Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 59 - 26. mars 2002 Nr. 59 - 26. mars 2002 9 Tær báðar, Nicolina Rubeksen og Rannvá Lútzen, gjørdust ávíkavíst nummar 1 og nummar 2 til triðja innleiðandi umfari av Ársins Songrødd 2002, sum varð hildið í Klaksvík fríggja- kvøldið ÁRSINS SONGRØDD Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Eini 400 fólk vóru savnað í K.Í.- høllini fríggjakvøldið, tá triðja innleiðandi um- farið av Ársins Songrødd fór av bakkastokki. 7 luttakarar vóru, og í millum hesi var eisini ein- asta mannfólkið higar til í kappingini. Væl upplagdur James Frásøgumaður hetta kvøld- ið var navnframi James Olsen, og eydnaðist tað honum at seta rættuligt lív í alt fólkið, sum var til staðar. Frá fyrstu løtu fekk hann allar áhoyrararnar at vera við, og varð hann fagnaður við lógvabrestum og róp- um, hvørja ferð hann vísti seg á pallinum. Saman við tveimum dansigentum framførdi hann eisini sítt egna show, og dámdu áhoyrarunum framúr væl. Í millum hvønn luttakara var plátuvendarin Martin Kjærbo á pallium og undir- helt áskoðararnar, og hetta var eisini við til at seta enn meir lív í fólkið. Einasta mannfólk higartil Sjálva kappingina byrjaði Jógvan á Høvdanum, yngri. Jógvan er væl kendur mill- um allar norðoyingar, og hevur hann eisini verið við í Ársins Songrødd fyrr. Jógvan var einasta mann- fólkið, sum luttók í kapp- ingini hetta kvøldið, eins væl og hann er fyrsta mannfólki higartil í kapp- ingini. Jógvan hevði sína egnu tulking av sanginum Follow Me hjá Uncle Kracker, men hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa hann í finaluna. Høgt støði Frá fyrireikarunum av kappingini frætta vit, at støðið millum tey luttak- andi hesu ferð var sera høgt, og torført var hjá dómarunum at finna fram til røttu vinnararnar. Hvør einstakur luttakari gjørdi nógv burtur úr teirra framførslu, og ikki minst høvdu tey hvør sum ein ser- stakliga góða rødd, sum tey dugdu væl at brúka. Tó varð eftir allar fram- førslurnar greitt, at vinnar- ar av hesum umfarinum vórðu systkinabørnini Nicolina Rubeksen og Rannvá Lútzen. Liggur til familjuna Hetta við at syngja hevur altíð ligið til familjuna. 14 ára gaml Rannvá hevur í nøkur ár verið ein av fremstu røddunum í Kulum Rótum, og 17 ára gamla Nicolina er heldur ikki heilt óvon við at syngja. Hon hevur longu verið við á ymsum konsertum, og eis- ini hevur hon roynt seg við Ársins Songrødd fyrr. Sein- asta ár vann hon innleið- andi umfarið í Klaksvík, men tó eydnaðist henni ikki vinna finaluna í Havn. So verður spennandi at vita, hvussu tær báðar fara at klára seg í finaluna, sum verður í Havn tann 29. juni. Systkinabørn sigraðu! Vinnarar: Systkinabørnini Nicolina Rubeksen og Rannvá Lútzen gjørdust ávíkavíst nummar 1 og nummar 2 James Olsen: Ein væl upplagdur James Olsen á pallinum Luttakarar hetta kvøldið vóru Susan Guðjónsson, Sólgerð M. Joensen, Mathea Olsen, Rannvá Lútzen, Nicolina Rubeksen, Jógvan á Høvdanum og Randi Sivertsen Tey tjúgu, ið kláraðu upp um gáttina til fjarlestur útbúgving- ina, høvdu fyrsta skúladag fríggjadagin FJARLESTUR Heri á Rógvi Tað var fyrsti skúladagur fríggjadagin. Fyrsti skúla- dagur hjá tjúgu fólkum. Tey tjúgu, sum hava fingið inni- vist á nýggju útbúgvingini innan leiðslu og fyrisiting, ið Robert Gordon Univer- sity í Aberdeen bjóðar út í samstarvi við Føroya Handilsskúla. Tað var held- ur ikki lítið, sum kanska ikki heilt ungu næmingar vóru spentir, tá lærararnir hjá teimum kundu geva teimum tilfar og greiða frá teimum næstu