Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÍÐINDASKRIV Í úti við hálva øld hava møtir verið hildin á páskum í Fuglafirði. Øll hesi mongu ár eru fólk ymsastaðni frá í landinum komin saman í Siloa til páskamøtir. Men nakað eftir at Ítróttarhøllin á Kambsdali var komin, varð byrjað at hava nøkur av møtunum har. Síðani tá hava tær tríggjar samkom- urnar í Siloa, Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu skipa fyri møtunum. Eisini er skipað soleiðis fyri, at møtini tey seinnu árini hava verið annaðhvørt ár á Kambs- dali og annaðhvørt í Ítróttar- høllini í Runavík. Aftur í ár verða so hesi páskamøtir. Byrjað verður í Siloa skírisdag kl. 18, og hild- ið verður fram langa fríggja- dag kl. 11 og 18. Leygardagin verður so farið út á Kambsdal. Har verður byrjað kl. 14 við einum so- nevndum temadegi. Hetta er eitt øðrvísi tiltak, har eitt ávíst evni verður viðgjørt. Evnið hevur fingið heitið: At koma hvørjum øðrum við. Fyrst verða framløgur, og síðani fáa áhoyrararnir høvi at viðgera evnið í bólkum. Fyrireikararnir siga, at hetta tiltak er ætlað øllum aldurs- bólkum, frá ungum til gomul. Kl. 20 verður ein sangløta, har dentur verður lagdur á nógvan og góðan felagssang, bæði eldri og yngri. Men eisini verður onkur sangbólkur við, m.a. Miðnáttarsangbólkurin, ið var nógv frammi í seksti- árunum. Kl. 22 verður so opið hús í Siloa fyri bæði yngri og eldri við drekkamunni, sangi, vitnisburði o.ø. Páskadag verður møti við breyðbróting á Kambsdali kl. 11. Barnamøti verður í Siloa kl. 15, har øll børn - eisini úr øðrum bygdum - sjálvandi eru vælkomin. Kl. 18 verður møti á Kambsdali og kl. 22 verður so aftur opið hús í Siloa. 2. Páskadag eru møti á Kambsdali kl. 16 og 18. Ímillum tey bæði møtini verð- ur ein máltíð til øll. Ymsir bidnir talarar fara at hava orðið á hesum møtum, men eisini verður orðið frítt, so høvi verður hjá øðrum at bera fram eitt orð. Sangkórið í Siloa fer at syngja á tveimum av møtunum. Eisini verða sangkreftir úr Gøtu og Leirvík. Øll verða boðin at verða hjartaliga vælkomin til hesi møtir. Soleiðis fara tey undan okkum um sein- astu sýnina. Nú fór Karl hjá Talis Tung og nívandi vóru boðini sum okkum bórist í lýsingini henda feigdar- morgun 15 februar 2002. Karl er farin. Tað tyktist sum um at alt steðgaði upp. Hevði verið til arbeiðis dagin fyri og ikki óraði tað okkum at hann somu nátt skuldi rógva seinasta brattan og leggja árarnar inn. Hesin merkismaður, sum legði so nógv eftir seg í føroyskari arbeiðarasøgu skuldi nú ikki vera okkara millum longur og enn einaferð taka vit til okkum orð Harrans um at hansara vegir eru ikki okkara vegir. Karl var valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1975 og árið eftir varð hann valdur til formann. Hevði júst hildið 25 ára starvsdag sum formaður nú so brádliga boð vóru eftir honum. At standa við stýrisvølin í einum arbeiðarafelag í samfull 25 ár krevur sín mann og at limirnir lótu Karli upp í hendi at umsita hetta abyrgdarstarv øll hesi ár, sínir tað álit og virðing sum Karl hevði millum limir felagsins og hann umsat sanniliga eisini hetta álit við størstu virðing fyri tí yrki sum felagið umboðar. Karl var framsíggin og vitugur maður. Dugdi sera væl at bera sjónarmið arbeiðaranna fram, tað verið seg í samráðingum ella millum manna. Legði onki í at balla nakað inn. Øll sum vildi skilja sjónarmið hansara skiltu tey, tí hann kallaði ein spaka fyri ein spaka.. Karl var eisini dámligur og hóvsamur maður. Hevði ta sannføring at samráð- ingarleiðin var tann leið sum fyrst skuldi roynast út í æsir áðrenn onnur stig vóru tikin. Hinvegin var hann ikki blindur fyri at tað kundi gerast neyðugt at nýta aðrar møguleikar. Tá okkurt kanska ikki gekk soleiðis, sum vónað hevði verið, plagdi hann at taka nakað soleiðis til. “Tað nyttar onki at vera vónbrotin tí tað hava vit ikki ráð til innan arbeiðararørðsluna – hvør dagur hevur sínar avbjóðingar og vit eiga ikki at leggjast á tað sum farið er men eiga at hyggja frameftir”. Karl var virkisfúsur, nærlagdur og eldhugaður í øllum sum hevði við felag- sins viðurskifti at gera og tað lá honum nær at virka soleiðis fyri at felagið kendi sær tryggan og góðan grundvøll at byggja virksemi sítt á. Eitt av hjartamálum Carls var Eftir- lønargrunnurin hjá felagnum, sum tað eydnaðist at fáa settt