leygardagur 23. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 58 - 23. mars 2002
Nr. 58 - 23. mars 2002
13
VIÐMERKINGAR
Jógvan Arge
Valevni tjóðveldis-
floksins til løgtingsvalið
Eftir fýra ár við full-
veldispolitikki
eru
Føroyar
nógv
nærri
sjálvberandi
búskapi,
enn vit nakrantíð hava
verið.
50 ár við heimastýri
heftu okkum at donsk-
um pengum. Við ríkis-
veitingini keyptu danir
sær makt í Føroyum. Við
ríkisstudninginum komu
pengar inn í renslið, sum
vit ikki sjálvi skaptu
virðir fyri.
Tað gjørdi okkum bú-
skaparliga løt og slepti
okkum undan at fremja
neyðugar effektiviser-
ingar
Á lutfallinum millum
tað, sum vit hava brúkt,
og tað, sum vit hava
framleitt, kann síggjast,
hvussu vit blivu alsamt
meir heft av donskum
pengum.
Í sekstiárunum var
innlendska nýtslan 13%
størri enn bruttotjóðar-
úrtøkan, í sjeytiárunum
14% størri og í áttati-
árunum 18% størri.
Hendan meirnýtslan
varð í stóran mun fíggj-
að við studningi úr Dan-
mark - og sum fráleið
eisini
stórum
uttan-
landslánum. Til endans
rapaði allur búskapurin.
Men seinastu árini
hevur verið vent í hol-
uni, og í nítiárunum
hava vit í meðal frameitt
3% meir enn vit hava
brúkt um árið.
Tí hava vit fingið
minni
arbeiðsloysi,
skattalætta, betri undir-
støðukervi,
hækkaðar
játtanir til almennar
tænastur, pensjónir og
aðrar vælferðarveiting-
ar.
Búskapurin góður
Vit hava so at siga held-
ur ikki brúkt blokk-
studningin. Landskass-
in, kommunurnar, ar-
beiðsloysistryggingin og
aðrir almennir sam-
felagsstovnar hava havt
yvirskot, sum hevur
svarað til blokkin. Yvir-
skotið er farið til at
gjalda skuld niður við
og at byggja upp gjald-
førisgoymslur at taka til,
um búskapurin aftur
verður fyri bakkasti.
Føroyska samfelagið
hevur ikki longur uttan-
landsskuld, men eigur
pengar til góðar í út-
londum. Í 1992 skyld-
aðu vit 7,9 mia. kr. utt-
anlands. Fyribils upp-
gerð fyri árslok 2001
vísur, at vit tá áttu 3 mia
kr. meir í útlondum, enn
vit skyldaðu útlondum.
Sjálvur
landskassin
skyldar
framvegis
danska statskassanum
3,4 mia. kr. Men lands-
kassin eigur eisini ognir
sum
Føroya
Banka,
Fiskasøluna og Fiska-
virking umframt aðrar
grunnar og almennar
fyritøkur. Hesar ognir
verða mettar í minsta
lagi at viga upp ímóti
skuldini hjá landskass-
anum.
Landskassin
eigur
nógv meira tøkan pen-
ing í landsbankanum
enn nakrantíð. Seinasta
ársfjórðing var gjald-
førið í meðal 2300 mió.
kr.
Tað almenna væl fyri
Landskassin veðheldur
heldur ikki nær til so
nógv, sum í áttatiárun-
um. Veðhaldsskyldurnar
vóru í 1989 2.000 mió.
kr. og koyrdu landskass-
an um koll. Í dag eru
veðhøld
landskassans
fyri privatum skuldarum
einans fyri 7 mió. kr.
Tað almenna er tí sera
væl fyri at standa ímóti
minking av blokkinum í
komandi tíðum.
Tjóðveldisflokkurin
hevur umsitið fíggjar-
og búskaparmál hetta
valskeiðið. Rikin hevur
verið ein miðvísur og
ábyrgdarfullur politikk-
ur, hvørs endamál hevur
verið at gera okkum
óheft av donskum studn-
ingi samstundis sum
sosial trygd og íløgur í
framtíðina hava verið
raðfestar hægst.
