Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2002 HUGLEIÐING Ása undir Kletti Eg havi verið til handils! Fyrst hjá mínum ”vanliga keypmanni”, har vit hava havt okkara føstu gongd í ein 25-30 ár. Onkur hevur spurt meg, hví vit fara yvirum ánna eftir vatni — hví vit, sum búgva í eysturbýnum, fara til handils úti í Grønlandi. Hetta krevur ikki nakra nærri frágreiðing uttan hana, at okkum dámar at keypa harúti, og við bili hevur tað einki uppá seg. Tað er eisini so hugnaligt at hitta vin- fólk og annað gottfólk millum hillarnar. Kanska fært tú eitt- hvørt gott hugskot til døgurðan, hyggur tú í innkeypsvognin hjá Kára og Louisu, meðan vit práta um alt millum himmal og jørð. Hjá Jógvani og Elini er heldur ikki at kimsa at í so máta. Havi fingið mangt eitt gott døgurða- hugskot haðani. Astri telist eisini millum gottfólkið. Onkuntíð, tá eg havi lúrt, havi eg sæð ”Lefser” og ”Gjeitost” liggja so fitt lið um lið í hennara vogni — tá veit eg, at Norra dregur — kanska er tað Jomfrulandet, henni leingist eftir. Men onkuntíð er tørvur á at vitja ”býlingin”, og so var nú ein dagin. Lamstjógv úr Ný Sælandi vóru uppá tilboð — skuldi eisini onnur ørindi, so eg koyrdi oman. Fann mær ein parkeringsbás og stevndi við góðum treysti beint fram ímóti innkeypsvognunum. Knappliga kom mær til hugs, at mær tørvar eina tjúgukrónu. Niður í taskuna at leita, nei — einki leyst yvirhøvur. Hvat er til ráða at taka! Jú, skundi mær inn á apotekið — vil ikki bara veksla, so eg geri av at keypa eitt landglas, sum bert kostar uml. 3,00 kr., (tað er gott at eiga inni). ”Vinarliga takið eitt nummar” stendur á pultinum beint við dyrnar. Eg stilli meg í bíðirøðina — eg eri eitt hampafólk — einki við at snýta og fara framum nakran. Nú ræður um at trýsta á rætta knøttin — hann náði meg, um eg trýsti á tann til reseptir - minnist ongantíð, hvønn lit eg skal trýsta á. Tað er kanska eitt gott tekin, hóast alt. Smoyggi meg framvið diskar við salvum, Nilens Jord og ”støttesokkum” í alskyns støddum og fram ímóti hondkeypskonuni. ”Nr. 503”, rópar krambakonan. Tað er mítt nummar, og eg skundi mær fram at skivuni, harki og sigi míni ørindir. So skal gjaldast. ”Uppá upphæddina?” spyr hon fryntliga og tekur ímóti mínum FR-korti. Nú gerist eg eitt sindur foy - eg skundi mær at svara ”50 krónur”! Skal tað pakkast inn? spyr konan nú. Jú takk. Vandi er í allari vælferð, sigst, men alt skal valdast. Síðani eg seinast keypti eitt sovorðið er glasið nú so pinka evarska lítið, at um hon ikki pakkar mær tað inn, finni eg tað ikki aftur í taskuni. So gongur leiðin til innkeyps- vognin aftur. Hvussu er tað nú man ger? Standi ráðaleys og eitt sindur býttislig til onkur kemur mær til hjálpar, og eg fái krón- una í, har hon skal og fái slitið mær vognin leysan. Hetta minnir meg ikki sørt um viðførisvognar- nar á flogvøllinum í Vágum — teir frá Føroya Banka, sum eru so vánaligir, at roynir tú at taka ein vogn, so fært tú fimm - ísenn! Kanska ein leivd frá marglætistíðini í áttatiárunum, tá øll kundu fáa fimm ferðir so nógv í láni, sum tað, tey veruliga ynsktu. Nú er leyst og liðugt og eg koyri fró og glað inn eftir gongini. Tíverri vil vognurin ikki tað, eg vil, hann er eitt sindur skeiklaður og sjálvt um eg stýri av allari megi, standa vit knapp- liga hálv inni í Heilsu! Hagar skal eg ikki á hesum sinni, so eg bakki og stýri so alt, tað eg eri ment, inn móti Miklagarði. Vognurin vil ikki tað, eg vil og mitt í øllum fangi eg