leygardagur 23. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 • leygardagur • 23. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Hjá kvinnunum er
framvegis stórur
spenningur um,
hvussu býti av silvur-
og bronsumerkjunum
verður
HONDBÓLTUR – KVINNUR
Jákup Mørk
Vinnur Neistin, so fáa tær
silvur, og vinnur VB, so fáa
tær bronsuna. Tapa bæði
VB og Neistin hinvegin, so
fær Stjørnan silvur og
Neistin bronsu, og seinasti
møguleikin er, um VB
vinnur og Neistin tapir. Tá
fáa vágbingar bronsu með-
an Neistin kortini fær silv-
ur.
Alt er opið
Møguleikarnir eru fleiri, nú
seinasta umfarið í kvinnu-
hondbólti skal spælast.
Upprunaliga vórðu allir
dystirnir ásettir at verða
leiktir leygardagin, men av
givnum orsøkum eru dyst-
irnir hjá Neistanum fluttir
til mánakvøldið. Sjálvandi
kann tað verða eitt sindur
óheppið, at seinastu dystir-
nir ikki verða leiktir sam-
stundis, men undir verandi
umstøðum má hetta góð-
takast.
Leygardagin spæla so
VB og Stjørnan í Vági, og
fyri bæði liðini ræður her
um at bjarga sær heiðurs-
merki. Sum nevnt, so við-
førir ein sigur til Stjørnuna,
at tær halda lív í vónunum
um silvurmerkini, meðan
ein VB sigur hinvegin við-
førir, at Stjørnan ikki fær
nakað sum helst burturúr
kappingarárinum, meðan
VB fær bronsuna.
Annars spæla Kyndil og
VÍF eisini leygardagin, og
her er lítið at ivast í, at VÍF
er risa favorittur. Ivaleyst
vilja tær eisini vaska blettin
frá seinasta vikuskifti av
sær, og verður tað eitt topp-
tendrað VÍF lið, sum fer á
vøllin, so er ilt at ímynda
sær, hvussu Kyndil skal
geva teimum nakra sum
helst mótstøðu.
Seinasti dysturin verður
so mánakvøldið, tá Neistin
vitjar á Skála. Tá kenna tær
bláu longu fortreytirnar, og
tað kann so vera bæði ein
fyrimunur ella ein vansi.
Vinnur Stjørnan í Vági, so
liggur alt trýstið á Neista-
num undan hesum dysti-
num, og so er spurningurin,
um tær megna at koppa
seinastu mótstøðuni. Hin-
vegin kann eisini vera, at
Neistin einki hevur at
hugsa um, tá dysturin skal
spælast, og so er spurning-
urin, hvønn veg hesir báðir
møguleikarnir kunnu ávirka
avrikið.
Hjá monnunm er
longu við vissu greitt,
hvussu liðini frá trý
til sjey liggja, men
enn er oddasessurin
ikki avgreiddur
HONDBÓLTUR – MENN
Jákup Mørk
Bæði oddaliðini í mans-
hondbólti, VÍF og Neistin,
eru á útivølli á seinasta
leikdegi, og hjá báðum er
ein sigur sjálvandi av av-
gerandi týdningi.
Fyrst og fremst er hetta
galdandi hjá VÍF, sum við
einum sigri á arvafígginda-
num úr Kyndli kann avgera
gullið til egnan fyrimun.
Alt bendir eisini á, at hetta
skal eydnast VÍF. Kyndil
hevur ikki somu styrki, sum
teir høvdu fyri fáum árum
síðani, og í hinum lands-
kappingardystunum í ár
hevur eingin ivi verið.
Vestmenningar hava tó
fleiri ferðir í ár havt tað sera
trupult móti liðum, sum á
pappírinum átti at verið
veikari, og eitt skifti nú
móti kappingarenda tóktust
teir gulu at hava fingið
gummiarmar, og um so er,
so kann talan gerast um ein
heilt spennandi endaspurt.
Hinvegin vístu vestmenn-
ingar móti hoyvíkingum
fyri viku síðani, at teir kan-
ska eru um at finna rætta
stevið aftur, og verðru lagið
tað sama mánakvøldið, so
er einki at ivast í, at gullið
aftur í ár endar í Vest-
manna.