Tjóðveldisflokkurin
er til reiðar at halda
kósina fram móti einum
sjálvstøðugum og sjálv-
berandi Føroyum.
Sjálvberandi búskapur
er fyritreyt fyri einum
betri Føroyum og veru-
ligari vælferð í egnum
landi.
Sjálvberandi
búskapur í eygsjón
Sune Jacobsen
Valevni Sambandsfloksins í
Vágum
Tá vit vóru við valborðini
fyri fýra árum síðani, var
ein sløk mia. í landsbank-
anum. Í dag, fýra ár seinni,
eru 2.5 mia. kr. í lands-
bankanum. Vøksturin er
sostatt 1.5 mia. kr. Sitandi
samgonga hevur í einum
fýra ára skeiði fingið send-
andi 4 mia.kr. úr Danmark.
Tá vøksturin í landsbank-
anum er 1.5 mia.kr., og vit
hava fingið sendandi 4 mia.
kr., so hevur sitandi full-
veldissamgonga brúkt 2.5
mia. kr. av blokkinum, og
ikki sett hann á bók, sum
varaløgmaður plagar at
pástanda.
Tann samgongan, sum
tekur við eftir valið í apríl,
fær ikki sendandi 4 mia.kr í
einum fýra ára skeiði. Í
mesta lagi, og tað er treytað
av, at veljarin ikki gevur
Tjóðveldis-
og
Fólka-
flokkinum meirilutan við
valið, fáa vit sendani 2.5
mia kr. Um hetta var hent,
at
niðurskurðurin
var
framdur í 1998, so hevði
ongin króna verið løgd til
síðis í hesum valskeiðnum,
sum endar síðst í næsta
mánaða.
Sitandi samgonga hevur
lagt eina fíggjarlóg fram,
sum hevur eitt stórt hall.
Hvussu stórt vita vit ikki
nágreinliga enn. Men eingi
tekin eru í sól og mána um,
at inntøkurnar fara at halda.
Samstundis fara vit sum
valevni út, og siga, at
útreiðslurnar á fíggjarlógini
skulu hækka. Hvussu skulu
vit fáa pláss fyri øktum
útreiðslum? Onkur vil siga,
at tað eru bara tríggir
møguleikar:
• Rationaliseringar
• Hægri skatt
• Øktan útflutning
Til rationaliseringar er at
siga, at har er neyvan tað
stóra at heinta. Allar sam-
gongur hava havt hetta í
samgonguskjølum, at al-
menna umsitingin skal
rationaliserast og effektivi-
serast, men har hevur lítið
verið at heinta. Tað kunnu
vit bara konstatera. Hægri
skattur kemur ikki upp á tal
við Sambandsflokkinum í
samgongu og at økja um
útflutningi er ikki nakað,
sum verður gjørt í einari
handavend.
Politikarar
kunnu skapa karmar fyri
vinnulívinum, men markn-
aðarprísirnar kunnu teir
einki gera við. Hvørji ráð
eru so til at taka?
Vit, sum bjóða okkum
fram, eiga at vera erlig yvir
fyri veljaranum. Eingin
onnur loysn er at fíggja
ábøtur á samfelagið, enn at
brúka av tí yvirskotslikvi-
diteti, sum er í landsbank-
anum. Tað eru, sum áður
nevnt 2.5 mia.kr. í lands-
bankanum.
Lógin
um
landsbankan sigur, at har
skulu vera 1.5 mia. kr., so
her er ein reservi upp á 1
mia.kr. Vit byrja, sum tað
nú sær út, upp á tey raku
árini, og hava rætt at brúka
av tí, sum lagt er í løðurnar
tey góðu árini.
Til alla lukku eydnaðist
tað ikki fullveldissamgong-
uni at stovnseta búskapar-
grunnin. Høvdu teir havt
megnað tað, so var eingin
yvirskotslikviditetur,
tí
avlopið skuldi brúkast at
fíggja loysingina við.
