Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 Skrivstovustarv Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn. Arbeiðið fevnir um: • Ábyrgd av ognarabókhaldinum • Avgreiðslu av viðskiftafólki • Kunna avloysa við EDV-skipanina • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Vit vænta at tú hevur: • Útbúgving og royndir innan skrivstovuyrkið • Royndir innan ognarabókhald • Hollan kunnleika til EDV og at tær dámar at samskifta við onnur. Vit kunnu bjóða: • Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við avbjóðingum • Møguleikar fyri útbúgving og persónligari menning • Góða løn í samsvar við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja á telefon 34 74 00 lokal 213. Umsókn við møguligum prógvum og við- mælum kann sendast til P/F Føroya Shell, Postbox 188, 110 Tórshavn og má vera okk- um í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mars 2000. Sosialurin - 311820 Á Hálsi, Tórshavn Tel. 31 92 20 Bindoplast.Veggjamáling uttan upploysingarevni Bindoplast er einasta veggja- máling her heima, sum er 100% uttan upploysingarevni uttan mun til lit. Tí hevur Bindoplast eisini fingið Umhvørvisblómuna frá ES og við- mæli frá Astma- och Allergi Förbundet i Svøríki T.d. Bindoplast 20 ÷20% Fyrr 569,- NÚ 455,- Tvøroyri Tel. 37 10 81 Maskinmeistari søkist til Elfelagið Eitt starv sum maskinmeistari á Sundsverk- inum er leyst at søkja. Við tað at Sundsverkið er í rakstri alt sam- døgrið alt árið krevur starvið, at viðkomandi er til reiðar bæði at átaka sær alt vanligt dagligt viðlíkahaldsarbeiði í samstarvi við manningina á Sundsverkinum annars, og eisini at luttaka sum hjálparmaður (2. maður) á vakt uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Tað er ikki eitt krav, at viðkomandi hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, men kundu vit hugsað okkum, at umsøkjararnir hava í minsta lagi tvey ára maskinmeistaraskúla- prógv ella javnbjóðis førleika. Eisini geva royndir innan maskinmeistarayrkið fyrimun. Umsøkjarar við fullari maskinmeistaraút- búgving verða tiknir fram um aðrar umsøkj- arar. Lønin verður sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 3. lønarflokki. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Osvald Hansen, verksmeistara á Sundsverkinum ella til Bjarka Herman- sen ella John P. Danielsen á skrivstovu okk- ara í Havn, telefon 311366. Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til El- felagið SEV, Postrúm 319, FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 12. apríl 2000. Tórshavn, tann 22. mars 2000 Elfelagið Ársaðalfundurin verður á Hotel Hafnia leyg- ardagin 25. mars kl. 14.00. Stýrið Frá Maskinmeistarafelagnum Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir summarfrítíðaravloysarum fyri sjúkrasystrar, sjúkrahjálparar og heilsu- atstøðarar frá 01.06.2000 til 30.09.2000. Heimið hevur 2 deildir við 18 búplássum á hvørjari deild. Arbeitt verður í skiftandi vakt- um. Løn- og setunartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi fel- ag. Umsókn saman við avriti av prógvi og autor- isatión verður at senda til leiðaran fyri Norð- oya Røktarheim, FO-700 Klaksvík. Umsóknarfreist 17.04.2000. Norðoya Røktarheim FO-700 Klaksvík Søkt verður eftir dagrøktarmammu at byrja skjótast tilber. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2000. Sandavágs kommuna tlf. 333930 & 332470 Dagrøktarmamma Eksklusiv skrivstovuhølir í fantastiskum natúrumhvørvi í Havn til leigu frá 1. juni 2000. 