Tað er tó lítið at ivast í, at
skuldi tað hent, at vest-
menningar snáva í Havn, so
eru teir bláu úr Neistanum
til reiðar at lofta bóltinum,
tá teir spæla inni á Skála.
Ikki tí. Hetta er kanska ein
av torførastu útidystunum
yvir høvur, og í grund-
spælinum misti Neistin eitt
sera, sera týðandi stig í júst
hesum dystinum.
Hinvegin hava stranding-
ar ikki tað stóra at spæla
fyri nú. Teir fáa bronsuna,
líka mikið hvussu víkir og
vendir. Fótbólturin er byrj-
aður, og har eru Skálamenn
fyri fyrstu ferð partur av
bestu
mansdeildini,
so
nógv talar fyri, at teir kan-
ska taka sær av løttum
hesaferð. Hinvegin skalt tú
ongan tíð kenna teg tryggan
við strandingunum. Teir
høvdu heldur einki at spæla
fyri, tá teir longdu um
spenningin við at vinna á
VÍF, og kunnu teir nú eisini
koppa einasta avbjóðara-
num hjá VÍF, so hava teir í
øllum førum sett eitt virði-
ligt punktum fyri kapping-
arárinum.
Hondbólturin
um vikuskiftið
1. deild kvinnur
23.03
14.30
Kyndil-VÍF
23.03
15.00
Stjørnan-VB
25.03
18.30
StÍF-Neistin
1. deild menn
23.03
16.00
Kyndil-VÍF
25.03
20.00
StÍF-Neistin
Stríðið er enn opið
Bert gullið kann skifta
Vinnur VÍF á arva-
fíggjandanum úr Kyndli,
so eru teir meistarar, og
so kann úrslitið millum
StÍF og Neistan mána-
kvøldið vera tað sama
Dysturin í Vági millum
VB og Stjørnuna kann í
nógvar mátar gera av,
hvussu býtið av
heiðursmerkjum verður
17
16
Nr. 58 - 23. mars 2002
Forkvinna Føroya
Arbeiðarafelags
ásannar í formansfrá-
greiðing síni, at ofta
bilar stevið í sam-
starvinum millum
fakfeløgini, men feg-
nast verður hinveg
um, at stovnað er
felagsskapur um olju-
samstarv. Føroyingar
ongan veg eru komnir
enn á hesum øki,
verður ásannað
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Ingeborg Vinther ásannaði í
formansfrágreiðing síni á
aðalfundi í FA, at føroyska
fakfelagsrørslan í ov lítlan
mun hevur megnað at stað-
ið saman. Í øllum førum er
virði 7 mannabólkurin upp-
steðgaður.
Fekk myndugleikar
at lurta
– Einki er at reypa av sam-
starvinum millum fakfeløg
her á landi, tað má ásann-
ast. Og við summi teirra er
tað alt annað enn gott,
sjálvt um FA var við til at
seta
7–mannabólkin
á
stovn, nevniliga til tess at
hava eitt fakfelagssamstarv
og eitt forum, har tosað
kundi verða um fakfelags-
viðurskifti og trupulleikar,
sum stinga seg upp millum
fakfeløg, og at vit kundu
loysa møguligar ósemjur og
trupulleikar í hesum fak-
felagsforumi. Hetta sam-
starv gekk væl alla ta fyrstu
tíðina,
og
ofta
fekk
7–mannabólkurin myndug-
leikarnar til at lurta og
broyta støðu. Men tíverri er
hetta samstarv mest sum
steðgað upp, og byrjaði tað
við, at ósemja kom í mill-
um partar av feløgunum,
eitt nú, tá ið annað felag fór
inn um mark eftir limum úr
øðrum felag.
Skal tí samstarv vera, má
hetta byggja á álit og virð-
ing millum feløg, og tað er
júst har, ið tað bilar, stendur
í formansfrágreiðingini hjá
Føroya Arbeiðarafelag.
– Vit í FA fóru í góðum
treysti í samstarv og royndu
av øllum alvi at hava góðan
samstarvsanda
millum
feløgini, men tíverri varð
hetta gjørt til einkis, tá ið
eitt annað felag fór so
langt, at tað gjørdi avtalu
upp á bakið á FA. Vit sóu
avtaluna sum tíðindaskriv.