Bill Justinussen
Valevni Miðfloksins
Neyðars Palleba
Góði Palleba! Eg taki so
hjartaliga synd í tær. Tí
hvønn skalt tú velja av
øllum hesum, sum vilja
selja alt, sál, æru og
hugsjónir fyri at sannføra
teg um, at júst har er
krossurin best farin tann
30. apríl. Eg havi eisini
roynt at blandað meg, men
nú meldi eg pass. Mínar
hugsjónir eru tað einasta,
eg kann bjóða tær, góði
Palleba, nú gyltu lyftini um
tunnlar, skattalættar, meiri
almennan
pening,
ans-
ingarpláss til so at siga øll
sum hvirluvindar fúka um
oyru og eygu gjøgnum
luftbornar og handbornar
fjølmiðlar. Tó vil eg staði-
liga ávara teg, um tú velur
øll hesi, sum lova meir, enn
tey klára at halda: gyldið
skalt tú gjalda!!
Hugsjónarloysi
Góði Palleba! Mong koma
til tín bæði í gamni og
álvara, bæði tá gildis-
skálarnir fyllast, og tá tú í
sorg fylgir onkrum av
tínum næstu til seinasta
hvíldarstaðið.
Ósmæðin
geva tey tær sína hond og
royna at siga tær, at tey
hugsa um teg. Royna at
taka seg væl út í eygunum á
tær, royna at tekkjast, so tú
umsíður skalt ásanna, at
hasin skal hava krossin
tann 30. apríl. Har má eg
aftur melda pass. Eg fái
ringan smakk í munnin og
rodni, tí har kann eg als
ikki vera við. Orsaka,
Palleba!
Tað er ikki fyri hugsjón-
irnar, at tey vilja verða
vald. Hvør aftan á annan
trína tey fram og bjóða sína
vøru. Og tað eru lágprís-
vørur, tú skalt keypa,
Palleba! "Keyp frá mær",
rópa tey, "eg havi besta
tilboðið".
Onkur
sigur
enntá, at "títt ynski er mítt
mál!!" Kann tað sigast
greiðari?
Onkur
annar
sigur, at tú kanst vera full-
komiliga tryggur, um tú
velur hann! Uppaftur onkur
sigur, at uttan hann koma
vit neyvan livandi gjøgnum
morgindagin. Hetta eru jú
heilt fantastiskar útsøgnir,
sum tú Palleba skalt taka
støðu til.
Pass
Men her má eg aftur melda
pass, góði Palleba. Eg havi
bara mínar hugsjónir at
bjóða tær. Og eg eri so
býttisliga erligur at siga
tær, at um tú ikki tekur
undir við mínum hugsjón-
um, vil eg als ikki hava tína
atkvøðu. Tí eg klári á
ongan hátt at liva upp til
annað, enn tað, eg sjálvur
trúgvi uppá. Eg klári undir
ongum umstøðum at gera
tíni ynski til mítt mál. Vilt
tú hava slík fólk inn, sum
hvørki hava rygg ella
herðar, mást tú velja tey.
Vilt tú hava fólk inn, sum tú
kanst mala um tín lítla-
fingur, so mást tú velja tey.
Góði Palleba! Ígjøgnum
seinastu árini havi eg við
ávísum millumbilum roynt
at vísa tær á mínar hug-
sjónir. Tær eru bygdar á
klettagrund, tí tori eg at
bera tær fram. Um tú tekur
undir við teimum, gevi eg
tær bert eitt lyfti: eg standi
inni fyri tí, sum eg trúgvi á
og sum eg meti vera til
gagn fyri land og fólk.
Neyðugt at brúka av bókini
PASS!!
Annika Olsen
Cand.mag., valevni fólka-
floksins í Suðurstreymi
Æran er eyðkenni fyri tann
gamla føroyska siðaarvin.
Føroyingar hava altíð sett
æruna høgt - "æran var
teirra mið". Henda æra
hevur snúð seg um at kunna
vera frælsur, sjálvstøðugur
og hava føtur undir egið
borð. Hesin kampur fyri
æru og sjálvstøðu speglast
aftur í sjálvstýristilgongd-
ini, nevnliga at í Føroyum
skulu føroyingar ráða. Tað
er ongin ivi um, hvar
Fólkaflokkurin stendur i
hesi
sjálvstýristilgongd.
