týsdagur 26. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 59 - 26. mars 2002
Nr. 59 - 26. mars 2002
13
VIÐMERKINGAR
Bert fáar almennar
útreiðslur eru
goldnar
Heðin Mortensen
løgtingsmaður og
valevni Sambands-
floksins
Tað er ikki óvanligt, at
umboð fyri sitandi sam-
gongu lovprísa tí poli-
tikki, sum samgongan
hevur staðið fyri hesi
seinastu 4 árini.
Fleiri av teimum siga
bart út, at ongantíð er so
nógv hent í einum val-
skeiði sum hesum.
Vit eru nógv sum dag-
liga hava fylgt gongdini,
og sum ikki eru samd í tí
sjónarmiðinum.
Hyggja vit rundanum
okkum, so síggja vit, at
veruleikin er ein heilt
annar.
Bert ein brotpartur av
tí, sum samgongan hev-
ur arbeitt við, er sett í
verk. Og hóast fíggjar-
lógin er hækkað eina
milliard kr. seinastu 4
árini, so verður tað kom-
andi samgongan, sum
má gjalda meginpartin
av teimum almennu út-
reiðslunum, sum eru
settar í verk.
Seinni í hesum árinum
verður klárt at koyra
undir Vestmannasund.
Almenna íløgan í ar-
beiðið er 180 milliónir
kr. Av teimum hevur tað
almenna goldið 100
milliónir kr. So har resta
framvegis 80 milliónir
kr. í. Verða tær ikki sett-
ar í ætlanina, so verður
tað so kostnaðarmikið at
ferðast um Vestmanna-
sund, at tað ikki letur seg
gera hjá vanligum fólki.
Sáttmáli um at byggja
nýggja ferju til Suður-
oyarsiglingina, verður
undirskrivaður í næst-
um. Ferjan fer at kosta
310 milliónir kr. Og
higartil er einki goldið.
Aftrat Suðuroyarferj-
uni verður mett, at minst
100 milliónir kr. skulu
nýtast til at bøta um
havnaviðurskiftini, ann-
ars kann ferjan ikki
sigla. Eingin króna er
enn goldin til endamál-
ið.
Farið er undir at
byggja
nýtt
Lands-
sjúkrahús í Havn. Tað er
ein ætlan, sum fer at
kosta einar 300 milliónir
kr. Higartil er bert fyrsti
partur goldin, umleið 60
milliónir kr. Har resta
framvegis
yvir
200
milliónir kr. í. Sam-
stundis er tað einum og
hvørjum greitt, at ver-
andi
Landssjúkrahús
skal umvælast fyri einar
5-600 milliónir kr. tey
næstu árini.
Tingið hevur samtykt
at farast skal undir at
gera undirsjóvartunnil
undir Lorvíksfjørð. Tann
ætlanin fer at kosta einar
340 milliónir kr. Av
teimum skal tað al-
menna gjalda einar 240
til 260 milliónir kr., tí
bummpengarnir
klára
ikki at fíggja meir enn
80 til 100 milliónir kr.
Eingin króna er enn sett
av til arbeiðið.
Hetta eru bert nakrar
av teimum íløgunum,
sum eru neyðugar í sam-
felagnum. Og tær vísa,
at neyðugt verður við
minst 1,5 milliardum
kr., um ætlaninar skulu
gerast veruleiki.
Vit hava fyri tveimum
mánaðum síðani sam-
tykt fíggjarlógina fyri í
ár. Hon vísti eitt yvirskot
uppá 18 milliónir kr.
Samgongan hevur lagt
uppskot um eykajátt-
anarlóg fyri tingið. Eftir
tí økjast útreiðslurnar
við 45 milliónum kr.
Sostatt er longu talan
um undirskot á fíggjar-
lógini.
Samgongan kvetti 366
milliónir kr. av ríkis-
veitingini, tí brúk skuldi
ikki vera fyri peningin-
um.
Vit, sum sita í and-
støðu, vita fullvæl, at tað
hevði verið brúk fyri
allari ríkisveitingini og
gott og væl tað, um sam-
felagið skal kallast eitt
framkomið samfelag.
