Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 22. mars til hósdagin 28. mars Gekkur Anders And i Mexico Aladdin Sum vanligt hevur útvarpið nógvan tónleik á skránni páska- dagarnar, og í ár verða fleiri nýggjar upptøkur at hoyra. Skírisdag kl. 15 fara vit at spæla upptøku frá Studenta- skúlanum í Hoydølum. Næm- ingar á skúlanum settu upp mo- dernaða sangleikin Godspell fyri 14 døgum síðani, og hetta vóru sera væleydnaðar fram- førslur. Útvarpið festi fram- førsluna á band, og skírisdag fara vit at senda eitt úrdrag úr Godspell. Kl. 17 skírisdag verður aftur ein nýggj upptøka at hoyra. Tann 17. mars hevði Føroya Symfoniorkestur konsert í Norðurlandahúsinum, og sum vant tók útvarpið konsertina upp. Vit hoyra brot úr tí upptøk- uni við tónleiki av millum ann- að Mendelssohn, Händel og Vi- valdi. Eisini langa fríggjadag verður onkur nýggj upptøka á skránni. Fuglafjarðar Sangkór hevði konsert í kirkjuni í Fuglafirði leygardagin 16. mars, og fríggjadagin kl. 16.45 fara vit at spæla burtur úr tí upptøkuni. Páskadag fara vit millum annað at hoyra Ólav Jakobsen spæla klass- iskan guitara. Hann helt konsert í Fuglafirði og í Havn í mars mán- aða, og útvarpið festi konsertina í Norðurlandahúsinum tann 13. mars á band. Ólavur Jakobsen, sum er okkara fremsti klassiski guit-arleikari, framførir bæði europeiskan og suðuramerik- anskan guitar-tónleik. 2. páskadag fara vit at hoyra eitt sindur av nýskrivaðum jazzi. Norðurlendska trioin GRISFO er samansett av tón- leikarum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum – haðani navnið. Jim Milne úr Grønlandia klaver, Sigurður Flósason úr Íslandi á saxofon og Edvard Nyholm De- bess úr Føroyum á bass fara at spæla eina skrá av sera væl- ljómandi jazz-tónleiki, sum út- varpið tók upp á konsert í Norð- urlandahúsinum 3. mars. Annars verður eisini nógvur annar tónleikur á skránni. Petur Birgir Petersen fer at hava eina sending um Matthæus-passión- ina hjá J. S. Bach. Tann sendingin kemur páskadag kl. 15 og Kári Olsen fer at hava eina sending við oratoriinum hjá Ludwig van Beet- hoven – Kristus á Oljufjallinum. Tann sendingin er langa fríggjadag kl. 15. Nógvar nýggjar tónleikaupptøkur á páskaskránni hjá Útvarpinum 32 mánaðir í Sachsenhausen 1:2 Fríggjakvøldið kl. 20.45 Hósmorgun kl. 6.40 Mánamorgun kl. 6.40 LISA fyllir 20, sær dupult og er skirv! Mentanarálitið er komið! Og LISA fyllir 20 ár. – Tað er sum um tilvildin hevur lagt hetta sera hegnisliga til rættis. – Í hvussu er hava programleiðar- arnir í Út- og Sjónvarpi víst hesum samanfalli ans. – Ment- anin hevur fingið pláss í før- oysku loftmiðlunum hesar sein- astu vikurnar henda fimbuls- vetur, ið ongan enda fær. – Ein taxaførari vildi vera við, at kav- in legðist á Tollaksmessu, og tað hevur næstan ikki verið tátt síðan. Mundi tað vera í Heima- beitinum hann segði so? Meg minnist ikki rættiliga. – Vit eru í hvussu er mong, ið leingjast eftir at sleppa at murra sangin hjá George Harrison aftur: Here Comes The Sun! Men eft- ir tí Alix segði í morgunsend- ingini leygardagin, so kunnu vit ikki gleðast ov tíðliga, sjálvt um fyrsti várdagur fyri langari tíð síðan er farin aftur um. Leingi er annars tað, ið væl skal vera! – Í Stýrivoltinum fyri viku síðan, hevði Birgir Kruse viðtal við fólkalívsfrøðingin Eyðun Andreassen, og vísti Eyðun á eina tjúgu ára gamla grein, har tey vóru nøkur, ið gjørdu vart við, at man átti at orða ein føroyskan mentanar- politikk. – Nú er hann so