Tað var við kommunalu ar-
beiðsgevarafeløgini, sigur
Ingeborg Vinther í for-
mansfrágreiðing síni, har
hon samstundis fegnast um,
at tað eru feløg, ið vilja
samstarv, og metir hon vera
neyðugt at standa saman.
OSF
Samstarv innan olju er sett
á stovn, verður fegnast um í
formansfrágreiðingini hjá
FA, men ásannað verður
eisini, at enn er langt á mál
á hesum økinum.
– FA er saman við Føroya
Maskinmeistarafelag
og
Føroya Handverkarafelag,
og aftrat eru komin Lands-
felag Handverkaranna og
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag.
Hesi 3 fyrstnevndu hava
stovnað felagsskap, ið skal
samstarva innan oljuvinnu
og samráðast saman um
sáttmála innan hesa vinnu.
Hesin felagsskapur rópast
Oljusamstarv Fakfelaganna
(OSF).
Umboð fyri tey fyrst-
nevndu feløgini hava verið
í Noregi á fundi við
NOPEF og í Danmark við
Dansk Metal at kunna seg
um arbeiðs-og sáttmála-
viðurskifti og heilsu-, um-
hvørvis-og trygdarviður-
skifti. Sigast má, at vit í
Føroyum eru onga leið
komin. Eitt stórt arbeiði
viðvíkjandi hesum liggur
fyri framman hjá fakfeløg-
unum. Vit mugu royna at
fáa okkara ráð og vitan frá
teimum feløgum, ið hava
verið í hesari vinnu í langt
áramál. Vit fáa alla ta hjálp
og vegleiðing, okkum tørv-
ar, bæði frá NOPEF og
Dansk Metal, sigur Inge-
borg Vinther, forkvinna í
Føroya
Arbeiðarafelag,
m.a. í formansfrágreiðing
síni.
Tryggingarviðurskifti
ni virka ofta ov illa,
hevur Ingeborg
Vinther sagt í vikuni,
eftir aðalfundin í FA.
Føroya Arbeiðara-
felag hevur víðkað
donsku ALKA trygg-
ingina. Á aðalfundi
felagsins kom for-
mansfrágreiðingin
m.a. eisini inn á Als
og inn á pensjóns-
viðurskifti
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Nøkur viðurskifti, ið fylla
nógv í formansfrágreiðing-
ini hjá forkvinnuni í FA,
Ingeborg
Vinther,
eru
tryggingarviðurskifti, pen-
sjónsviðurskifti og ALS
skipanin.
FA hevur havt samstarv
við ALKA og hetta sam-
starv verður nú víðkað.
– ALKA-tryggingin hev-
ur virkað væl higartil, og er
ætlanin, at vit víðka hana til
at fata um barnatrygging
fyri álvarsligar sjúkur og
eingangstryggingargjald til
teirra, ið vera 67 ár, og ikki
koma undir eftirlønina,
stendur í formansfrágreið-
ingini.
Ingeborg Vinther sigur, at
arbeitt verður við trygging-
arviðurskiftunum, tí tað eru
ov mong dømi um, at her
ruggar ikki rætt og ov tungt
er at fáast við hetta.
– T.d. vanlukkutrygging.
Her virkar illa og tað fæst
bert 80% av eini arbeiðara-
løn. Arbeiðsgevarin skal
hava fólkið tryggjað, men
tó er trupult at koma ígjøg-
num, tá á stendur og onkur
fær skaða. Tá skal ein til at
stríðast ímóti skipanini,
sigur Ingeborg Vinther í
viðmerking.
Pensjónir
– Hvussu skal ein pensjóns-
skipan vera í framtíðini?
Skulu vit byggja út verandi
skipan ella hava eina ar-
beiðsmarknaðarliga eftir-
lønaruppsparingarskipan?
Hetta eru nakrir av teimum
spurningum, ið hava staðið
fremst í orðaskiftinum í
Føroyum. Leiðirnar tykjast
at vera tvær, ein, sum bygg-
ir á fólkapensjón og sam-
haldsfasta, ella ein, sum
byggir á lógarfesta eftirløn-
aruppsparing. Andstøðu-
flokkarnir tykjast at vilja
velja ta fyrru leiðina,
meðan Landsstýrið hevði
ætlanir um at koma við
uppskoti um lógarfesta
eftirlønaruppsparing,
ið
skuldi kosta upp til 10% av
lønini. Men tíbetur eydnað-
ist ikki at fáa semju í sam-
gonguni um eitt uppskot at
leggja fyri Løgtingið, tí
tjóðveldisflokkurin
vildi
hava okkurt um samhalds-
festi við.
