Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 út at koyra Lupo Umhvør- visvirð- isløn VW Lupo 1,4 16V fekk »Miljøpris 1999« frá bilblaðnum Bilen Mot- or & Sport. Endamálið við virð- islønini er at heiðra tey framstig, sum bilverk- smiðjurnar gera fyri umhvørvið og brúkar- an. Kelda: Bil Snak BMW-700 røðin: Koyring við ryggfimleiki MAGNUS GUNNARSSON Tey, sum koyra við BMW- 700 røðini, hava møguleika at røra seg aftan fyri rættið, uttan at flyta seg. Samein- ingin av aktivari og pass- ivari trygd hevur gjørt fleiri av teimum dýru bilunum sera tryggar og góðar at koyra í, og BMW-700 er einki undantak í so máta. Tað at sita væl tá tú skalt koyra langt hevur stóran týdning fyri trygdina og trivnaðin. Ryggvøddarnir røra seg undir koyring BMW hevur gjørt eitt bil- setur, ið fær ryggvøddarnar at røra seg undir koyringini, fyri at bilførarin ikki skal verða til ampa fyri ferðsl- una, um hann verður illa tilpassar. Við at sita leingi í somu støðu, kunnu spenningar koma í ryggvøddarnar av tí, at ryggurin verður skeivt be- lastaður. Tá er tað, at tú flyt- ir teg í setrinum fyri at rætta uppá skeivleikan. Merkist næstan ikki Við hesum setrinum hjá BMW fær førarin flutt seg í setrinum, uttan at skula røra seg. Undir setrinum eru tvey hydraulisk rúm við einari blanding av glycerini og vatni í hvør sínari síðu, ið verða skiftivís fylt og tømd soleiðis, at blóðið fer í um- ferð, og vøddarnir verða virknir. Hetta merkist næstan ikki og eftir stuttari tíð hugsar man ikki um hesar røringar í setrinum. Ein kanning av hesum virkna setrinum vísir, at spenningar í ryggvøddu- num verða munandi minni, tá koyrt verða long strekkir. Hetta hevur vælveru við sær, og bilførarin verður meira árvakin undir koyr- ingini, og trygdin hækkar munandi. Hesi setur fáast sum frammsetur til BMW-700 røðina. Kelda: BMW Aktuelt EIRIKUR LINDENSKOV Fakfeløg og politikarar í Bretlandi mæltu í síðstu viku bretum til at boykotta týsku bilaverksmiðjuna BMW. Hetta skuldi verða gjørt til tess at revsa BMW, tí at týskararnir hava gjørt av at selja bretskja tjóðar- eyðkennið, Rover. – Um bara helmingurin av søgunum um BMW eru sannar, so hava teir uppført seg undir alt lágmark, og bretska fólkið eigur at vísa sína ónøgd við at boykotta BMW, segði John Ed- monds, fakfelagsleiðari, við bretska blaðið The Times. Fakfeløgini óttast, at søl- an av Roververksmiðju- num fer at merkja, at fleiri túsund fólk verða søgd úr starvi. Eisini politikarar stuðla bretska boykottinum av týskum luxusbilum. – BMW hevur uppført seg ljótt. Eg fari ongantíð at keypa mær ein BMW, segði ein limur í undirhús- inum. Ein annar fakfelagsleið- ari skjeyt upp, at framferð- arhátturin hjá BMW eigur at fáa avleiðingar heilt inn í bretsku fregnartænastuna. – James Bond noyðist nú at skifta sín BMW-sportbil út, helt hann. – 007 er eitt altjóða sym- bol upp á bretskt fedra- landskærleika, og tað er tí óhugsandi, at hann skal halda fram við at koyra í einum slíkum bili, heldur fakfelagsleiðarin, Sir Ken Jackson. Toyota væl frá byrjan Toyota fekk góða byrj- an í Danmark og Eu- ropa sum heild í ár. Við eini sølu uppá 12,2% av marknaðinum bleiv Toyota mest selda bil- merki í Danmark í jan- uar- og februarmánað. Kelda: Toyota Danmark A/S Renault Scénic RX4 Í juni kemur Renault Scénic við 4 hjóls- trekki. Scénic RX4 hevur 2.0 motor við 140 hk, permanent 4 hjóls- trekk, ið er gjørt í sam- starvi við Steyr Daimler Puch í Eysturríki. Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S Bretar boykotta BMW Nei, James Bond vitjar ikki løgmann! Men tað er slíkan sportbil, James Bond 007 hevur koyrt í, í seinastu filmunum. Hetta vilja bretar nú broyta Mynd: Álvur Haraldsen Við hesum setrinum hjá BMW fær førarin flutt seg í setrinum, uttan at skula røra seg. Undir setrinum eru tvey hy- draulisk rúm við einari blanding av glycerin og vatni í hvør sín- ari síðu, ið verða skiftivís fylt og tømd soleiðis, at blóðið fer í umferð, og vøddarnir verða virknir Viðmerking: út at koyra Daewoo Matiz Motorurin:3 syl. 800 ccm 6 ventilar við 51 hk Trekk: Framman Dekkstødd: 155/65-13 Bremsur: Skivur framman og trumlur aftan Bensinnýtsla: 15,6 km/l Stødd Longd: 349.5 cm Breidd: 149.5 cm Hædd: 148.5 cm Eginvekt: 825 kg Totalvekt: 1275 kg Viðførisrúm: 104 litrar Prísir: Matiz S 99.700,- Prísir: Matiz SE 109.700,- Søluumboð: P/F Esmar Simonsen Kambsdalur FO-530 Fuglafjørður MAGNUS GUNNARSSON Suðurkoreanska Daewoo fyritøkan, ið varð stovnað í 1967, hevur gjørt bilar í mong ár í samstarvi við Mercedes og General Mot- ors. Umframt bilar gera teir eisini harðar hvítvørur, tel- eútgerð, flogfør, trukkar, eins og teir hava skipa- smiðjur og annan tungan ídnað. Praktiskur bilur í 100.000 kr klassanum Fyrstu bilarnir frá Daewoo Motor Company, sum komu higar til lands fyri nøkrum árum síðan, vóru somu bil- ar, sum Opel Kadett við smáum broytingum og Dae- wooemblemum. Nú hava allir Daewoo bilarnir sjálv- støðug snið, og ein av teim- um er hesin lítli Matiz. Daewoo Matiz er ein praktiskur bilur í kr 100.000 klassanum. Matiz fær teg at hugsa um ein nýmótans Citroen 2CV, ikki tí teir líkj- ast á nakran hátt, men kanska tí hann er líka høgur, sum hann er breiður, hevur tak, sum kann rullast afturav og lítlan motor. Rúmligur innanfyri smáar karmar Matiz er rúmligur, tá hugsað verður um støddina á bili- Daewoo Matiz til summar og sól num. Konstruktørarnir hava gjørt ein rúmligan bil innan fyri teir smáu karmarnar, ið teir hava havt at arbeitt við. Bilurin kann brúkast, sum um tað var ein størri bilur, talan var um. Koyrieginleikarnir eru so góðir, at bilurin fyri tann skuld kundi havt munandi størri motor. Eisini í vindi klárar Matiz seg væl. Mot- orurin er ein 3 cyl. við 800 ccm og 51 hk, so tað ræður um at brúka megina, sum er at ráða yvir. Matiz, ein sermerktur bilur Viðførisrúmið er ikki stórt, gott 100 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verða 512 litrar til at brúka. Daewoo Matiz er ein praktiskur og bíligur bilur. Um tveir persónar fara út at ferðast við bilinum, og leggja baksetrini niður, er ikki so lítið pláss til viðfør- ið. Verður tað ov heitt í veðrinum, ber til at fáa góða nyttu av at rulla takið aftur- av. Matiz SE er væl útgjørd- ur við t. d. ABS bremsum, dupultum airbag, AM/FM radio, kopphaldara, el-rútar framman, el-rullutak, sen- trallás og servostýring. Bil- urin er sermerktur og hevur nógvar møguleikar, um teir verða brúktir rætt. Sterkir menn í sterkum bili… Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, koyrir eisini Daewoo Myndir: Jonhard Hammer