orð- aður, og takk fyri tað. – Spenn- andi verður so at síggja um tað fer at føra til nýggjar sendingar, tí hóast eg persónliga ikki hevði sæð nakað serliga nógvar av teimum mentanarsendingum, Sjónvarpið hevur endursent í síðstuni, so gjørdi tað einki, um vit fingu meiri enn bert eina Magnsending 14. hvønn dag! Mær dámdi annars rættiliga væl tónlistarligu útsetingina av gomlum føroyskum barnasang- um og rímum, Edvard Nyholm Debess hevði riggað til í send- ingini Lívsmyndir, ið var send nú ein dagin. – At nakað so løgið sum ein psykodeliskur húgvutáttur, ið sameinti rútmu- spælið á mest buldraligu Nico plátunum við gement rapp, og klipt saman í MTv stíli, (frá tá MTv enn var vert at hyggja at, sum hasin tónleikagesturin í sendingini Vikuskifti tók til), skuldi rigga so væl, er fínar greiðir. Men lat okkum ikki leypa fram av! Mentan er eitt vítt begreb! – Fyri nøkrum árum síðan, royndi onkur við skili fyri tí í eini útvarpssending at definera mentan og endaði við at siga, at alt egentliga er mentan. – Sjálv- andi er tað nakað um tað, men so missir orðið mentan sína megi um allýsingin gerst so breið, at innihaldið hvørvir. – Markið millum mentan og und- irhald kann t.d. vera hárfín. Sendingarnar hjá Peter Roach plaga at sjangra upp undir leyg- ardagsdøgurðan í flestum før- oyskum heimum, men sjáldan sum meiri enn meinaleyst undirhald. Tó nú leygardagin var øðrvísi, tí maðurin hevði evnað til eina minnissending um mæta countrysangaran Harland Howard (hopi eg havi fingið navnið rætt við!), ið eg, hóast eg kendi tey flestu løgini aftur, ongantíð hevði hoyrt git- an. – Hóast eg ikki eri tann stóri C&W fjepparin, so var tað næstan sum at blíva førdur inn í ein annan heim, soleiðis sum sendingin var bygd upp, og er tað ikki tað mentanin m.a. skal eitast at gera? Og so hatta prát- ið, Útvarpið hevði gjørt við mannin fyri árum síðani í sam- bandi við eina portretsendirøð um Patsy Cline. Slík prát gera allar tónleikasendingar munin meiri áhugaverdar og átti prát at verið ein nógv størri partur av tónleikasendingunum, tí um tær ikki dámar tónleikin nakað serliga væl, so er ein góð frá- søgn ikki at forsmáa. Kundi Út- varpið ikki manað fram aftur hasar kjaksendingarnar, ið sendar vóru fyri einum tveim- um vetrum síðani? – Annars átti hin gamli country swingar- in Harland Howard besta sitatið hesa vikuna: I’ve had the plea- sure of not having an ordi-nary job for years! Ella segði hann decades? Og mentan snýr seg eitt sind- ur um tað. – At hava eitt vanligt arbeiði, ið man kanska ikki trívist serliga væl í, ella at hætta sær at royna sítt flog á ein hvørjum mentunarligum øki, hugurin og hegnið er til. Tað royndi pottamakarin á heyg- num mikla í hvussu so er! Er samanburður kundi eisini verið gjørdur við forvitnisligu sendingina, ið var gjørd rundan um frumframførsluna av Sym- phony no. 1 hjá Sunnleif Ras- mussen — Oceanic Days. Har viðgingu foreldrini, ið sanni- liga vóru errin av avrikinum hjá soninum, at tey høvdu havt síni fyrivarni, tá ið hann av fyrstan tíð fortaldi teimum, at hann ætlaði at satsa upp á eina karrieru sum komponistur. Og so hava tey jú ein son aftrat, sum er skald, til lukku við tí! Hvar gongur so markið mill- um fína mentan og platt undir- hald? — Botnurin hjá Jens Marna og Tróndi høvdu tey flestu helst koyrt í tann seinna bólkin, men hinvegin so er iva- samt, um teir við at nevna send- ingina soleiðis vænta sær aðrar reaktiónir. — Áseyðaroytingin fyri opnum skermi