2 leigumál á 80 m2 ella 1 leigumál á 160 m2. Bill.mrk. 59811 DAGRØKTARAR TIL TÓRSHAVNAR KOMMUNU Sum dagrøktari í Tórshavnar kommunu fært tú eitt sera sjálvstø›ugt og fjølbroytt starv. Starvi› er væl lønt og krevur ein pro- fessionellan hugbur› til barnauppaling. Frá kommununi fært tú fakligan stu›ul, skei›, rá›geving frá økispedagogum, atgongd til spælistovur, fimleikahallir, svimjihyl og bókasavn. stephanssons hús tlf. 314291 Tórshavnar kommuna Dagrøktarskrivstovan Telefon 315160 lokal 223 Kirkjuvegur 1 100 Tórshavn Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at hatta brævið varð skrivað við einum keg- uligum tónalag. Tað var av tí einføldu orsøk, at brævið varð skrivað í øði fríggja- dagin í seinastu viku, beint aftaná at politisku umboðini fyri føroysku afturhalds- kreftirnar høvdu lovprísað Nyrup til skíggja, tí at hann ikki virdi Føroyar og før- oyafólk tað allarminsta. Javnaðarflokkurin skifti kós Javnaðarflokkurin hevur eisini síðani valið brúkt tað mesta av sínari orku at við- gera og niðurgera Tjóðveld- isflokkin, so tit mugu ikki gerast skøkk, at onnur eisini viðgera tykkara flokk. Javnaðarflokkurin hevur tey seinastu árini spælt eitt politiskt spæl fyri at tekkjast veljarunum. Flokkurin hev- ur nevniliga vent frá at vera ein av sjálvstýrisflokkunum í Føroyum til sína gomlu afturhaldssinnaðu sam- bandshugsjón. Áðrenn sein- asta løgtingsval segði flokk- urin, seg taka undir við tí sokallaðu ”íslendsku loysn- ini”. Eisini segði formaður floksins Jóannes Eides- gaard, beint tá ið samgong- uskjalið varð undirskrivað, at hann gott kundi taka und- ir við fyrstu síðu í samgon- guskjalinum. Á hesari síðu stóð millum annað, at ”Før- oyar skal skipast sum eitt land við Fullveldi”. Ja, eg mátti ásanna at Javnaðar- flokkurin, var vorðin ein veruligur Sjálvstýrisflokk- ur, og eg og onnur tjóðveld- isfólk høvdu góðar vónir um, at flokkurin fór at taka undir við Fullveldisætla- num samgongunar. Men eg fór tíanverri so dyggiliga skeivur. Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni, og Javnaðar- flokkurin hevur skift full- komuliga kós. Fyrst bara eitt lítið sindur. Í tí bláa fald- arinum, søgdu teir, seg nevniliga vilja alt tað sama sum Samgongan, og teir høvdu enntá eina ætlan um at minka blokkin eftir vøkstrinum í føroyska bú- skapinum. Tað einasta teir ikki vildu, var at taka Full- veldi ella fult ræði á egnum landi (Í móðurmálsorða- bókini stendur at orði full- veldi merkir: ”Tað at hava fult ræði á viðurskiftum sín- um”). Hetta hevur flokkurin so hildi uppá heilt til nú. Men tá ið tað vísir seg, at sam- gongan hevur tikið ein part av javnaðaruppskotinum við, hvussu blokkurin kann minkast, taka teir heldur ikki undir við tí. Edmund hevur rætt Tíanverri hevur Javnaðar- flokkurin í dag slept so nógvum av sínum Sjálv- stýrishugsjónum, at Ed- mund Joensen helst hevur rætt, tá ið hann sigur, at andstøðan hevur eitt altern- ativ til Fullveldisætlanina. Tað alternativið er nevniliga ein moderna heimastýris- lóg, sum í veruleikanum bara er at spyrja skøvurnar á tí gomlu. So Edmund til rós, tú hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at toga Javnað- arflokkin til tín. So eg eri samdur, tá tú sigur, at tykkara dirigentur er ótrúliga góður. Hann hev- ur megnað at fáa ein heilan flokk og Sosialistiskt Ung- amannafelag at skifta kós so fullkomuliga. Tryggjar Javnaðar- flokkurin vælferðina? Javnaðarflokkurin sigur seg tryggja vælferðina. Teir tykjast fullkomuliga at hava gloymt 80’ini og kreppuna í 90’inum. Allir flokkar, eis- ini Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, vóru við at koyra landið á heysin, og