týsdagur 26. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 26. mars 2002
15
Bátasmiðjurin Kjar-
tan Hansen úr Klaks-
vík smíðar ein alibát.
Av tí at ongin høll er
til slíkar verkætlanir,
arbeiðir hann við at
seta bátin saman úti
BÁTASMIÐ
Solby A. Eliasen
Klaksvík: – Eg havi verk-
stað í garasjuni hjá mær, og
har inni er ikki hugsingur
um, at seta ein bát saman,
sigur Kjartan Hansen, sum
saman við øðrum ger ein
alibát.
– So vit hava virkað alt
inni í verkstaðnum fyri síð-
ani at fara út at arbeiða víð-
ari.
Tað er Vest Salmon, sum
skal hava alibátin. Arbeiðið
byrjaði fyrsta november og
báturin verður væntandi
liðugur um hálvan mei.
– Ein krani, sum vit skulu
nýta, er seinkaður, men
annars gongur alt, sum tað
skal, og sum er, halda vit
okkum til tíðarætlanina,
sigur Kjartan, sum millum
annað eisini hevur gjørt
brúnna á Polarstjørnuni.
Hann greiðir frá, at tá ein
skal fáast við slíkt arbeiði
hesa ársins tíð, so má veð-
rið havast í huga, tá man
ger tíðarætlanina, tí ongin
ivi er um, at tað ger sítt til
at seinka arbeiðinum.
– Um vit arbeiddu inni,
so hevði arbeiðið helst ikki
tikið meiri enn einar tveir
mánaðir, heldur Kjartan.
– Men við tað, at eg havi
møguleika til at virka øll
stykkini inni, so er tað ikki
so galið kortini. Og hesar
seinastu dagarnar hevur
veðrið verið avbera gott, so
vit hava fingið nógv av
skafti.
Alibáturin er úr alumini-
um og tað skal alt sveisast.
Men tað tolir ikki vind og
vætu, og so er alt sagt, tá
hugsað verður um tað før-
oyska veðurlagið.
Nógv arbeiði
Kjartan sigur, at hann fær
nógvar fyrispurningar um
at gera og umvæla bátar.
– Tað hevur verið nógv
arbeiði seinastu trý árini, so
nógv at um ein ikki av og á
hevði tikið sær nakrar dag-
ar frí, so hevði slettis ongin
frídagur verið.
Kjartan væntar ikki, at
føroyingar fara at smíða
skip aftur her á landi.
– Gongdin er jú, at
skrokkar verða gjørdir eyst-
anfyri og so koma teir higar
til útgerðan. Tað er so nógv
bíligari at fáa skrokkar
eystanífrá, so inntil eystur-
lendingar finna út av, at
onnur gera sær dælt av
teirra lágu prísum, so fara
føroyingar og at bíleggja
hálvvirkað
heim,
sigur
Kjartan.
– Eg haldi eisini at hand-
verkaragrundarlagið er ov
lítið til at fáast við størri
verkætlanir. Tí allir hand-
verkarar hava sum nú er úr
at gera. Men tað er eisini
eitt tað fyrsta arbeiðið sum
merkir niðurgongd, vísir
hann á.
Av tí sama er tað sera tor-
ført at gera eina langtíðar-
ætlan fyri bátasmið. Og
hon skal til, heldur Kjartan,
um hann skal gera sín
dreym til veruleika. Hans-
ara dreymur er, at hava ein
stóran verkstað, har ein eis-
ini kann seta bátar saman -
ikki bert virka stykkini til.
Tey á psykiatrisku
deild á Landssjúkra-
húsinum siga, at tað
leingi hevur verið
saknur á einum mini-
bussi til sjúklingar. Tí
skipar Áhugabólkur-
in fyri sjúklingabussi
til psykiatrisku deild
fyri einum almennum
tiltaki leygardagin 6.
apríl
TILTAK
Ingrid Bjarnastein
Grundin til, at psykiatriska
deild ynskir sær ein sjúk-
lingabuss er fyri, at sjúk-
lingarnir undir innlegging
kunnu varðveita síni rætt-
indi og sínar møguleikar at
brúka almenn tilboð í sam-
felagnum. Hetta verið seg
framsýningar,
Norður-
landahúsið og gera túrar út
á bygd ella bara fara út í
náttúruna at hugna sær.
Áhugabólkurin fyri sjúk-
lingabussinum sigur, at
fleiri aðrir búfólkastovnar
hava leingi havt flutninga-
akfør av hesum slagi, og tí
er ein áhugabólkur av
starvsfólki farin undir at
savna inn pening til ein
minibuss.
– Enn restar nógv í, og í
tí sambandi hava vit heitt á
kent listarfólk og annars
bæði kommunu- og lands-
politikkarar um at lata
listarverk til eina almenna
uppboðssølu til frama fyri
sjúklingabussin,
sigur
áhugabólkurin.
Henda
uppboðssølan
verður í veitsluhøll Lands-
sjúkrahúsins leygardagin 6.
apríl. Beint áðrenn verður
pallborðsfundur um nýggju
psykiatriætlanina,
hann
byrjar klokkan 14, og vænt-
að verður, at uppboðssølan
kann byrja umleið klokkan
17. Men longu áðrenn pall-
borðsfundurin byrjar verð-
ur møguleiki at síggja
listarverkini.
