leygardagur 23. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 58 - 23. mars 2002
FYRR ELLA SEINNI
Eyðun Klakstein
Århus: Tá Hans Petur í Brekk-
unum var fimm ára gamal sá
hann eina saxofon fyri fyrstu
ferð. Og hann var beinan vegin
hugtikin av hesum ljóðføri.
Tað vóru ikki kendir saxofon-
istar sum Charlie Parker ella
Dexter Gordon, ið fangaðu
oyrini hjá smádronginum. Tað
var hinvegin tann øri saxofon-
spælarin í Muppet Show. Zoot
rakti ikki altíð rætta tónan, og
hóast tað ofta var meira humor
enn tónleikalig dygd í spælinum
hjá honum, var Hans Petur púra
burtur í tí villu dukkuni og saxo-
fonini hjá honum.
– Eg bæði hoppaði og dansaði,
tá hann var at síggja á skermin-
um. Tað var ikki fyrr enn nøkur
ár seinni, at eg fór at spæla
saxofon av álvara, men tað ber
ikki til at útiloka, at Zoot
ávirkaði meg á onkran hátt, tá eg
sum 10 ára gamal skuldi velja
mær eitt ljóðføri, sigur Hans
Petur í Brekkunum.
– Zoot var ikki og er heldur
ikki mín fyrimynd sum saxon-
fonspælari, men hvør veit, um
hann ikki onkursvegna hevur
havt nakað at siga, tá eg sum
ungur drongur valdi saxofonina.
28 ára gamli saxofonspælarin,
sum er útbúgvin á Det Jydske
Musikkonservatorium í Århus,
hevur seinastu sjey árini búð í
Århus, og síðani hann fekk
prógvið í hondina í 2000, hevur
hann undirvíst á Mellerup
Efterskole í Randers, sum ger
nógv burtur úr tónleikaligu
undirvísingini.
Nú hevur hann spælt inn
fyrstu solofløguna hjá sær, sum
hann kallast Sooner Or Later, og
hon kemur á gøtuna stutt eftir
páskir.
Blokkfloytan var eitt krav
Tá Hans Petur í Brekkunum var
10 ára gamal, fingu hann og
floksfelagarnir í fjórða flokki í
Kommunuskúlanum í Havn
vitjan av einum manni, sum
hevur vitjað nógvar skúlaflokkar
við somu ørindum.
Maðurin var Brandur Øssur-
son, musiklærari, sum var komin
at eggja næmingunum til at fara
at spæla okkurt ljóðføri. Treytin
var, at øll skuldu byrja við
blokkfloytu, og seinnu fingu tey
møguleikan at velja okkurt
annað ljóðføri at blása í.
Hans Petur í Brekkunum var
ein av teimum, sum sló til bein-
anvegin. Hann hevði longu roynt
seg sum trummusláara, eftir at
hann og beiggin fingu eitt
gamalt trummusett hjá abbanum,
Trygva Restorff. The Beatles
rungaði í bandupptakarnum, og
so bukaðu teir báðir beiggjarnir
trummurnar afturvið, meðan
børn í grannalagnum vóru boðin
inn um gátt at lurta. Endin var
tó, at yngri beiggin valdi
trummurnar.
Einu tíðina spældi Hans Petur
eisini klaver, men tað misti hann
hugin fyri eftir stutta tíð.
Nú skuldi tað snúgva seg um
blokkfloytuna, og eftir at Hans
Petur hevði kempað við tí lítla
blásiljóðførinum í eina tíð, slapp
hann at skifta til eitt
annað ljóðføri.
Og valið fall á
saxofonina
Vrakaði trummu-
settið með alla
Hóast saxonfonin
upprunaliga var mett sum
eitt jazzinstrument, og
vegurin hjá einum
saxofonisti er stuttur til
hornorkestur og bigband,
so hevur Hans Petur
ongantíð vent
poppinum bakið.
Hann spældi sum
yngri í fleiri
tónleikabólkum,
og hann er
framvegis við
einum bólki, sum
spælir popp- og
rocktónleik.
Sum 13 ára
gamal fór Hans
Petur at spæla í
GHM, men tað
gekk ikki long tíð,
fyrr enn hann var við at
gera sín egna bólk. Tað
var hvørki eitt horn-
orkestur ella eitt
bigband, men ein
veruligur popp-
bólkur.
Í fyrstuni var tað
hann, sum syrgdi fyri
Frá Muppet Show
til altjóða jazz
Kanska var tað ein lívlig dukka í Muppet Show, sum fekk Hans Petur í Brekkunum
at spæla saxofon. Nú hevur útbúni føroyski saxofonspælarin verið í donskum studio
og spælt tónleik hjá sær inn. Úrslitið er føroyskur jazztónleikur á altjóða stigi
Hans Petur hevur spælt saxofon, síðani hann var 10 ára gamal
Mynd: Morten Søby Andersen
trummuspælinum í bólkinum,
sum teir róptu Paria. Hesin
bólkurin var nógv frammi síðst í
áttatiárunum og fyrst í nítiárun-
um, men tað helt ikki. Hann
tveitti trummupinnarnar frá sær
og fór at syngja og spæla
saxofon, tá Brandur Jacobsen
kom upp í bólkin. Í dag er
Brandur millum bestu trummu-
spælararnar í landinum, meðan
Hans Petur er í serflokki, tá tað
ræður um saxofonina.
