Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 58 - 23. mars 2002 Nr. 58 - 23. mars 2002 9 Arbeiðið upp á at gera Vágatunnilin lidnan gongur eftir ætlan. Tíðarætlanin sigur, at liðugt verður í februar næsta ár, men tað verður ikki drigið út, um tað vísir seg, at arbeiðið kann verða liðugt fyrr, lovar stjórin TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Vágar: Undirsjóvartunn- ilin undir Vestmannasundi verður liðugur í februar komandi ár. Sigur tíðar- ætlanin. Men stjórin sigur, at verður møguligt at gera tað fyrr, verður arbeiðið ikki drigið út. Arbeiðið, sum eftir er at gera, gongur eftir ætlan. Byrjað er at taka vegbreyt- ina inni í tunlinum upp og leggja nýggja aftur ístaðin. samstundis verða rør og frárensl gjørd, og tað ar- beiðið verður væntandi lið- ugt fyrstu viku í mai, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum. Tá tað er gjørt, skulu eini tvey løg av asfalti leggjast omaná. Tekja tunnilin Tetting og trygging av loft- inum eru liðug, men eftir er at tekja tunnilin í støðum, har eitt sindur dryppar enn, sigur stjórin. Tað arbeiðið fer at verða gjørt samstundis sum ann- að arbeiðið, eitt nú el- og kaðalarbeiðið, sum gerast skal inni í tunlinum. El-arbeiðið er boðið út, sigur Dávid Reinert Han- sen, og tilboðini skulu vera inni fyrst í apríl. Tilkoyringarnar til tunn- ilin báðu megin verða nú eisini gjørdar lidnar. Leynamegin eru teir farnir undir brúnna. Stovnarnir verða stoyptir. Syðru megin eru teir um at vera lidnir, og síðan verður farið norður um ánna. Rundkoyringin verður eisini gjørd liðug, men ikki tikin endaliga í brúk, fyrr enn tunnilin verður latin upp, sigur stjórin. Vágamegin verður farið undir at gera tilkoyringina lidna fyrst í apríl. Serliga er tað stóra svingið norðan- vert Fútaklett, sum gerast skal liðugt. Tilfar liggur uttan fyri tunnilsmunnan, og nakað verður eisini skilt úr tunlinum, nú vegbreytin verður tikin upp og løgd av nýggjum. Eitt sindur verður helst tikið úr grótbrotinum í Sandavági, men ferðslan har verður verri enn so tann sama, sum var, meðan borað varð. Norðoyatunnilin Tá spurt verður eftir Norð- oyatunlinum, svarar Dávid Reinert Hansen, at nú má hann fyrst fara at skifta kaskett. Hann er eisini stjóri í tí felagnum, sum skal standa fyri Norðoya- tunlinum. Arbeiðið við Norðoya- tunlinum gongur sína gongd,sigur Dávid Reinert Hansen. Forprojektið, sum skal vera grundarlag fyri góð- kenning til at fara undir veruliga arbeiðið, verður væntandi liðugt í juni í ár, sigur hann. Síðan kann farast undir detailprojektering, sum væntandi fer at vara árið út. – Gongur væl, kann út- bjóðingin helst verða í seinast ársfjórðingi í ár, sum eisini hevur verið ætl- anin, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri Norð- oyatunnilin. Tað vil so siga, at byrjast kann í fyrsta lagi fyrst í komandi ári upp á sjálvt arbeiðið at gera Norð- oyatunnilin, sigur hann. Eftir fyrsta arpíl fara føroyingar ikki at hoyra í Útvarpinum, hvussu veðrið er á flogvøllinum í Vágum VEÐURTÍÐINDI Edvard Joensen Flogvøllurin: Tá veður- støðirnar verða lisnar í Útvarpinum eftir páskir, verður flogvøllurin ikki at hoyra millum støðini, sum hava lot av landnyrðingi við ongum avfalli og góðum sýni. Veðrið fer tó at vera tað sama, eisini á flogvøllinum, men Danmarks Meteoro- logiske Institut, DMI, sum hevur goldið fyri máting- arnar á flogvøllinum, gevst nú við hesum gjaldi, og so verða ongar mátingar gjørdar, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti í Vágum. Ikki tí at tað hevur nakran praktiskan týdning sum so, sigur hann, men hetta hevur verið ein tænasta, sum fólk hava vant seg við. So hava tey sitið og lurtað eftir Útvarpinum og sammett við aðrar støðir, hvussu veðrið nú er kring landið. Onkur, sum ætlaði sær at flúgva, hevði tað eisini sum málistokk fyri, hvussu bangin ein skuldi vera ella ikki. Hinvegin verður veðrið kortini kannað relguliga bæði á og rundan um flog- vøllin. Í hesum døgum verður ein vindradari royndar- koyrdur í økinum. Hann skal kanna og siga frá, hvussu vindviðurskiftini í umráðnum eru, soleiðis at flogleiðslan kann leiða ferðsluna soleiðis, sum líkindini eru