endin varð, at alt, sum kundi kallast vælferð í Før- oyum, var burtur. Hetta hendi í heimastýrisskipanini ella tí sokallaða ”Ríkisfel- agsskapinum”, sum aftur- haldskreftirnar í Føroyum siga tryggjar vælferðina. Í dag vil Javnaðarflokk- urin aftur til valdið at brúka allar pengarnar, sum Karst- en nú ansar so væl eftir. Í ”Krosskasti” í kvøld segði Jóannes Eidesgaard í ræm- asta álvara, at javnaðar- flokkurin helt at samgongan gjørdi ov fáar íløgur. Tað sigur hann, hóast búskapar- frøðingar, bæði føroyskir og danskir, mæla til størsta varsemi á fíggjarlógini, tí vandi er fyri, at búskapurin verður ov heitur. Willhelm Johannesen hevði eitt enn og ørari uppskot í Sosiali- num fyrr í ár. Hann helt, at 300 milliónir skuldu gevast til skattalættar. Tað er tað, eg kalli ”óseriøst”. Hví svarar Jóannes ikki? Tað var eisini stuttligt at síggja í ”Krosskastið, hvussu Jóannes Eidesgaard tosaði uttanum allar spurn- ingarnar Tróndur spurdi hann. Hann klárar ikki at svara, hvør skal hava evsta vald (Tað sama sum full- veldi) í Føroyum, danir ella føroyingar? Og hann hevur einki uppskot um skiftistíð, nú hann hevur kolldømt sítt egnað uppskot um at minka blokkin í mun til búskaparvøkstrin. Eg kann eisini siga tykk- um, at eg eri ikki tann ein- asti, sum havi lagt merkið til tykkara brøðralag við Nyrup. Tað gleðiliga er hent, at eisini onkrir javn- aðarmenn hava varnast ”samansvørjingina”. Eg havi tosa við tveir javnað- armenn, sum hava skift frá at siga ”nei” til at siga ”ja”. Tað hevði verið gott, um Javnaðarflokkurin nú hevði somu støðu eina tíð, so før- oyafólk greitt fekk at vita, hvar hann flýtur. Eg eri sjálvur ikki í iva, at flokk- urin er ein Sambands- flokkur. Hetta verður helst sein- astu ferð, eg viðgeri Javn- aðarflokkin á hesum sinni, tó kann henda, at eg nevni flokkin í onkrum øðrum samanhangi. At enda ein áheitan á allar sjálvstýrissinnaðar javnað- arveljarar. Tað verður ikki við Javnaðarflokkinum at vit koma longri á sjálvstýr- isleið heldur tvørturímóti. Um tit ætla at fáa einar frælsar Føroyar, gera tit tað best við at stuðla Samgong- uni í hennara fullveldis- ætlan. Í hjørtum okkara býr frælsið. 23. mars 2000 Rói Joensen limur í Unga Tjóðveldinum Minningarorð til Súsannu Hansen f. 06.08.1980 – d. 09.03.2000 Tungt var at ferðast heim til Føroyar, eftir at hava fingið boðini um at tú ikki longur vart okkara millum. Hetta var so óveruligt og vónleyst, – ja mest sum ein marra, har man bert vil vakna aftur til dagligdagin, men so skuldi ikki verða – tí hetta var veruleikin. Bert 19 ár fingu vit saman við tær, Súsanna, men hesi 19 árini náddi tú nógv, tí góð hevði tú evnini til tað bókliga, samstundis sum tú hevði fólkaeydnu og hevði eina róliga atferð. Hetta viðførdi at fólk hildu nógv av tær. Súsanna, tú vakti ómetaliga stóra gleði í familjuni, eftir at foreldur tíni høvdu verið einsamøll í 12 ár og ikki væntaðu at fáa nakað barn. Tú komst sum ein sólstrála, ja var tað barnið, ið so leingi var bíðað eftir. Tú bleivst okkara einasta systkinabarn av Tvør- oyri. Hvørt summar av okkara barnaárum, vóru vit øll systkinabørn við foreldrum og ferðaðust í Leirvík hjá ommu. Eg minnist hesar feriur sum eina glaða tíð – vit spældu inni í stovuni, runnu runt um húsini, vóru á seiðabergi og spældu í fjørini. Og so allar føðingardagarnar vit hildu fyri tær í august mánaði. Øll hesi minni eru rík at kunna líta aftur á. Nú tá familjan aftur fer at hittast, vil tað altíð vera ein, ið manglar, men Súsanna tú vilt altíð vera við okkum – í hjørtum okkara. Altíð hevði tú