Fólkaflokkurin hevur eina
greiða, stabila og trygga
sjálvstýristilgongd,
har
málsøkini verða yvirtikin
eftir avtalu og so hvørt
føroyingar eru fíggjarliga
og umsitingarliga til reiðar
til tess. Aftaná at øll máls-
øki eru yvirtikin, og allar
fíggjarligar bindingar til
Danmark eru burtur, kunna
Føroya fólk sjálvi á einari
fólkaatkvøðu í 2012 taka
stig til, um tey vilja hava
endaligt sjalvstýri ella ikki.
Fólkaflokkurin
stendur
sostatt fyri einari demo-
kratiskari linju, har tað
verður víst stór ábyrgd fyri
Føroya fólki, Føroya landi
og ikki minst æruni hjá tí
einstaka
føroyinginum.
Fólkaflokkurin ynskir ikki
at seta land og fólk út av
kós og harvið enda í einari
búskaparligari kreppustøðu
sum í 80 unum. Men
harufturímóti ynskir Fólka-
flokkurin at tryggja tí
einstaka føroyinginum, at
hann og hon framvegis
kunnu búleikast í Føroyum
aftaná eitt sjálvstýri og ikki
noyðast at rýma frá húsi og
heimi til eitt nú Danmarkar.
Fólkaflokkurin verður ofta
kritiseraður fyri at vera ov
hovligur i sjálvstýrismálin-
um, men minnist til orða-
takið: Tað, sum kemur lætt-
fer lætt!
VIÐMERKINGAR
Eyðólv Dimon
Valevni Javnaðar-
floksins í Suðurstreymoy
At bíðilistarnir til eina
skurðviðger á føroysk-
um sjúkrahúsi ofta eru
fleiri
mánaðir
vóru
helst fá, sum góvu gæt-
ur, fyrr enn heilsumála-
ráðharrin frá tingsins
røðarapalli segði frá
hvussu út av lagi støðan
er. Tað kann als ikki
góðtakast, at fólk skulu
bíða fleiri mánaðir eftir
at sleppa til skurðviðger.
Javnaðarflokkurin hevur
tí sett sær sum eitt av
sínum
høvuðsmálum
eftir valið, at fáa bíði-
listarnir burtur. Nógvar
orsøkir eru til bíðilist-
arnir, eitt nú, at deildir á
Landssjúkra-húsinum
eru stongdar partar av
árinum.
Hetta
kann
loysast við at hækka
játtanina
til
Lands-
sjúkrahúsið, og tí vil
J av n a ð a r f l o k k u r i n
tryggja sjúkrahúsverk-
inum neyðugu játtanina,
so deildir á Landssjúkra-
húsinum
ikki
verða
afturlatnar.
160 røktarheimspláss
fara eisini at minka
bíðilistan
Ein onnur orsøk er, at
fullveldis
samgongan
ongi nýggj røktarheims-
pláss hevur útvegað.
Fylgjurnar hava verið, at
fólk sum áttu at verið á
røktarheimi, ikki kunnu
útskrivast, og sengur,
sum skuldu verið brúkt-
ar til sjúklingar, eru
upptiknar av fólki, sum
ikki eru innløgd til
sjúkraviðgerð, men sum
ikki kunnu útskrivast, tí
ongi røktarheimspláss
eru. Javnaðarflokkurin
setir sær fyri í komandi
valskeiði at útvega 160
ellis- og røktarheims-
pláss.
Primera heilsu-
tænastan og
uppvenjingin styrkjast
Vit skulu styrkja upp-
venjingina eftir sjúkra-
tilburð, samstundis sum
vit skulu taka ítøkilig
stig at betra fólkaheils-
una við t.d. at skapa ar-
beiðsumstøður soleiðis,
at fyrilit verða tikin fyri
hesum. Farast má eisini
undir miðvísa ætlan um
regluligar fyribyrgjandi
heilsukanningar fyri øll.
Á
tannaheilsuøkinum
hava vit veruliga gjørt
nakað við hetta, men nú
er tíðin komin til at hetta
verður víðkað.