Tað eru bert sam-
gongulimir, sum royna
at billa fólki nakað ann-
að inn.
Hóast tað ikki sær gott
út, so eru vit kortini fús
at halda okkum til at
gera Føroyar til eitt betri
samfelag at liva í.
Bárður Nielsen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Norðstreymoy
Ein tann fremsta uppgávan
hjá eini komandi samgongu
er, at loysa stóra íbúðar-
trupulleikan í landinum,
serliga stór er íbúðarneyðin
í meginøkinum runt høv-
uðstaðin. Hetta kemst fyrst
og fremst av at flestu
arbeiðspláss og útbúgv-
ingarmøguleikar eru har.
Íbúðarneyðin í hesum øki
er so stór, at prísirnir eru
pressaðir so langt upp, at
sjálvt fólk við góðari inn-
tøku hava trupuleika at fáa
peningin at strekkja til
húsarhaldið.
Tey ið ætlað sær eina
miðnámsútbúgving, men
ikki hava familju ella kenna
onkran at búgva hjá í
lestrartíðini eru noydd at
ferðast millum heimstað og
skúla hvønn dag, tí at leiga
sær eitt kamar ella íbúð
hava tey als ikki ráð til.
Heldur ikki ung fólk ið
hava verið í útlandinum og
fingið sær eina útbúgving
síggja seg før fyri at flyta
heim aftur á klettarnar, um
tey skulu brúka sína út-
búgving eru flestu arbeiði í
høvuðstaðnum og tey flestu
vilja helst búgva tætt við
arbeiðsplássi, og skulu tey
av við meginpartin av sínari
inntøku til húsaleigu ella til
rentur og avdrøg um tey
velja at keypa sær hús.
Hetta er av sonnum ein
samfelagstrupuleiki í má
loysast, tí at grundarlagið
fyri einum framhaldandi
vælferðarsamfelag er at
hava væl útbúgvi fólk.
Nógv hevur verið tosað
um at loysa íbúðarneyðina,
men enn er ikki komið
nakran veg, hóast so at
onkur hevur roynt, men her
hava landsins myndugleik-
ar lagt forðingar í vegin.
Hettar má ikki halda áfram
og myndugleikarnir eiga
heldur at stuðla einhvørjari
ætlan í kann betra um bú-
staðarmøguleikarnar
so-
leiðis at samsvar verður
millum útboð og eftir-
spurning, soleiðis at prís-
støði verður á einum rími-
ligum støði.
Ein møguleiki at bøtt
uppá hesi viðurskifti hevði
verið at givið tilkomnum
fólki, har børnini eru flutt
heimanífrá møguleika at
keypa sær eina minni eig-
araíbúð, bygt fleiri eldra-
íbúðir ella røktar- og ellis-
heim, og soleiðis bæði loyst
trupulleikan við manglandi
eldrarøkt og hjálpt barna-
familjunum
samstundis.
Ein annar møguleiki hevði
verið at lagt nøkur almenn
arbeiðspláss út um landi
soleiðis at trýsti á íbúðum í
høvuðstaðnum ikki var so
stórt sum nú. At tað gerst
dýrari at reka almenna
sektorin um arbeiðsplássini
verða løgd út um landi eru
bert pástandir. Eg eri vísur í
at tað ikki hevði verið
dýrari at rikið Almanna-
stovuna um hon øll sum
hon var bleiv flutt úr høv-
uðstaðnum.
Jógvan E. Joensen
Hervið eitt lítið hugskot í
samband við ætlaðu tunn-
ilsgerð undir Lorvíksbygd.
Eitt av uppskotunum er,
at tá vegurin frá tunnlinum,
sum skal koma upp onkun-
staðni úti á Vík, kemur
heim í bygdina, skal ein
rundkoyring gerast, áðrenn
vegurin stingur seg undir
heilt í Fróðasa gerði, undir
brekkuni. Hetta er helst á
góðari leið, men samb.
sama uppskoti skulu norð-
ingar upp at anda í einum
rundkoyrsli, eitt stað mill-
um
núverandi
tunnils-
munna og Statoil-støðina,
áðrenn teir aftur stinga seg
undir heilt í núverandi
tunnli.
