frá,
at vit høvdu sagt Ja til at
vera í ríkisfelagsskapinum.
Eitt Nei frá okkum er eitt Ja
til hinar.
At vit síðan hava hoyrt
um allar møguligar aðrar
variantar, har eitt Nei er eitt
Nei eina tíð, og síðani kann
blíva til eitt Ja og so aftur
til eitt Nei osv, osv,........,tað
broytir ikki ta støðu, ið
løgmaður bygdi sína av-
gerð á.
Noreg segði Nei til
innliman í ES. Hví er eitt
Nei hjá teimum so ikki eitt
Ja onkra aðra staðni?
Tí teir hava onga aðra
staðni at fara við einum Ja.
Tað er brúkt, teirra evsta
vald er ikki longur í fremm-
andum hondum.
Enn eru vit hvørki fuglur
ella fiskur í fólkarættar-
ligum høpi. Men vit mugu
ikki billa okkum inn, at tað
ber til at mingulera við
fólkaatkvøðum
um
so
álvarslig mál í tíð og úrtíð.
Vit hava ein langan
leysan enda. Ja’ið til okk-
um sjálvi.
Í meðan hesin leysi endin
gerst styttri og styttri, er so
nógv annað at fáa av skafti.
Hoyrdi eg nakran teska
viðgerðartørvin hjá teimum
rørslutarnaðu? So skuldu tit
kaga í valskránna hjá
Fólkaflokkinum.
Gott val.
Jákup Fróði
Djurhuus
Ein av høvuðsorøkunum
til, at livistøðið í Føroyum
ongantíð má vera lægri enn
livistøðið í okkara granna-
londum, er altjóðagerðin,
sum fer fram við fúkandi
ferð. Tað er lættari enn
nakrantíð at ferðast.Uttan
mun til hvar tú ert staddur,
so ber væl til at lurta eftir
útvarpi, síggja sjónvarp, og
lesa bløð, beinleiðis á al-
nótini, samstundis sum
føringar heima lurta og
síggja.
Hetta merkir, at ein før-
ingur uttanlanda, eins væl
kann dyrka sín samleika,
sum ein føringur sum er
heima á klettunum.
Hetta
setur
stór
og
øðrvísi krøv - ikki minst
peningalig - til politisku
skipanina, eins væl og til
okkara mentanarberar.
80% av Sjónvarpssend-
ingunum eru ókeypis:
Umstøðurnar at gera før-
oyskt sjónvarp, hava ong-
antíð verið betri enn nú.
Svf verður rikið fyri 24 mió
kr ídag. 80% av tilfarinum
er ókeypis. Tvs, at tað
kostar bara 240.000 kr at
útvega 80% av sjónvarps-
tilfarinum ið sent verður.
Skuldi hesar sendingar
verið keyptar, hevði fíggj-
arætlanin hjá Svf skjótt
bólgna uttan at vit fingu
nakað føroyskt fyri peng-
arnar.
Sjónvarpið metir, at tað
kostar einar 70 mió kr um
árið at framleiða 3 tímar av
føroyskum sjónvarpi um
dagin. Og hetta verður sagt
at vera ein bílig fram-
leiðsla. Tað merkir, at skulu
vit síggja gott føroyskt
sjónvarp, so er tað ikki
bíligt.
Endamál og úrslit:
Føringar eru førir fyri at
lívbjarga sær allastaðni úti í
heimi. Tí er tað sera um-
ráðandi, at landið verður
stjórnað soleiðis, at før-
ingar ikki velja at vera
verandi uttanlands, heldur
enn at virka heima í Før-
oyum. Uttanlands kunnu
føringar hittast í føringa-
feløgum, og uttanlands
kunnu føringar dyrka sín
samleika eins væl og í
Føroyum, samstundis sum
teir kunnu njóta tað ískoyti,
sum tann fremmanda ment-
anin hevur at bjóða.
Framtíðar samstarv tvørtur um bygdamørk
– Avgerandi fyri framtíð og framburði í Suoyroynni
Troytt av sjálvstýristosinum
– Kann vera, men tú kanst velja at fáa doyvara settan á, meðan vit bíða
Svf og Fleirmentan
Í Føroyum ella uttanlands?
VIÐMERKINGAR
30 nýggj búpláss til
fólk við serligum
tørvi
Eyðólv Dimon
Javnaðarflokkurin í
Suðurstreymoy
Tað
almenna
hevur,
sambært forsorgarlóg-
ini, skyldu at hjálpa
teimum, sum ikki eru
før fyri at klára seg
sjálvi.
