Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 23. mars 2002 21 2 Sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Tað er nú annars ikki gull- fiskar, vit fiska á Norðhav- inum beint nú. Tað eru toskar. Men ein kann nú væl saktans hugsa um gullfiskar, sjálvt um ein dregur tosk upp av grunni. Tíðliga ein morgun stim- aðu vit við m/b "Logos" gjøgnum Eiðisflógvan út á Norðhavið. Sjálvt um tað rullaði illa, var tað ein av teimum betru døgunum. Tað kundi av røttum í veruleik- anum verið kallað gott veður tann dagin. Meðan vit sigldu út á Norðhavið, vendi eg mær afturum og hugdi móti landi. Skýggini hingu yvir oyggj- arnar, men tað var, sum hevði Guð gloppað eitt vindeyga yvir Viðareiði, og gjøgnum hetta gloppið stavaði sólin niður og sendi geislar sínar yvir bygdina. Mundi tað vera, tí at leiðari landsins, løg- maður, býr á Viðareiði, og tí at hann henda morgunin hevði tørv á einum serligum stuðli og eini serligari um- sorgan? Ja, hvør veit? Eitt er í øllum førum givið. Tað er ein stórur heiður at vera leiðari landsins, men við hesum heiðuri fylgir eisini ein stór ábyrgd og við hesi ábyrgd eisini tann byrða, sum er neyðug at bera. Onkuntíð uppímillum verður sagt, at eitt samfelag skal verða mett eftir, hvussu tað fer við sínum veikastu. Tað er ivaleyst ikki heilt burtur av allari leið, at tað er eitt av parametrunum ella eyðkennunum fyri, hvussu væl vit hava skipað okkara samfelag. Úti á Norðhavinum skera vit í ein tosk fyri og annan eftir. Teir doyggja í roynd og veru av tí. Men er tað eisini ætlanin. Men sum eg siti har og avlívi ein tosk fyri og annan eftir, hugsi eg um teir gullfiskarnar, sum vórðu avlívaðir fyri nøkrum árum síðan í Kolding. Tað var á listasavninum Trapholt. Tað verða ikki so nógv mótmæli móti, at vit avlíva toskarnar á Norðhavinum, men tað elvdi til eitt rama- skríggj, nógva skriving og fjølmiðlaviðgerð, tá ið gull- fiskarnir vórðu avlívaðir í Kolding. Hví? Jú, tað skyldaðist væl hátt- inum, teir vórðu avlívaðir uppá. Eitt sindur av vatni varð stoytt í eina røð av rav- magnskvørnum, og síðan høvdu tey koyrt ein gullfisk í hvørja kvørn. Tey, sum vitj- aðu listasavnið, kundu tendra hesa kvørn, og so varð tann neyðars gullfiskurin avlívaður við blendara, ið sagt verður. Ramaskríggj. Blaðskriving og mótmæli. Harmur og vreiði. O.s.fr. Men hygg — í júst sama býi avlívaðu tey í ár 2000 so nógv sum 128 ófødd børn fyri tólvtu barnsburðarviku við einum skurði, eini so- nevndari kirurgiskari fostur- tøku. Hon minnir væl eitt sindur um háttin at avlíva gullfiskarnar uppá. Og í júst sama býi gjørdu tey sama árið 125 heilivágs- ella medisinskar fosturtøkur, og vórðu tær framdar frá okkurt um 6. barnsburðarviku og fram til 9. barnsburðarviku. Tað virkar helst ikki heilt so hart sum blendaraavlíving, verður sagt. Avlívingin av gullfiskunum í Kolding elvdi til rama- skríggj, blaðskriving, mót- mæli v. m., men tá ið tað ræður tey 125 børnini, sum vórðu avlívað í sama býinum við eina sonevnda medisinska fosturtøku, so varð tað fyri stuttum almannakunngjørd ein grein í Sygeplejersken (3/2002), har talað verður um "stor