Uppskot varð lagt fyri
Løgtingið av 4 tingmonn-
um, at loyvt skuldi verða
fakfeløgunum at gera sam-
haldsfastan
eftirlønar-
grunn.
Áleggjast skuldi lands-
stýrismanninum í vinnu-
málum at leggja uppskot
fyri tingið. Hetta varð sam-
tykt, men einki uppskot er
komið fyri tingið enn, so á
hesum sinni hendi einki í tí
málinum, segði Ingeborg
Vinther m.a. á aðalfundi-
num í FA.
ALS
Parturin viðvíkjandi ALS
fyllir nógv í formansfrá-
greiðingini frá aðalfundi-
num í FA. M.a. verður sagt:
– 1. august í ár eru 10 ár
liðin, síðan ALS fór undir
at
veita
arbeiðsleysum
fíggjarligan stuðul. Eisini
skuldi ALS virka fyri
møguleikanum hjá arbeiðs-
leysum at fáa arbeiði og
umsita arbeiðsávísingina.
...Eg havi ongantíð ivast
í, at nógv betri hevði verið,
at arbeiðsávísingin var úti á
teimum lokalu økjunum.
Nógv misnøgd er í dag
millum limirnar í FA um
ALS, og hvussu skipanin
virkar. Tá ið ALS byrjaði í
1992, tók búskaparkreppan
seg av álvara upp, og ar-
beiðsloysið vaks í stórum,
so skipanin hevði mangan
stórar trupulleikar við at
fáa pening til útgjøldini. Tí
koyrdi ALS eisini við stór-
um halli og mátti taka stórt
lán til tess at vera ført fyri
at gjalda arbeiðsloysisstuð-
ul út.
Í 1993 var hallið 121
milliónir kr., og útgjaldið
var 280 milj. Hetta kundi
limagjaldið ikki svara. Men
í 1996 kom vend í, og ALS
fór at klára seg væl betur, tí
búskaparstøðan gjørdi, at
arbeiðsloysið minkaði í
stórum. Tær góðu tíðirnar
hava gjørt, at ognin hjá
ALS er vaksin upp móti
teimum 400 milj. krónu-
num.
…Tær góðu tíðirnar hava
eisini gjørt, at møguleiki
hevur verið at broyta inn-
gjaldsprosentið, so hetta
síðani 1998 er lækkað úr
2,25% til 1,25%. Fakfeløg-
ini hava eisini mett, at nú er
rúm fyri at hækka útgjaldið
úr 70% av eini arbeiðaraløn
til 80% .Hetta var semja um
millum bæði almennu og
privatu fakfeløgini, tí nú
eru ráð til at hækka út-
gjaldsprosentið heldur enn
at lækka inngjaldið enn
meira.
Umboðini fyri løntakara-
síðuna í stýrinum hava lagt
uppskot fyri ALS um at
hækka útgjaldið upp til
80%. Málið hevur verið til
viðgerðar á einum fundi,
men einki er avgjørt enn,og
frá
arbeiðsgevarasíðuni
kom sum væntað eitt mót-
uppskot, ið miðar eftir at
stytta tíðina, ið til ber at
vera í ALS, og at skerja
skipanina, so hon verður
tann sama sum frá byrjan.
Men ætlanin var alla tíðina,
soleiðis sum ráðini gjørd-
ust, at betra um ALS, og tað
eru góðir møguleikar fyri
nú.
… Tá ið ringast leikaði á
í krepputíðini, vildu pol-
itikararnir einki hava við
ALS at gera, tí skulu teir
halda seg frá skipanini nú,
hon gevur yvirskot. Annars
hava ætlanir verið frammi
frá
Fíggjarmálastýrinum
um at seta ALS á fíggjar-
lógina, men hetta hevur
stýrið mótmælt, tí um tað
verður gjørt, er vandi fyri,
at pengarnir verða nýttir til
annað enn tey arbeiðsleysu.
Barsilsskipanin
Sum flest øll vita,so verður
barsilskipanin umsitin av
ALS, sjálvt um bæði fak-
feløg og fakfelagsumboð í
stýrinum vóru ímóti tí.