Hóast fyrsta uppgávan sum
dansitónleikari var í bólkinum
Springs, har Johan í Kollafirði
var ein av høvuðsmonnunum, var
tað við Paria, at hann rættiliga
fór at gera um seg sum dansitón-
leikari. Teir spældu nógv til dans
og konsertir seinast í áttatiárun-
um og vóru næstan at rokna sum
poppstjørnur á høvuðsstaðar-
leiðini.
Í 1989 fór Hans Petur á eftir-
skúla í Keypmannahavn, og tá
var tað, at saxonfonin veruliga
gjørdist ljóðførið hjá honum.
Hann kom heimaftur árið eftir til
meira dansitónleik, men nú var
hugurin til at menna seg á sínum
blásiljóðføri rættiliga farin at
gera um seg.
Í 1994 fór Hans Petur á há-
skúla í Holstebro, og samstundis
fór hann íðin til verka fyri at
fyrireika seg til upptøkuroyndina
á Musikkonservatoriinum í
Århus. Tað málið náddi hann í
1996, og í 2000 var hann liðugt
útbúgvin.
Melodiøsur tónleikur
Byrjanin til fløguna, sum Hans
Petur í Brekkunum gevur út eftir
páskir, er at finna á Musik-
konservatoriinum í Århus.
Ein av stóru uppgávunum
seinasta skúlaárið var at skriva
trý løg, leggja til rættis og spæla
tey inn í studio. Meðan Hans
Petur var í holt við hesa av-
bjóðingina, gjørdi hann av, at
hann fór at spæla sín egna tón-
leik inn á fløgu og fáa hann út í
Føroyum og Danmark.
Síðani skúlin var av, og tey trý
løgini vóru avgreidd við góðum
úrsliti, hevur Hans Petur skrivað
restina av løgunum, sum eru at
finna á fløguni hjá honum. Talan
er um instrumentalan tónleik,
sum nógv helst vilja nevna
jazztónleik, men so einfalt er tað
ikki. Talan er um sera melodiøs-
an tónleik, og tað er ikki av til-
vild, at nógv av løgunum eru
fangandi og løtt at fara í holt við.
— Tað ber til at syngja allar
melodirnar, og tað havi eg lagt
dent á, tá eg havi skrivað løgini.
Skalt tú geva eina fløgu út, sum
tú vónar, at fólk kunnu fáa gleði
av, so kanst tú ikki gloyma
lurtaran, tá tú skrivar og inspælir
tónleikin, sigur Hans Petur.
– Tónleikurin á fløguni er
melodiøsur, men har hendir
eisini nógv óvæntað. Við hvørt
kanst tú lurta eftir tónleiki, og
tað er eingin ivi um, hvat hendir
í lagnum. Eg havi roynt at leggja
yvirraskilsi inn í løgini hjá mær
eisini, so tað við hvørt hendir
okkurt óvæntað.
Hans Petur í Brekkunum leitar
ikki miðvíst eftir inspiratión til
tónleikin hjá sær, og hann leggur
seg heldur ikki eftir, at fáa tón-
leikurin hjá sær at hava ein
føroyskan dám yvir sær.
– Men tá eg lurti eftir tónleik-
inum, nú tá innspælingarnar eru
lidnar og ljóðblandingin er gjørd,
so haldi eg, at tað ber til at
hoyra, at eg eri føroyingur. Tón-
leikurin ljóðar á onkran hátt eitt
sindur føroyskur, heldur Hans
Petur.
Hóast Hans Petur er 28 ára
gamal, so er tað í jazzheiminum
tíðliga at geva eina solofløgu út.
– Eg kundi saktans havt gjørt
eina slíka fløgu, tá eg var 20 ára
gamal og flent eftir henni nú,
men eg vildi ikki gera hesa
fløguna, fyrr enn eg helt meg
vera kláran tónleikaliga. Tað
haldi eg meg vera nú, og tí er
fløgan vorðin veruleiki.
Úrmælingur uppi í
Málið hevur ongantíð verið at
gera eina góða føroyska fløgu
við saxofon tónleiki. Málið
hevur hinvegin verið at tryggja
høga góðsku í spælinum og í
teknikkinum, so fløgan kann
standa mát við altjóða fløgur av
sama slagi.
— Eg havi lagt stóran dent á,
at tónleikaliga og tekniska dygd-
in skal vera á einum altjóða
støði, og eg haldi, at vit hava nátt
málinum, sigur Hans Petur.