Hugskot mítt er, hví ikki
lata tunnilin undir bygdini
koma saman við núverandi
tunnli, einar 30 – 40 m
innanvert núverandi tunn-
ilsmunna?
Hetta
hevði
kanska longt tunnilin undir
bygdini einar 300 m, men
so slap ein frá rundkoyring
2. Eg hugsi ikki lorvíkingar
høvdu haft nakað ímóti at
nýtt sunnaru rundkoyring-
ina tá teir skuldu av bygd-
ini.
Tann 30 – 40 metra
stubbin, sum tá loypur av
kann landið leiga áhug-
aðum til frystigoymslu.
Goymslan kann lættliga
víðkast um tørvur er á tí.
Kanska vert at umhugsa.
Rasmus Niclasen
Framtíð Føroya eru børnini
og tey ungu, tí setir javn-
aðarflokkurin sær fyri at
loysa teir trupulleikar, ið
eru innan skúlaverkið.
Fólkaskúlin er ein speg-
ilsmynd av samfelagnum.
Hann má laga seg eftir og
taka støðu til tær somu
avbjóðingar, sum sam-
felagið annars. Vit liva í
einum
vitanarsamfelag,
sum broytist alla tíðina. Tí
er alneyðugt at geva teim-
um ungu eina holla og
fjølbroytta undirvísing, so-
leiðis at tey gerast før fyri
at taka ímóti teimum av-
bjóðingum, sum nútíðar-
samfelagið setir teimum.
Hetta er einans fyrsti liður í
eini lívslangari læring, sum
má standa øllum í boði.
Men skúlin er ikki „gear-
aður" til hesa avbjóðing
sum er. Til tess at náa hes-
um máli, mugu lærararnir
fáa tilboðið eftirútbúgv-
ingar. Í hesum skúlaárinum
hevur ongin verulig eftir-
utbúgving staðið lærarun-
um í boðið, orsakað av
ósemju millum myndug-
leikarnar og lærarafelagið.
Øllum næmingum eigur
at standa í boði eitt virðiligt
skúlatilboð. Í dag hevur
skúlin onki tilboð til tey,
sum av eini ella aðrari
orsøk ikki fella innanfyri
karmarnar til ‘vanliga’
skúlaundirvísing. Her er
neyðugt at veita alternativ
tilboð, sum t.d. eftirskúlar
ella at geva skúlunum størri
játtan, so teir kunnu gera
nakað við henda trupul-
leikan. Vit hava alt ov nógv
dømi um næmingar, sum
verða trýstir inn í eina
skipan, ið teir als ikki
hóska til. Um teir á annan
hátt ikki megna skúla-
gongdina, er neyðugt vid
øðrvísi pedagogikki og
undirvísing.
Skúlabyrjanin
hevur
alstóran týdning. Ein trygg
og góð innskúling lønar seg
aftur í seinna enda. Tí
skjýtur javnaðarflokkurin
upp, at seta næminga-
markið í 1. og 2. fl niður til
18 næmingar. Hetta gevur
lærarunum ein betri møgu-
leika at veita øllum næm-
ingunum eitt gott grund-
arlag fyri teirra framhald-
andi skúlagongd. Ein onnur
loysn kundi verið, at tveir
lærarar vóru um teir stóru
byrjannarflokkarnar.
Sum skipanin er í dag, er
stórur munur á, hvussu
nógvir tímar verða tillut-
aðir hvørjum skúla. Tíma-
býtisfrymilin tekur støði í,
um
talan
er
um
ein
ársbýttan ella ikki ársbýttan
grundskúla,
framhalds-
skúla við grundskúla ella
uttan grundskúla. Hetta
hevur ofta við sær, at mis-
munur verður gjørdur á
skúlunum. Nakrir skúlar
kunnu geva næmingunum
teir tímar, sum skúlalógin
ásetir og aðrir ikki. Serliga
eru teir smærru bygda-
skúlarnir við sviðið sod.