tilfredshed", "oplevelse af kvalitet", "succesrater", "kvalitetsmål", o.s.fr. Er tað ikki hugagott, at vit fáa stórt nøgdsemi, góðskustevnu og framgongd, tá ið tað ræður um avlíving av børnunum, tí komandi ættarliðnum, og at vit eru so menniskjanslig, at avlívingin av nøkrum gull- fiskum í nøkrum blendarum enn kunnu elva til rama- skríggj, mótmæli o.s.fr.? Hvat eru vit tó góð ... Ella er tað bara í Kolding og har um leiðir, ið hugsað kann verða soleiðis...? Meðan eg geri meg til reiðar til at fara aftur á Norð- havið, stinga hesir spurningar seg upp og órógva: Hvussu munnu børnini hava tað hjá okkum? Hvussu hava tey veikastu tað hjá okkum? Eitt samfelag skal jú verða mett eftir, hvussuleiðis vit fara við teimum veikastu í samfelag- num. Hvat mundi løgmaðurin hugsa hin morgunin, tá ið Guð á ein serligan hátt hevði gloppað eitt vindeyga yvir Viðareiði, um tað samfelag, hann er leiðari fyri? Hvat munnu hinir leiðararnir hugsa? Teir hava jú valdið. Lat bara gullfiskarnar liva, men hvat við teimum veik- astu í samfelagnum — eisini hjá okkum? Leingi livi gullfiskarnir Peter O. K. Olofson skrivar: GAMLAR HAVNARMYNDIR Lagt til rættis: Birgar Johannessen Hendan myndin er tikin uppi í Gundadali, har Tórs- vøllur er í dag, kanska millum ovara málið á Tórsvølli og Svimjihøllina. Myndin er helst tikin seinnapartin í fimmtiárun- um Gomlu barakkirnar frá krígnum liggja har, sum parkeringsplássið er mill- um gamla B36-húsið og Gundadalshøllina. Ikki er nógv eftir av tí, sum eingilskmenninir bygdu undir krígnum. Hesar barakkirnar í Gundadali vóru brúktar til goymslu hjá Tórshavnar kommunu tey seinnu árini, men sein- ast í sekstiárunum vórðu tær eisini nýttar til dansi- høli hjá havnarungdómi. Tá bæði Losjan, Tórshøll og Klubbin góvust við dansinum um sama mund- ið, var ungdómurin hús- villur. Men umstøðurnar í barakkini vóru ikki góðar, hon lak í eyri og seyri, har var eingin hiti og hart betonggólv at dansa á. Høgrumegin í myndini síggja vit elsta partin av B36-húsinum, sum varð víðkað fyrst í sekstiárun- um eystureftir. Ytst til høgru sæst Hvíldarheimið Naina, og niðan fyri plan- tasjuna sæst Sankta Frans skúli, og har er at leggja til merkis, at fimleikarhøllin ikki er bygd. Miðskeiðis í myndini sæst smiðjan hjá Óla Arge. Seinni bygdi hann út smiðjuna og fekk íbúð í erva. Hann flutti tá úr húsunum í Sjúrðargøtu, har Mimir er í dag, niðan í Gundadal at búgva. Vegurin sum gongur fram við barakkunum er gamli Hoydalsvegur, sum langt fram í sjeytiárini var høvuðsvegurin niðan í Hoydalar, Hoyvíkar og Hvítanesar. Í dag liggur vegur undir Tórsvølli. Vegurin fremst í myndini er vegurin frá Hoydals- vegnum yvir til hond- bóltsvøllin, sum lá har, sum Svimjihøllin er í dag. Einki er eftir av honum, einans gomlu Neistahúsini eru eftir sum partur av tí, sum í dag er húsið hjá ÍSF. Kyndin hevði eisini eitt lítið grønt felagshús har, sum mest at kalla var ein skúrur. Sjáldsom havnarmynd Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út “Vit práta og tekna 1” eftir Hallgerð Arge, lærara, í nýggjari og nakað broyttari útgávu. Bókin er ætlað børnum ta fyrstu