leygardagur 23. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 58 - 23. mars 2002
Nr. 58 - 23. mars 2002
7
Hóast fløgan hjá teim
17 sangarunum í
Klaksvík kom út
longu í 1999, so
gongur hon enn heitt
sum heitt breyð kring
landið
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin:
Teir 17 sangararnir í Klaks-
vík hava júst givið út triðja
upplagið av fløguni ”17
sangarar – 17 sangir”.
Hetta er ein fløga, sum
inniheldur føroyskan kór-
sang, og er fløgan nógv
spæld til dømis í útvarpin-
um.
Triðja upplagið av fløg-
uni er júst komið til landið,
og frá teim 17 Sangarum
frætta vit, at hetta avgjørt er
seinasta upplagið, sum
kemur av hesi fløguni.
- Fyrsta upplagið í 1999
var áljóðandi 1100 eintøk,
og vóru hesar útseldar
beinanvegin. Tí hildu vit
tað vera ráðiligt at biðja um
500 eintøk afturat. Men
seinasta hálva árið hava
fólk ringt frá øllum land-
inum og kært sína neyð, tí
tey ikki fingu fatur á fløg-
uni, og av tí sama valdu vit
at bíleggja 1000 eintøk
afturat. Men hetta er av-
gjørt seinasta upplagið, so
um fólk ynskja at ogna sær
fløguna, so mugu tey út at
keypa hana nú, siga 17
Sangarir.
Fløgurnar eru at fáa í
flest øllum fløguhandlum
kring landið.
Fara uttanlands
Fyrst í mai mánaða fara teir
17 sangararnir úr Klaksvík
at vitja í Danmark, Svøríki
og Íslandi.
Ætlanin er fyrst at steðga
í Odense, og síðan fara tey
víðari til Norrkøping í
Svøríki, har 17 Sangarir
skulu
vera
gestir
hjá
Musikalska
Selskabets
Kammerkor. Saman við
hesum kórinum skulu tey
eisini vera við til eina
konsert í Ansgar kirkjuni í
Norrkøping.
Hetta er tó ikki fyrsta
uttanlandsferðin hjá kórin-
um úr Klaksvík. Seinastu 4
árini hava tey verið í Dan-
mark fleiri ferðir, umframt
at tey eisini hava vitjað í
Noregi og Skotlandi.
Gongur sum heitt breyð
- Vit ætla okkum at
smoyggja upp um
ermar og taka lut í
kappingini, sigur
Hákun Djurhuus,
stjóri á Føroya Shell.
Seinasta fríggjadag
skrivaðu Føroya Shell
og eigarin á bygning-
inum, sum hýsir Shell
í Klaksvík, undir
søluavtalu
SHELL
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
- Shell skal verða meiri
sjónligt í Klaksvík, sigur
Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at um hann
skal døma út frá tí, hann
hevur hoyrt úr Klaksvík, so
er Shellstøðin ikki so sjón-
lig, sum hon kundi verið.
Hann vil tó onki siga um,
hvørjar ætlanir teir hava við
støðini, meira enn, at verk-
staðurin verður útleigaður.
Og at teir ætla, at reka
sølubúðina víðari.
Shell hevur oljutangarnar
norðuri á Grótrætt,sum er
beint norðanfyri Klaksvík á
veg til Ánirnar um hendi.
- Tað er so í øllum førum
upplagt, at virksemið á
Grótrætt fer at samkoyra
við støðina, sigur stjórin á
Shell.
Umframt tangarnar, er
eisini ein skrivstova har
tvey fólk sita í fulltíðar-
starvi.
Fleiri bjóðaðu
Føroya Shell hevur sam-
starvsavtalu
við
Dáva
Joensen, sum átti bygning-
in og enn rekur verkstaðin
og sølubúðina í Klaksvík.
Tað vil siga, at Shell eigur
pumpurnar og allan út-
búnaðin í samband við olju
og bensin søluna í Klaks-
vík, meðan Dávur rekur
sølubúðina og verkstaðin
Tað vóru fleiri, sum
høvdu áhuga í at keypa
bygningin,
og
Hákun
Djurhuus sigur, at hann
hevur sjálvur tosað við
tríggjar av teimum.