trimum ár- um, tá leiðsla og fyrisiting fara at mynda mangan kvøldartíman. Sum vera mann til tílík høvi varð borðreitt við onkrum góðum. Næming- arnir fingu hvítvín, juice (sevja) og kokostoppar. Sum heild var alt tað, ið hoyrir einum fyrsta skúla- dagi til, til staðar á fyrsti skúladegnum fríggjadagin. Tað vóru eisini nakrir fróðir næmingar, ið vóru møttir upp. Tey vistu sum var, at fleiri høvdu verið um boðið, og tey vóru tey út- valdur, av eimum skara, sum tald mong fleiri væl roynt og útbúgvin fólk. Fleiri enn hundrað royndu at sleppa inn, men tað vóru bert tey 20, ið megnaðu at klóra seg upp um gáttina. Allir næmingarnir hava útbúgving frá lærdum há- skúla við sær í viðførinum, soleiðis at talan er um nøk- ur væl kvalifiseraði fólk. Og tað krevur eisini eitt sindur at skula taka eina master- útbúgving. Ein master-útbúgving verður eftir teirri bretsku skipanini tikin eftir fýra ára útbúgv- ing sum undergraduate. Ein master tekur vanliga eitt ár, soleiðis at fjarlesturin hjá teimum tjúgu føroyingun- um er ein eitt ára long út- búgving, ið er longd til trý fyri betri at rigga sum partíðarlestur. Fyrsti skúladagur Næmingarnir, ið næstu trý árini fara at taka eina master-útbúgving innan leiðslu og fyrisiting, avmyndaðir uttanfyri Handilsskúlan í Havn á teirra fyrsta skúladegi. Mynd: Jens Kristian Vang. Leiðararnir fyri fjar- lesturin hjá teimum tjúgu føroyingunum eru ógvuliga væl nøgdir við nýggju næmingar skúlans. –Støðið á næmingun- um er sera høgt, og vit eru stórliga bilsnir yvir áhugan fyri lesn- aðinum, sigur Alan Hunt frá Robert Gordon University FJARLESTUR Heri á Rógvi Úr Skotlandi vóru Alan Hunt og Martyn Orchard frá Robert Gordon Univer- sity komnir til Føroya. Tað var í sambandi við, at teir á Robert Gordon byrjaðu upp á eina nýggja í samstarvi við Føroya Handilsskúla og oljufelagið BP, ið hevur fíggjað útbúgvingina. Alan Hunt er tað teir rópa course leader fyri hetta slagið av útbúgving á Ro- bert Gordon University, og hann fegnast um, at áhugin millum føroyingar er so mikið stórur. Samstundis er hann fegin um, at føroy- ingar hava tikið hetta stigið. –Áhugin kom úr Føroy- um upprunaliga. Framman- undan móttøka vit umsókn- ir frá fólki kring allan heim, og vit hava eisini kunnleika til Føroyar, soleiðis at tað ikki var torført hjá okkum at taka avgerðina um at byrja hetta nýggja sam- starvið, sigur Alan Hunt. Alan Hunt sigur hetta vera nakað nýtt fyri teir í so máta, at talan er um Føroy- ar. Kortini hava teir royndir við tílíkum arbeiði, og hetta er serstakt í so máta. Mun- urin sigur hann vera, at fjar- støðan millum skúlan og næmingarnar er stór, men teir eru glaðir fyri sam- starvið við Føroya Handils- skúla, sum gevur teimum lesandi eitt tættari samband við skúlan, hóast talan er um fjarlestur. Tá hetta var nakað heilt nýtt, so høvdu bæði Robert Gordon og Handilsskúlin ikki gjørt sær tær nógvu vónirnar um, at áhugin fór at vera nakað serliga stórur, hóast tey kendu, at áhugi og tørvur var eftir einari tílík- ari útbúgving. Ùrslitið gjørdist, at 130 fólk søktu um upptøku, men pláss var sum sagt bert fyri teimum tjúgu. –Vit eru sera væl nøgdir og satt at siga heilt ovfarnir av støðinum hjá teimum søkjandi. Akademiska støði er sera høgt, og hetta eru vit serstakliga fegnir um, tí hetta er ein útbúgving, ið krevur nógv frá teimum lesandi, og hon er á einum rættiliga høgum støði, sigur Alan Hunt. Fríggjadagin fingu teir báðir frá Robert Gordon so fyrsta møguleikan at hitta næmingarnar, og teir lótu væl at. –Hetta