Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 • fríggjadagur • 22. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki hoyvíkingum at vinna ein einasta dyst í endaspælinum í manshondbólti, men við javnleikinum móti KÍF sluppu teir um ikki annað undan botnsessinum HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Mikukvøldið fall avgerðin um, hvat lið skuldi hava ivasama heiðurin av at enda niðast í hondbóltslands- kappingini hjá monnum. Hevði nakar í desember mánaði sagt, at annað av liðunum í hesi uppgerðini skuldi verða úr Hoyvík, høvdu tey flestu helst ypt øksl. Hoyvíkingar vóru tá á triðja plássinum í lands- kappingini saman við strandingum, og einki var at ivast í, at tað fóru at verða hesi bæði liðini, sum fóru at stríðast um brons- una. Ella tað hildu tey flestu í øllum førum. Eingin avgerð Síðani tá er nevnliga nógv vatn runnið í ánna. Hoyvík- ingar hava í samfullum 12 dystum ikki megnað at koppa mótstøðuni eina ein- astu ferð. Fram til miku- dagin hevði talan tó verið um tveir javnleikir, og hesir høvdu hóast alt við sær, at liðið framhaldandi var eitt stig framman fyri kollfirð- ingar, sum hinvegin heldur ikki hava staðið seg serliga væl i endaspælinum. Sæð burtur frá einum einsamøll- um sigri – á útivølli móti StÍF – høvdu kollfirðing- arnir heldur ikki vunnið í endaspælinum, og eins og hjá hoyvíkingunum, so var talan um seinasta møgu- leikan hjá teimum. Tað var eisini leingi líkt til, at kollfirðingarnir skuldu fáa næsta sigurin mikukvøldið. Sæð burtur frá fyrsta korterinum ella so, so vóru tað gestirnir, sum vóru við yvirlutan, og seinasta korterið undan steðginum skutu teir fimm mál fleiri enn hoyvíking- arnir. Í seinna hálvleiki tóktist einki benda á, at hoyvíking- arnir skuldu sleppa ájavnt við gestirnar. Nakrar hálv- hjartaðar royndir vórðu gjørdar, men hvørja ferð svaraðu KÍF aftur, og tíggju minuttir fyri leiklok vóru framvegis trý mál á muni. Tað eydnaðist tá hoyvík- ingunum at gera ein vørr. Ikki bara vunnu teir seg ájavnt, men teir fóru eisini framum gestirnar, so var lagt upp til ein spennandi endaspurt. Sum úrslitið sig- ur, so endaði hesin tó javn- ur, og soleiðis endaðu kollfirðingar aftastir í saml- aðu støðuni, meðan hoyvík- ingar ikki fingu ein hin einasta sigurin í endaspæl- inum. Vónbrot Saman um tikið má sigast um tey bæði liðini, at tey hvør í sínum lagi hava verið størstu vónbrotini hetta kappingarárið. Eftir at teir veruliga fingu ferð á í endaspælinum í fjør, rokn- aðu fleiri við, at KÍF kanska kundi gera um seg í ár. Fleiri ferðir hevur eisini verið um reppið, at teir hava tikið stig móti teimum stóru, men hvørja ferð hev- ur alt kiksað í evstu løtu. Ikki minst munnu tvey eitt- máls tap fyri VÍF standa frammarliga í huganum, men somuleiðis hava teir í seinastu minuttunum tveitt stig burtur móti flestu av hinum liðunum, og kunnu teir tí bert takka sær sjálv- um fyri, at endastøðan ikki gjørdist ein heilt onnur. Hoyvíkingar høvdu sum kunnugt stórar ætlanir und- an kappingarárinum. Við eini nýggjari høll í eygsjón skuldi talan veruliga gerast um eitt stórt ár, men so hvørt sum