Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 22. mars 2002 37 Um vikuskiftið var stór talvkapping í Gøtu, og niðanfyri prenta vit øll úrslitini frá kappingini TALVÚRSLIT Triðja barna- og ungdóms- talvkappingin í vetur var í Gøtu leygardagin 16. mars. Tá av tornaði, vóru 16 lið teknað til yngru deildina og 20 til eldru. Samanlagt vóru sostatt eini 180 børn og ungfólk við í kappingini. Yngra deildin Í innleiðandi kappingini vóru úrslitini hesi: Bólkur A Nr. Lið Stig 1 HT 5 25,0 2 Rókur 3 17,5 3 KT 6 17,5 4 MT 3 12,5 5 VT 2 12,5 6 KT 8 11,0 7 Rókur 5 8,5 8 KTF 5 7,5 Bólkur B Nr. Lið Stig 1 KTF 4 26,0 2 MT 2 22,0 3 KT 7 15,5 4 Rókur 4 15,0 5 HT 6 13,0 6 Venjingarsk. 3 11,5 7 VT 3 5,0 8 KT 9 4,0 Í endaspælinum vóru úrslitini: Finalubólkur A Nr. Lið Stig 1 HT 5 9,5 2 KTF 4 7,0 3 MT 2 6,0 4 Rókur 3 1,5 Klaksvíkingar hava í hinum báðum kappingunum verið drúgvir, men hesuferð drógu havnardreingir longra stráið. Vágamenn eru eisini væl við í hesum aldursbólkinum. Finalubólkur B Nr. Lið Stig 1 KT 6 9,5 2 KT 7 6,0 3 MT 3 4,5 4 Rókur 4 4,0 Finalubólkur C Nr. Lið Stig 1 HT 6 7,0 2 Venjingarsk. 3 7,0 3 VT 2 5,5 4 KT 8 4,5 Finalubólkur D Nr. Lið Stig 1 KTF 5 9,5 2 Rókur 5 7,0 3 VT 3 4,0 4 KT 9 3,5 Sostatt fingu havnardreing- ir (HT5) gullheiðursmerki, klaksvíkingar (KTF4) fingu silvur, meðan miðvingar (MT2) fingu bronsu. Hesir mannaðu vinnandi liðini í yngru deildini: HT5 Margeir Berg Tór D. Joensen Hálvdan Dalsgarð Hjalti Toftum Jaspur Enghamar Regin í Dali KTF4 Bogi Hansen Regin Sivertsen Dánjal P. Jacobsen Eilif Arge MT2 Rógvi Nielsen Tórur á Presttrøðni Høgni Svabo Gudmund Niclasen Poli Bernhardson Eldra deildin Úrslitini í innleiðandi kappingini í eldru deildini vóru hesi: Bólkur A Nr. Lið Stig 1 HT 1 15,5 2 KT 1 10,0 3 KT 4 6,5 4 Rókur 2 4,0 5 KTF 3 4,0 Bólkur B Nr. Lið Stig 1 KTF 1 14,0 2 HT 2 12,0 3 KT 3 9,0 4 VT 1 5,0 5 Venjingarsk. 1 0,0 Bólkur C Nr. Lið Stig 1 GT 1 15,5 2 KTF 2 7,0 3 HT 3 7,0 4 Rókur 1 5,5 5 KT 2 5,0 Bólkur D Nr. Lið Stig 1 MT 1 16,0 2 GT 2 11,0 3 Venjingarsk. 2 6,0 4 KT 4 4,0 5 HT 4 3,0 Í endaspælinum gjørdist støðan henda: Finalubólkur A Nr. Lið Stig 1-2 HT 1 7,5 1-2 KTF 1 7,5 3 MT 1 6,0 4 GT 1 3,0 Her vóru havnardreingir (HT1) og klaksvíkingar (KTF1) púra javnir, so bæði liðini fingu gullheið- ursmerki, meðan miðvingar fóru avstað við bronsuni. Dysturin millum HT1 og KTF1 endaði 2-2 og dystar- stigini hjá báðum vóru 2-1- 0. Sostatt bar ikki til at taka dagar partanna millum. Klaksvíkingar kundu annars havt lumpað havnar- dreingir, vunnu teir seinasta talvið í kappingini móti miðvingum. Spenningurin var stórur og fitt av fólki tyrptist uttan um borðið, men Rógvi megnaði ikki at vinna á Jóni – talvið endaði javnt og klaksvíkingar fingu síni fyrstu gullheið- ursmerki í ár. Við sínum 6 stigum royndust miðvingar eisini stinnir í hesum aldursbólkinum; teir góvu bæði havnardreingjum og klaksvíkingum harða mótstøðu. Finalubólkur B Nr. Lið Stig 1 KT 1 9,0 2 HT 2 8,0 3 GT 2 3,5 4 KTF 2 3,5 Finalubólkur C Nr. Lið Stig 1 Venjingarsk. 2 6,5 2 KT 4 6,5 3 KT 3 6,0 4 HT 3 5,0 Finalubólkur D Nr. Lið Stig 1 Rókur 1 10,0 2 KT 5 5,5 3 Rókur 2 4,5 4 VT 1 4,0 Finalubólkur E Nr. Lið Stig 1 HT 4 6,0 2 KT 2 5,5 3 KTF 3 0,5 Á vinnandi liðunum í eldru deildini vóru: HT1 Jákup D. Joensen Rógvi Mortensen Helgi D. Ziska Fríbjartur Olsen KTF1 Rani Baldursson Ebbe Petersen Rógvi Dragaberg Danny Baldursson Berint Kalsøe MT1 Jóhan Hendrik Ellefsen Jóhan Johannesen Jón Gregersen Ingi W. Joensen Ragnar á Presttrøðni Buldrut og strævið – men stuttligt At halda skil á eini 180 ágrýtnum børnum og 100 minst líka ivrigum