Tíverri
sigur
lógin ikki nóg greitt,
hvat slag av hjálp tann
einstaki hevur rætt til,
og tí er tað í fleiri førum
upp til politiska mynd-
ugleikan at gera av, hvør
hjálpin skal vera.. At
hetta ikki er nóg gott,
kemur eina best til
sjóndar á bústaðarøkin-
um, har fylgjan ofta er,
at tey brekaðu noyðast at
búgva hjá foreldrum ella
systkjum,tí hesin bólkur
hevur verið raðfestur so
aftarliga
frá
mynd-
ugleikanna síðu.
Tjóðveldis samgongan
raðfestir brekað seinast
Her kundi verði nevnt,
at í kreppuárunum í
90´unum vóru bert tvey
nýggj sambýlir við 10
búplássum
útvegað.
Seinastu fýra árini, með-
an landskassin hevur
flotið yvir av pengum,
so eru eingi búpláss út-
vegað til teirra við ser-
ligum tørvi. Peningurin
skuldi brúkast til annað
endamál, sum Tjóð-
veldisflokkurin raðfesti
frammaligari.
Borgarligu kenna onga
ábyrgd
Í Havnini er støðan púra
burturvið á bústaðarøk-
inum. Borgarligu flokk-
arnir kenna als onga
ábyrgd og royna at
skumpa initiativi út á
privata bústaðarmarkn-
aðin við skattalættum til
teirra, sum leiga út. Men
hetta er als ongin loysn,
men heldur ein und-
anførsla fyri ikki at
viðurkenna sína ábyrd.
Javnaðarflokkurin hevur
nú sett sær fyri at útvega
30 nýggj búpláss kom-
andi fýra árini. Til
kunningar fyri sitandi
samgongu, skal eg upp-
lýsa, at hetta er mett at
kosta uml. 24 mio., og
hetta hevur onki við
útgjaringarpolitik, sum
sitandi samgonga skírir
útspæl Javnaðarfloksins.
81 búpláss komandi 10
árini
Hetta er ikki eitt stórt
tal, men sambært einum
yvirliti frá 2000, sum
felagskapurin Javni hev-
ur gjørt, so vóru tá 17
fólk, ið høvdu bráð-
feingis tørv á einum
búplássi, so tey 30
nýggju búplássini eru
ein byrjan. Yvirlitið hjá
Javna vísir eisini, at
samlaði tørvurin á bú-
tilboðum til brekað er
mettur at verða 81
búpláss fyri alt landi
fram til 2010. Hetta
vísir, at forsorgarlógin
ikki er nøktandi, og má
gerast heilt av nýggjum,
so at hon setir tann
brekaða og hjálpina til
tann brekaða í fokus.
Olga Biskopstø
valevni Tjóðveldisflokksins
í Norðoyggjum
www.biskopsto.com
Tað er manna lyndi, at
gloyma tað ringa og heldur
minnast tað góða, sum er
hent. Hetta er ein góður
eginleiki at hava, um hann
ikki førir við sær, at vit
gloyma so nógv, at vit
endurtaka tey mistøk, vit
hava gjørt.
Øll eru vit greið yvir, at
sjúkrabilarnir í Føroyum
ikki gjørdust 16 ár eftir
einum degi, og at sjúkra-
hússengurnar ikki rustaðu
eftir 4 árum. Vit vita eisini
øll somul, at tey gomlu í
Føroyum
ikki
gjørdist
gomul eftir 4 árum, og
heldur ikki at røktarheims-
pláss og vantandi umsorgan
fyri teimum gomlu er
nakað nýkomið her á landi.
Tað er so lætt at gloyma,
og so lætt at trúgva teimum
ljósareyðu søgunum um
framtíðina.
Tær
bestu
søgurnar tykjast vera tær,
ið lova heilar 16.000 kr. um
mánaðan frá tí almenna, til
hjún ið eru vorin pensjón-
istar.
Men framtíðin skal vera
ljós, og vit skulu hava dirvi
til at trúgva uppá eina
trygga framtíð her á landi,
har øll fáa ágóðan og hava
tað gott. Men tað gera vit
ikki við at lova teir flestu
pengarnar, men við at
skapa tær bestu loysnirnar.
Pengar er ikki trygd
Hyggja vit bert fá ár aftur í
tíðina – ein tíð vit øll
minnast – so vóru m.a. tey
gomlu
sera
illa
fyri.
Pensjónirnar vóru lágar og
lítið, og onki kundi for-
vinnast uttan so at pen-
sjónin minkaði tilsvarandi.
Pensjónirnar vóru eisini
skattaðar munandi harðari
enn í dag. Tá vóru heldur
ikki bygd røktarheim, ellis-
heim, barnagarðar, alterna-
tivar íbúðir, o.sfr., hóast vit
brúktu allan blokkstuðulin
frá Danmark og tóku eina
milliard í láni afturat.
Tá hevði ongin tíð at
hugsa um tey gomlu, børn-
ini, tey sjúku, tey brekaðu
og sosialt veiku. Vælferðin
var góð, og øll arbeiddu
fyri at gjalda alt tað, ið
skuldi til fyri at hava eitt
gott lív, ein vælferð ið
bygdi á falskar vónir. Og
Føroyar endaðu eisini í
djúpari kreppu.
