Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 58 - 23. mars 2002 Nr. 58 - 23. mars 2002 5 Sjálvstýrismenn eru nú klárir við sínum lista í Eysturoyar valdømi. Okkurt kent navn er á listanum UPPSTILLING Heri á Rógvi Løgtingsval er sett at vera 30. apríl, og fleiri av flokk- unum eru bæði lidnir við uppstilling og valskrá. Glið er nú eisini komin á upp- stillingina hjá Sjálvstýris- flokkinum, sum er klárur við sínum valevnalista fyri Eysturoynna. Á listanum er bæði kend og minni kend nøvn. Sámal Petur í Grund, Lasse Klein og Kári P. Høj- gaard eru millum nøvnini á listanunum, sum einans mannfólk er at finna á. Sjálvstýrisflokkurin fekk 708 atkvøður ella 11,7% av atkvøðunum í Eysturoynni við seinasta løgtingsval í 1998. Listin sær soleiðis út: Sámal Petur í Grund, Søldarfjørður Lasse Klein, Saltangará Kári P. Højgaard, Saltang- ará Finnur Egholm, Eiði Ditleif Eldevig, Fuglafjørð- ur Atli F. Hansen, Syðrugøta Danial P. Hansen, Toftir Kenneth Rasmussen, Saltangará Sjálvstýrislistin í Eysturoynni klárur Tey lesandi, ið skulu byrja fjarlesturin innan leiðslu og fyri- siting, fóru ígongd við lesnaðin fríggja- dagin og leygardagin. 130 fólk søktu, men pláss varð bert fyri teimum tjúgu ÚTBÚGVING Heri á Rógvi Fríggjdagin møttust tey tjúgu fólkini, ið skulu byrja sína master útbúgving inn- an leiðslu og fyrisiting. Útbúgvingin er úrslitið av samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Robert Gordon University í Aber- deen. BP hevur fíggjað við parti av teimum pengunum, ið teir hava játtað at latið til førleikamenning. Áhugin gjørdist nógvar ferðir størri, enn fyrireikar- arnir av fyrstan tíð høvdu torað at vóna. Heili 130 fólk søktu um tey 20 pláss- ini, ið Handilsskúlin átti at geva út av. Eftir at allar umsóknirnar eru viðgjørdar, so hava tey tjúgu upptiknu nú fingið boð um hetta, og klárt er at byrja. Tey tjúgu fólkini eru helt um helt menn og kvinnur. Býtini millum alment og privat er eisini helvt um helvt. Størsti parturin av teimum nú lesandi eru úr Høvuðsstaðarøkinum. Fríggjadagin og leygardag- in varð skipað fyri einum sonevndum innleiðslu- skeiði, har nýggju næming- arnir fingu høvi at hitta hini og kunna seg um útbúgv- ingina. Útbúgvingin verður skipað sum trý ára fjarlest- ur, og hon gevur rætt til heitið master. Lesið meira um evnið í Sosialinum í komandi viku. Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið stig til at endurstovna Sjálv- stýrisfelagið í Vág- unum, og nú undan valinum fer felagið at vera sera virkið POLITIKKUR Stefan í Skorini Týsdagin varð Sjálvstýris- felagið í Vágunum endur- stovnað. Hetta varð gjørt á sjálvstýrisfundi, har for- maður floksins Eyðun Elt- tør luttók. Rósely R. Hansen úr Miðvági, sum varð vald í nevndina í felagnum, fegn- ast um, at felagið nú er end- urreist, eftir at einki virk- semi hevur verið í felagn- um leingi. Hini í nevndini eru Jógvan Pauli Olsen úr Miðvági og Sólvá Thomas- sen úr Sørvági. Ætlanin er, at felagið skal vera meira virkið komandi tíðina, og at virksemi í fel- agnum skal vera javnt alt árið við limafundum og ikki bara uppundir val. Komandi vikurnar verður sjálvandi gjørt nógv burtur- úr, og arbeitt verður við at manna ein lista. