Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 59 - 26. mars 2002 Nr. 59 - 26. mars 2002 5 ELDUR Stefan í Skorini Sunnumorgunin klokkan fimm fekk brandstøðin fráboðan um ein eldsbruna í Kongagøtu í miðbýnum í Havn. Nógv fólk var í býnum um hetta mundið, og onkur boðaði frá gjøgnum far- telefon, at eldur var í einum lítlum útbygningi á einum sethúsum. Sløkkiliðið og løgreglan fóru á staðið, og tamarhald varð fingið á eldinum rætti- liga skjótt, tí hann breiddi seg ikki til hin partin av húsunum. Enn er eingin orsøk til eldin staðfest, og tí skal kriminaldeildin á politistøðini kanna málið nærri. Møguliga er stavar eldurin frá eini oljufýring, men hin møguleikin er, at hann er ásettur. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Løgreglan tók um viku- skiftið trý fólk, sum koyrdu við kenning. Millum teirra var ein 14 ára gomul genta. Hon hevði fingið fatur á lyklunum til bilin, ið hoyrdi til húsið. Hon hevði síðani sett seg við rórið og fór at koyra runt í grannalagnum. Hon var tó óansin og rendi í ein garð, og tá løg- reglan kom á staðið, stað- festi hon, at gentan var ávirkað av alkoholi. Hon varð tikin við á støð- ina, har barnaverndin var hjástødd undir avhoyring- um. Ein frágreiðing varð skrivað, men gentan kann ikki revsast, tí hon ikki er fimtan ára gomul enn. Løgreglan tók eisini tveir aðrar persónar, sum koyrdu við kenning um viku- skiftið. Blóðroynd er tikin, og hesir verða ákærdir eins og vanligt er. Vikuskiftið hevur verið hampuliga friðarligt, men løgreglan hevur eisini tikið fleiri full fólk inn at sova rúsin av á støðini. 14 ára gomul koyrdi við kenning Kriminaldeildin kannar eldsbruna GÓÐIR BRÚKTIR BILAR Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Almera 2,0 Diesel SR grønur, 4 hurðar, árg. 1999, 75.000 km. 125.000 Nissan Almera 1,6 SR grønur, 4 hurðar, árg. 1998, 44.000 km. 109.000 Nissan Sunny 1,6 Coupé hvítur, 3 hurðar, árg. 1986, 305.000 km. 8.000 Nissan Primera 2,0 SLX gráur, 4 hurðar, árg. 1998. 135.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Peugeot 405 GTX 1,9 reyður, 4 hurðar, árg. 1993, 30.000 km. 59.000 Peugeot Expert 1,9 Diesel reyður, 4 hurðar, árg. 1995, 60.000 km. 85.000 Peugeot 306 Diesel Aircon bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 47.000 km. 125.000 Peugeot 306 XS 2,0 St.Car ljósa bláur, 5 hurðar, árg. 1999. 130.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 1,4 bláur, 3 hurðar, árg. 1997, 97.000 km. 70.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7TD Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 65.000 Opel Astra 1,6 Club grønur, 4 hurðar, árg. 2000. 119.000 Opel Astra 2,0 Dti grønur, 3 hurðar, árg. 1999, 40.000 km. 130.000 Opel Astra 1,7Dtl Wagon grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7Dtl Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 42.000 km. 105.000 C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 4 fólk í bili w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Danmark Noreg úr 815,- úr 815,- úr 505,- úr 505,- Hetland Ísland Skotland úr 400,- úr 400,- úr 768,- úr 768,- úr 1.370,- úr 1.370,- Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Ferðist bíliga ... fyri hvønn Tórshavn - Bergen ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Lerwick ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin fyri hvønn Fráf. Tórsh.: 24/5, 31/5, 7/6, 30/8, 6/9 Fráf. Hansth.: 18/5, 25/5, 1/6, 8/6, 15/6, 17/8, 24/8, 31/8 Fráf. Tórsh.: 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8 Fráf. Seyðisfj.: 30/5, 6/6, 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9 Tórshavn - Hetland - Skotland ella hinvegin fyri hvønn Bilpakkar Lesið -tað loysir seg TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Føroyski bólkurin Makrel hevur rættiliga gjørt vart við seg í stórari tónleika- kapping í Íslandi um viku- skiftið. Av teimum fjøruti luttakandi bólkunum var føroyski bólkurin kosin triðbestur. Kappingin eitur Músík- tilraunum, og hon er ætlað nýggjum bólkum, ið ikki hava fingið fótin fastan á tónleikapallinum. Henda kappingin er tað størsta til- takið, sum tónleikabólkar í Íslandi gleða seg til á hvørj- um ári, eins og Prix