fríggjadagur 22. mars 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 57 - 22. mars 2002
Nr. 57 - 22. mars 2002
33
Tað var fullsett í
Føroyingahúsinum í
Keypmannahavn, tá
Pætur við Keldu,
Kórið Mpiri og Janus
Trúgvason spældu á
cafékvøldi har
Føroyingar hava nógvar
frálíkar tónleikarar í øðrum
londum, og nakrir av teim-
um, sum eru búsitandi í
Danmark, spældu á café-
kvøldi í Føroyingahúsinum
í Keypmannahavn næst-
seinasta vikuskiftið.
Sama kvøld var Pætur
við Keldu gestur í væl
dámdu donsku sendirøðini,
Hit med sangen, sum eisini
varð send í føroyskum
sjónvarpi hetta kvøldið.
Tey, sum vóru til tiltakið í
Føroyingahúsinum, fingu
ov mikið av Pæturi, tí um-
framt at tey kundu fylgja
avrikinum hjá klaksvík-
inginum í sjónvarpinum,
var Pætur eisini millum
tónleikararnar á kvøldin-
um.
Og Pætur hugtók sum
vanligt við síni fram úr
góðu rødd og klaverspæli.
Tað gjørdi ikki fram-
førsluna hjá Pæturi verri, at
hann nú hevur funnið sam-
an við tveimum øðrum
klaksvíkingum á høvuðs-
staðarleiðini, Eyðuni Nol-
søe og Peturi Hans Nicla-
sen. Teir tríggir spældu væl
saman, og bæði Pætur og
Eyðun, sum eisini er ein
frálíkur sangari, sungu.
Spæla eisini í
Føroyum
Teir tríggir skulu fyrst í
komandi mánaði spæla til
eitt serligt tiltak í Norður-
landahúsinum, tá nýggja
fløgan hjá Brandi Enni
verður avdúkað, og tá fáa
føroyingar eisini møgu-
leikan at hoyra teir live.
Umframt hendan bólkin,
var
vísusangarin
Janus
Trúgvason eisini at hoyra.
Hann spældi saman við
Eyðuni Hansen, og teir
spældu góðan vísutónleik
fyri cafégestunum.
Kórið Mpiri, sum Sunleif
Rasmussen stjórnar, sang
eisini hetta kvøldið, og tað
gav góða breidd í tón-
leikaliga tiltakið á caféini.
Føroyingahúsið
hevur
javnan tónleikatiltøk av
hesum slagi, og í næsta
mánaði fer íslendski Bubbi
Morthens at verða millum
tónleikagestirnar í húsinum
hjá føroyingum í Keyp-
mannahavn.
Gott undirhald fyri føroyingum
í Keypmannahavn
Janus Trúgvason og Eyðun Hansen spældu góðan vísutónleik í Føroyahúsinum
Eyðun Nolsøe og Hans Petur Niclasen spældu saman við
Pæturi við Keldu
Pætur við Keldu sang sum
ein dreymur í
Føroyahúsinum
Terji Rasmussen og
tónleikarar úr Nólsoy
manna bólk, sum fer
at spæla til dans á
Kambsdali leygar-
kvøldið 30. mars
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Terji Rasmussen hevur nú
funnið sær tónleikarar í
Nólsoy at spæla saman við.
Seinastu mánaðirnar hevur
havnamaðurin búð og ar-
beitt í Nólsoy, og fyrsta
ítøkiliga tónleikaliga úr-
slitið burtur úr hesum
verður at hoyra á Kambs-
dali
leygarkvøldið
30.
mars.
Terji Rasmussen hevur
verið útiseti í fleiri ár, til
hann nýliga flutti heimaftur
til Føroya. Í Danmark
spældi hann nógv saman
við Eyðuni Nolsøe, sum
framvegis býr í Keyp-
mannahavn.
Teir
góvu
eisini tvær fløgur út saman,
og teir spældu á nógvum
konsertum og til dansir.
Nú leitar Terji aðrar
leiðir, og tað ger hann uttan
Eyðun Nolsøe. Terji er farin
at
spæla
saman
við
tónleikum í Nólsoy, og nú
fer hesin bólkurin at royna
seg til eitt størri tiltak.
Teir spæla blandaðan
tónleik, bæði slíkt sum Terji
er kendur fyri at framføra
og ymiskt, sum teir sjálvur
hava gjørt.
Umframt bólkin hjá Terja
Rasmussen fer ein plátu-
vendari eisini at hava Hit
Show 2002.
Okkara kendi saxofonist-
ur, Hans Petur í Brekk
unum, spælir á Diskoteque
Platform hetta vikuskiftið.
Hans Petur hevur millum
annað spælt saman við
Hjarnum og Eyðun &
Terja.
Hans Petur í Brekkunum
býr í Danmark, her hann er
tónleikalærari og yrkis-
tónleikari. Hann spælir við
bólkinum TAKE OFF, sum
kemur til Føroya í summar.
Hann hevur eisini sína
egnu kvintett, sum navnið
Hans Petur Kvintett sigur.
Kvintettin gevur fløgu út
eftir páskir.
Hans Petur LIVE
saman við DJ Allan á
Platform
Fyri fyrstu ferð fara disku-
teque-tónar og saxofon-
tónar at ljóma í Føroyum í
senn. Hans Petur fer at
spæla saman við DJ Allan
Poulsen úr Klaksvík á
pallinum á Platform.
New York Night Out:
Diskoteque-tónar, Saxo-
fon-tónar, klædningar og
butter-fly, ALT hetta á
Platform hetta vikuskiftið.
Terji við nýggjum bólki á Kambsdali
New York Night Out
Terji Rasmussen fer
leygarkvøldið at spæla á
Kambsdali við nýggjum bólki
Hans Petur í Brekkunum fer
hetta vikuskiftið at spæla í
Platform
C
M
Y
K
33
32