Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 59 - 26. mars 2002 Nr. 59 - 26. mars 2002 7 Kaupthing Føroyar hevði í fjør eitt yvir- skot áljóðandi 1 mió krónur. Stjórin fegn- ast um gongdina ÁRSROKNSKAPUR Heri á Rógvi Í ársroknskapinum fyri Kaupthin Føroyar stendur at lesa, at fyritøkan fyri árið 2001 hevði eitt yvirskot áljóðandi 1,013 mió kr. Hetta fegnast stjórin í Kaupthing, Peter Holm, eisini um. Nevndin góð- kendi saman við aðal- fundinum roknskapin hin 6. februar. –Vit eru enn eitt rættiliga nýtt felag. Í londum rund- anum okkum er tað vanligt, at nýstovnaði feløg hava eitt tveysifrað millióna undirskot eftir so stutta livitíð. So vit eru ógvuliga fegnir, sigur Peter Holm. Tað var 1. mars 2001, at virksemið hjá Kaupthing Føroyar formliga fór ígongd. Tá kastaðu Føroya Sparikassi og Kaupthing Bank saman í Kaupthing Føroyar, Føroya Virðis- brævamarknaður. Framm- anundan hevði Kaupthing Bank virkað í Føroyum, men roynt varð heldur at virkað eftir hesum nýggja leistinum. Virksemið hjá Kaupthing Føroyar snýr seg fyrst og fremst um virðis- brøv, t.e. keyp og søla, ráð- geving og ognarrøkt. –Hóast serliga parta- brævamarknaðirnir sum heild royndust svikaligir í 2001, var talan um ein lut- fallsliga stóran vøkstur í virðisbrævaíløgum gjøgn- um Kaupthing Føroyar farna árið. Við serligu um- støðunum í huga er hetta nøktandi. 31. desember 2001 umsat Kaupthing Før- oyar virðisbrævaíløgur fyri viðskiftafólk fyri eitt virði á umleið 1,1 mia. kr. Størsti parturin av hesum viðis- brævaíløgum, og samstund- is eisini størsti parturin av vøkstrinum í farna árinum, eru íløgur í donsk stats- og realkredittlánsbrøv, skrivar Kaupthing m.a. í ársfrá- greiðingini. Kaupthing gott ársúrsliti Kaupthing Føroyar hevði eitt yvir um milliónina í 2001. Stóru áhugi var fyri eykalandsfundinum hjá Fólkaflokkinum, ið varð hildin í Havn um vikuskiftið LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Hóast tað ikki er langt síð- ani, at Fólkaflokkurin sein- ast hevði landsfund, so høvdu hevði flokkurin aftur landsfund í Havn um viku- skiftið. Frá kl. 10 á morgni til kl. umleið 17.30 seinna- partin leygardagin savnað- ust fólkafloksfólk í Páls- stovu í Havn. Ein sokallað- ur eykalandsfundur, ið varð fyriskipaður við løgtings- valinum fyri eygað. Áhugin var rættiliga stór- ur. Um hundrað fólk vóru í miðal til staðar á fundinum leygardagin. Fremsta um- røðumálið var sjálvsagt løgtingsvalið. Valevnini hjá Fólkaflokkinum vóru flest øll til staðar, og tey fingu eisini høvi til at siga sína hugsan um ymisk mál. Val- evnini hittust eisini øll fyri nøkrum vikum síðani. Fólkaflokkurin hevur gjørt sína valskrá til løg- tingsvalið, og hon fekk rættiliga nógva umrøðu á fundinum. Fundurin varð fyri tað nógva fyriskipaður á tann hátt, at ein landsstýris- ella løgtingsmaður hjá flokkin- um legði fram um eitt evni í einari 20 minuttir. Síðani fingu áhoyrararnir høvi til at gera viðmerkingar. Tosað varð serligu um tey størru evnini. Ovast á dagsskránni var tjóðskap- armálið og vinnan í síni heild. Óli Breckman sigur, at Fólkaflokkurin er samdur innanhýsis, um hvørja leið rættast er at ganga á sjálv- stýrisleið. Sum heild helt hann, at talan hevði verið um ein sera góðan fund. Eykalandsfundurin end- aði við einari veitslu um kvøldið. Sjálvberandi fiski- vinna og KT-vinna heldur Fólkaflokkur- in vera alneyðugt. Tað almenna skal ganga undan í at nýa kunn- ingartøkni. Hinvegin eigur ferðavinnan at stuðlast meira fyri at bøta um møguleikar- nar fyri íløgum LØGTINGSVALIð Heri á Rógvi Fólkaflokkurin hevur lagt fram sína valskrá til løg- tingsvalið 30. apríl. Ein faldari verður í tí samband- inum borin út í hvørt hús. Slagorðini eru treyst, trygd og trivni, og millum yvirskriftirnar er vinnulív í fremstu røð. Fólkaflokkurin hevur eisini tikið teir smærru vinnubólkarnar við í sína valskrá. Millum annað KT- vinnan verður umrødd. –Búskapurin má fjøl- táttast, og KT-vinnan skal tí gerast fíggjarliga sjálvber- andi. Hon skal kunna menna, virka og selja dygd- arvørur og tænastur á heimamarknaðinum og til útflutnings og á tann hátt skapa avkast í fríari altjóða kapping, stendur at lesa í valskrá Fólkafloksins. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður fyri Fólka- flokkin, sigur, at teirri politikkur á KT-økinum í stóran mun avspeglar tann politikk, ið landsstýrið hev- ur ført. Hann vísir sam- stundis á, at politikkurin hjá Fólkaflokkinum er í tráð við álitið um KT- vinnu, sum Vinnumálastýr- ið hevur latið úr hondum. Nógva kjakið um fjar- skiftisøkið hevur eisini vakt ans hjá Fólkaflokkinum, og hetta verður eisini nevnt í valskránni. –Fyri at nøkta tørvin á fjarskifti verða javnbjóðis fortreytir skaptar fyri fræls- ari kapping á fjarskiftisøk- inum, stendur at lesa. Ætl- anin er harumframt, at tað almenna skal ganga undan at nýta kunningartøkni. Ferðavinnan Fólkaflokkurin mælir til, at tað almenna tekur ein størri leiklut í at vekja áhugan fyri ferðavinnu í Føroyum. –Landsins ferðavinna er arbeiðskrevjandi og virkar sum útflutningsvinna, tí hon dregur fremmant gjald- oyra til landið. Talið á ferðafólki kann økjast munandi uttan tilsvarandi íløgukrøv, tí partar av undirstøðukervinum longu eru til staðar, sigur altso Fólkaflokkurin. Flokkurin er av teirri áskoðan, at tað, ið kann stimbra ferðavinnuna og gera hana kappingarføra við ta í grannalondunum, eigur at stuðlast. Eisini verður mælt til at lækkað punktgjøldini á vørum, ið kunnu draga ferðafólk til Føroya. Valskrá Fólkafloksins: KT-vinnan sjálv- berandi, ferðavinnan stuðlast Vinnan skal vera í fremstu røð hjá Fólkaflokkinum, og hetta merkir m.a., at KT-vinnan og Ferðavinnan fáa betraðar karmar. Mynd: Jens Kristian Vang. Fólkaflokkurin hava eykalandsfund Stórur áhugi var fyri eykalandsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Tað var ikki ein mangul upp á kend andlit á landsfundi Fólkafloksins, sum varð hildin um vikuskiftið. Bygdarráðið hevur samtykt at kanna, hvussu nógv tað kost- ar at gera 25 metrar av atløgusíðu norður úr ferjuleguni við Toftagjógv. Eisini er samtykt at kanna kostnaðin av eini at- løgusíðu á eystara armi í Oyrunum, so- leiðis at trolbátarnir møguliga kundu ligið har. Havnabygging Vilmund Jacobsen Vinnulívið í Nes kommunu hevur verið í stórari menn- ing seinastu árini, og ser- liga er tað á havnalagnum, henda menning er farin fram. Nýggj virkir eru bygd, sum krevja nógv pláss, og hetta setir síni krøv til kommununa um eitt nøktandi havnalag, bæði við upplandi og bryggjukanti. Síðan Fiskamarknaður Føroya byrjaði sítt virksemi á Toftum, er nógv hent á havnalagnum. Tvey nýggj fiskavirkir eru bygd sunnanfyri virkið hjá Fiskavirking, og sunn- anfyri bygningin hjá upp- boðssøluni, hevur Kassa- miðstøðin bygt ein stóran bygning. Aftrat hesum er ein maskinverkstaður bygd- ur millum tey bæði nýggju fiskavirkini, Vallhalla og Snodd. 