Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 23. mars 2002 27 8 Stríðið um, hvør skal vera borg- meistari í Farum, tykist ikki at enda. Tað var ætlanin, at hetta skuldi snúgva seg um stríðið sum hevur verið um nýggja Institut for Miljøvurdering og kontroversiella stjóran Bjørn Lomborg, sum har er settur. Men eitt annað mál kom í vegin: Tað gjørdist ov stuttligt í Farum. So vit skulu til nakað heilt annað. Fyrst nøkur fakta: Peter Brix- tofte úr Vinstra varð borgmeistari í Farum aftaná kommunuvalið í 1989 og hevur sitið síðani. Á valinum 20. november í fjør fekk Vinstra 52.5 % av atkvøð unum og 11 av 19 sessum í býráðnum. Peter Brixtofte byrjaði sítt fjórða skeið sum borgmeistari við 4020 persónligum atkvøðum. (Í Farum vóru íalt 12174 fólk á vali.) Fyrst í februar fór gølan á rull! Sum øll helst vita byrjaði tað við avdúkingum í B.T. um, at Peter Brixtofte drakk ómetaliga dýrt vín í arbeiðstíðini og lat kommunukassan rinda. Samstundis kom fram, at samanblanding hevði verið av pengum hjá kommununi og fótbólsfelagnum Farum, sum er partafelag við m.a. Peter Brixtofte sum partaeigara. Tó var tað ser- liga tað dýra og nógva vínið, sum fjølmiðlarnir góvu gætur, tí tað er jú nógv stuttligari, at maðurin koyrir (býin) fullur. Síðani kom eisini fram, at ikki stóð so væl til fíggjarliga hjá kommununi, sum Brixtofte hevði vilja verið við. Bókaðar vóru væntaðar inntøkur, og eitt stórt lán, kommunan hevði tikið, hevði býráðið ongantíð hoyrt um. Beinanvegin eftir fyrstu avdúk- ingarnar í B.T. fór Brixtofte sjálv- boðin í sjúkrafarloyvi, og hann skuldi vera burtur í tríggjar mánaðir. Stríðið um hvør skuldi vera borgmeistari byrjaði, og er í skrivandi stund ikki heilt avgjørt. Varaborgmeistarin Per Edrén (120 persónligar atkvøður) var úr øðrum flokki (Konservative Folkeparti), og Brixtofte og Vinstra vildu ikki hava hann sum avloysara. Í staðin slapp ein triði, Henrik Jerger (85 atkvøður) úr Vinstra, at royna seg. Jerger legði upp til samstarv við andstøðuna í býráðnum, og lovaði at kanna alt sum farið var fram. Hetta hóvaði nokk ikki Brixtofte, tí teir tríggir mánaðirnir gjørdust stuttir, Brixtofte broytti meining niðri á Lanzarote, har hann krógvaði seg, og kom heim aftur eftir einans eina viku. Harvið varð Brixtofte aftur borgmeistari. Ikki vóru øll so fegin um hetta, heldur ikki partamenn Brixtofte. Skjótt fekk andstøðan tveir Vinstramenn í sín part og hevði meiriluta, og afturfyri gjørdist annar teirra, Erik Fuchs (86 atkvøður), nýggjur kandidatur at avloysa Brixtofte, so skjótt nýggi meirilutin hevði suspenderað Brixtofte. Fuchs náddi at fara í miðlarnar at tosa um sínar ætlanir um, hvussu býráðsarbeiðið nú skuldi verða í Farum, og at vísa sjón- varpinum (og øllum Danmark) stólin, hann sat í, tá hann skrivaði undir avtaluna, sum skuldi gera hann til borgmeistara. Um hetta reyp gjørdist ov nógv fyri onkran er ikki til at siga. Kanska hevur Brixtofte eina klemmu á læknan, sum hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Ella lat hesin seg bara lokka við borg- meistaraketuni. Í øllum førum gekk einans gott og væl eitt sam- døgur, so var sætti borgmeistarin í stutta tíð klárur. Brixtofte fekk læknan Paul Wachtell (162 at- kvøður) úr Borgaralistanum, sum var í andstøðumeirilutanum, at skifta síðu og fara í part við restini av Vinstra, sum annars var í minniluta. Soleiðis hevði Brixtofte aftur meiriluta í sínum parti. Partur av