leygardagur 23. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 23. mars 2002
15
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Snøhvit
steðgað
Stóra norska verkætl-
anin um at útvinna gass
á einari leið úti fyri
Norðurnoregi og at
viðgera gassið á einum
risastórum verki uttan
fyri Hammerfest er
brádliga komin í vanda.
Tað hendi, tá eftirlits-
stovnurin hjá EFTA,
ESA, boðaði norsku
myndugleikunum frá,
at verkætlanin eftir
øllum at døma er í stríð
við galdandi reglur í
EBS-samstarvinum.
ESA sigur, at verkætl-
anin er ólóglig, tí hon
er m. a. grundað er ser-
liga lagaligar skatta-
reglur, og tað tulkar
stovnurin sum eitt slag
av fjaldum almennum
stuðuli, sum er ólóg-
ligur.
Brævið frá ESA kom
sum ein skelkur á
norsku myndugleikar-
nar og feløgini, sum eru
við í verkætlanini, og á
kreppufundi hóskvøld-
ið varð avgjørt at útseta
ætlanina fyribils.
Valdi
Aarhus
Bingjureiðaríið hjá A.
P.
Møller,
Maersk
Sealand, hevur valt at
nýta havnina í Aarhuss
sum fast samband í
rutusiglingini millum
Evropa og Fjareystur.
Avgerðin ber í sær, at
heimsins
størstu
bingjuskip
fara
at
leggja at í Aarhus
hvønn leygardag frá 25.
mai. Havnin í Aarhus
hevur gjørt íløgur fyri
550 mió. krónur í eina
nýggja bingjuhavn, og
A. P. Møller hevur
sjálvt gjørt íløgur fyri
einar 250 mió. krónur í
eina nýggja bingjumið-
støð á havnarlagnum.
Einki
bonus
Stjórin í Statoil, Olav
Fjell, fær onga eyka
samsýning
fyri
tað
góða
úrslitið,
sum
felagið hevði í fjør. Fyri
skatt hevði Statoil 56,2
mia. norskar krónur í
avlopi, og tað er met.
Starvsfólkini
hava
fingið 10.000 krónur
sum bonus afturfyri,
men stjórin fær einki.
Hann fær framman-
undan 3,5 mió. norskar
krónur í løn um árið.
Úr Norðurlondum:
Mundi
dottið niður
Eitt flogfar hjá ís-
lendska flogfelagnum
Icelandair mundi dottið
niður í Gardermoen-
floghavnini í Oslo tann
22. januar.
Flogfarið var í ferð
við at seta seg umm 11-
tíðina fyrrapartin, men
flogskiparin gjørdi av
at taka flogfarið upp-
aftur og at royna eina
ferð afturat. Kanningar
hava avdúkað, at flog-
farið helti 49 stig, tá tað
var á veg niður ímóti
vøllinum, og at tað helti
37 stig, tá tað fór upp-
aftur. Somuleiðis hava
kanningarnar avdúkað,
at flogfarið var bara 98
metrar oman fyri flog-
breytina, tá tað snaraði
uppaftur.
Tað hevur eisini víst
seg, at fleiri av tólunum
í flogfarinum vóru í
ólagi, tá flogfarið fór á
flog í Íslandi við kós
ímóti Oslo. 82 fólk
vóru í Boeing757-flog-
farinum.
So fall
dómur
Seinnapartin hósdagin
fakk dómur í tí nógv
umrødda Orderud-mál-
inum í Noregi. Í málin-
um vóru fýra fólk
ákærd fyri medvirkan
til morð, eftir at trý fólk
vórðu funnin myrd á
bóndagarðinum Order-
ud í 1999. Nevningar-
nir dømdu hósdagin øll
fýra sek í at hava med-
virkað til morðini, og í
gjár kravdi ákæruvald-
ið, at tey skulu fáa lóg-
arinnar harðastu revs-
ing, sum í Noregi er 21
ára
fongsul.