foreldr- um, krevur sín mann. Tað sigur seg sjálvt, at tað kann verða sera trupult hjá páp- anum at halda tætt og hava hendurnar í lumma, tá lítli sonurin situr ráðaleysur og við fjakkandi eygum starir at eini fløkju á frúgvahálv- uni, meðan pápin sjálvur heldur seg hava fingið eyg- að á mát í einum leiki hinu- megin. Fyrsta umfar er um at verða liðugt. Við eitt borð í yngru deildini situr ein drongur eitt sindur ørkyml- aður. Tá so stórar kappingar eru, er neyðugt at læna talv og klokkur frá øðrum fel- øgum og tað kemur meir enn so fyri, at brek er á onkrum. Hesin drongurin var so óheppin at fáa ein riddara, ið ikki var meir enn hálvur. Tað er so vorðið við riddarum, at teir eru í tveimum pørtum: ein undirpartur, ið er sjálvur fóturin og ein yvirpartur, ið er høvdið og kroppurin á einum hesti. Í erva á fótin- um er ein lítil knubbi, ið verður sýldur inn í ovara partin og festur við einum dropa av lími. Tá fóturin stendur einsamallur, er hann mest átøkur eini yvirvaksnari finnu. Tað var hetta ið gjørdi, at drongurin var í villareiði. Hann hevði tapt talvið, men tá hann hugsaði seg um, mintist hann, at hann stundum – uttan at geva sær far um tað – hevði leikt riddaran sum eina finnu, og hann helt fyri vist, at hann móti endanum hevði vunnið talvið, hevði hann tá gjørt ein riddaraleik við undirpartinum í staðin fyri finnuleikin. Men her var ikki nógv at gera við. Ein heilur riddari var fingin til vega, og so var aftur lagt til brots. Kokkarnir høvdu úr at gera Í eldru deildini hevði ein hetta fyri: Hvørja ferð hann hevði flutt, slerdi hann niður á klokkuna hjá síðu- manninum, ið bæði bilsin og undrandi stakk leysur uppfrá av ganginum, fótaði sær aftur, rættaði klokkuna og gjørdi hin varugan við mistakið. Men hann hevði ikki meir enn snara sær á, tá aftur verður dukað á klokk- una. Hetta stó við til hann, ið fyri áganginum var, ikki visti onnur ráð enn at ripa hinum ein undir vangan. Tá hjálpti! Ein annar var so óheppin, tá hann toygdi seg í fullari longd framyvir borðið eftir einum bispi, ið var rímdur nakað langt heimanífrá, at hann sópaði allan trunkan av hvíta og svarta fólkin- um, ið á borðinum stóð og tað nógva av fólkinum, ið síðumenninir høvdu dripið og sett til viks, á gólvið. Men tað var einki við at gera! Tann óhepni telvarin stoytti seg á høvdi, kom uppundan aftur við fullum føvningi av talvfólki, vig- aði eina løtu við hondunum framfyri seg og plantaði so ein dunga av hvítum og svørtum fólki á borðið aftanvert kongamegin. So varð díkt á aftur og helmað varð ikki í, fyrr enn báðir kongarnir stóðu eftir á berum. Nógv varð etið og drukk- ið, og eftir at heiðursmerk- ini vóru handað, var ein buldrutur og strævin dagur at enda komin – men stutt- ligt hevði tað verið! Barna- og ungdómskapping í Gøtu Stór talvkapping fyri yngru telvararnar varð hildin í Gøtu um vikuskiftið, og okkurt um 180 børn luttóku Havnar Telvingarfelag vann A-bólkin hjá yngru liðunum Tað kann vera strævið at halda skil á 180 børnum, men kortini tóktust fyriskipararnir at hugna sær óført 37 36 Nr. 57 - 22. mars 2002 Tað hevuir fleiri ferðir víst seg, at áhugin fyri at síggja fótbólt uttanlands er stórur, og nú fer Atlantsflog aftur at skipa fyri eini slíkari ferð. Talan er danska stórdystin millum FCK og Brøndby FÓTBÓLTSFERÐ Jákup Mørk Tá Todi Jónsson og FCK gjørdist danskir meistarar í fjør, vóru hópin av føroy- ingum í Parkini. Atlantsflog hevði tá skipað fyri eini ferð til endamálið, og undirtøkan fyri hesum var so miki stór, at fleiri máttu setast eftir, tí tey vóru ov sein á sjóvarfallinum. Todi, Brøndby og TV2 Fleiri tekin