avtaluni við Wachtell var, at Wachtell skuldi vera borgmeistari, meðan kanningar fóru fram. Málið var tó ikki liðugt við tí. Sama kvøld svaraðu tey aftur úr minnilutanum, sum framvegis vildi verða meiriluti. Teimum vantaði einans ein úr Vinstra, so tey skutu upp at Lars Carpens (70 atkvøður) úr Vinstra skuldi verða borgmeistari. Tey royndu at freista vinstramenn og lumpa Wachtell. Tað var soleiðis hesar dagar, at man vaknaði og hugdi á tekstvarpið fyri at vita, hvør í løtuni stóð at skula avloysa Brixtofte. Eftir at hava hugsað seg um boðaði Carpens tó frá, at hann helt fast við avtaluna, sum Vinstra hevði við Wachtell, og at hann ynskti ikki at gerast borgmeistari. Kanska tí hann hugsaði um, hvørjum teir, sum vóru farnir ímóti Brixtofte, komu út fyri. Samstundis sum ein røð av borgmeistarakandidatum hava bjóðað seg fram at loysa Brixtofte av er nevniliga komið fram, at hesir heldur ikki hava havt heilt reint mjøl í posanum. Fjølmiðl- arnir hava havt rættiliga lætt við at fáa innlit og fáa fatur á upplýs- ingum um avloysarakandidatarnar hjá skiftandi meirilutum í Farum býráði. M.a. kom fram at Fuchs hevði fingið mista inntøku endur- goldna frá kommununi fyri at fara til jólafrokost. Um hetta segði Brixtofte, at einki skal krógvast í Farum. So enn situr Brixtofte, eins og hann hevur gjørt meginpartin av tíðini. Í morgin mikudag skal býráðið gera av, um hann skal suspenderast, og hvør so skal loysa hann av. Higartil hava sjey nøvn verið nevnd sum borgmeistarar ella komandi borgmeistarar. Nógv hava harumframt bjóðað seg fram, men ikki fingið meiriluta. Hevur andstøðan givið skarvin yvir, ella kemur eitt áttanda navn? Finna tey kanska okkurt um Wachtell? Hann hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Hvussu fekk hann løn? Cirkus Farum TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, flovin@math.ku.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti BAKGRUND Árni Joensen Kríggið í Afghanistan, sum USA hevur skipað fyri, hevur fingið eina avleiðing, sum George W. Bush, forseti neyvan hevði rokn- að við: Alt bendir nú á, at tað krígsherjaða landið aftur verður heimsins størsti heroinfram- leiðari. Tað er farið at vára í Afghan- istan, kavin bráðnar í fjøllunum, og allastaðni síggjast bøndur í ferð við at planta opiumsvalmú- ur. Hóast várið ikki kann sigast at vera komið av álvara, eru nógvar opiumsveltur longu at síggja har suðuri í landinum. Sambært einari meting hjá ST fara teir afghansku bøndurnir kanska at heysta eini 3.000 tons av ráopium í ár, og tað fer at gera, at landið aftur verður heimsins størsti heroinframleið- ari. Í 1999 framleiddi Afghanistan næstan 80 prosent av øllum heroini í heiminum, og næstan 90 prosent av tí lívshættisliga evninum, sum varð selt á gøtun- um í Evropa hetta árið, stavaði úr Afghanistan. Árið eftir setti Tali- ban-stýrið bøndunum forboð fyri at dyrka opiumsvalmúur, og teir bøndur, sum brutu forboðið, vórðu harðliga revsaðir. Avgerðin vísti seg at fáa sera stóra ávirkan. Í 1999 heystaðu afghansku bønd- urnir 4.600 tons av ráopium, men eftir at forboðið hjá Taliban kom í gildi, minkaði heystið niður í 200 tons. Nýggj "silkileið" Men Taliban-stýrið nevndi einki um sølu í forboðskunngerðini. Seinasta part av nítiárunum heystaðu afghansku bøndurnir so nógv opium sum ongantíð fyrr. Tað gjørdi, at prísurin á heroini fall nógv á marknaðinum í Vesturheiminum, og sum frá leið vuksu