er í hvussu er so deiliga tápulig, at hon so avgjørt er stuttlig, og vit treingja øll til at smílast við hvørt, nú veturin ikki vil sleppa hvørkratakinum. – Er tað bara eg sum havi eitt stutt minni, ella passar tað, sum fleiri siga, at vit mestsum einki summar høvdu í fjør? Eitt lítið PS til síðst: Tillukku við herðaklappinum Hans. Tað er tær væl unt! Tú hevur í hvussu er rætt: Mentan flytir ikki nógvar atkvøður! Bergur Rasmussen ummælir: Ólavur Jakobsen Skírisdag kl. 14.15 15 14 Nr. 57 - 22. mars 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: DONG skal samstarva Hóast almenna danska oljufelagið DONG hevði sítt næstbesta úr- slit nakrantíð í fjør, eru kapitalkrøvini so stór, at felagið noyðist at finna sær eitt altjóða felag at samstarva við. DONG hevði í fjør 2,2 mia. krónur í av- lopi, men stjórin, And- ers Eldrup, sigur at hetta er lítið í altjóða høpi, og at felagið eisini munar sær lítið á altjóða oljumarknaðin- um. Tað hevur verið umrøtt at skráseta felagið á partabræva- marknaðinum, men sjálvur heldur stjórin, at tað hevði verið ein størri fyrimunur at samstarva við einum stórum altjóða felagi. Tað er staturin, sum eigur DONG, og tí er tað í síðsta enda stjórn- in, sum skal gera av, um felagið skal fara upp í samstarv við eitt av teimum stóru feløgun- um í altjóða oljuvinn- uni. Røkke kærir dóm Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke skal rinda teimum smáu partaeigarunum í fe- lagnum Aker RGI 362 mió. norskar krónur. Tað avgjørdi tingrætt- urin í Oslo mikudagin, men Røkke boðaði í gjár frá, at hann hevði gjørt av at kæra dómin. Málið byrjaði, tá Kjell Inge Røkke í febr- uar í 2000 noyddi teir smáu partaeigararnar í Aker RGI at selja síni partabrøv. Sjálvur setti Røkke virðið á hvørj- um partabrævi til 105 krónur, men tað vildu teir smáu partaeigar- arnir ikki góðtaka. Teir stevndu tí Røkke og kravdu at fáa staðfest, at tað veruliga virðið á partabrøvunum var væl oman fyri tað, sum Røkke hevði ásett. Samstundis krevdu teir endurgjald fyri tað mista virðið. Mikudagin segði tingrætturin í Oslo, at tað veruliga virðið á partabrøvunum var 166 krónur, og at Røkke tí skal gjalda teimum smáu partaeigarunum 362 mió. norskar krón- ur afturat. Úr Norðurlondum: Bergen besta havnin Fimm reiðarí, sum reka ferðamannasigling í At- lantshavinum, hava valt Bergen sum ta bestu javnina í Norðurevropa. At Bergen er væl um- tóktur, sæst eisini í yvirlitinum hjá havnar- skrivstovuni. Har sæst, at í 1998 vóru 138 skipavitjanir Bergen, og at talið í fjør kom upp á 195. Í ár vænta teir í Berg- en, at heldur færri skip fara at leggja at har, tí færri amerikanarar fara at ferðast eftir tað, sum hendi tann 11. sep- tember í fjør. Kortini kunnu teir á havnar- skrivstovuni fegnast um, at "Queen Eliza- beth" hevur biðið um bryggjupláss í summar, og at 30 onnur skip, sum eru størri enn 50.000 tons, hava biðið um pláss í ár. Í fjør vóru hesi skipini bara 14. Men tey størstu ferðamannaskipini sleppa ikki til Bergen. Askøy-brúgvin er so lág, at tey størstu skip- ini fáa ikki siglt undir henni. Pengatrot Sjúkrahúsfelagsskapur- in í Keypmannahavn, sum umfatar øll sjúkra- húsini í høvuðsstaðar- økinum, er í fíggjarlig- um trupulleikum. Blað- ið Dagens Medicin skrivar, at felagsskap- inum tørvar 700 mió. krónur nú, og at tørv- urin verður ein mia. krónur um fýra ár. Fe- lagsskapurin hevur sambært blaðnum biðið kommunurnar, sum eiga sjúkrahúsini, um hjálp, men hevur ikki fingið