Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 58 - 23. mars 2002 Fotbóltur um vikuskiftið Kappingin um løgmanssteypið Bólkur 1 23.03 Sumba-B36 23.03 VB-NSÍ Bólkur 2 23.03 FSV-GÍ 23.03 TB-EB/S Bólkur 3 23.03 HB-B68 23.03 KÍ-Skála FIMLEIKUR Stefan í Skorini Flog var eitt tað seinasta fimleikafelagið, ið hevði framsýning í ár. Leygar- dagin hevði Flog eina fram- sýning í KÍ-høllini í Klaks- vík. Tað var Klaksvíkar Fimleikafelag, ið hevði boðið felagnum til Klaks- víkar at sýna fram. Framsýningin var sera væl eydnað, og nakað av fólki var í høllini og hugdi at íðkarunum. Flog er eitt av teimum nýggju fimleikafeløgunum í landinum, og tað hevur umleið tíggju ár á baki. Tó tekur felagið dystin upp við havnarfeløgini, og tað hev- ur verið við í FM-kapping- um í ár. Á hesi framsýningini sluppu allir teir íðkandi limirnir at vísa síni kynstur. Liðini sýndu fram tað, sum tey hava vant ígjøgnum vet- urin. Flog í Klaksvík Seinasta vikuskiftið hevði fimleikafelagið Flog framsýning í ítróttarhøllini í Klaksvík C M Y K 18 Nr. 58 • leygardagur • 23. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Lítli Ólavur er eitt undur Lesið síðu 3 BILLIARD Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Teir hittast regluliga í Klaksvíkar Klubba, har teir taka nøkur spøl saman. Navnið á júst teirra billiardfelag er av tí sama eisini bara blivið til ”Klaksvíkar Klubbi”. Seinasta vikuskiftið gjørdust teir einastu føroyameistararnir hesuferð í Norðoyggjum. - Flogbólturin kláraði tað ikki, og hondbólturin heldur ikki. Men hóast fólk hoyra minst um okk- um, so kláraðu vit tað hesuferð, siga teir stoltir. Nýtt stjørnuskot Sonhard og Kristjan Suni hava leikt billiard í mong ár, men hetta er fyrsta leikárið hjá Ólavi. - Ólavur er framúr góður leikari; hann hevur serstakliga góð evni í sær, siga Sonhard og Kristjan Suni um nýggja leikaran á liðnum. Ólavur flennir og sigur, at tað eru eisini fáir, sum hava havt eins góðar lærumeistarar sum hann. - Ólavur var sum eitt barn. Tá hann byrjaði saman við okkum, lá hann í grulvigarði. Men eftir eina tíð byrjaði hann at ganga framvið, og nú gongur hann heilt uttan nakra hjálp frá okkum, greiðir Sonhard frá. Og væl er gingið. Ólavur hevði flest stig av øllum í kappingini, og hann vann eisini flest dystir. Men tað var ikki fyrr enn um Ólavsøku, at rættilig gongd kom á hjá honum. - Eg leikti mín fyrsta dyst í november mánaða seinasta ár, og tá hevði eg bara vant í nakrar fáar mánaðir. Men á Ólavsøku vann eg fyri fyrstu ferð á Sonhardi, og tá var sloppið. Tað er jú ikki einhvør, sum klárar at vinna á honum, og honum dámdi tað heldur ikki so væl, sigur Ólavur. Í veruleikanum dámdi Son- hardi tað so illa, at hann gavst at leika billiard í tveir mánaðir. - Nei, eg eri ikki nakar góður tapari. Men tað skal man jú heldur ikki vera, leggur Sonhard ímillum. Lítil áhugi Teir tríggir eru teir einastu, sum eru við í billiardfelagnum Klaks- víkar Klubba. Men teir vildu fegnir havt fleiri við í felagið. Fyri nøkrum árum síðani var eitt annað billiardfelag eisini í býnum, men teir góvust fyri eini tíð síðani. - Eg veit, at har vóru fleiri evnaríkir leikarar í tí felagnum, men eg havi einki sæð til teir, síðani felagið gavst, sigur Kristjan Suni. - Eg hevði ynskt, at teir onkun- tíð stukku inn á gólvið her í Klubbanum, so vit kundu leikt eitt sindur saman. Teir tríggir halda heldur ikki, at fólk sum heild hava nakran serligan áhuga í billiardi. - Tú kanst bara hyggja í fjøl- miðlarnar. Síður verða skrivaðar upp og niður um ymsar ítróttar- greinar, men tú sært ongantíð nakað um billiard, sigur Sonhard. - Vónandi kunnu vit broyta hetta. Vit ætla okkum í øllum førum at endurvinna meistara- heitið næsta ár, og tað skal ikki ganga friðarliga fyri seg, siga teir tríggir føroyameistararnir úr Klaksvík at enda. Sonhard Johannesen, Kristjan Suni Høgnesen og Ólavur Kjølbro gjørdust seinasta vikuskiftið føroyameistarar í billiard Føroyameistarar í billiard - Fyri at gerast vinnari í billiard, mást tú fyrst og fremst hava vunnið á tær sjálvum. Hetta sigur Ólavur Kjølbro, sum saman við Kristjan Suna Høgnesen og Sonhardi Johannesen gjørdist føroyameistari í billiard seinasta vikuskiftið 19