meg sjálva í at tosa við vognin: ”Nei, vit skulu ikki hava blomstur í dag — ver nú góður og koyr inn í Miklagarð”. Vóni ikki, at nakar hoyrir meg. Eg keypi tað, mær tørvar, leggi tað í vognin, og nú kemur tað: Nú skal eg baksa vøruna, sum eg havi lagt niður í vognin, upp úr honum aftur og leggja alt á flutningsbandið við kassan. So skal eg skunda mær fram og vera til reiðar at taka ímóti vøruni, eftir at hava koyrt FR-kortið ígjøgnum og trýst kotuna inn, sum eg havi terpað innantanna undir vøruuppályftingarseansuni. So skal eg aftur baksa alt niður aftur í vognin aftur og koyra og stýra úteftir gólvinum við skeiklaða vogninum, og knossast við at fáa alt úr vogninum inn í bilin, og so skal eg trilla vognin aftur uppá pláss, og nú havi eg verið so leingi til handils og eri so útlúgvað og eri so í ørviti av at lyfta og lætta, at eg havi gloymt, hvussu eg fái fatur í 20 krónuni aftur! Helt annars, at tað var fyri at tæna kundanum enn betur, at handilskonur og -menn fingu sær sjálvtøkuhandlar — nú gera vit alt fyri tey uttan at tasta vøruna inn, tá gjaldast skal. Vit rudda vognar — vit taka vøruna sjálvi — vit viga tað, sum vigast skal og avgreiða bæði vogn og vøru, tá vit eru liðug. Hetta man vera besta uppfinning í nýggjari tíð. Og vit? Vit fara so glaðbeint til arbeiðis í handlunum — tað er ikki sørt, at vit eisini rudda onkrastaðni, dettur okkurt niður av hillunum. Á, verðin, verðin. Eg haldi, at hon vil lumpast. Mangt er. Kanska er tað longst sum best at koyra út í Grønland til mín fasta keypmann ella kanska skal eg fara til handils á netinum! Havi frætt, at Kári, hatta skinnið á Strondum, er til dystin fús. Hugsa tær! Selja um netið og verða stovnaður í 1872! Tað er ikki hissini. Og Kári koyrir enntá vøru til Havnar! Til handils Helt, at tað var fyri at tæna kundanum enn betur, at handilskonur og -menn fingu sær sjálvtøkuhandlar — nú gera vit alt fyri tey uttan at tasta vøruna inn, tá gjaldast skal. Kanska er tað longst sum best at koyra út í Grønland til mín fasta keypmann ella kanska skal eg fara til handils á netinum Tað er so hugnaligt at hitta vinfólk og annað gottfólk millum hillarnar Mynd: Jens K. Vang Minnir meg ikki sørt um viðførisvognarnar á flogvøllinum í Vágum — teir frá Føroya Banka, sum eru so vánaligir, at roynir tú at taka ein vogn, so fært tú fimm - ísenn! Mynd: Jens K. Vang Sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2002 5 ÚTBÚGVING Heri á Rógvi Bartal Nolsøe Poulsen fer í august mánað til USA at ganga í skúla. Tað er heldur ikki ein og hvør skúli, ið Bartal komandi árini skal halda til. Talan er um víðagitna skúlan MIT. Hetta stendur fyri Massachusetts Insti- tute of Technology, ið heldur til beint uttanfyri býin Boston í Massachusetts. Skúlin hevur ríkar traditónir og telist millum teir fremstu skúlar- nar í USA. Skúlin hevur tætt samstarv við Harvard, og Bartal kann uttan trupulleikar skifta til henda skúlan eftir fyrsta árið, um honum ynskir. Professarnir og aðrir, ið undirvísa á skúlanum, eru allir kendir vísindamenn, og tað skortar heldur ikki við viður- kenning til undirvísararnar. Bara í ár var ein lærari á skúlanum heiðraður við Nobel-virðislønini í alisfrøði, og fleiri av hinum vinnarunum í ár hava tilknýti til skúlan. Tað vakti stóran ans á skúlanum í 1996, tá skúlan onga Nobel-virðisløn vann eftir trý ár at hava móttikið onkra av hesum, og tað gekk heldur ikki stillisliga fyri seg. Talan er sostatt um ein av víðagitnastu og fremstu skúlunum í USA og heiminum. Millum gomlu næmingarnar á skúlanum telist millum annað Kofi Annan, S.T.