Tað er so avgerandi
neyðugt at vera umhugsin
og skynsamur
Tað er bert ein flokkur, ið
hevur verunliga orsøk til at
reka ein skynsaman og
langtíðarrættaðan búskap-
arpolitik, og tað er Tjóð-
veldisflokkurin.
Han er noyddur til tað, tí
hann hevur sum mál at gera
Føroyar sjálvstøðugar – og
at loysa frá Danmark.
Hetta er samstundis tín
trygd fyri at Tjóðveldis-
flokkurin
fer
at
vera
skynsamur, hóvligur og
ansin á øllum økjum,
soleiðis at tú fært eitt gott
og frítt lív, við nógvum
avbjóðingum undir trygg-
um viðurskiftum.
Tjóðveldisflokkurin vil
tryggja, at lógarverkið á
trivnaðarøkinum
verður
endurskoðað, so samsvar
fæst ímillum lóggávu og
umsiting. Og at skipaninar
verða greiðar, gjøgnum-
skygdar og lagaðar til
føroysk viðurskifti.
Soleiðis
kann
Tjóð-
veldisflokkurin veita vissu
fyri at tit sum eru og gerast
gomul ella óhjálpin koma
at hava góðar umstøður at
liva undir og at miðvíst
verður arbeitt fram ímóti at
børn, ung og barnafamiljur
koma at fáa tær bestu um-
støðurnar.
Flokkar ið byggja á sand
At byggja síni hús á sand,
ber ikki boð um trygd og
vælferð. Tað boðar heldur
ikki frá einum álítandi
hugsunarhátti og skyn-
samun arbeiðshátti, ið kann
tryggja vælferð og búskap-
arligt skil.
Tað sum m.a. Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin
lova
teimum
gomlu, sjúku, brekaðu,
børnum og ungum verur
ikki bygt á trygga grund og
kjølfest í einum sjálvstøð-
ugum búskapi.
Heldur
sýnir
hetta
ómegd, at vit føroyingar
framhaldandi skulu vera
klientar, ið mugu móttaka
og verða tengdir at donsk-
um pengum.
Frá nú av og til valið 30.
apríl fer at hoyrast ein
songur, ið fer at lova
"fólkið fyrst". Men fólkið
kann ikki koma fyrst, so
leingi pengarnir úr Dan-
mark eru "fyrst" og fólki
"næst". Úrslitið verður, at
fólki kemur aftaná og má
rudda upp eftir eini kreppu,
skapta av politikarum úr
Javnaðar- og Sambands-
flokkinum.
Framtíðin er trygg – við
Tjóðveldisflokkinum.
16 ár eftir einum degi?
Jógvan Arge
Tórshavnar Býráð hevur
aftur havt spurningin um
sethúsabygging á einum
kommunalum neystataki
úti í Bakka til viðgerðar.
Av tí, at almenna lýsingin
av málinum kann skiljast
eins og at alt býráðið tekur
undir við óregluseminum
úti í Bakka, fari eg at
skoyta nøkur orð uppí.
Tað var ikki alt Tórs-
havnar Býráð, sum á fundi
týskvøldið mælti til at
broyta
byggisamtyktina
fyri Tinganes soleiðis, at
sethús eisini kunna byggj-
ast í Bakka.
Samtyktin varð gjørd við
teimum átta atkvøðunum
hjá samgonguni fyri og
teimum fimm atkvøðunum
hjá minnilutanum í móti.
Minnilutin helt fast við ta
støðu, sum hann áður hevur
havt í hesum kommunala
vinarmáli, og tók undir við
tí mótmæli, sum er komið
frá grannum.
Í byggi- og býarskip-
anarnevndini
hava
eg
sjálvur og Hildur Eyð-
unsdóttir heldur ikki tikið
undir við, at neystagrundin
í
Bakka
verður
frá-
matrikulerað restini av
Tinganesi, so býráðið kann
leiga takið á neystunum til
sethús.
Av tí, at spurningurin um
byggingina úti í Bakka
bæði er í rættinum og í
landsstýrinum og trætu-
málið sostatt ikki avgreitt,
mæltu vit á fundi í byggi-
og býarskipanarnevndini
mánadagin frá at fara undir
nakra frámatrikulering.
Úrslitið varð kortini, at
samgongan samtykti at
biðja Matrikulstovuna fara
undir frámatrikuleringina.
Støðan í málinum er nú,
at tað stendur til landsstýrið
og tess bygginevnd at taka
endaliga støðu til, um
fyritreytirnar fyri at broyta
byggisamtyktina
úti
í
Bakka eru loknar. Tað
halda vit ikki.
Bakkamálið spøkir aftur
C
M
Y
K
13
12