eru nú um, at felagið hjá Toda Jónsson er í ferð við at toga seg inn á oddaliðið og arvafíggindan úr Brøndby, og tað líkist einum avgerandi dysti, tá hesi bæði liðini tørna sam- an á danska tjóðarvøllinum hin 14. mai. Saman við Sosialinum fer Atlantic Airways tá at skipa fyri ferð til Keyp- mannahavnar, og umframt sjálvan fótbóltsdystin, eru eisini fleiri onnur tilboð á skránni. Eitt nú verður talan um eina rundvísing í Parkini, har Todi Jónsson fer at greiða frá umstøðun- um hjá felagnum, og hartil verður ein stór rock-konsert í Fælledparken um sama mundi, har millum annað TV2 verður, og við at keypa ein pakka av at- gongumerkjum, ber til at fáa avsláttur til bæði hetta og til fótbóltsdystin. Geva kundanum tað rætta Kent Christensen, sum er marknaðarleiðari hjá At- lantic Airways, sigur um tiltakið, at hetta við at skipa fyri fótbóltsferðum ikki er nakað nýtt í sjálvum sær. – Vit skipaðu jú fyri ferð til dystin millum FCK og Brøndby í fjør, og tá landsliðið spælir uttan- lands, eru aloftast nógvir áskoðarar við í ferðalagn- um. Tað vísur seg, at hetta er nakað, sum hevur undir- tøku millum fólk, og tí vóna vit nú, at kunna fáa hetta í eina fastari legu. – Tað nýtist heldur ikki bara at vera dystir hjá FCK ella hjá øðrum feløgum, har føroyingar spæla. Tað kann eins væl gerast talan um ferðir til London ella Aber- deen, har tað er gjørligt at síggja stórdystir. Í so máta eru tað ikki nøkur serlig mørk, sum gera av, hvat vit kunnu og hvat vit ikki kunnu gera. Spurdur, um tað annars eru aðrar ørsøkir til, at flog- felagið nú fer at leggja seg meira eftir slíkum ferðum, sigur marknaðarleiðarin, at tað fyri tey ræður um at bjóða fólki tað, sum tey hava áhuga fyri. – Tá vit royna at víðka um virksemið, so mugu vit geva fólki nakað, sum tey kenna lokkandi. Tað kann vera ein vikuskiftisferð í Keypmannahavn, ein ferð í Tivoli, vitjan á fínari mat- stovu uttanlands. Fólk vilja jú fyrst og fremst keypa nakað, sum hevur teirra áhuga, og tað vísur seg so, at fótbóltur eisini er ímill- um hesi. – Eg vil tó enn einaferð siga, at hetta ikki er nakað spildurnýtt. Vit hava áður skipa fyri ferðum, tá onkur serstøk hending er á skránni. Eitt nú konsertir við stórum nøvnum, boksi- dystin millum Brian Nielsen og Mike Tyson og so framvegis. Tað grund- leggjandi fyri okkum er at geva kundanum tað, sum tey vilja hava, og tað vóna vit eisini at vit gera við hes- um, sigur Kent Christensen at enda. Síggið slagið um Keypmannahavn Hóast Todi Jónsson ikki fekk spælt, tá FCK í fjør vann avgerandi dystin á Brøndby, so vóru hópin av føroyingum á staðnum, tá gullið kom til høldar Seinasta vikuskifti helt FSF dómara- skeið við tilhoyr- andi próvtøku í ÍSF-húsinum, og níggju nýggir dóm- arar fingu handað dómaraprógv FÓTBÓLTS- DÓMARAR Jákup Mørk Tað verður ofta tikið til, at vit hava ov fáar fót- bóltsdómarar í Føroy- um. Fyri at koma hesum trupulleika til lívs, hevur Fótbóltssambandið ígjøgnum fleiri ár skipað fyri dómaraskeiðum, og seinasta vikuskifti varð so enn eitt slíkt hildið. Dómarainstruktørar vóru Niklas á Líðarenda og Jógvan Jensen, og tá skeiðið var lokið, høvdu níggju nýggir dómarar sæð dagsins ljós. Nýggju dómararnir eru Kristoffur Vidtfeldt (B71), Niels Christian Nielsen (AB), Eirikur í Jákupsstovu (EB/S), Jónfinn Stenberg (AB), Jákup Louis Stenberg (AB), Búgvi Øster (EB/S), Emil Hentze (SÍF), Sunnuvá Vestur- dal (EB) og Tummas Súni Joensen (EB). Níggju nýggir Stendur tað upp til marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways, so verður Merkið meira vanligt til útlendskar fótbóltsdystir í framtíðini C M Y K 36