Tann
ósvaraði spurningurin í
málinum er framvegis,
hvør helt skammbyrs-
uni, sum drapt tey trý
fólkini.
Meiri løn
Í Danmark hevur sem-
ingsstovnurin sett fram
eitt semingsuppskot í
sátttmálatrætuni mill-
um kommunurnar og
amtini øðrumegin og
fakfeløgini hjá teimum
umleið 650.000, sum
arbeiða hjá kommunum
og amtum. Eftir sem-
ingsuppskotinum verð-
ur komandi sáttmálin
galdandi í trý ár, og
starvsfólkini
fáa
í
hesum tíðarskeiði 5,5
prosent afturat í løn
umframt tveir frídagar
afturat. Liminnir í fe-
løgunum skulu nú taka
støðu til uppskotið.
Ísraelski herurin
hevur oyðilagt fleiri
bygningar, sum ST
hevur bygt í teimum
palestinsku økjunum
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
ST umhugsar nú at krevja,
at Ísrael skal rinda endur-
gjald fyri skaða, sum ís-
raelski herurin og flog-
vápnið hava gjørt í teimum
palestinsku flóttafólkaleg-
unum.
Flóttafólkafelagsskapur-
in hjá ST, sum tekur sær av
áhugamálunum hjá teimum
palestinsku flóttafólkunum,
UNRWA, sigur, at tað fer at
kosta einar 30 milliónir
krónur at umvæla skaðan,
sum ísraelsku álopini hava
gjørt. Her verður hugsað
um álopini á tær pale-
stinsku flóttafólkalegurnar
og bumbuálopini á Gaza-
bý fyrr í hesum mánaðin-
um.
ST sigur, at ísraelsku
álopini hava gjørt stóran
skaða á 22 skúlar, fýra
læknastovur, fýra tænastu-
miðstøðir og 141 flótta-
fólkaheim. Tveir sjúkra-
bilar hjá UNRWA vórðu
eisini oyðilagdir í ísraelsku
álopunum.
Leiðslan í UNRWA sigur,
at tað er ikki annað enn
ríliligt, at Ísrael rindar
endurgjald fyri skaðarnar.
Kubanski forsetin,
Fidel Castro, mátti í
gjár skunda sær til
hús av ST-menning-
arráðstevnuni í
Meksiko
KUBA
Árni Joensen
Kubanski forsetin, Fidel
Castro, hevur hesa vikuna
verið millum luttakararnar
á teirri serligu menningar-
ráðstevnuni, sum ST hevur
skipað fyri í meksikanska
býnum Monterey. Men í
gjár boðaði hann brádliga
frá, at hann noyddist at
skunda sær aftur til Ha-
vanna.
Castro vildi ikki siga, hví
hann hevði slíkan skund at
fara til hús, men á einum
tíðindafundi segði hann
bert, at talan var um eina
"serliga orsøk". Eygleið-
arar í Monterrey siga seg
ikki hava hoyrt, at nakað
óvanligt er hent í Havanna,
meðan forsetin hevur verið
uttanlands.
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, kom til
Monterrey hósdagin og
skuldi halda røðu, beint
áðrenn Castro fór haðani.
Tað er óvist, at kubanski
forsetin valdi at fara til hús,
tí hann hevði ongan áhuga í
at taka lut á einari ráð-
stevnu saman við ameri-
kanska forsetanum.
Stríðið ímóti altjóða
yvirgangi kostar
amerikanska ríkis-
kassanum meiri enn
higartil hildið
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, vil hava
meiri pengar til at fíggja
bardagan
ímóti
altjóða
yvirgangi.