tíðina í 1. flokki, men er eisini væl egnað til forskúlar og eldri barna- garðsflokkar. Her verður prátað , teknað og lurtað eftir ljóðum. Somuleiðis eigur at verða spælt og sungið. Venjingar eru í at læra børnini, hvønn veg lisið og skrivað verður. Bókin er hent hjá lærararnum at fáa eina hóming av, hvussu búgvið barnið er handaliga, málsliga og at fara undir at lesa. Tað nýggja í hesari útgávuni eru uppskot um at arbeiða við myndum. Eggjað verður til at gera eina samtalubók ella talvubók við myndum. Telduforrit, sum góð amboð til myndaviðgerð, verða nevnd. Hesar venjingar eru ætlaðar at stuðla barninum málsliga og at hjálpa tí at skilja mannagongdina í einari bók betur. Aftast í bókini eru síður við myndum til børnini at seta saman og gera søgur burturúr. “Vit práta og tekna 1” er 39 blaðsíður. Vit práta og tekna 1 UNDUR Kaj Joensen Um alt hevði verið sum tað skuldi hjá Biritu, so hevði hon enn gingið við barni undir belti og glett seg til hon skuldi eiga. Birita er sett at eiga 12. apríl, men millum jól og nýggjár fær hon verkir og verður innløgd tann 28. desember. Læknarnir leggja hana í drop fyri at steðga verkinum, og tað eydnast eisini í fyrsta umfari. Tann fyrsta dagin í tí nýggja árinum ber ikki til meira, tá eigur Birita ein son, tríggjar og ein hálvan mánað aov tíðliga. Ólavur vigar bert 750 gramm. Av tí, at Landssjúkra- húsið ikki hevur starvsfólk og neyðugu útgerðina um nakað eftirrák skuldu verðið, er neyðugt at senda hann niður á Ríkissjúkrahúsið. Ætlanin er at senda tey niður sama dag við Herkules flogfarinum hjá danska flogvápninum, men veðrið er ov ringt til at flogfarið kann seta seg vesturi í Vágum. Og Ólavur hevur tað somikið gott - eftir umstøðunum - at tey kunnu bíða til dagin eftir at fara niður við Atlantic Airways. Dagin eftir eru Olivar og Birita niðri á Ríkissjúkrahúsinum við nýfødda soninum; hann ferðast í einari kuvøsu av Landssjúkrahúsinum niður á Ríkissjúkrahúsið í øllum góðum. Tveir mánaðar á Ríkissjúkrahúsinum Tá Birita átti, gjørdu hon og Olivar av at doypa drongin beinanvegin. - Tað vóru vit sjálvi, ið hugs- aðu um at ringja eftir presti; vit væntaðu ikki, at hann fór at klára tað, men vit vónaðu tað besta. Vit høvdu tosað eitt sindur um, hvat navn vit skuldu geva barn- inum, alt eftir um tað fór at verða ein genta ella ein drongur. Tá tað bleiv ein drongur, valdu vit navnið Ólavur, bæði tí at vit halda, at tað er eitt vakurt navn og eisini tí, at hann so er upp- kallaður eftir pápa mínum, sigur Birita. Tá ið tey trý vóru komin niður til Danmarkar og Ólavur var innlagdur á Ríkissjúkrahúsið, byrjaði ein harður gerandisdagur hjá teimum. Øll, sum hava ligið á sjúkrahúsinum, vita, hvussu møðsamt tað kann vera. Olivar og Birita hildu til á Hotell Tórshavn, ið liggur 2.5 kilo- metrar fra Ríkissjúkrahúsinum. — Eg haldi, at vit gingu einar 6 kilometrar um dagin, av tí vit gingu so ofta ímillum sjúkra- húsið og hotellið. Tað var við til at halda okkum omaná sálarliga. Av tí sama sýntust tveir mánaðar ikki so lang tíð, sigur Birita. Birita skundar sær at leggja afturat, hvussu gott tað var at frætta úr