Upptøkurnar eru gjørdar í
góðum studio í Århus, Airplay,
og tónleikararnir, sum spæla
saman við Hans Peturi á fløguni,
er sera dugnaligir.
— Eg havi valt tónleikarar,
sum eru vanir við at spæla hetta
slagið av tónleiki. Hetta er eitt
slag av norðurlendskum jazzi, og
tað hava teir allir gjørt nógv við
at spæla. Tað var eisini umráð-
andi fyri meg, at kemiin var í
lagi, og tað visti eg, at hon fór at
vera, tí vit kendust allir frá
konservatorinum.
Tann av tónleikarunum á
fløguni, sum hevur kendasta
navnið í jazzheiminum, er Jens
Jefsen. Hann er ein úrmælingur á
kontrabass, og telist millum mest
umbidnu tónleikararnar av sínum
slagi í heiminum. Hann kundi
saktans liva væl av at spæla við
teimum kendastu nøvnunum í
eitt nú í USA, men tað hevur
hann ikki hug til. Hann búleikast
í Danmark, spælir nógv, og
undirvísir eisini ungum tónleik-
arum.
– Jens Jefsen var vegleiðari
hjá mær, tá eg spældi tey trý
løgini inn á konservatorinum. Eg
ringdi tí til hann og spurdi, um
hann hevði hug at vera við á
fløguni hjá mær, og tað vildi
hann gjarna, greiðir Hans Petur
frá.
Tað er hann fegin um, tí Jens
Jefsen hevur drúgvar royndir frá
studioarbeiði, og tað kom til
góðar.
– Tað var sera læruríkt at
arbeiða saman við Jens Jefsen.
Hann er so dugnaligur og hevur
so nógvar royndir, at tú lærir
nakað næstan hvørja ferð, hann
sigur nakað. Men hann royndi
ongantíð at yvirtaka løgini hjá
mær, og tað var altíð eg, sum til
seinast kundi taka avgerðina um,
hvussu løgini skuldu spælast.
– Tað var nú ikki neyðugt, tí
vit samdust so at siga altíð um,
hvussu vit skuldu fara fram. Eg
haldi, at tað var bara einaferð, at
eg gjørdi greitt, hvussu eg valdi
hava eitt lag spælt. Tá høvdu vit
roynt ymiskt, men komu ongan
veg, og so helt eg fast um upp-
runaligu ætlanina.
Smáar ábendingar
Hans Petur hevur ikki hug at
avdúka, hvat løgini á fløguni hjá
sær snúgva seg um. Tað vil hann
lata upp í hendurnar – ella
skuldu vit sagt oyruni – á lurt-
aranum.
– Øll løgini hava fingið eitt
heiti, sum kunnu geva eina
ábending um, hvat tey snúgva
seg um, men eg vil ikki siga
fólki, hvussu tey skulu uppliva
tónleikin. Tey skulu sjálvi
hava møguleikan at lurta
eftir løgunum, og so vón-
andi fáa okkurt upplivilsi
burturúr, heldur Hans
Petur.
– Sjálvandi fáa vit øll
íblástur av hendingum,
sum vit eru úti fyri á ein
ella annan hátt, og tað
havi eg eisini fingið,
men tónleikurin er
púra opin. Her er eru
eingi orð, bara tón-
leikur og stemningar,
og tí kunnu fólk
uttan iva fáa nógv
ymiskt burturúr at
lurta eftir fløg-
uni.
Hans Petur
hevur skrivað
flestu løgini
sjálvur. Eitt lag
gjørdi bólkurin í felag
í studionum, og so hava
teir eisini spælt inn eina
útgávu av Nú liggur ein
kavafonn tindi á, sum er
eitt traditionelt føroyskt
vísulag.
Ætlanin var, at fløgan hjá
Hans Peturi skuldi koma út
fyri páskir, men trupulleik-
ar í framleiðsluni hava
gjørt, at fløgan fæst ikki fyrr enn
eftir páskir.
Tá kunnu føroyingar so leggja
oyruni til eina øðrvísi føroyska
fløgu. Eina fløgu við melodiøs-
um jazztónleiki, sum bæði tón-
leikaliga og tekniskt er á altjóða
stigi. Hans Petur stendur sjálvur
fyri útgávuni av fløguni, sum
verður at fáa til keyps bæði í
Føroyum og Danmark.
Men eitt er vist. Tað er langt
frá Zoot og til Sooner Or Later.
Sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2002
7
Kendi danski bassspælarin Jens
Jefsen spælir á fløguni hjá Hans
Peturi
– Skalt tú geva eina fløgu út, sum tú vónar, at fólk
kunnu fáa gleði av, so kanst tú ikki gloyma lurtaran, tá
tú skrivar og innspælir tónleikin, sigur Hans Petur í
Brekkunum. Mynd: Morten Søby Andersen
C
M
Y
K
25
24