Forsetin sigur, at tað er
neyðugt við einari eykajátt-
an, og hann hevur tí biðið
kongressina játta stjórnini
27,1 milliardir dollarar
afturat. Pengarnir skulu
nýtast til krígsførsluna í
Afghanistan
og
onnur
hernaðarlig tiltøk, sum
forsetin tekur til. Í um-
sóknini ger forsetin eisini
vart við, at tað er neyðugt,
at málið fær skjóta viðgerð,
tí tørvur er á pengunum
beinanvegin.
Í umsóknini til kongress-
ina sigur Bush, at ætlanin
er at nýta ein minni part av
pengunum til tiltøk ímóti
yvirgangi í sjálvum USA.
M. a. er ætlanin at útbyggja
trygdarskipanirnar í flog-
havnunum og at styrkja
vaktarhaldið á amerikanska
markinum.
Vil hava meiri pengar til
stríðið ímóti yvirgangi
Umhugsa at krevja Ísrael
eftir endurgjaldi
Castro heim í skundi
Kubanski forsetin, Fidel Castro, tosar við forvitin tíðindafólk, eftir at hann hevði boðað frá, at
hann mátti skunda sær til hús
Mynd: Reuters
15
14
Nr. 58 - 23. mars 2002
VIÐMERKINGAR
Elsa í Garði
Fólkaflokksvalevni í
Suðurstreymi
Fyrst eitt sindur um meg
sjálva: Eg eri útbúgvin
sjúkrasystir og vakur-
leikaserfrøðingur. Eigi
og reki RØKTAN, sum
er ein klinikk fyri krops-
og andlitsrøkt.
Eg havi gjørt av at
stilla upp fyri Fólka-
flokkin í Suðurstreymi:
1)Tí at eg vil vera við til
at
ávirkað
hvussu
framtíð Føroya, og
liviumstøðurnar hjá
okkara unga ættarliði
skulu myndast.
Og
2)Tí eg taki undir við
stevnuskránni
hjá
Fólkaflokkinum, og
meti tað vera besta
boði uppá einar trygg-
ar og góðar Føroyar.
Eg vil greiða eitt sindur
frá sjónarmiðunum hjá
Fólkaflokkinum
við-
víkjandi ríkisrættarligu
støðu Føroya, og okkara
boð uppá hvat vit vilja á
tí økinum.
Okkara aðalmál er:
"AT
Í
FØROYUM
SKULU FØROYING-
AR RÁÐA.
Vit kunnu "venda til-
gongdini runt "tríggjar
ferðir.
Men úrslitið er tað
sama, tí har stendur
framvegis:
At
í
FØROYUM
SKULU FØROYING-
AR RÁÐA!
So langt kunnu flest
okkara eisini vera samd,
so ella so.
Okkara "koyriplanur"
er: Løgtingssamtyktin
um sjálvstýrið Føroya
fólks.
Her
er
útgreina
hvussu vit stig fyri stig ,
eftir 10-12 árum varis-
liga loysa okkum úr teim
peningaligu bindingun-
um til Danmark.
Lyklaorði er varislig
tillaging:
Trygd, trygd og aftur
trygd.
-Hví skulu vit kvinnur
blanda okkum í hesa
tilgongdina???
Vit hava í fleiri øldir
stýrt pengakassanum í
teim føroysku heimun-
um, og hava royndirnar
bæði uppá gott og ringt.
Tað gav at bíta í 92 tá
ið tann føroyski búskap-
urin rapaði.
Hvør noyddist tá tað
tungu gongd niður á
Christiansborg fyri at
fáa kreditt til føroyska
samfelagið?
Jú ein kvinna mátti
taka um stýrisvølin.
Marita Petersen , sála,
leiddi
við
tign
og
mynduleika
landið
ígjøgnum
svárastu
kreppu í nýggjari tíð.
Fyri kortum las eg
tvær bøkur um øko-
nomi.
Skrivaðar
av
kvinnum, til kvinnur:
"Kvinde, kend din
kurs" av Anne-Mette
Hjalager og Jette Ty-
bjerg.