Nú røkist tó fyri, at loysn er
í eygsjón í hesum málið,
men enn sýnist tó ikki full
semja at vera millum
partarnar.
At støðan er álvarslig,
vísir ein trivnaðarkanning,
ið
Føroya
Lærarafelag
hevur gjørt. Har sigur ein
stórur partur av lærarunum
seg vera minni nøgdar við
arbeiðið, enn teir hava
verið, og helmingurin um-
hugsar av álvara at søkja
annað starv. Orsøkirnar
eru, at broytingar henda
alla tíðina, at arbeidstíðin
ikki røkkur til, at tann
uppalandi uppgávan økist,
at virðingin frá almenn-
inginum minkar og at
skúlaverkið ikki megnar at
taka sær av næmingum við
serligum tørvi.
Her eru álvarslig signal
úr fólkaskúlanum, sum
politiski
myndugleikin
noyðist at taka støðu til.
Íbúðarneyðin er ein trupulleiki !!!
Ein betri fólkaskúla
Tunnil undir Lorvíksbygd og hvat so?
VIÐMERKINGAR
Hvussu ávirkar
sølan av Føroya
Banka okkara
búskap?
Súsanna Dam
Íalt ein og ein hálv
milliard krónur er virðið
á
partabrøvunum.
Hvussu nógv fara før-
oyingar at keypa? Rest-
in skal so seljast uttan-
lands.
Hetta merkir at uttan-
landskuld okkara veksur
við virðinum av hvørj-
um einasta partabrævi,
selt verður, umframt at
hon eisini er hækkað við
tí, ið longu er selt, t.d. í
alivinnuni.
Yrkisfelag Studentaskúla-
og HF-lærara vil við hes-
um boða frá, at vit til fulnar
taka undir við blokadu til-
tøkum
Føroya
Lærara-
felags. Samstundis mót-
mæla vit og átala, at
Mentamálastýrið
nýtir
loyniligar blokadubrótarar
til at gera uppgávurnar til
skrivligu fráfaringarpróv-
tøkurnar í summar hjá 9. og
10. flokkunum, og sum eru
raktar av blokaduni hjá
Føroya Lærarafelag.
Vit halda hetta vera dømi
um vantandi virðing fyri
einum fakfelag, og at henda
framferð tykkara á ongan
hátt økir um álitið á
Mentamálastýrið sum ar-
beiðsgevara. Takið upp
annan tátt og haldið tykk-
um til tilmælið, sum varð
gjørt
millum
partarnar
30.04.2000.
Yrkisfelagið vil eisini
gera greitt, at vit nokta
limum okkara, at taka upp
arbeiði, sum er rakt av
blokadu Føroya Lærara-
felags.
Avrit av hesum brævi er
sent fjølmiðlunum.
Vinarliga
YF-stýrið
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
mótmælir atburði Mentamálastýrisins
Røktarheim skulu
byggjast
Bergur P. Dam
Valevni Javnaðarfloiksins í
Suðurstreymoy
Ein ferfalding av útgjald-
inum
úr
samhaldsfasta
verður høvuðstátturin í
pensjónshækkingunum,
kemur Javnaðarflokkurin í
samgongu eftir valið.
Áhaldandi hava vit í
Javnaðarflokkinum víst á,
at ein nýggj pensjónsskip-
an, ið er grundað á eina
dubbing av samhaldsfasta,
er ein serføroysk loysn,
sum beinanvegin fer at
virka. Við hesi fáa allir pen-
sjónistar eina góða inntøku,
sum kann tryggja teimum
ta sømuligu pensjónistatil-
veru, sum tey hava uppi-
borið. Og tá tað kemur til
fíggingina, verða tað breið-
astu herðarnir, sum berða
meira.