-aðalskrivari. Ikki sum hini Bartal Nolsøe Poulsen er tjúgu ára gamal. Hann er uppvaksin í Froðba. Eftir loknan fólkaskúlan stevndi hann til Havnar, har hann fór á støddfrøðiligudeild á Stu- dentaskúlanum í Hoydølum. Hann gjørdist studentur í summar við frálíka góðum úrslti, og hevur hetta seinasta lítla árið starvast hjá Landsverkføðing- inum og Café Natúr. – Eg havi ongantíð valt tað trygga. Tá mínar floksfelagar fóru til Vágs at ganga í student, so fór eg til Havnar. Tá floks- felagarnir í Studentaskúlanum fara til Danmarkar at lesa, so fari eg til USA, sigur Bartal Nolsøe Poulsen, tá vit spyrja eftir orsøk- ini til, at hann fer allanvegin um Atlantshav at nema sær kunnleika. – At tað júst gjørdis USA er nokk meira tilvild enn nakað annað. Eg vildi sjálvandi fyrst og fremst hava eina góða útbúgving, sigur Bartal. USA eru ikki júst tað staðið har flestu føroyingarnir fara at lesa, men Bartal heldur ikki aftur av hesa orsøk, hóast tað kravt nógv arbeiða frá hansara síðu at koma inn á skúlan. –Í oktober mánað, tá byrjaði eg at síggja, at tað er ein heimur uttanfyri Danmark. Eg varnaðist, at tað var ein hópur av valmøgu- leikum í USA. Eg byrjaði so at hyggja meg um á internetinum. Eg leitaði fyrst og fremst eftir teimum kendu skúlunum – teir sum kenna frá filmum og sjón- varpi. Eg rak síðani framá eina góða síðu, ið kallast fyri collegeboard.com, og har fekk eg hópin av upplýsingum, ið skuldu vísa seg at vera hentir, sigur Bartal Nolsøe Poulsen. Bartal gjørdi í fyrstu atløgu av, at tað skuldi vera á eystursíðuni av USA, at hann skuldi lesa. Hann sigur orsøkirnar til hetta vera fleiri í tali. Millum annað er tættari at Føroyum, men har eisini eitt gott umhvørvi við góðum skúlum. Tað er í tí økinum á eystursíðuni, sum kallast fyri New England, at flest allir teir kendastu skúlarnir eru. –Skúlin byrjar í endanum av august. Eg varnaðist tó, at um- sóknarfreistin til skúlan longu var í januar mánað, har hon eitt nú í Danmark ikki er fyrr enn í juli. Tískil mátti eg arbeiða skjótt, og tað var eisini nógv at fáa frá hondini. Eg valdi at royna MIT, tí hetta virkaði sum ein tann besti skúlin, og hann virkaði eisini opin fyri at taka ímóti útlendingum, samstundis hevði eg eisini valt at royna tann náttúruvísindaliga vegin, so eg royndi hendan skúlan, sigur Bartal. Bartal fekk sær hendur á um- sóknarpappírunum síðst í oktob- er mánað, og tað var heldur ikki bara sum at siga tað, greiðir Bartal frá. Fyri tað fyrsta var skotbráið stutt, og Bartal skuldi eisini ein túr til Suður Afrika, og hetta gjørdi tað ikki lættari. Bartal skuldi hava viðmæli frá tveimum lærarum og einum lestrarveg- leiðara. Umframt hetta skuldi hann eisini til Danmarkar til nakrar kvalifiserandi royndir. Hesir royndir vóru fyri at kann førleika hjá Bartal í ymsum fakum eins í og í einskum máli. –Tað var nógv arbeiði, og tað eydnaðist mær heldur ikki at fáa alt við, ið eg hevði ætlað, áðrenn eg sendi umsóknina avstað. Eg sendi hana tó avstað, men eg hevði so gott sum avskrivað møguleikan at sleppa inn, og eg var farin at hyggja eftir alterna- tivum møguleikum í Danmark, sigur Bartal. Síðsti sunnudag komu so boðini frá MIT, at Bartal var upptikin á skúlan. Hann fekk fyrst boðini við teldubrævi, men dagin eftir kom eisini ein tjúkri brævbjálvi. Síðani hevur Bartal havt samskifti við skúlan, sum hann tó ikki