Og "Sund Økonomi"
av Lisbeth Nebelong. Í
báðum
bókum,
sum
viðgera privat-økonomi,
verður dentur lagdur á at
skapa tær eina tryggan
búskap. Nevniliga við at
minka um skuldina til tú
at enda "ert harri yvir
tínum egna pengapungi"
Júst soleiðis kemur
"koyriplanurin":
løg-
tingssamtyktin
um
sjálvstýrið Føroya fólks"
at virka, um rætt verður
atborið.
Lyklaorði er varislig
tillaging: Trygd, trygd
og aftur trygd.
Tær kvinnuligu lívs-
royndirnar eru alneyð-
ugar, og eiga so avgjørt
at mynda tær stóru av-
gerðirnar, eisini í før-
oyskum politikki, og
soleiðis koma øllum
samfelagnum til góðar.
Mennirnir skulu ikki
einsamallir sleppa aftur
at gera svakar økonom-
iskar dispositiónir fyri
Føroyar, sum okkara
børn so skulu svíða fyri!
So eg vil enda við at
heita á tykkum kvinnur,
ið ikki enn hava tikið
støðu
politiskt:
Les
stevnuskránna hjá teim-
um ymisku flokkunum,
og tak so støðu til hvør
flokksskrá passar best til
tína sannføring,---- og
tekna teg so sum lim í
flokkinum.
Boðskapur okkara til
ríkisrættarligu støðuna
er stuttur og greiður:
Í FØROYUM SKULU
FØROYINGAR RÁÐA!
Loysunarorði er: Var-
islig tillaging—Trygd,
trygd og aftur trygd.
Koyriplanurin
er
"Sjálvsstýrissamtyktin."
Í Føroyum skulu
føroyingar ráða
Svend Aage Ellefsen
Felagið Nótaskip við Atla
Hansen reiðara (og vælevni
sambandsfloksins til løg-
tingið) hevur eina – um
sjálvan formannin sera av-
dúkandi – vælgrein í bløð-
unum um vikuskiftið.
Eg havi ikki áður sæð eitt
áhugafelag fyri skipabólk-
arnar
skriva
valgreinar!
Kanska kemur Felagið Trol-
skip við eini grein til fyri-
munar fyri Fólkaflokkin,
Felagið Línuskip fyri Javn-
aðarflokkin etc.
Valgreinin hjá Felagnum
Nótaskip er ætlað at niður-
gera
sitandi
landsstýris-
mannin í fiskivinnumálum –
neyðugt verður við fiski-
málaráðharra
úr
øðrum
flokki eftir valið verður sagt.
Og tað er vælkennt millum
manna, at formaðurin Atli
Hansen ætlar sær sjálvum
landsstýrissessin. Atli Han-
sen er soleiðis fiskimála-
ráðharri
in
spe
(samb.
Gyldendal: en som håber at
blive…).
Men er tað nakað løg-
tingsevni, ið ikki er egnað til
hetta týdningarmikla starvið,
so er tað júst Atli Hansen.
Bert hetta, at brúka Felagið
Nótaskip í egnum valdysti,
sigur jú sítt.
Øll, ið lesa, tað hann hevur
sett á prent bæði nú og áður,
síggja eisini greidliga, at
maðurin ikki verður førur
fyri at fyrisita fólksins ogn á
ein
heildarvinarligan
og
óvildugan hátt, men at hann
tvørturímóti fer at lata teil
egnan fyrimun og egnan
skipabólk fiskikvotur, ið
hesin skipabólkurin hvørki
hevur uppiborið, eigur rætt-
indi til ella megnar at fiska.
Eiga øll nótaskipini allan
svartkjaftin?
Sjónarmið Atla er hetta ein-
oygda og snævurskygda, at
hansara egna og hini sjey
nótaskipini burturav eiga
allan svartkjaftin, alla sild-
ina, alla lodnuna og allan
makrelin – basta!