hugsanirnar um nýggju høllina eru fjaraðar, eru úrslitini eisini versnaði, og at liðið endaði sigurs- leyst í endaspælinum sigur alt um, hvussu illa vónir og veruleiki hava sampakkað í ár. Eftir stendur so spurning- urin, hvussu liðini fara at standa seg komandi árið. Sjálvandi ikki nakar lættur spurningur at svara, men í báðum førum er talan um feløg við einum sterkum baklandi, og tí er als ikki óhugsandi, at liðini fáa styrk á leikarasíðuni, so hvør veit. Kanska verður tað næsta ár. Dysturin í tølum H71-KÍF 226-26 (10-14) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 7, Bjarni Wardum 4(1), Kristian Petursson 3, Jákup Símun Simonsen 3, Olaf Vestergaard 3, Johnny Durhuus 2, Høgni Joensen 2, Jákup á Borg 1, Finnur Hansson 1 KÍF: Durica Tomic 8(3), Eddie Joensen 5, Jákup Dam 4, Regin Petersen 4, Petur Martin Pouslen 2, Kristian Madsen 2, Rógvi Weihe 1 Brotskøst: H71 1, KÍF 3 Útvísingar: H71 2, KÍF 1 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. H71-KÍF (26-26): Kollfirðingar endaðu aftast Hoyvíkingar og kollfirðingar hava verið vónbrotini hetta kappingarárið, og í seinasta dystinum megnaði hvørgin parturin at avgera Mynd: Álvur Haraldsen 35 34 Nr. 57 - 22. mars 2002 Tað var rættiligt lív á bryggjuni, tá út- róðrarbátarnir løgdu upp á Miðvági miku- kvøldið. Teir bestu komu upp í eini 3.000 pund ÚTRÓÐUR Edvard Joensen Miðvági: Tað sleppur bara ein til kranan í senn, so hinir verða allir noyddir at liggja og bíða eftir land- ingartørni. Tað fær vágna at líkjast einum jólatræi við øllum hesum hvítu og lit- aðu ljósunum. Ein hvítur bátur kemur inn móti bryggjuni, beint sum ein annar er leysur. Hesin, sum leggur at, hevur fingið eini 1.000 pund ella so, halda teir, sum spentir standa og hyggja at í kuld- anum. Ílatnir termodraktir og við hundunum djúpt í lummunum fyri ikki at lofna. Maðurin í bátinum fær krókar loraðar niður á dekkið og høggur í annan kassan, har stendur. Kassin verður hivaður upp á bryggjuna og holvdur í ein størri kassa, har stendur. Ein oljuklæddur drongur krøkir íaftur, og kassin verður settur niður aftur á dekkið. Menn ganga á bryggjuni. Tosa um, hvussu verið hevur í dag. Hvussu nógvir bátanrir munnu vera, og hvør hasin, sum lá har úti nummar trý í bíðirøðini, mundi vera. – Fremmandur bátur halda teir. Hava ikki sæð hann fyrr. Jú, hann er suðringur, vísir tað seg, tá hann leggur at. Vágbingar, sum komnir eru higar vestur at avreiða. Hava stóran bát við dekki, so teir fáa helst búð umborð nakrar dagar. – Bíða eitt sindur, rópar kassamaðurin á krana- mannin, tá hesin er í so bráður at stoyta úr. Her eru rogn í kassanum, og tú kroysti tey. So fær drongurin í olju- klæðunum hendur á rogna- posan og dregur hann undan kassanum, sum hongur í krananum, og leggur hann á bryggjuna, til liðugt er at stoyta fisk í stóra kassan. Tá sleppa rognini aftur upp í kassan at liggja. Eitt skip liggur nú knapp- liga millum bátarnar og vil sleppa at leggja upp. Onkur ivast í at kenna, men heldur so kortini, at hann er neyv- an hiðani. Men hann er merktur VA kortini, tosa teir. Jú, veit onkur annar at siga, Tað er hann, men er