goymslurnar í Afghanistan nógv. Tí kundi útflutningurin halda fram hóast forboðið hjá Taliban-stýrinum ímóti at dyrka opium. Tað mesta verður smuglað ígjøgnum fyrrverandi sovjetsku lýðveldini í Miðasia og serliga ígjøgnum Tadjikistan, sum ofta verður rópt "tann nýggja silki- leiðin". Tá kriggið millum Norð- ursamgonguna og Taliban-herin var upp á tað harðasta nærhendis tadjikiska markinum seinasta heyst, minkaði heroinsmuglingin burtur í næstan einki, men sein- astu mánaðarnar er hon aftur vaksin nógv. Bara í januar løgdu tadjikisku myndugleikarnir hald á 237 kilo av heroini, sum var komið um markið úr Afghanist- an, og sum skuldi til Evropa. - Vit eru ikki í iva um, at heroinframleislan fer at vaksa sera nógv. Frammanundan hevur framleiðslan verið so lítil, at høvdu bøndurnir ikki dyrkað meiri opium aftur nú, hevði trot verið á heroini í Evropa einaferð seinni í ár. Vit eiga at steðga hesum nú, tí tað er ov seint at koma afturumaftur, sigur ST- embætismaðurin Kemal Kurspahic. Má býta valdið Tann nýggja stjórnin í Kabul setti í januar bóndunum forboð fyri at dyrka opium, framleiða heroin ella at smugla evnið av landinum. Men trupulleikin hjá stjórnini hjá Hamid Karzai er, at í veruleikanum hevur hon bara fult eftirlit við sjálvum høvuðs- staðarøkinum. Har fær stjórnin hjálp frá altjóða friðarvarðveit- andi hermonnum, men aðra- staðni noyðist hon at góðtaka, at lokalir krígsharrar eisini hava sítt vald. Sum er hevur stjórnin ógvuliga fáar hermenn og uppaftur færri løgreglumenn, og Karzai hevur fleiri ferðir roynt at fáa fleiri hermenn til altjóða friðarvernd- ardeildina, so hon eisini kann hava eftirlit aðrastaðni enn í og við Kabul. Hóast Taliban-stýrið bannaði bóndunum at dyrka opium, fekk tað nógvan pening við at leggja skatt á smuglingina. Nú Taliban er burturi, eru tað ístaðin teir lokalu krígsharrarnir, sum krevja skatt frá smuglarunum, og tað eru ikki smávegis upphæddir, talan er um. Máttloysi Tað ber illa til at lasta teir af- ghansku bóndurnar, tí teir aftur eru farnir at dyrka opium. Nógv- ir teirra eru sera illa fyri aftan á áralangt kríggj og borgarakríggj, og tá teir forvinna tíggju ferðir so nógv burtur úr at dyrka opium heldur enn annað, er tað ikki so løgið, at teir velja opiumið. Kríggið seinastu mánaðarnar hevur eisini gjørt, at prísurin er hækkaður, soleiðis at bøndurnir nú kunnu fáa 900 amerikanskar dollarar fyri eitt kilo av ráopium ella tvær ferðir so nógv sum seinasta heyst. Í einum so fátækum landi sum Afghanistan ræður um at for- vinna tann pening, sum forvinn- ast kann, og tí er hugsandi, at átøk fyri at steðga opiumdyrk- ingini kunnu fáa bøndurnar at seta seg upp ímóti stýrinum. Og her er heldur ikki nakar ivi um, hvønn krígsharrarnir høvdu stuðlað. - Hetta er ein politisk marra, sum kann beina fyri tí skroypi- liga friðinum. Men hetta vísir eisini, hvussu veik tann nýggja stjórnin í Kabul er, og hvussu máttleysur Vesturheimurin er, sigur ST-embætismaðurin Kemal Kurspahic. So kunnu afghansku bøndurnir aftur dyrka opium Síðani Taliban-stýrið fall, eru bøndurnir í Afghanistan aftur farnir at planta opiumsvalmúur, og heroinsmuglingin til Vesturheimin hevur rættiliga tikið dik á seg Sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2002 Hús á Glyvrum til sølu Stór sethús við tveimum hæddum, sum eru umleið 150 fermetrar hvør, verða við hesum lýst til sølu við Leitisveg á Glyvrum. Í ovaru hæddini er: køkur, tvær