- Eg segði teimum, at vit
fóru ikki at gera nakra
nýggja samstarvsavtalu, tí
tá høvdu vit ikki sjálvir
gjørt av um vit skuldu
keypa. Og nú vit hava
keypt, so sigur tað seg
sjálvt, at ein samstarvs-
avtala er óneyðug. Men
ætlanin er, at verkstaðurin
skal leigast út, leggur Hák-
un Djurhuus afturat.
Shell tekur yvir virk-
semið í Klaksvík um árs-
skiftið.
Dávur Joesen, sum
átti og enn rekur
verkstaðin og sølu-
búðina hjá Shell í
Klaksvík sigur, at
hann fer onki at gera
aftan á, at Shell hevur
tikið yvir virksemið í
Klaksvík
SHELL
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
- Eg ætli mær á pensjón,
sigur Dávur Joensen.
- Eg havi arbeitt sjálv-
støðugt í tríati ár nú og havi
havt Shellstøðina um hendi,
síðani
1985.
Fyrst
ta
gomlu, sum var har bilverk-
staðurin hjá Hans Berg
Hammer er nú, í nøkur ár,
og so ta nýggju, sum liggur
beint omanfyri ferjuleguna.
Dávur Joensen sigur, at
hann er nøgdur við prísin.
- Tað vóru eisini aðrir
bjóðarar, men sáttmálin,
sum eg havi við Føroya
Shell sigur, at um eg sigi
hann upp, so skal eg halda
fram í eitt ár,og tað var ikki
ætlanin, sigur Dávur.
Hann heldur fram, at nú
Shell sjálvir hava keypt, so
noyðist hann ikki at siga
sáttmálan upp, og harvið
sleppur hann undan at
halda fram í eitt ár.
Í viðmerking til at Føroya
Shell ikki heldur gjørdi
nýggja samstarvsavtalu við
ein annan keypara, sigur
Dávur, at Shell hevur til
eina og hvørja tíð rætt til at
nokta einum øðrum sølu-
liði, av einari og hvørjari
orsøk. Tað veri seg fíggjar-
ligum orsøkum ella øðrum.
- Tað er sera dýrt at reka
eina slíka støð. sigur hann.
Betri møguleikar
- Tað skuldi verið nógv
betri møguleikar hjá Shell
at farið út at kappast nú,
heldur Dávur.
Hann sigur, at nú ráða
teir meir.
- Meðan eg framvegis
hevði tað, so kundu teir ikki
til dømis geva kundum
tilboð, tí so talaði Dávur at,
tí tað gekk út yvir hansara
inntøku í sølubúðini.
- Men tað kunnu teir so
nú, staðfestir Dávur Joen-
sen, sum nú gevst.
- Eg gevist við mínum
arbeiði nú. Eg havi altíð
sagt, at eg skal gevast,
áðrenn eg verði seksti. Eg
verði 58 næstu ferð eg fylli,
so tíðin er komin til tað,
sigur Dávur Joensen.
Shell meira sjónligt í Klaksvík
Tíðin er komin
at gevast
Dávur Joensen fer á pensjón aftan á at Shell hevur yvirtikið støðina í Klaksvík
Hákun Djurhuus, stjóri á
Føroya Shell
Myndin er tikin í Bon Accord
sentrinum í Aberdeen, tá 17
Sangarir vóru á ferð í
Skotlandi
Ungdómurin í Runa-
víkar kommunu,
sigur, at hann keðir
seg, tannáringarnar
vilja hava eitt ung-
dómshús og tey eldru
yvir 18 ár vilja hava
eitt dansistað við
skeinkiloyvi. Trupul-
leikin hevur leingi
verið, men enn hevur
ongin gjørt nakað við
tað, siga tey
Elsa Johannessen,
praktikantur
- Ein tímur mest sum ikki at
ganga úti um kvøldarnar
meir, tí onki er at fara til,
segði ein 16 ára gamal
tannáringur.
Støðini ið tey kunnu fara
á
eru
Sjómansheimið,
OrBits, ið er ein teldukafe,
og grillin á Høgabóli.
Álíkavæl eru tey ikki nøgd.
- Vit vilja gjarna hava eitt
ungdómshús, har vit kunnu
fara og hugna okkum sam-
an, við at spæla pool, lurta
eftir tónleiki, hyggja sjón-
varp og sovorði, søgdu
tannáringarnar.
- Hevði eitt stað við
skeinkiloyvi komið, har ein
kundi møtast við vinum,
spælt pool, og drukkið eina
øl av og á. Nakað sum
minnir um Stokkastovuna,
har skuldi bara verið eitt
sindur meir skil á, segði ein
23 ára gamal drongur.