Tað merkir í hansara huga-
heimi, at hvørt kilo av uppi-
sjóvarfiski, ið ein komandi
landsstýrismaður letur øðr-
um skipabólkum, t.d. flaka-
trolarum og rækjutrolarum at
keypa kvotur fyri frá russum
og norðmonnum, tað verður
tikið beinleiðis frá honum
sjálvum, frá hansara og
øðrum nótabátum.
Tað merkir eisini fyri
honum, at hvørt einasta kilo
av svartkjafti, sum ídnaðar-
skipini ella Næraberg og/ella
møguligir aðrir føroyskir
(ella
útlendskir?)
svart-
kjaftatrolarar fiska, verður
tikið frá honum sjálvum!
Á sama hátt viðvíkjandi
sildini, lodnuni og makrel-
inum.
Hansara tankagongd er
soleiðis heilt burturvið og
verður beinleiðis samfe-
lagsskaðilig, um hann gerst
komandi landsstýrismaður í
fiskivinnumálum ella fær
nakrað beinleiðis ávirkan á
ein komandi fiskivinnupoli-
tikk!
Betur skil kann fáast á!
Skal kastast sitandi fiski-
málaráðharranum
nakað
fyri, so er tað tvørturímóti
hetta, at hann hevur hopað
undan tí stóra trýstinum, sum
felagið Nótaskip og Atli
Hansen hava lagt á hann.
Hann hevur latið sær lind-
að, at tað árliga hava staðið
millum 20.000 og 30.000
tons av føroyskum silda-,
makrel- og lodnukvotum
ófiskaðar,
tá
kvotuárini
endaðu, tí nótaskipini hava
fingið størri kvotur, enn tey
megnaðu at fiska! Hann sá
støðuna, men boygnaði tá
nótaskipini mótmæltu, og tá
ídnðarskip – millum aðrar
undirritaði – bóðu um loyvi
at fiska tað, ið eftir stóð!
Samfelagsliga hevur hetta
kostað dýrt, og fyri teir, ið
annars kundu fiska, hevur
tað kennst bæði svárt og
høpisleyst.
Hann hevur eisini givið
seg undir trýst, og hevur
tillutað nótaskipunum sild og
makrel, ið av røttum áttu at
verið tillutað øðrum! Hetta
seinasta hevur m.a. gingið
útyvir undirritaða.
Ein
komandi
fiskarí-
ministari eigur við ársbyrjan
ikki at útluta meira enn tveir
triðingar av heildarkvotuni
av uppisjóvarfiskinum til
eginkvotur, so hann seinni
gerst førur fyri uttan trupul-
leikar at lata øðrum, so øll
heildarkvotan fæst til høldar.
Eiga Atli o.a. søgulig
rættindi?
Víst eru nótaskip ímillum, ið
eiga sjálvsøgd rættindi, tí tey
hava fiskað nógvan svart-
kjaft í mong ár – ikki minst
Tróndur í Gøtu, Christian í
Grótinum, Krúnborg (fyrst
gamla og nú nýggja).
Men hvussu Atli Hansen
skal eiga nøkur søgulig
rættindi til svartkjaft fram
um aðrar er trupult at skilja.
Bankin tók í síni tíð
"Jupiter" frá Hendrik Old og
gav Atla Hansen skipið at
reka. Men mær vitandi drap
hann ikki ein einasta svart-
kjaft øll árini, hann hevði
hetta skipið – ikki ein!
Og nú skal so hann, sum
fyri nøkrum krákumánaðum
síðani keypir eitt nakað størri
skip, alt í einum eiga allan
stovnin?
Og hvussu við øðrum
nótaskipum, sum heldur ikki
nakrantíð (ella í manna-
minni) hava fiskað svart-
kjaft? Hví skulu teir eiga so
øgiligan svartkjaft frammum
onnur føroysk skip? Hvussu
við Norðborg, Saksabergi og
Finni Fríða t.d.?