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur samstundis boðað frá, at hann setir nøsina upp eftir tveimum løgtingslimum komandi valskeið eins og undanfarna skeið. Ása Olsen, formaður í Suðurstreymoyar Sjálv- stýrisfelag, sigur, at listin í Suðurstreymoy verður al- mannakunngjørdur í kom- andi viku. Hon sigur, at eingin trupulleiki hevur verið at manna listan, og at valevni ikki tróta. Listin er at kalla liðugur, men enn er okkurt smáting, ið ikki er komið uppá pláss. Hon sigur, at flokkurin ætlar at stilla upp í øllum valdømum, har hann van- liga hevur havt valevnis- lista, og at flokkurin fer at hóra undan eftir rumblið, ið hevur verið í flokkinum. – Umráðandi er hjá ein- um lítlum flokki at hava listar í øllum valdømum, tí hvør atkvøða kann vera avgerandi fyri eykavaldu tinglimirnar. Sjálvstýris- fólk skulu helst ikki velja aðrar flokkar, tí tey ikki hava møguleika at seta krossin við sjálvstýrið, sigur Ása Olsen. Sjálvstýrið í Vágunum endurstovnað Nú byrjar fjarlesturin Handilsskúlin letur um vikuskiftið upp fyri einari nýggjum kapitlið, tá skjøtul verður settur á fjarlesturin í samstarvi við Robert Gordon University í Aberdeen Røktarplássin eiga at kunna gerast mun- andi bíligari í fram- tíðini enn áður, heldur Fólkaflokk- urin, sum ynskir at gera størri broytingar til tað betra innan almanna og heilsu- økið næstu fýra árini LØGTINGSVAL Heri á Rógvi Fólkaflokkurin legði hós- morgunin fram valskránna hjá sær til komandi løg- tingsval, 30. apríl. Fólka- flokkurin hevur evnað til ein snøggan og umfatandi faldara, har øll aðalmálini hjá flokkinum verða um- rødd. Lítið og einki stendur at lesa um sjálvsstýri og fullveldi, men dentur verð- ur heldur lagdur á vinnu- politikk. Almanna- og heilsumál ætlar Fólka- flokkurin heldur ikki skulu fara afturvið borðinum. Í Føroyum skulu føroyingar ráða, stendur at lesa millum ætlanirnar í valskránni. Røktarpláss Rúna Sivertsen, løgtings- kvinna, segði á fundinum hósmorgunin frá sjónar- miðum og ætlanum Fólka- floksins á almanna- og heilsuøkinum næstu fýra árini. Dentur varð lagdur á, at lata upp fyri alterna- tivum røktarmøguleikum, sum kunnu gerast munandi bílígari enn tær, vit kenna í dag. – Vit halda, at vit alterna- tivum loysnum kunnu røkt- arplássini fáast fyri millum 300 og 400 hundraðtúsund krónur fyri hvørt í sam- býlum, segði altso Rúna Sivertsen. Tað varð lagdur stórur dentur á, at hesar uppgávur skuldu flytast meira og meira út til kommunurnar at umsita, tí kommunurnar kenna best tørvin sjálvar. Rúna Sivertsen segði, at almanna- og heilsumál fara at verða raðfest rættiliga ovarlaga hjá Fólkaflokk- inum næstu fýra árini. Hon nevndi m.a. eina døgnrøkt- arskipan, sum skuldi setast á stovn, eins og eftir-lønar- trygging skuldi skipast. Lægri skatt Fólkaflokkurin legði í tólvta tíma eitt uppskot fyri Løgtingið um at veita skattalætta. Hesum ætlar flokkurin eisini at virka fyri eftir løgtingsvalið, 30. apríl. Óli Breckman segði á fundinum, at tann einstaki sjálvur dugir betur sjálvur at umsita tær krónur, ið hann sjálvur hevur for- vunnið og sostatt eigur. Eitt lægri skattatrýst vil geva fólki treys og trivnað. Harafturat gevur hetta allari tjóðini trygd, segði Òli Breckman, og minti um slagorðini, Treysti, trygd og trivni. Valskrá Fólkafloksins: Bíligari røktarpláss – Eftir stóran menn- ing og framburð hjá alivinnuni í 1999 og 2000 er nú aftur gerandisdagur hjá alivinnuni. Og ein heldur dapur ger- andisdagur hjá nógvum alibrúkum, verður m.a. sagt í ársfrágreiðingini hjá nevndini fyri Føroya Banka. Ì somu frágreiðing verður eisini víst sterku støðu bank- ans samanborið við aðrar partar av danska fíggjarheim- inum PENINGASTOVNUR Heri á Rógvi Leygardagin hevur Før- oya Banki aðalfund. Í tí sambandi hevur nevndin fyri Føroya Banka