Ynskini eru næstan líka
hjá tannáringunum, sum
hjá tí eldra ungdóminum.
Sagt hevur verið at fleiri
umsóknir vóru komnar til
tílíkt, men tá ið Rodmund
Nielsen, Borgarstjóri, varð
spurdur, bleiv annað sagt:
"Vit hava hugsað um
hetta, og ein fundur verður
áðrenn
summarfrítíðina,
har tað millum annað
verður tosað um ungdómin
í Runavíkar kommunu. Eg
veit sjálvur um hetta við
ungdóminum, men tað eru
ikki vit ið skulu syrgja fyri
sovorðnum. Ongar um-
sóknir hava verið enn um
dansistøð við skeinkiloyvi,
meðan eg havi verið her,
heldur ikki um nakað annað
til ungdóminum. Vit vita at
tað er nógv at fara til innan
fyri ítróttin, og samkom-
urnar gera eisini nógv. Og
tá ið okkurt hevur verið,
sum fyri tveimum vikum
síðani, skipaði Støkk fyri
dansi í Støkkhøllini við
Flux, møttu fá upp. Tí vil
eg ráða ungdómin til, at tá
ið okkurt felag skipar fyri
dansi og konsertir, so møtið
upp, stuðla felagnum, so at
tey tíma skipa fyri nøkrum
aftur. Tað nyttar onki at
skipa fyri nøkrum, um
ongin fer til tað.
Eisini hevði ungdómurin
kunna hugsað sær eitt
fitness-sentur, bowlinghøll
og biograf. Kommunan
hevur enn ikki ábyrgdina av
at nakað slíkt skal koma, og
ongin hevur søkt um at
opna eitt slíkt stað enn.
Men ungdómurin úr Runa-
víkini vónar tað besta til
fundin, sum skal vera
áðrenn summarfrítíðina.
Scania skal røkja
suðuroyarsiglingina í
14 dagar, tí Strand-
ferðslan fær onki
betri avloysaraskip
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Hetta er tíðin tá ið skipini
hjá Strandferðsluni fara á
beding til árligt eftirlit.
Aftur í ár skal Smyril á
beding, men hesuferð er
tað longu greitt, hvat av-
loysaraskipið verður.
Smyril skal á beding á
Skála fyrst í mei mánaði.
Gongst sum ætlað, verður
hann standandi á beding í
12 dagar, frá mánamorgun
til fríggjakvøldið eftir, so at
hann missir bara eitt viku-
skiftið.
Hesa tíðina, Smyril er á
beding, verður tað ferjan
Scania, sum skal røkja
suðuroyarsiglingina.
Magnus
Magnussen,
tekniskur stjóri á Strand-
ferðsluni, sigur, at teir hava
leitað eftir hósakandi av-
loysaraskipið síðani í heyst,
men at tað er onki at fáa.
– Scania er tað best
hóskandi skipið, sum tað
ber til at fáa, sigur hann.
Scania er ikki heilt á
sama støði sum Smyril og tí
slepst ikki undan, at talan
verður um eitt afturstig í
tænastuni hjá teimum, sum
brúka
suðuroyarleiðina,
hesa tíðina, Smyril er á
beding
Scania tekur 70-80 bilar
og tað eru 30-40 bilar færri
enn Smyril. Hon siglur
14,5 míl, tvs, at ferðin
ímillum Suðuroy og Havn-
ar fer at taka næstan tríggj-
ar tímar, ella trý korter
longri enn nú.
Heldur ikki hevur Scania
stabilisatorar.
Manning
frá
Strand-
ferðsluni er farin eftir
Scaniu, men áðrenn hon
verður sett í suðuroyar-
sigling, skal hon sigla um
Lorvíksfjør fyri Dúgvuna í
allan apríl mánað, sum
eisini skal á beding til
eftirlit.
Nossligari skip
Men tá ið Smyril kemur
aftur í sigling verður talan
um eitt munandi nossligari
skip. Umframt at bóg-
skrúvuna og annað skal
kannast eftir kravi frá
sýninum, skulu teppi og
gardinur, skiftast, nýggj
flúgvarsetur setast í og
skipið yvirhøvur hampast
innan, so at tað verður
hugaligari hjá ferðafólki.
Ung í Runavík:
Vit keða okkum!
Smyril á beding
í tvær vikur
C
M
Y
K
7
6