nógvar ætlanir við lívinum – vildi nú eftir próvtøkuna flyta niður til okkara og taka lut í tí ríka studentalívinum her í Danmark, men so bleiv ikki. Hetta mugu vit royna at góðtaka, sjálvt um tað kann vera torført. Her til seinast vil eg sitera 2 ørindir úr einum donskum sangi, sum bleiv skrivaður til eina gentu, ið doyði á ungum aldri. »Som et lyn – blir det pludselig alvor og så sker det – man ikke troede ku‘ ske man prøver først at lade som om, at det onde ikke findes og spejler mod et håb – som man kan klynge sig til. Det er så let – at sige: Bare kom videre og at der er en mening – både i liv og død men der er ingen større sorg end at miste dem, man elsker først når de er væk, forstår man helt – hvor meget de betød« Súsanna góða, við hesum orðum vilja vit øll syst- kinabørnini siga takk fyri alt og – góða ferð heim. Hvíl í friði. Sigrun Viðmerking: Viðmerking til grein hjá Ragnhild Olsen úr Sosialistiskum Ungmanafelag í Sosialinum og Javnaðarflokkin sum heild Tað vil siga, at nú er avgjørt at niðurleggja ta ambulantu viðgerðina í fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Tað, ið ger, at vit meta tað neyðugt at gera vart við av- leiðingarnar, er ikki bert, at tveir góðir arbeiðsfelagar verða sagdir úr starvi, men í størri mun, at í almenna kjakinum er ikki nóg stórur dentur lagdur á avleiðing- arnar, ið uppsagnirnar hava á fólkini, ið búgva í Suður- oynni. Í fysioterapiini á Suður- oyar Sjúkrahúsi er arbeiðið býtt í tríggjar høvuðsbólkar: 1.Viðgerð av innløgdum sjúklingum á sjúkl- ingadeildini. 2.Viðgerð og viðlíkahalds- venjing á Ellis-& Røk-tar- heiminum. 3.Ambulantar viðgerðir. Beinleiðis avleiðingin av uppsagnunum er, at ambu- lanta viðgerðin steðgar. Hetta er ikki ein tóm hóttan, men einasti hugsandi møg- uleiki, um teir eftirverandi fysioterapeutarnir skulu gera sítt arbeiðið við røttu dygdini. Tað er óhugsandi at skerja viðgerðina á sjúklingadeildini og ellis-& røktarheiminum, um ætl- anin er at tryggja førleikan hjá teimum innløgdu og lívsvirðið hjá teimum gomlu. Tað snýr seg um ar- beiðsuppgávur, ið ikki kunnu skerjast, um sjúkli- ngadeildin og ellisheimið skulu varðveitast. Ambulantu viðgerðirnar eru m.a. uppvenjing/við- gerð av sjúklingum, ið eru útskrivaðir av sjúkl- ingadeildini, t.d. fólk við brotið á ørmum og beinum ella fólk við lammilsi eftir blóðtøpp í heilanum. Somuleiðis sjúklingar við ávísing frá kommunulækna við atliti til uppvenjing/aft- urvenjing, oftast orsakað av gikt, kropsligum brekið, sjúkraskriving vegna hald í rygginum ella høvuðpínu, eins og børn við rørslu trup- ulleikum. Kommunulæknin ávísir sjúklingar til fysioterapi á sjúkrahúsinum, av tí at tað rætt og slætt ikki er orka hjá teimum báðum privatu fysi- oterapistovnunum í oynni. Sum lógin er nú, er forðan sett fyri, at fleiri stovnar verða her. Uppsøgnin av tveimum fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi er nú veruleiki Sjálvandi verða eisini á- visingar gjørdar tí sjúkra- húsið hevur hentleikar sum heittvatnshyl og vælút- gjørda venjingarhøll, ið er sera væl egnað til hesar sjúklingarbólkar. Hvussu nógvar sjúklingar er so talan um? Í 1999 var talan um 263 sjúklingar. Væntast kann, at áðrenn jól í ár kemur hetta at raka minst 100 sjúklingar. Tá er fyrivarni tikið fyri at helvtin av árinum er gingið, og privatu stovnarnir taka sær av nøkrum av teimum írest- andi sjúklingunum. So spurningurin er ein- faldur: Tá hesi fólk ikki kunnu fara á sjúkrahúsið, hvar skulu tey so fara? Fysioterapiin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.