Føroyum, at hini bæði børnini hjá teimum høvdu tað gott hjá avvarðandi. Onkur av familjulimunum, ið búgva niðri á Keypmannahavnar leiðini, vitjaðu dúgliga Olivur og Biritu. Gingið óvanliga væl Tað hevur gingið óvanliga væl hjá Ólavi at koma fyri seg; ofta verður sagt, at tann fyrsta vikan er avgerandi fyri, um eitt ov tíðliga føtt barn yvirlivur. Læknarnir niðri á Ríkissjúkra- húsinum eru ovfarnir av, hvussu væl tað hevur gingist Ólavi. Øgiliga ofta stinga eftirrák seg upp, ella rætt og slætt yvirlivir barnið ikki. Birita greiðir errin frá, hvussu ofta læknarnir høvdu tað á munni. — Ongi stórvegis eftirrák hava verið, hann er heilaskannaður og eyguni eru kannað aðru hvørja viku og alt er í fínasta ordan, sigur Birita. Men sjálvt um tað hevur gingið væl hjá Ólavi og tey eru komin heim, mugu tey framvegis liggja á sjúkrahúsinum. Lunguni eru ikki fult ment enn, og tí má Ólavur fáa ilt allatíðina. Og heldur ikki megnar hann at súgva enn. – Eg vænti ikki, at vit skulu liggja so leingi afturat, vónandi sleppa vit heim um einar tríggjar vikur, sigur Birita, ið er blivin troytt av sjúkrahúsinum. Hendan dagin vit vitja Biritu, er vektin hjá Ólavi komin uppá 2820 gramm, og hann sær út til at hava tað gott. — Hann er ógvuliga sjálvan vakin. Fyri hann er tað sum um hann enn er í móðurlívi. Ta fyrstu tíðina var tað ringt at venja seg við, men nú er eingin trupulleiki, sigur Birita. Hóast tað hevur gingið væl higartil, so er Ólavur ikki sloppin heilt undan enn. Sum øll onnur ov tíðliga fødd børn, hevur hann veika immunverju. Tað fyrsta árið hevur hann lættari við at fáa lungnabruna enn onnur børn. Á øðrum økjum, til dømis við motorikkinum og eginleikan at tosa, kann hann fara at vera eitt sindur seinni at læra enn onnur, men tað er ringt at spáa um. Men varandi mein fær hann ikki. Ansast skal væl eftir, at ikki ov nógvar fremmandar bakteriur koma ínánd. - Vit kunnu tó ikki halda hann vekk frá øllum álíkavæl, hann skal jú eisini venjast við bakteriur, serliga hjá systkjunum, sigur Birita. Gleðir seg at koma heim Tá ein trínur inn í rúmið, har Ólavur liggur, er ringt at venja seg við slangurnar og tólini, ið hjálpa Ólavi at anda, men hettar er lítið aftur ímóti tí, ið var á Ríkissjúkrahúsinum, greiðir Birita frá. Hon sær út til at hava vant seg við umhvørvið á sjúkra- húsinum, men gleðir seg at koma heim til sín sjálvan. Maðurin hjá Biritu, Olivar, er farin í sítt dag- liga yrki aftur. So gerandisdag- urin sær út til at koma spakuliga uppá pláss aftur hjá Olivari og Biritu, sjálvt um tey komu inn í tað nýggja árið við einum stórum hvøkki. 1. januar. 2002 fer at vera ein dagur, ið tey neyvan fara at gloyma, men tíbetur kunnu tey gleðast um, at sonurin er komin fyri seg og hevur tað gott. Eitt undur er hann; tað eru øll børn. Lítli Ólavur er eitt undur Eitt og hvørt barn er eitt undur, tað er lítli Ólavur hjá Biritu og Olivari Á Høgaryggi av Eiði eisini, men tað sum er serligt við Ólavi, er at hann bleiv føddur tríggjar og ein hálvan mánað ov tíðliga Her er Ólavur 25 dagar og vigar 1003 gramm Birita og Ólavur, sum nú er slakar 3 mðr. C M Y K 21 20