skriv- að sína árligu frágreiðing, sum viðger hornastein- arnar í virksemi bankans og føroyska búskapinum. Føroya Banki kundi vísa á eitt yvirskot áðrenn skatt áljóðandi 209,7 mió fyri árið 2001. Hetta er í sjálvum sær ikki meira enn árini frammanunda, men munurin er tann, at tær stóru afturføringarnar frá kreppuárunum eru við at verða lidnar, og roknað verður við, at hetta verður heilt leyst og liðugt í 2002. Føroya Banki vísti í sambandi við roknskapin á, at solvensurin var frá- líka góður hjá bankanum. Onnur tøl hjá Bankanum hevur rakstrarinntøkur fyri hvørja útreiðslu- krónu, sum er ein heila krónu ella eini 65% hægri enn líknandi bank- ar í Danmark. Í frágreiðingini verður m.a. nortið við støðuna hjá alivinnuni. – Eftir stóra menning og framburð í 1999 og 2000 er nú aftur vanligur gerandisdagur hjá ali- vinnuni. Og ein heldur dapur gerandisdagur hjá nógvum alibrúkum, verð- ur sagt í frágreiðingini. – Nú er vandi fyri, at so nógv verður etið burtur av eginpeninginum, at tað verður torført ella ógjør- ligt at halda fram við at ala somu nøgdir sum í dag, stendur at lesa í frá- greiðingini. Í frágreiðingini verður mælt til varsemið. – Vit hava lyndi til skjótt at gloyma, kanska serliga tey døpru minnini. Orsøk er til at hava ein ávísan ampa av, at nýtslan og íløgurnar í samfelag- num tykjast byggja á, at stóri búskaparvøksturin fer at halda fram, stendur altso at lesa í frágreiðing- ini. Líka fyri lógini Føroya Banki hevur sein- asta árið eisini ligið í sakarmáli við Fiskimála- stýrið. Málið snýr seg um fiskiloyvi, ið Føroya Banki heldur vera flutt frá skipunum ólógliga eftir hesi hava verið í tvingsilssølu. – Bankin heldur, at tað er sera óheppið, at bankin skal góðtaka, at ein reiðari, til skaða fyri sín lánveitara, frítt kann flyta fiskiloyvini, sum honum lystir. Og líka so óheppið má tað mestast at vera, at myndugleikarnir til skaða fyri reiðaran og hansara lánveitara, tilvildarliga kunnu taka aftur fiski- loyvini, sigur nevndin fyri Føroya Banka í frá- greiðingini. – Øll mugu vera líka fyri lógini. Tað kann ikki vera rætt, at ein lánveit- ari, sum hevur fingið fíggjað eitt skip við teim- um rættindum, sum tað hevur, skal kunna koma í ta støðu, at myndugleik- arnir bara kunnu taka aftur fiskiloyvið, tá skip- ið verður selt. Og tað kann heldur ikki gera nakran mun, um talan er um sjálvbodna sølu ella tvingsilssølu. Fólkaflokkurin vil virka fyri bíligari loysnum á eldraøkinum. Mynd: Jens Kr. Vang Føroya Banki aðalfund: Aftur gerandisdagur hjá alivinnuni Tað gongur rættiliga væl hjá Føroya Banka, men nevndin mælir til varsemi C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 e-mail: booking@smyril-line.fo www.smyril-line.fo Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari við WC/bað, 7 nætur á hotelli í Týsklandi, íroknað ½ vistarhald. Hartil føroyskur bussur á allari ferðini og atgongumerki til ymisku støðini vitjað verða á ferðini. Bussferðir Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari við handvaski, 7 nætur á hotellum í dupultkamari v. WC/bað, íroknað ½ vistarhald. Hartil føroyskur bussur og ferðaleiðari. til Noregs 17.06. - 26.06. Vitjað verður m.a. í Gudvangen, Lærdal, Lillehammer, í Gudbrandsdalinum, í Lom, Geirenger, við Sognefjørðin, Balestrand og Bergen úr 5.995,- til Týsklands 24.05. - 03.06. í sambandi við at tað eru 62 ár síðani týskur kavbátur søkti sluppina "Union Jack" úr 6.295,- Óhoyrt! Páskatilboð www.bilfridkan.fo 4% føst renta Fígging av brúktum bili hjá