Føroy- ar er í Føroyum. Limirnir í bólkinum eru Ári Rouch (sang), Hergeir Stakksberg (bass), Rólant av Reyni (gittar), Hans Er- ling Guttesen (trummur) og Rasmus Rasmussen (gitt- ar). Hetta er at kalla sama manningin, sum var við í bólkinum Happy?. Hetta er fyrstu ferð, at ein útlendskur bólkur tekur lut í kappingini, og íslendingar vóru fegnir um, at ein før- oyskur bólkur hesuferð var við. – Vit høvdu als ikki væntað, at tað fór at ganga so væl, og íslendingar tóku væl ímóti okkum, sigur Rasmus Rasmussen. Vunnu innleiðandi umfarið Innleiðandi umfarið var hósdagin í seinastu viku, og Makrel vann hetta umfarið frammanfyri níggju aðrar bólkar. Síðani var finalan fríggjadagin, og tíggju bólkar høvdu vunnið sær sæti í finaluni. Tað vóru bæði dómarar og áhoyrarar, sum gjørdu av, hvør bólkur skuldi vinna kappingina, og har endaði føroyski bólkurin á triðja plássi. Makrel vann 28 tím- ar í einum studio í Íslandi. Hesir tímarnir verða nýtt- ir einaferð seinni í ár. Fyrst kemur bólkurin aftur til Føroyar, har hann fer at venja tilfarið, sum skal spælast inn í studio. Kappingin hevur verið umtalað í Morgunblaðnum og í íslendskum útvarpi, har føroyingarnir hava fingið góð ummæli, siga teir úr Íslandi. Brot úr kappingini verða send í ís- lendskum sjónvarpi í hesi vikuni. Rasmus heiðraður Umframt at gerast nummar trý í kappingini varð Ras- mus Rasmussen kosin besti gittarleikari í allari kapp- ingini. Virðislønin var eitt gávukort frá einum tón- leikahandli í Íslandi. Ras- mus er kendur úr Diatribes, sum var við í finaluni í Prix Føroyum í 1999. Rasmus Rasmussen sig- ur, at hann hoyrdi um hesa kappingina, tá hann gekk í skúla í Íslandi fyri nøkrum árum síðani, og nú fekk hann hugskotið at luttaka við føroyska bólkinum. Bólkurin fekk stuðul úr grunninum Fitur, sum stuð- lar norðurlendskum sam- starvi, og frá Atlantic Air- ways. DEYÐSFALL Stefan í Skorini Leygarkvøldið klokkan seks varð ein maður funnin útideyður í Klaksvík. Maðurin varð funnin í bøn- um beint niðanfyri Stoks- oyrarveg norðanfyri Norð- borg. Maðurin var 60 ára gamal. Maðurin er dottin oman- av vegnum og hevur ligið í bønum, til hann varð funn- in. Umleið ein metur er niðurav gongubreytini og niður á bøin. Maðurin hev- ur ligið fjaldur, tí hann lá tætt inn ímóti garðinum. Tí- skil hevur verið ringt at sæð hann frá vegnum, upplýsir sýslumaðurin í Norðoyggj- um. Løgreglan leggur afturat, at maðurin var væl ílatin. Løgreglan veit ikki, hvussu leingi maðurin hev- ur ligið, hvør deyðsorsøkin var, og hon kann heldur ikki siga nakað um, nær hann varð sæddur seinast. Hon staðfestir bert, at maðurin varð deyður, tá fólk komu fram á hann. Maður útideyður í Klaksvík Her varð tann 60 ára gamli maðurin funnin útideyður. Hann er dottin niðurav gongu- breytini og hevur ikki reist seg aftur. Fólk komu fram á deyða mannin leygarkvøldið klokkan seks Føroyskur bólkur í tónleikakapping: Makrel fekk gott úrslit í Íslandi Rasmus Rasmussen varð kosin besti gittarleikari í stórari tónleikakapping í Íslandi. Bólkurin Makrel gjørdist triðbestur og vann 28 tímar í einum studio. Henda myndin er tikin undan Prix Føroyar finaluni í 1999 LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Nakrir íslendingar hava nýtt nógvan pening upp- á hýruvognar um viku- skiftið. Sunnumorgunin skuldu tríggir íslending- ar úr Havn til Fuglafirð- ar við hýruvogni. Skip teirra lá við bryggju í Fuglafirði, og teir høv- du verið ein túr í Havn. Tá teir koma til Fuglafirðar fara tveir teirra umborð, meðan tann triði ikki er førur fyri at koma úr bilinum. Hýruvognsførarin fær ikki mannin úr og má tí koyra aftur til Havnar við honum. Hann verður síðani latin løgreglustøðini, har hann svav rúsin av sær. Sunnudagin koma hinir íslendingarnir aftur eftir manninum við hýruvogni, sum síð- ani koyrir teir aftur til Fuglafirðar. Íslendingar hava sostatt nýtt nakrar túsund krónur uppá hýruvognar, meðan teir hava verið í Føroyum. Dýrur taxa-túrur Føroyski tónleikabólkurin Makrel gjørdist triðbesti bólkurin í stórari kapping í Íslandi. Rasmus Rasmussen varð harum- framt kosin besti gittarleikari í kappingini. Ungu menninir í bólkinum høvdu als ikki væntað at fáa so gott úrslit