er ein sera nógv vitandi flokkur, ljóðaði tað frá Martyn Orchard. Alan Hunt sigur, at teir hava lagt seg eftir tí aka- demiska støðinum fyrst og fremst, tá teir hava valgt næmingarnar út til útbúgv- ingina, og tað skortaði heldur ikki við kvalifiser- aðum næmingum. Miðal- aldurin er 38 ár, og teir meta talan vera um ein góð- an blanding av fólki. Ser- liga fegnast teir um, at tað er ein góður blandingur millum fólk frá almenna og privata sektorinum. Kanna eftir Enn er eingin avgerð tikin um, hvørt ein nýggjur flokkur av hesum slag skal upptakast. –Tann stóri royndin verður at vita eftir, hvussu nógv klára tað, men vit fara eisini at gera eftirmetingar nakrir ferðir hesi næstu trý árini. Eydnast hetta væl, so kann tað væl hugsast, at eitt líknandi tilboð verður stáplað upp á beinini, men fyribils eru ongar ætlanir um at byrja ein nýggjan flokk, hóast áhugin hevur víst seg at vera so mikið stóran, sigur Alan Hunt. Prógvar eftir- spurningin Elsa Maria Olsen, deildar- leiðari á Føroya Handils- skúla, sigur, at tað er ógvu- liga harmiligt fyri Handils- skúlan at skula avvísa so nógvum fólkum. –Hesi hava fyri tað nógva alt tað, ið krevst til eina tí- líka útbúgving, og hetta prógvar, at tað er stórur eftirspurningur eftir hesum slagi av útbúgvingingum, sigur Elsa Maria Olsen. Tá útbúgvingin av fyrst- an tíð varð almannakunn- gjørd, so varð vísta Góðir tríggir triðingar av næm- ingunum koma úr høvuðs- staðarøkinum. Hetta heldur Elsa Maria skyldast, at tað flestu útbúgnu fólkini savn- ast í Havn, har mesta al- menna umsiting er, og tað er eisini í høvuðsstaðarøk- inum, at eftirspurningurin eftir væl útbúgnum fólki er størstur. Handilsskúlin hevur ætl- anir um, at innan fýra ár skal skúlin bjóða útbúgv- ingar innanfyri tað merkantila á bachelor støði. Hetta vónar Elsa Maria fer at eydnast, men hetta er sjálvandi nógv treytað av m.a. fígging og møguleik- unum hjá skúlanum annars. Føroya Handilsskúli bjóðar í skrivandi stund útbúgv- ingar á hægri stigi sum kvøldskúla, og skúlin hevur harafturat eisini bjóða út datamatikara útbúgving, har teir seinastu næmingar- nir júst vórður lidnir fyri góðum mánaði síðani. Robert Gordon University: –Vit eru væl nøgd Teir báðir, Alan Hung og Martyn Orchard frá Robert Gordon lata væl at føroysku næmingunum. Teir eru avmyndaðir saman við Elsu Mariu Olsen frá Føroya Handilsskúla. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 9 8 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo Møguleiki er eisini at royna nýggjar bilar Citroen Xantia 1,9 TD 5H km. 94.000, árg. okt. 1996 115.000,- Citroen Jumpy 1,9TD 8 ferðandi km. 28.200, árg. mars 2000 190.000,- Citroen Xantia II 2,0 HDi 5H km. 75.000, árg. aug. 1999 162.000,- Citroen Xantia II 2,0 HDi stc. 5H km. 52.500, árg. nov. 1999 172.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Mazda E2200 Vøruvognur km. 91.500, árg. mars 1997 90.000,- Peugeot 306 D 4H km. 150.000, árg. apr. 1995 80.000,- Toyota Corolla 2,0D km. 99.000, árg. aug. 1998 117.000,- VW Polo 1,9 SDi km. 145.000, árg. sept.1997 90.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi stc. 5H km. 83.000, árg. juni 1999 140.000,- Mitsubishi Colt 1,3 GLXi 3H km. 230.000, árg. jan. 1989 15.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 80.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5H km. 145.000, árg. mai 1992 52.000,- Ford Escort 1,8i 16V 5H km. 80.000, árg. juli 1996 70.000,- Citroen ZX 1,4i 5H km. 70.000, árg. feb. 1996 75.000,- Sýnaður 06'01 Sýnaður 08'00