25 metrar aftrat Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá komm- ununi, sigur, at hóast havnalagið er munandi út- bygt seinastu árini, er tørv- urin so stórur, at bygdaráð- ið nú hevur samtykt at kanna, hvussu nógv tað kostar at gera 25 metrar av atløgusíðu norður úr verju- leguni við Toftagjógv. - Vit hava eisini samtykt at rudda økið sunnanfyri virkið hjá Fiskavirking, planera, seta ljós upp og asfaltera økið, so koyrast kann oman á bryggjuna sunnanfyri virkið. Súni í Hjøllum sigur, at bygdaráðið eisini hevur samtykt at kanna, hvussu nógv tað kostar at gera at- løgusíðu á eystara armi í Oyrunum og dýpa niður á 3,6 metrar, soleiðis at trol- bátarnir møguliga kundu ligið har. Planering og asfalt liðugt í summar Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at øll plan- ering og asfaltering á havnalagnum verður gjørd liðug í summar, soleiðis at viðurskiftini kunnu skipast betur. - Vit hava stívliga 3 miljónir krónur at arbeiða við á havnalagnum í ár, sig- ur Súni í Hjøllum Nes kommuna í stórari menning: Ætlar at gera fleiri íløgur í havnalagið - Hóast havnalagið á Toftum er munandi útbygt seinastu árini, er tørvurin so mikið stórur, at kommunan arbeiðir við nýggjum útbyggingarætlanum, sigur formaðurin í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum. - Teir fyrstu dagarnar gekk skjótt at sleppa av við fiskin, men síðan gingu kassarnir undan. Í seinastuni er fiskurin blakaður upp úr bátinum við hond og koyrdur í smár í smáar kassar. Tað tekur sína tíð og kann vera strævið eftir langan og strævnan útróðrardag, sigur Louis Houmann. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað er nógv lív í norðanfyri í norðhavstíðini. Bæði á Eiði, Haldórsvík og Oynd- arfirði liggja nógvir út- róðrarbátar í februar og mars. Soleiðis er eisini í Klaksvík, men har eru so nógvir bátar alt árið, at tað merkist kanska ikki so nógv, um nakrir koma aftrat hesa tíðina av árinum. Louis Houmann, sum var inni á gólvinum á Sosialin- um í Saltangará í endanum av síðstu viku, sigur, at 17 bátar hava róð út av Oynd- arfirði í vár, eitt nú fleiri bátar úr Suðuroy, sum plaga at royna við snellu norðan- fyri í vártíðini. Sum skilst, eru tað ser- liga útróðrarmenn av Tvør- oyri og Perkeri, sum leita sær til Oyndarfjarðar. - Men nú eru bátarnir einir 12 í tali. Tveir bátar úr Suðuroy fóru miðskeiðis í síðstu viku, og tríggir aðrir úr Suðuroy fóru dagin fyri. Teir fyrri ætlaðu sær at royna í Sandshavinum, áðr- enn teir leggja leiðina aftur til Suðuroyar, sigur Louis, sum sjálvur annar hevur verið onkran túr við útróðr- arbátinum, Báruni. Louis hevur annars verið bóndi í nógv ár, men eftir- hondini gjørdist hann troyttur av hesum og fekk hug at royna okkurt annað. Ikki farið av tíð - Eg haldi ikki, at norðhavs- tíðin er av enn. Í gjár fekk onkur bátur heili 5.000 pund. Men fiskiskapurin hendan dagin var misjavn- ur, tí summir bátar fingu lítið og einki. Louis sigur, at tað er ym- iskt, hvussu fiskurin tekur. - Nógv sild er í fiskinum, og hevur hann nóg mikið fyri kjaftin, er ikki vist, hann hevur so stóran áhuga í beitunum. Tað skrivar nógv á loddinum, men toskurin tekur í “rendum”, sum teir plaga at taka til. Annars helt onkur fyri um dagarnar, at várfiskurin var ikki komin fyrr enn nú. Louis sigur, at útróðrar- bátarnir løgdu seg á Oyndarfjørð tíðliga í februar. - Tað hevur ikki viðrað nakað serligt, og nú er nógv útliðið, men útróðrarmenn siga, at okkurt várið hava teir fingið fisk út í apríl mánaða. Strævin landing Fiskurin, sum kemur uppá land í Oyndarfirði, fer í bili út á Fiskamarknaðin á Toftum. - Teir fyrstu dagarnar gekk skjótt at sleppa av við fiskin, men síðan gingu kassarnir undan. Í seinast- uni er fiskurin blakaður upp úr bátunum við hond og koyrdur í smáar kassar. Tað tekur sína tíð og kann vera strævið eftir langan og strævnan útróðrardag, sigur Louis Houmann. 17 bátar róð út av Oyndarfirði - Einir 5 bátar úr Suðuroy eru rýmdir av Oyndarfirði og eru farnir aðrastaðni at royna, sigur Louis Houmann, sum hevur verið bóndi í nógv ár, men nú er farin at rógva út. C M Y K 7 6