á stovn 1.august 1983. Hesin grunnur hevur eisini uttan iva dugna teimum limum sum farnir eru um eftirlønaraldur og hava fingið útgjald úr grunninum. At fleiri av eldri limunum vóru komnir at heilsa honum á 25 ára formannsdegnum frøddi hann almikið og hugstoytt er at lagnan vildi honum tað soleiðis at hann sjálvur ikki skuldi fáa lut í tí ágóða sum hann hevði verið so eldhugaður fyri at fremja limunum at gagni. Í orðsins rætta tídningi hevur felagið við Karli mist ein trúgvan arbeiðshug- aðan stríðsfelagaða sum seint verður gloymdur. Góða Thea og børn. Við tøkk fyri tíðina okkum untist at hava Karl innan- borða okkara millum og við størstu virðing fyri ta yrki hann útynti arbeið- aranum til frama drýpa vit høvur í djúp- astu samkenslu við tykkum. Sum fuglur tú fegnast um spírandi vár um lívið sum sprettir úr moldum tó stókkut er tíðin og tald eru ár sum tær eru givin á foldum Hvør dagur sum dropar í tíðurnar hav hvør løta úr ókendum kemur brátt kvøldar í vestri og sól fer í kav og deyðin at hjartanum nemur Nú hvílir tú frægi í døggvátu lág og slept hava harðballnar hendur nú fjørður er rógvin og stillin er vág tín kós móti himni sær vendir Friður verur við minni tínum kæri vinur Havnar Arbeiðsmannafelag Karl Johansen (Karl hjá Talis) til áminningar Tak Den overvældende deltagelse, ved vores mors – Tove Helene Mommer – død og begravelse, gør det umuligt for os at takke hver enkelt. Derfor siger vi på denne måde hjertelig tak for de mange blomster og venlig deltagelse. Benedicte, Ole og Per Páskamøtir á Kambsdali og í Fuglafirði 2 Nr. 59 - 26. mars 2002 Nr. 59 - 26. mars 2002 3 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 SMYRIL LINE í SMS SMYRIL LINE í SMS Bilpakkar 4 fólk í bili E-mail: booking@smyril-line.fo úr einans 815,- fyri hvønn úr einans 505,- fyri hvønn til Noregs til Danmarkar Ferðist bíliga ella hinvegin Tórshavn - Hanstholm Fráf. Tórsh. 24.05, 31.05., 07.06., 30.08., 06.09. og 11.09. Fráf. Hansth. 18.05., 25.05., 01.06., 08.06., 15.06., 17.08., 24.08., 31.08. og 07.09. w w w . . s m e y r il-l i n f o w w w . . s m e y r il-l i n f o Ferðist bíliga ella hinvegin Tórshavn - Bergen Ótrúlig ferð t.d. 1 vika til Ibiza við Ung Rejs o.ø. úr einans 5.543,- fyri hvønn Vikuskifti frá fríggjad. - mánad. Gisti á góðum hotelli til Aberdeen, úr einans 3.549,- fyri hvønn ... á torginum 25., 26. og 27. mars úr einans 5.995,- fyri hvønn Pakkaferð Super tilboð Danland íbúðir 1 vika í frítíðaríbúð 24.05., 31.05. og 07.06. Ferðaavgj. eru íroknaði úr einans 2.656,- fyri hvønn frá fríggjad. - mánad. Gisti t.d. á Hotel Esja Flogdeildin Vikuskifti til Reykjavíkar team85 ... á torginum 25., 26. og 27. mars C M Y K 3 2 team85 Far bara ... Vit ansa telefonini TÆNASTAN Boðtænastan er ein ókeypis telefonsvarari, sum allir GSM-felagar hjá FøroyaTele kunnu brúka Soleiðis fært tú tín telefonsvarara settan til: ring ókeypis til 80 80 80 ella vitja eina av Telebúðunum So kunnu øll leggja boð inn á tín persónliga telefonsvarara, hóast telefonin hjá tær er sløkt, ikki kann røkkast ella um tú bara vilt hava frið eina løtu. TÍÐINDASKRIV ALMENNUR FYRI- LESTUR verður á Fiski- rannsóknarstovuni hós- kvøldið 4. apríl 2002 kl. 20.00. Eilif Gaard, lívfrøð- ingur heldur fyrilestur, ið hann kallar: Æti og fiskur. Eilif Gaard er útbúgvin lívfrøðingur á Universitet- inum í Odense í 1986 og vardi doktararitgerð um æti og vistfrøði á føroyska landgrunninum við Uni- versitetið í Tromsø í fjør. Hann starvast á Fiski- rannsóknarstovuni og er harumframt tilknýttur lekt- ari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Greitt verður frá um æti á landgrunninum, hvussu tað ávirkar tilgongd og vøkstur hjá fiski, og hvussu land- grunnurin virkar sum vist- skipan. Gróðurin á landgrunn- inum føðir og nørir smáa djóraætið, ið er føði hjá fiskalarvum og -yngli, og tað er eisini føði hjá botn- djórum. Gróðurin er ójavn- ur ár um annað, og saman- bera vit tilgongd og vøkstur av fiski, er týðiligur saman- hangur. Tey ár, tá gróðurin er góður, er tilgongdin av toski góð, og hann veksur væl. Og øvugt, tá gróðurin er lítil, er tilgongdin vána- lig og vøksturin lítil. Í fyrilestrinum verður m.a. greitt frá, hvussu óvanligar umstøðurnar vóru á landgrunninum fyrst í 1990 árunum, og hvussu hetta ávirkaði fiskatil- feingið. Æti og fiskur