best til. Tær kanningarnar fara helst at halda fram eina tíð enn, sigur Finnbogi Nicla- sen, tí enn eru ikki allir møguleikar royndir. – Tað er nú so við slíkum, at tað er, sum vindurin blæsur. Og enn hava ikki allar ættir blást kring flogvøllin, síðan radarin varð settur upp, sigur hann. Eingi veðurtíðindi eftir fyrsta apríl Tunnils- arbeiðið gongur eftir ætlan Arbeiðið upp á at gera tilkoyringina til Vágatunnilin gongur eftir ætlan. Í Leynum eru teir í gongd við at gera brúnna Mynd: Jens Kristian Vang Hóast veðurmátingarnar hjá DMI halda uppat fyrsta apríl, fer veðrið á flogvøllinum enn sum áður at vera skiftandi Mynd: Edvard Joensen – Í sínari tíð vórðu ávísir reiðarar lagdir undir at gera, sum teimum lysti – ja, snøgt sagt at snýta og bedraga fiskimenn- inar. Men hetta er ikki hugburðurin í dag. Reiðarar og fiski- menn hava júst somu áhugamál, og tað er at fáa mest møguligt fyri fiskin, sigur for- maðurin í Føroya Reiðarafelag Í grein í Sosialinum í vik- uni mælti ein kelda í fiski- vinnuni ímóti uppskotinum um avtøku av 30% regluni um sølu av fiski um upp- boðssøluna. – Verður tað soleiðis, at reiðarin púra einsamallur kann gera av, hvar veiðan verður seld, er vandi fyri, at vit koma aftur í tíðina, tá ið virki og skip hingu saman, og eingin kapping var um fiskaprísin, segði keldan. Keldan helt, at tað, sum kann henda, er at reiðarar taka seg saman í sonevnd kartell, har teir púra einsa- mallir gera av, hvar fiskurin verður seldur, og hvør prís- urin skal vera. Ikki samdur Í samband við nevndu grein í Sosialinum, royndi blaðið at fáa eina viðmerk- ing frá formanninum í Føroya Reiðarafelag, Ják- upi Sólstein, men hann var ikki at hitta hendan dagin. Hósdagin høvdu vit so Jákup í telefonini, og hann er ikki samdur við teimum, sum stúra fyri, at vit aftur eru á veg til gomlu skipan- ina, har seljari og keypari einsamallir avgera fiska- prísin. – Í sínari tíð vórðu ávísir reiðarar lagdir undir at gera, sum teimum lysti – ja, snøgt sagt at snýta og be- draga fiskimenninar. Men soleiðis er tað ikki í dag. Reiðarar og fiskimenn hava júst somu áhugamál, og tað er at fáa mest møguligt fyri fiskin – hvar hann so enn verður seldur. Sáttmálin avger, hvussu býtast skal. Fær reiðarin nógv burtur úr eini sølu, so fær fiskimað- urin eisini nógv burtur úr – og øvut, tá ið minni kemur burtur úr. Ein og hvør reið- ari og ein og hvør fiski- maður vil hava mest møgu- ligt burtur úr hvørji ein- stakari fiskalast. Tað sigur seg sjálvt. Stúrir ikki Jákup ber ikki ótta fyri, at keyparar fara at fremja nakra samansvørjing, um 30% reglan verður avtikin. – Eg stúri ikki fyri, at tey samtøk um sølu av fiski, sum vit higartil hava hoyrt um, fara at føra okkum aftur í gomlu skipanina. Heldur fara hesi við eini meira skipaðari sølu at lætta um trýstið á útboðn- um, so fiskaprísirnir her heima fara at halda sær uppaftur betur. Formaðurin í reiðarafel- agnum sigur, at øll viður- skifti um sølu av fiski eru opin millum reiðarar og fiskimenn. – Her er einki dult, og báðir partar hava fullkomi- liga samanfallandi áhuga- mál, sum er at fáa mest møguligt fyri fiskin. Her er eingin tvídráttur og einki mistonkiligt millum part- arnar. Reiðarafelagið liggur heldur ikki í stríði við fiski- mannafelagið um fiskaprís- irnar, sigur hann. Ein katastrofa Jákup Sólstein heldur ann- ars, at tað, sum er hent á toskamarknaðinum sein- astu tíðina, er ein kata- strofa. – Eg trúgvi, at treki salt- fiskamarknaðurin er høv- uðsorsøkin til støðuna. Formaðurin í reiðarafel- agnum vísir á, at prísirnir á toski eru falnir støðugt síð- an í desember, og niður- gongdin hevur bara staðið við og er versnað. – Eg vil meta, at miðal- prísurin á toski er fallin einar 8-10 krónur, síðan hann var bestur í fjør vár, sigur Jákup Sólstein. Bæði reiðarar og fiskimenn vilja hava mest møguligt fyri fiskin – Reiðarar og fiskimenn hava fullkomiliga samanfallandi áhugamál; tað er at fáa mest møguligt fyri fiskin. Her er eingin tvídráttur og einki mistonkiligt millum partarnar. Reiðarafelagið liggur heldur ikki í stríði við fiskimannafelagið um fiskaprísirnar, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag Vilmund Jacobsen Tað er ikki av ongum, at reiðarar og fiskimenn grenja um, at toskaprísurin í Føroyum er lágur, tí tað er hann veruliga. Í aðrari grein í blaðnum í dag, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, at miðalprísurin á toski í dag er 8-10 krónur lægri, enn hann var, tá ið hann var bestur fyri einum ári síðan. 