hevur samskift við áðrenn sjálvur. Tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, men Bartal hevur megn- að at klatrað upp um fyrstu forðingina. – Eg kenni heldur einki til landið ella amerikanska mentan, men hetta meti eg sum part av útbúgvingini, har eg læri aðra mentan at kenna, sigur Bartal. College Tá Bartal 20. august byrjar á MIT, byrjar hann samstundis á college. Hetta er partur av teirri amerikonsku útbúgvingarskip- anini. Amerikumenn byrja í skúla, tá teir eru seks ára gamlir. Sum átjan ára gomul verða tey flestu liðug við High School. Hetta kann metast sum á leið tað sama sum studentarskúlin hjá okkum. Eftir hetta kunnu tey fara á college. Tað tekur fýra ár at gera seg lidnan við college. Bartal sigur, at hetta fyrsta árið hjá honum verður á leið á støði við seinnu heilt av studenta- skúlanum. Eftir hetta fyrsta árið, so skal Bartal velja høvuðslæru- grein og velja onnur fak. Velur Bartal at taka eina humanistiska lærugrein sum høvuðsgrein, so verður hann mest sannlíkt fluttur yvir til Harvard at ganga í skúla, tá Harvard og MIT hava tætt samstarv, har næmingarnir hjá báðum skúlunum kunnu ganga til frálæru hjá hvørjum øðrum. Harvard er at meta sum ein av teimum sokallaðu Ivy League skúlunum, sum eru teir kendastu háskúlarnir í landnyrðings USA. – Tá tú søkir inn á skúlar í USA, so søkir tú til hvønn skúla sær. Tað er stór kapping millum umsøkjararnar at sleppa inn, men tað er samstundis eisini stór kapping millum skúlarnarnar at fáa teir bestu næmingarnar. Tað er eisini ymiskt, hvørjar upp- tøkutreytir hesir ymsu skúlarnir seta, og tað krevur nógv av ein- um, um tú skalt klára øll krøvini, sigur Bartal. Væntandi vera tað eini 1.500 upptiknar í summar, men tað standa nógv fleiri og bíða eftir at sleppa inn. Krøvini til næming- arnar, meðan teir eru á skúlanum eru eisini rættiliga hørð, og tað verður væntað nógv av næmingunum. Í college-skipanini skulu næmingarnir hava fleiri læru- greinir, soleiðis at tað ikki verður sum á flestu hægri lærustovnum, har "bert" tað eina fakið verður lisið. Eftir tey fýra árini á college hava næmingarnir vanliga fingið eitt bachelor prógv. Savna pengar Tað er heldur ikki heilt einki, tað kostar at ganga í skúla á MIT. Bartal skal av við einar 360.000 kr. um árið fyri at ganga á skúlanum. Í løtuni hyggur Bartal at møguleikunum at fíggja útbúgvingina. Fyri hesar pengar er alt íroknað við bústaði og annað. Støðan hjá skúlan ger, at næmingarnir hava góðar arbeiðsmøguleikar, tá ið teir verða lidnir við útbúgvingina. Tað eru nevniliga fleiri arbeiðs- møguleikar til hvønn graduate á MIT, og lønin liggur í tí hægra endanum. Flestu teirra, ið verða liðug á MIT fáa arbeiða hjá støðum sum NASA, NSA, Microsoft v.m. Bartal fer eftir ætlan til USA í august mánað. Bartal skal ganga á Harvard Føroyingurin Bartal Nolsøe Poulsen er sloppin inn á kenda amerikanska skúlan MIT, ið hevur tætt tilknýti til heimskenda Ivy League lærustovnin Harvard. Eftir drúgt stríð kláraði Bartal uppum høgu gáttina hjá einum skúla, sum telist millum fremstu skúlarnar í USA, og er ein tann ringasti skúlin at sleppa at inn á í øllum heiminum. Millum starvsfólki er eitt ótal av Nobel-virðislønar vinnarum Bartal Nolsøe Poulsen hevur gott tak á bókunum. Í august fer hann vestur um hav at ganga á skúla á kenda skúlanum MIT. Skúlin telist millum fremstu skúlarnar í heiminum, og upptøkukrøvini eru strong Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 23 22