nústaðni keyptur vestur. Kemur av Eiði. Teir hava keypt hann at skaffa West- freezer fiskidagar frá, vita teir at siga. Hvat hann mundi kosta? Nei spyr ikki. Havi einki hoyrt. Ein eldri maður í grønari ulpu og við húgvu á høvd- inum kemur eftir bryggju- kantinum. Jú hann hevur hoyrt okkurt. – Mundi tað ikki vera einar.... sigur hann og nevnir eitt tal. Ella var tað kanska meiriii? Eg havi hoyrt onkran siga eina hundað túsund afturat. Nei, hann veit einkiiiiii. Ikki vist soleiðsniiii. Men tað man fara at frættast. Kassarúgvan á bryggjuni veksur. Teir skulu til Sør- vágs, har vigað verður og skilt, aðrenn selt verður á uppboðssøluni. Síðan fer nakað helst til saltfiskavirkið í Sørvági, meðan Evald fer at koyra restina upp i Strand- ferðslubilin og skunda sær á Oyrargjógv at sleppa við Ternuni um Vestmannasund til eitthvørt virki, sum keypt hevur. Og tey, sum koma til gongu umbnorð, fara skeld- andi inn eftir dekkinum móti salonghurðini, tí tað rennur úr bingjuni hjá Evaldi. Og tað luktar. Reiðaríið Vest-Line, sum frammanundan eigur frystilínuskipið West Freezer, hevur keypt snellubátin Havbúgvan av Eiði. Íslandskvotan hjá Havbúgvanum skal flytast yvir á West Freezer FISKIVINNA Edvard Joensen Miðvági: Miðvingar hava økt um flotan, sum merktur er VA. Havbúgvin av Eiði er keyptur til Miðvágs, haðani hann rør út við snellu. Hann lá sum eitt rættiligt skip millum smáu útróðrar- bátarnar á Miðvági miku- kvøldið. Havbúgvin, sum merktur er knappliga 54 tons. Smíðaður í Korsør í Danmark í 1955. Í 1979 fekk hann ein 360 HK Deutz motor ísettan. Havbúgvin hevði verið á útróðri við snellu hendan dagin, og mettu teir seg at hava fingið eitt gott tons. Reiðarin, Thomas Jacob á Løgmansbø, stóð á bryggjuni, tá teir komu aftur. Hann greiðir frá, at reiðaríið Vest-Line framm- an undan eigur línubátin West Freezer. Men West Freezer hevur tann trupulleika, sum til tíðir kann vera rættiliga irriterandi, at hann hevur ov fáar dagar. – Alt ov lítið til, at tað líkist nøkrum, letur reiðarin at. Tí hevur reiðaríið gjørt av at gera, sum so mangan verður gjørt í føroysku fiskivinnuni um dagarnar, at teir hava keypt eitt skip aftur at fyri at kunna flyta fiskidagar haðani yvir á tað størra farið. – Ein vinningur við at keypa Havbúgvan er, at hann hevur góða Íslands- kvotu, sum vit kunnu flyta yvir á West Freezer, greiðir Thomas Jacob á Løgmans- bø frá. Havbúgvin fer so bara at royna undir Føroyum og fer ikki aftur til Íslands, sum hann annars vanliga plagar at vera um summarið. Thomas Jacob á Løg- mansbø leggur ikki í at upp-lýsa, hvat teir hava keypt Havbúgvan fyri, uttan bara tað, at tað var nóg dýrt, sum hann tekur til. Lívligt á Prestlandinum Havbúgvin seldur til Miðvágs Hann er á veg at bryggju at leggja upp tað, hann hevur fingið við snelluni í Vágahavinum. Uttan fyri liggja aðrir við tendraðum lanternum og bíða eftir tørni Mynd: Edvard Joensen Havbúgvin er seldur av Eiði til Miðvágs. Íslandskvotan verður latin West Freezer, sum er »kompagnískip«, meðan Havbúgvin fer at royna við snellu undir Føroyum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 34