Eg havi roynt at hugt í
"Lóg um vinnuligan fiski-
skap", men dugi satt at siga
við mínum besta vilja ikki at
síggja ein bókstav, ið bendir
rættindunum á teirra borð!
Felagið Nótaskip sigur seg
fara at leggja sak um fiski-
rættindi. Vælsignaðir geri
teir tað sum skjótast, tí tá fáa
vit staðfest med alla, at
nótaskipini
leingi
hava
fingið meira enn tey av
røttum hava uppiborið.
Páll Poulsen,
Kollafjørður
Valevni sambandsfloksins í
Norðstreymoy
Fullvelstisstuðlanir leggja
stóran dent á at nýta
grannalandið Ísland sum
fyrimynd,
um
Føroyar
gerast eitt fullveldi. Men,
fólk í útjaðaraøkjunum í
Føroyum, kunnu eisini nýta
Ìsland sum eina ræðumynd,
um tey ætla sær at velja
loysingarflokjkarnar! Tí
um bústaðarmynstrið í Ìs-
landi skal verða fyrimyndin
fyri
einum
føroyskum
fullveldi, so hevur útjaðarin
í Føroyum onki gott í
vænti. Í Føroyum býr um-
leið ein triðingur av fólk-
inum í høvusstaðnum. Í
Íslandi búgva tveir trið-
ingar av landsins íbúgvum í
høvusstaðnum.
Uttan mun til hvat vit
annars halda um ríkis-
veitingina, so eru øll samd
um, at tað er orsaka av
ríkisveitingini
(blokkin-
um), at Føroyar í dag hava
eitt livistøði, ið er ájavnt
við hini Norðurlondini. Tað
er heilt greitt orsaka av
ríkisveitingini, at vit hava
megnað at ment sam-
ferðslukervið til frama fyri
útjagaraøkjini, og at vit - til
dømis - hava, framhalds-
skúlar, sjúkrahús og røktar-
heim í Suðuroynni og í
Norðuroyggjum.
Tað eru tey, ið harmast
um, at vit ikki fingu full-
veldið beinanvegin aftaná
nógv umrøddu fólkaat-
kvøðuna 14. septembur. Ja,
kannska ? Men um so var,
at vit høvdu fingið fullveldi
tá, so vóru ongir útoyggja-
veljarar í dag! Búðu nú
eini 25 túsund fólk í
Føroyum, og 15 túsund av
teimum helst í Tórshavn, so
vóru Føroyar ikki tað
framkomna landið tær eru í
dag - gamla Dronning
Alexandrines
Hospital
hevði framvegis hokið úti í
Sandagerði, og fróðskap-
arsetur,
miðnámsskúlar,
norðurlandahús, Smyrlar,
tyrlur, vegir, brýr, berghol
og
undirsjóvartunnlar,
høvdu
bara
funnist
í
hugaheiminum hjá einum
doyggjandi ættarliði av
fullveldisfólkum.
Uttan
ríkisveitingina,
sum eina trygga inntøku í
upp- og niðurgangstíðum
hevði ein rættuliga stórur
partur av teimum stovnum
og tænastum, vit í dag
rokna sum ein sjálvfylgja,
ikki verið ein veruleiki.
Eitt annað er so, um vit
altíð hava sýnt ríkisveit-
ingini virðing, og nýtt hana
rætt! Tað kunnu vit ikki
lasta dønum, men bara
okkum sjálvum!
Sambandsflokkurin fer
at gera alt fyri at útjagarin
og bygdamenningin ikki
verður offrað á fullveldis-
altarnum! Og tí velja
Norðstreymoyingar, sum
eina
sjálvfylgju
SAM-
BANDSFLOKKIN.
Óegnaður fiskimálaráðharri in spe
Ríkisfelagskapur = bygdamenning!
Fullveldi = miðsavnan!
C
M
Y
K
14