stovur (spísistova og dagligstova), 3 kømur umframt hjúnarrúm, bað við wc og eitt minni wc. Altan er vestureftir. Í niðaru hæddini er: Íbúð við forstovu og stórari inngongd, køkur og stova í einum, hjúnarrúm og bað við wc. Úr íbúðini er útgongd til vaskirúm, hjall og fýrrúm, og har er eisini egin inngongd norður- eftir. Grundøkið, sum er væl inngyrt, er umleið 1400 fer- metrar. Stórur partur er plantaður við trøum. Útsýnið er gott. Húsini kunnu síggjast eftir nærri avtalu. Gunnvør og Einar Johannesen Glyvrar, tlf. 447053 Valið er títt! Lat børnini liva! Vel eitt valevni, ið velur lívið! www.provita.fo Kunngerð Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistarnir til løgtingsvalið tann 30.apríl 2002 fyri valdømi í Skála Kommunu, liggja frammi til alment eftirlit á kom- munuskrivstovuni á Skála og í handlinum hjá Elspu Jacobsen í Skálafirði, frá mánadegnum 25. mars 2002 til mikudagin 3. apríl 2002 í vanligari avgreið- slutíð. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga verða bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 7. apríl 2002. Skála Kommuna 480 Skála Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2784, Sp/f Miðberg, 600 Saltangará. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Poul Hallgrim Miðberg, 600 Saltangará. Innkomnir sum stjórar: Rodmundur Nielsen, Sýnarvegur, 625 Glyvrar og Sofus Terji Hansen, Leitisvegur, 625 Glyvrar. Skráseting Føroya tann 21. mars 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 162, P/F Vestmanna Timburhandil, 350 Vestmanna. Viðtøkur broyttar: 11.03.2002. Kapitalur: Hækking við kr. 4.130.000,00 til kr. 4.630.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1.046,00 til kurs 100 og kr. 4.128.954,00 við grunshækking. Skráseting Føroya tann 21. mars 2002 Kristin Balle _____________________ Sethús og jørð í Trongisvági til sølu Um hóskandi boð fæst, verður við hesum lýst til sølu: Matr.nr. 129 • Uttangarðs 4 gl. í Ranghaga, umframt 13.738 m2 innangarðs í 3 lutum, harav tann eini luturin er uml. 9.000 m2 við ástandandi sethúsum frá mið- skeiðis í 1990unum. Sethúsini eru í einari hædd á 120 m2, umframt kjallari á uml. 35 m2,“krúpikjall- ari”á uml.40 m2 og uppíbygt seyðahús á uml.66 m2 íroknað 2 súrhoyggjbrunnar. Við sethúsini er eis- ini inngyrdur havi og hjallur/høsnarhús á uml.18 m2. Matr.nr. 128a • Traðarstykki á 2.858 m2. Matr.nr. 16a • Innangarðs tilsamans 8.582 m2 í 2 lutum,umframt 1 gl. í Ranghaga. Matr.nr. 17a • Innangarðs 1 lutur á 6.189 m2, umframt 1 gl. í Ranghaga. Matr.nr. 95d • Traðarstykki á 3.665 m2. Ognirnar verða seldar undir einum ella hvør sær. Áhugaði verða biðin um at venda sær til: Advokatfirma Annfinn V. Hansen Annfinn V. Hansen Advokatfirma Bryggjubakki 22 • postrúm 106 • FO-110 Tórshavn Tel.: 359595 • Fax: 359596 • e-mail: lawyers@post.olivant.fo Laboratoriið í Tórshavn er stongt 25., 26. og 27. mars 2002. Laboratoriið í Runavík er stongt 26. mars og 2. apríl 2002. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn STEMPIL OG SKRÚVU KOMPRESSARIR Fáast í flestum støddum til øll endamál verkstøð. fiskavirkir, alibrúk, entreprenørar v.m. Stationerir og transportablir størri samt smærri Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008 Í Býin - Hvønn hósdag sum ikki fáa leygardagsblø›ini, ver›a bi›in um at ringja tlf. 253497 leygardag millum kl. 11 og 14 Haldarar hjá Dimmalætting og Sosialinum, Prentmi›stø›in C M Y K 27 26