Allar hinar skipaninar -
og ikki minst tær, sum
sitandi borgarliga sam-
gonga hevur arbeitt við -
eru eyðkendar við at tær
koma ikki at merkjast fyrr
enn um eini 40 ár og at
útgjaldið
verður
eftir,
hvussu nógv tú megnaði at
gjalda inn, meðan tú vart
virkin á arbeiðsmarknaðin-
um. Also skulu inntøku-
munirnir varveitast og økj-
ast í pensjónsárunum. Onk-
ur av borgarligu flokkunum
-
serliga
Tjóðveldis-
flokkurin - hevur skotið
upp at endurreisa fátækra-
hjálpina fyri tey, sum ikki
megnaðu at vera við, tá
inngjøldini fullu.
So skjótt
Útgjøldini úr samhaldsfasta
eru fyrst og fremst tengd at
inngjøldunum. Beinanveg-
in sum inngjøldini økjast,
sæst tað aftur í útgjøldun-
um. Í løtuni gjalda løntak-
arar og arbeiðsevarar hvør
sítt hálva prosent til sam-
haldsfasta. Hetta gevur eitt
útgjald á umleið 650 kr um
mánaðin. Verða inngjøldini
eftir fýra árum økt til tvey
prosent frá hvørjum, verða
útgjøldini
samsvarandi
hækkað til áleið 2600 kr
um mánaðin. Pensjónist-
arnir skulu sostatt ikki bíða
í upp til 40 ár eftir ar-
beiðsmarknaðarpensjónini.
Fyri øll
Tá gjaldast skal úr sam-
haldsfasta,
verður
ikki
spurt nær og hvussu nógv
tú hevur goldið inn. Allir
føroyingar eiga rættin at fáa
gjald úr samhaldsfasta.
Eisini tey, sum annars ikki
vóru ment at gjalda nóg
nógv inn í árunum undan
pensjónsaldrinum, til at
fíggja
eina
persónliga
eftirløn. Hetta tí tey kanska
ikki vóru arbeiðsfør, ella
tey kanska ikki høvdu løn-
arbeiði. Men eisini ein stór-
ur partur av teim tímaløntu,
við skiftandi arbeiði, hevði
verið í hesi støðu.
Og øll fáa somu upp-
hædd úr samhaldsfasta, líka
mikið, hvussu nógv ella
hvussu lítið tey hava goldið
inn. Tað er jú tí tað eitur
samhaldsfasti.
Øll, sum kunna, gjalda
Meðan aðrar pensjónsskip-
anir annahvørt eru fíggj-
aðar av skatti ella persón-
ligum inngjaldi, er sam-
haldsfasti
fíggjaður
av
pørtunum
á
arbeiðs-
marknaðinum. Skattafíggj-
aðar skipanir eru eyðkend-
ar av, at tað fyrst og fremst
eru løntakaranir, sum bera
byrðarnar. Meginparturin
av skattainntøkuni er lønar-
skattur - vinna og arbeiðs-
gevarar rinda lutfalsliga
lítlan part av samlaða skatt-
inum. Persónligar trygging-
ar eru eyðkendar av, at tað
fyrst og fremst eru tey, sum
vinna nógv, ið megna at
verða við.
Men høvuðsinntøkan hjá
samhaldsfasta er arbeiðs-
marknaðargjald. Tað merk-
ir, at hvørja ferð ein løn
verður útgoldin, rindar
arbeiðsgevarin somu upp-
hædd sum løntakarin til
samhaldsfasta. Fyri løntak-
aran merkir tað, at sam-
haldsfasti er meira enn
helvtina so bíligur sum
aðrar loysnir.
Ein ódýr skipan
Júst tí samhaldsfasti er so
einfaldur í sínum bygnaði,
er hann eisini tann besta
loysnin, tá tað snýr seg um
umsiting. Skipanin er so
einføld, at hon krevur lítla
og onga umsiting. Við
øðrum orðum: alt inn-
gjaldið fer óskert til eftir-
løn, meðan aðrar skipanir
skulu fíggja eitt yvirskot í
eini fyritøku og/ella løna
eini stórari umsiting.