ALS-skipanin skal taka sær
av teimum arbeiðsleysu og
ikki blanda aðra skipan
uppí.
Vit søgdu beinanvegin
her í FA, at tá ið útgjaldið
skal vera so høgt, at tað
kann koma upp í 35.000 kr.
um mánaðin, heldur enn at
tað var upp til 20.000 kr.,
segði tað seg sjálvt, at skip-
anin fór skjótt at gerast ov
dýr, og pengar komu at
tróta í grunninum, og so var
eisini. Fleiri milliónir vant-
aðu í.
Nú verður so tosað um at
leingja barsilsskipanina í
upp til 1 ár. Alt gott um tað,
men skal tað verða við út-
gjaldi, sum gongur heilt
upp í 35.000 kr., verður tað
ikki 0,25%, ið skal gjaldast
inn, men fleiri ferðir tað.
Ætlanin hjá landsstýris-
manninum í vinnumálum
var eisini at skerja skipan-
ina, so tað kom at raka tey
tímaløntu, men tíbetur varð
uppskotið tikið aftur, bæði
tí at FA, andstøðan og part-
ur av samgonguni mótmæl-
tu. Tað 0,25 prosentið, ið
ALS-gjaldið lækkaði í ár
2000, varð tikið sum inn-
gjald í barsilsskipanina, so í
veruleikanum var eingin
lækking.
Dagpeningaskipanin
1.juni í fjør kom so nýggja
dagpeningalógin í gildi, har
nakrir batar eru gjørdir. Ein
nevnd, umboðandi dagpen-
ingaskipanina,FAG
og
undirritaðu, arbeiddi við at
gera uppskot til nýggja lóg.
Hetta tók sína tíð, ikki
minst, tí umboðini fyri ar-
beiðsmarknaðin hildu fast
við, at dagpeningaskipanin
skuldi gjalda karensdagar-
nar, meðan tey almennu
umboðini hildu seg til, at
arbeiðsgevararnir skuldu
gjalda. Og sum tit vita,
stóðst ikki so lítið rok av
hesum karensdøgum.
Umboð fyri arbeiðara-
feløgini vóru á fundi við
Løgtingsins
trivnaðar-
nevnd, og tað vóru vit eisini
úr 7-mannabólkinum. Øll
mæltu vit til at avtaka
karensdagarnar, og at dag-
peningaskipanin
skuldi
gjalda hetta, tí tann almenni
arbeiðsgevarin rindaði jú
fyri tann alment lønta. Tað
er eingin trupulleiki við tí,
men beinanvegin,tað er
tann tímalønti, er søgan ein
heilt onnur.
Vit fingu andstøðuna í
part við okkum eisini,og
hart leikaði á til at fáa
karensdagarnar burtur. Tað
eydnaðist so at enda,
møguliga tí, at politikarar-
nir hava varnast, at løg-
tingsval stóð fyri durum.
Og teir sjálvir høvdu fingið
sær í posa og sekk – lønar-
hækking, tænastumanna-
pensjón og 2.000 kr. skatta-
fríar um mánaðin til frí-
merki, og so ikki at unna
teimum, ið koma undir
sjúkradagpening, løn frá
fyrsta degi. Nú ber til at fáa
dagpening upp til 40 vikur
ístaðin fyri 20.Eisini ber til
nú at fáa sjúkradagpening,
um barn ella hjúnafelagi
gerast álvarsliga sjúk og tað
av lækna verður mett at
vera alneyðugt, at persón-
urin er um tann sjúka,
stendur m.a. at lesa í for-
mansfrágreiðingini
hjá
Ingeborg Vinther frá aðal-
fundinum í Føroya Arbeið-
arafelag farna vikuskiftið.
Fakfeløg í oljusamstarvi, hóast stevið ofta bilar
Pensjónsviðurskifti og tryggingar
Tað eydnaðist so at enda at
fáa karnesdagarnar burtur,
møguliga tí, at politikararnir
hava varnast, at løgtingsval
stóð fyri durum. Og teir
sjálvir høvdu fingið sær í
posa og sekk – lønarhækking,
tænastumannapensjón og
2.000 kr. skattafríar um
mánaðin til frímerki, sigur
Ingeborg Vinther m.a. í
formansfrágreiðingini frá
aðalfundinum í FA
C
M
Y
K
16