Vallyfti fyri 116
milliónir
Sambært útrokningum
hjá Javnaðarflokkinum,
so økjast útreiðslurnar
hjá landskassanum við
194 milliónum krónum
av vallyftunum hjá Javn-
aðarflokkinum. Men av
tí
at
skattainntøkur
landskassans eisini økj-
ast av hesum, verður
nettoútreiðslan "bara"
116 milliónir krónur.
Spurningarnir eru tí:
Hvussu ber tað til, at
føroyska
samfelagið,
sum farna valskeið hev-
ur havt fleiri hundrað
milliónir kr. í yvirskoti,
ikki hevur ráð til eitt
vælvirkandi
Lands-
sjúkrahús. Hvussu ber
tað til, at tað skal vera
neyðugt á hvørjum ári at
niðurberja Landssjúkra-
húsið, soleiðis at allir
føroyingar verða taparar
? Svarið er einfalt, rað-
festingin hjá fullveldis
samgonguni.
Nú skulu bíðilistar-
nir á sjúkrahúsin-
um burtur
Sólvit Simonsen
Nú útoyggjanevndin er
farin til verka, fari eg at
royna at leggja meg eitt
sindur uppí við hesari
skriving. Av góðum grund-
um verður tað Skúoyggin,
eg fari at halda meg til, við
tað at har føli eg meg
tryggast.
Sum eg skilji á teimum,
sum fáast við hettar verk,
so dúa tey mest uppá tað,
sum er. Hví ikki royna
nakað nýtt? Hevði tað ikki
verið betur at roynt at
stuðla við einum arbeiðs-
plássi í bygdini? Tað átti at
verið eitt ella annað, sum
nemt var at føra út á oynna,
eg meini við onkra lætta
rávøru, so man kundi byrja
við nøkrum fáum arbeiðs-
plássum. Tað vísir seg, sum
teir eru so grammir at fáa
so nógvar túrar við rutuni
sigldar hvønn dagin. Hettar
vænti eg ikki kemur at
redda nakra situatión, uttan
í hásesong um summari til
ferðafólk. Fyri at sigla
nógv, má man eisini hava
nakað at sigla við, og tað
vita bæði skúoyingar og
onnur, sum fáast við sigl-
ingina, at tú mást lata tær
noyða við ein túr um dagin
eftir sjóvarfalli.
Somuleiðis hevur verið
tosað um at fáa uttanbíggja
jørðina aftur til tey, sum
búgva í Skúgvi. Eg haldi at
skúoyingar hava brúk fyri
hesum dúligu monnum,
sum ferðast dúliga ímillum,
og eru av raskastu monnum
at røkja bæði seyð, bakka
o.a. Fleiri av hesum monn-
um eru fluttir aftur til
Skúoyar, og tað høvdu teir
neyvan gjørt, um ikki
ognirnar
hjá
teimum
hoyrdu teimum til.
Í Skúgvi verða slaktaðir
einir 600 seyðir. Hetta kann
ikki geva vinnu til nógvar
familjur. Eg rokni ikki við,
at man kann roknað við
stórt meir enn kr. 500,– pr.
slaktaðan seyð, og verður
tað ikki meir enn einar kr.
300.000,– netto. So tað
verður ikki tað stóra til allar
skúoyingar.
Fyri trivnaðin í oynni
meti eg, at tað er ógviliga
neyðugt við einum bygda-
húsið, so fólkið kundi
komið saman til ymiskar
hugnaløtur. Eitt bygdahús
við einum køki, einum
passandi sali og onkrum
goymslurúmi. Hettar kundi
fingist upp fyri ikki so
nógvar pengar, og høvdu
skúoyingar eisini verðið
nógv betur fyri at tikið
ímóti
ferðafólkið
um
summarið.
Øll tey ár, eg havi siglt
uppá
Skúoynna,
hevur
fólkatalið í kommununi
ligið um 90 fólk. Og taka
vit so eina bygd sum Dalur,
sum liggur um eini 50 fólk,
so hava teir eitt sera gott
bygdahús, sum er til stórt
gagn fyri bygdina.
Í Skúgvi eru í dag 16
børn í skúlaaldri og undir
skúlaaldur. Sum fyrr sagt,
so meti eg tað vera av
stórum týdningi at fara
undir eitt arbeiðspláss, so
tit ikki missa øll hesi børn
av bygdini, táið tey koma
uppí arbeiðsár.