Samhaldsfasti er her
Í fýra ár hevur henda sam-
gonga bølst oman á eini
pensjónsskipan. Endamálið
vóru tey samd um: fótur
skuldi setast fyri solidar-
isku skipanini og ein skip-
an, sum knæsetir klassa-
munirnar skuldi setast á
stovn. Men heldur ikki á
hesum øki megnaðu tey at
seta nakað í verk. Og
kanska var tað bara gott, tí
so fingu tey ikki stovnsett
ætlaðu asosialu skipanina.
Men samhaldsfasti er her
- tað einasta, ið krevst er
ein dubbing av skipanini.
Veðrur inngjaldið eftir fýra
árum sett upp í tvey prosent
frá hvørjum parti á ar-
beiðsmarknaðinum, verður
útgjaldið eisini so stórt, at
vit røkka málinum um
10.000 kr til hvønn stakan
pensjónist, um fólkapen-
sjónin bert verður hækkað
við 400 kr. Hetta er ein
einføld, trygg og skjót
loysn, sum Javnaðarflokk-
urin hevur sett sær fyri at
fremja - og sum vit halda
fast um.
Pensjónsábøtur:
Samhaldsfasti er trygga, skjóta og rættvísa
loysnin
Páll Poulsen
Valevni, Sambandsfloksins
Norðstreymoy
Ríkisfelagsskap ella
loysing.
Eftir valið 30. apríl skal
veljast landsstýri, tí so-
ljóðandi
spurningur
til
Javnaðarflokkin. Hvørjum
ynskir Javnaðarflokkurin at
samarbeiða við eftir valið?
- hetta skyldar hann veljara
sínum, at koma fram við
innan valdagin 30. apríl. Tí
- veljarin situr við lyklinum
til nýggja samgongu.
Gott val!
Til leiðsluna í javnaðarflokkinum
Joan Ziskason
www.jozi@post.olivant.fo
-Tey eldru, sum eru
vorðin veik og sjúk, eiga
rætt til nøktandi hjálp og
stuðul.
Tey næstu 4 árini
skulu røktarheim byggj-
ast, sum geva pláss fyri
umleið160 røktarheims-
plássum. Hetta hevur
javnaðarflokkurin sett
sær sum mál. Lands-
kassans partur av íløguni
verður uml. 80 mió. kr. í
4 ár.
Seinasta
samgonga
hevur svikið tey veiku
gomlu, tí hon hevur
einki røktarheim bygt.
Tað er bæði synd og
skomm, at so nógv gom-
ul í okkara samfelag, eru
noydd til at sita óhjálpin
heima, tí tað ongastaðni
er rúm fyri teimum. Hesi
hava avgjørt uppiborið
eitt betri lív.
Heimahjálparar
og
heimasjúkrasystrar gera
sítt til at hjálpa, men tær
eru bara á vitjan í ásett-
ari tíð. Eingin døgnrøkt
er. Nógv gomul og sjúk
verða løgd í song kl. átta
á kvøldið, og síggja
ongan aftur fyrrenn kl.
átta á morgni.
Fleiri gomul, sum eru
veik og sjúk, hava av-
varðandi, sum eru um
tey. Men at ansa t.d.
einum dementum heima
er ein slítandi uppgáva,
sum ikki er haldbar í
longdini. Nógv boygna
undan, og fleiri eru
noydd at siga lønandi
starv frá sær fyri at vera
um síni kæru heima.
Hetta er ein støða, sum
javnaðarflokkurin slettis
ikki kann góðtaka og tí
er ætlanin at útvega
meiri enn hálvtannað
hundrað
røktarheims-
pláss tað fremsta í skrá
javnaðarfloksins.
Valtilfar í Sosialinum
Treytir fyri upptøku av valgreinum er, at tilfarið
verður latið okkum sum teldupostur ella á diskli.
Prísurin er hálvur lýsingarprísur.
Fyri valgreinar á valsíðuni í Internet-Sosialinum er
prísurin 50 kr fyri hvørja grein, um ikki onnur avtala
er gjørd við flokkarnar.
Sosialurin
C
M
Y
K
13
12