svar. Russar hjálpa Í Norðurnoregi er stór- ur tørvur á læknum og tannlæknum, og tá norskir læknar og tann- læknar heldur vilja arbeiða longur suðuri í landinum, hava komm- unurnar valt at leita sær hjálp úr Russlandi. Mánadagin byrjaði tann fyrsti russiski tann- læknin í Troms, og nú verður roynt at fáa fleiri russiskar læknar og tannlæknar at koma vestur um markið at arbeiða. Andstøðuleiðarin í Zimbabwe, Morgan Tsvangirai, er nú formliga ákærdur fyri landasvik ZIMBABWE Árni Joensen Leiðarin í zimbabwisku andstøðuni, Morgan Tsvan- girai, varð mikudagin formliga ákærdur fyri landa svik. Sama ákæra varð samstundis reist ímóti einum øðrum andstøðu- politikara, tjóðartingslim- inum Renson Gasela. Flokkurin hjá Tsvangirai, MDC, hevur víst ákærun- um aftur og sigur, at floks- leiðarin bleiv lumpaður av monnum hjá loyniligu zimbabwisku løgregluni, sum høvdu fingið til uppgávu at forða fyri, at Tsvangirai kundi vinna forsetavalið ímóti Robert Mugabe. Ákærumyndugleikarnir grunda ákæruna um landa- svik á eina sjónbandsupp- tøku. Upptøkan vísir ein mann, sum eftir øllum at døma er Tsvangirai, í ein- um orðaskifti um, hvussu Mugabe skal ruddast av vegnum. Sjálvur sigur Morgan Tsvangirai, at upptøkan er klipt og falsað. Tað er komið fram, at tað var ein fyrrverandi embætismaður hjá ísraelsku fregnartæn- astuni Mossad, sum skipaði fyri upptøkuni, og at hann fekk pening frá stýrinum hjá Mugabe afturfyri. Bretska samveldið Commonwealth gjørdi týs- dagin av at útihýsa Zim- babwe í eitt ár sum mót- mæli ímóti forsetavalinum, sum sambært altjóða eyg- leiðarum var óregluligt. Politiskir eygleiðarar siga, at við at ákæra sín harðasta mótstøðumann fyri landasvik hevur Mu- gabe valt at fara í álop heldur enn at verja seg ímóti teimum nógvu skuld- setingunum um valsvik og harðskap í sambandi við valið. Hetta er Mugabe so líkt, men eygleiðararnir eru samdir um, at hesaferð spælir zimbabwiski for- setin við eld. Tað er spurningurin, sum nógvir italiu- menn seta sær, eftir at ein ráðgevi hjá stjórnini varð myrdur týsdagin ITALIA Árni Joensen Morðið á professaran og ráðgevan hjá italska ar- beiðsmálaráðnum, Marco Biagi, týsdagin hevur skak að alt Italia, og tilburðurin hevur fingið politikarar og italiumenn yvirhøvur at minnast tær nógvu og blóðugu atsóknirnar, sum yvirgangsfelagsskapurin Tær Reyðu Brigadurnar skipaðu fyri í Italia í sjeytiárunum. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av morð- inum á tann 52 ára gamla Biagi nærhendis heimi hansara í býnum Bologna, men løgreglan í Bologna ivast ikki í, at morðið er ein fráboðan um, at Tær Reyðu Brigadurnar eru komnar afturíaftur. Løgreglan vísir á, at drápshátturin týskvøldið var júst tann sami, sum drápsmenninir hjá bri- gadunum plagdu at nýta. Offurið fekk tvey skot í nakkan. Harafturat høvdu drápsmenninir rist eina fimmhyrnta stjørnu í portrið hjá Biagi, og sam- bært løgregluni plagdu limirnir hjá brigadunum í Bologna at nýta ta fimm- hyrntu stjørnuna sum sítt eyðkenni. Italsku myndugleikarnir seta morðið týskvøldið í samband við eitt annað morð, sum var í 1999. Eis- ini ta ferðina var tað ein ráðgevi hjá stjórnini, Mas- simo D'Antona, sum varð myrdur, og tá átóku Tær Reyðu Brigadurnar sær ábyrgdina av morðinum. Mugabe spælir við eld Reyðu Brigadurnar komnar afturíaftur? Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari á veg úr rættarhølinum í Harare mikudagin, eftir at hann var ákærdur fyri landasvik Mynd: Reuters C M Y K 14