Eg fari til stuttleikar at
nevna, at táið handan
daman úr Klaksvík, sum eg
ikki ivist í er eitt skilafólk,
bleiv sett sum leiðari fyri
útoyggjapolitikkin, kundi
eg ikki lata vera við at
hugsa, hvat teir gomlu
skúoyingarnir,
sum
eg
minnist teir – teir komu inn
til Sands at avreiða fiskin,
tað sást ikki inn í eyguni á
teimum fyri sjósalti – hvat
mundu teir sagt, um ein
vælístandgjørd
dáma
norðan úr Klaksvík kom og
segði teimum, hvussu teir
skuldu lívbjarga sær?
Ólavur Rasmussen
Í 1816 varð Føroya løgting
niðurlagt eftir harraboðum
úr Keypmannahavn. Eftir
einum
degi
varð
alt
føroyska
embætisverkið
sostatt avhøvdað. Í 1852
varð løgtingið endurreist
sum "rådgivende organ",
t.v.s sum eitt eiti. Og í dag,
vit skriva 2002, eru tað
framvegis oddafiskar í
donsku flokkunum í Før-
oyum, javnaðarflokkinum
og
sambandflokkinum,
sum ikki unna føroyingum
eitt løgting við suverenum
myndugleika.
Og
tað
verður ikki spart uppá
krútið til tess at sáða
mistreysti niður í fólk: vit
orka einki, megna einki,
eru einki. Tit fabla um neyð
og armóð, sum stendur í
durinum um vit taka ábyrgd
av egnum landi og við-
urskiftum. Tit fabla um, at
einki stig má takast uttan
fullkomnna vissu fyri tí, ið
hendir í framtíðini.
Hava tit gloymt hvør
bygdi hetta landið? Hava tit
gloymt, at tað vóru naknar
hendur, sum við deyð-
siglara óræddir brutu sjógv
fyri at leggja lunnar undir
framburð og menning av
landi okkara? Hava tit
gloymt, at okkara gomlu
kvinnur og menn ikki
løgdust hendur í favn, men
órædd stríddust millum
møguleika og ómøguleika
fyri at gera tað møguligt hjá
komandi
ættarliðum
at
hava tað gott?
Okkara gomlu lótu ikki
óvissuna forða fyri egnum
lívsfýsni og áræði. Og tað
er teimum fyri at takka, at
vit eru komin so langt, sum
vit eru - eitt av heimsins
mest framkomnu samfeløg-
um. Vit kunnu siga hvat vit
vilja, men hesar kvinnur og
hesir menn hava lagt lunnar
undir okkara samfelag,
uttan nakað forkelað krav
um ómøguliga vissu. Hvørt
sjúkrahús, hvør skúlabygn-
ingur, hvør einasti seymur,
sum er brúktur at byggja
við her á landi, hvør einasta
útbúgving í Føroyum og vit
kundu hildið á at ramsa
upp: Alt hetta er borið av
teimum
sterku,
naknu
hondum, sum hava stríðst á
havinum og uppi á landi.
Og hvat siga donsku
flokkarnir í Føroyum við
ungdómin í dag: gangið
ikki, men grulvið! Havið
ikki áræði, men latið óttan
stýra
tykkara
lívsleið.
Spyrjið ikki, hvat eg kann
gera fyri mítt land, men
spyrjið, hvat danska fólkið
kann geva tykkum í ol-
mussu. Havið ongar visión-
ir, men latið afturhaldnið
verða hægsta principp í
tykkara lívi. Takið ikki
ábyrgd av egnum landi,
men grátið eftir donskum
blokki!
Vit skriva 2002. Tíðin er
komin til útpurring. Tjóðin
skal endurreisast, og løg-
tingið eigur at fáa evsta
vald í egnum landi. Soleiðis
sýna vit ungdóminum álit
og teimum gomlu, røsku,
naknu hondunum, sum
bygdu land, virðing og
tøkk.
Um útoyggjapolitik
Útpurring
Fólkaflokkurin, tann trygga loysnin til sjálvstýrið
C
M
Y
K
13
12