5-6 kr. á muni Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá nýggja fiskasølu- felagnum, Fofish í Saltangará, um prísirnar á toski í Danmark og Bret- landi. Abraham við Løkin sig- ur, at miðalprísurin á toski í Hull og Grimsby í løtuni liggur um 17,50-18 krónur fyri kilo, og tá er prísurin lágur í Bretlandi. Spurdur, hvussu prísleg- an er í Danmark, vísir hann á, at skuldi Fofish sent feskan tosk niður á danska marknaðin beint nú, høvdu teir helst fingið einar 16-17 krónur fyri kilo. – Fáa vit fáa 11-12 krón- ur í miðal fyri kilo av toski her heima, kunnu vit ikki vera annað enn nøgdir, soleiðis sum príslegan er á føroyska marknaðinum í løtuni, sigur Abraham við Løkin. Tolir lítið Stutt kann sigast, at prís- munurin millum toskin á marknaðinum í Føroyum øðrumegin og í Bretlandi og Danmark hinimegin er 5-6 krónur. Abraham við Løkin vísir á, at meðan føroyski mark- naðurin er lutfalsliga lítil og skjótur at metta, tá ið nógvur fiskur kemur uppá land, er bretski og danski marknaðurin nógv størri og tolir tískil meira. – Talið av keyparunum í Føroyum er avmarkað, meðan tað altíð er onkur, ið kann keypa fiskin á út- lendska marknaðinum fyri ein líkinda prís – í hvussu er, soleiðis sum støðan er beint nú, sigur hann. Toskaprísurin í Føroyum: 5-6 krónur lægri enn í Danmark og Bretlandi C M Y K 9 8 REYNI SERVICE Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 -Gó ir brúktir frá REYNI SERVICE Sosialurin - 311820 STØKK INN Á GÓLVI ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrsta skrásetingar dato. * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. ver a seldir vi BRÚKT BILA - VÁTTAN S na ur 11-00 Sýnaður 02-01 Sýnaður 04-01 Sýnaður 06-01 Sýnaður 10-00 Sýnaður 09-01 TOYOTA CARINA 1,6 L/B Skrás.: 08-04-97 Km.: 83.000 Prísur: 95.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 L/B Skrás.: 10-04-96 Km.: 72.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 SED. Skrás.: 30-03-95 Km.: 53.000 Prísur: 89.600,- Garanti* Sýnaður 09-01 Sýnaður 04-01 Sýnaður 06-01 TOYOTA CARINA 1,6 SED. Skrás.: 20-12-95 Km.: 103.000 Prísur: 86.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 XLI Skrás.: 12-06-96 Prísur: 89.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 1,8 SOL Skrás.: 10-03-99 Km.: 46.000 Prísur: 148.600,- Garanti* TOYOTA CAMRY 2,2 AUTOM. Skrás.: 07-04-98 Km.: 82.000 Prísur: 182.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 2,0 TDI Skrás.: 25-10-99 Km.: 50.000 Prísur: 160.600,- Garanti** TOYOTA AVENSIS 2,0 TDI Skrás.: 29-04-99 Km.: 82.000 Prísur: 154.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 2,0 TD Skrás.: 19-08-99 Km.: 111.000 Prísur: 148.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 2,0 SOL STW. TDI Skrás.: 03-09-99 Km.: 157.000 Prísur: 158.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 1,8 TERRA Skrás.: 04-06-98 Km.: 46.000 Prísur: 144.600,- Garanti* OPEL ASTRA 1,6 STW. Skrás.: 01-04-98 Km.: 82.000 Prísur: 95.600,- Garanti* OPEL ASTRA 1,7 TDI STW. Skrás.: 18-06-98 Km.: 135.000 Prísur: 87.600,- Garanti* MAZDA 323 Skrás.: 23-10-95 Km.: 89.000 Prísur: 64.600,- CITROEN ZX Skrás.: 24-05-95 Km.: 57.000 Prísur: 64.600,- OPEL ASTRA 1,7 DIESEL Skrás.: 31-03-94 Km.: 176.000 Prísur: 48.600,- FORD SIERRA 1,8 DIESEL Skrás.: 28-11-91 Km.: 217.000 Prísur: 38.600,- SUZUIKI ALTO 1.0 Skrás.: 21-09-98 Km.: 31.000 Prísur: 63.600,- VØRUVOGNAR MAZDA E 2200 4X4 VØRUVOGNUR Skrás.: 14-10-96 Km.: 69.000 Prísur: 79.600,- TOYOTA COROLLA 1,4 TERRA Skrás.: 18-04-01 Km.: 7.000 Prísur: 136.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 STATION Skrás.: 14-07-95 Km.: 120.000 Prísur: 79.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 17-01-95 Km.: 175.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 14-01-98 Km.: 131.000 Prísur: 105.600,- Garanti*