Á heimasíðuni hjá
Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd stendur at lesa,
at bussførarar, ið eru
strongdir, eru eitt
vandamál fyri
ferðsluna
FERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Á heimasíðuni hjá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd er skrivað
um ein bussførara, sum
hevur koyrt býbuss í Havn í
fleiri ár. Hann hevur sagt
upp nú, tí arbeiðið er alt ov
strævið, vaktirnar ov langar
og ferðslan trupul og ógvu-
slig. Bussførarin sigur, at
ætlanin, sum bussarnir
koyra eftir, er alt ov
strømm, og bussførararnir
noyðast tí ofta at koyra
skjótari enn loyvt er og
noyðast teir eisini at vera
frekir í ferðsluni. Tí er tað
nærum sjálvsagt, at undir
slíkum
umstøðum
er
ferðslutrygdin ikki nóg
góð.
Umframt ferðsluvandan
kann henda drúgva koyr-
ingin, sum er ein kapprenn-
ing við tíðina, eisini verða
vandamikil fyri bussførar-
arnar og heilsustøðu teirra.
Bussførarin, sum nú hevur
sagt seg úr starvi, endaði á
deild 8 á Landssjúkrahúsi-
num við hjartatrupulleik-
um.
Kanningar gjørdar
Kanningar í Danmark hava
staðfest, at bussførarar eru í
einum serligum vanda-
bólki, tá talan er um blóð-
propp í heilanum – vanda-
bólkurin er tann størsti av
vandabólkunum í Dan-
mark. Hesin trupulleikin
heldur veksur enn minkar.
Tað eru umleið 80% meira
sannlíkt, at ein bussførari
verður raktur av blóðproppi
enn onnur. Fyri 10 árum
síðani vóru prosentini á 40.
Í øllum grannalondum
okkara eru reglur gjørdar
fyri, hvussu leingi ein buss-
førari hevur loyvi at sita við
róðrið uttan steðg. Men í
Føroyum eru ongar reglur
um koyri- ella hvílitíðir.
Ferðslutrygd hevur, eftir
áheitan
frá
føroyskum
bussførarum, heitt á av-
varðandi myndugleikar um
at taka málið til viðgerðar.
Skriv varð sent millum
annað til Vinnumálastýrið,
sum svaraði, at sjónarmið-
ini
hjá
Ráðnum
fyri
Ferðslutrygd eru tikin til
eftirtektar, og verða havd í
huga tá broytingar og tillag-
ingar verða gjørdar á øki-
num.
25 ára gamli Fríði
Øster skal tann 9.
apríl, saman við
bólkinum hjá sær,
Robbie Williams
Jam, spæla á Baren í
Christianshavn í
Keypmannahavn
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Reality-sendingarnar
vinda uppá seg, og føroy-
ingar gera vart við seg
nærum allastaðni. Fyri
stuttum sóu vit Róin
Siggertson royna seg
sum sangara í sendingini
Rockidoler á TV3. Onk-
ur føroyingur hevur eis-
ini roynt seg í Robinson
Ekspeditionen, sum TV3
eisini stendur aftanfyri,
og í løtuni sendir TV3
sendingina Baren 2002.
Ongin føroyingur er við,
men føroyingar fáa teirra
part við hóast alt. Týs-
kvøldið 9. apríl skal Fríði
Øster saman við bólki-
num hjá sær nevniliga
spæla í Baren á Christ-
ianshavn í Keypmanna-
havn.
– Hetta er ein rættiliga
nýggjur bólkur, sum eitur
Robbie Williams Jam,
greiðir 25 ára gamli Fríði
Øster, sum sjálvur spælir
trummur, frá.
– Vit vórðu stovnaðir
beint eftir nýggjár í ár, og
vit spæla bara cover-løg
hjá Robbie Williams.
Hinir í bólkinum eru
danskarar, sum koma frá
ávíkavist
Odense
og
Fredricia.
Fríði sigur, at bólkurin
er stovnaður bara fyri at
hava tað stuttligt og fyri
at fáa eitt sindur av pen-
ingi burturúr.
– Tá tú bara spælir cov-
er-løg, so er ringt at hava
nakað hægri mál fyri
eyga, men vit bara hugna
okkum og hava tað stutt-
ligt.
Trummuspælarin hev-
ur búð í Danmark í 6 ár. Í
løtuni er hann í holt við
at nema sær læraraút-
búgving á Musikkon-
servatoriinum í Odense.
Fríði og Robbie Will-
iams Jam verða at hoyra í
Baren týskvøldið 9. apríl.
Síðani fáa vit at síggja,
hvussu nógv kemur við í
sjónvarpið,
men
tað
verður so ikki fyrr enn
mikukvøldið 10. apríl.
Sjúklingabuss til psykiatrisku deild
Strongdir bussførarar eru
ein vandi í ferðsluni
Bussførarar við strongd eru vandamiklir í ferðsluni
Fríði spæla í
Baren á TV3
Baren 2002, sum verður send á TV3 í løtuni, hýsir 9.
apríl einum føroyskum trummusláara. Tað er nevniliga
25 ára gamli Fríði Øster, sum saman við sínum bólki,
Robbie Williams Jam, ið fer at sláa á trummurnar í
Christianshavn
Smíðar alibát uttanfyri Toll og Skatt
Alibáturin, sum Kjartan
smíðar er fýra metrar breiður
og tíggju og ein hálvan metur
til longdar. Hann kostar um
hálva aðru millión.
15
14
Nr. 59 - 26. mars 2002
Grækarismessurøðan
2002, sum Frits
Johannesen helt í
Fuglafjarðar skúla
Nógvar eru søgurnar um
fuglar og djór. Ein er søgan
tann, at tveir bátar av
Hellunum,
Karis
og
Hvalurin, vóru á veg aftur
av útróðri av Stapanum.
Hetta var í lembingini 1941
Meðan teir sigla suðureftir,
síggja teir ein fugl koma
flúgvandi frá Oyndfjarðar-
fjalli við onkrum í klónum.
Fuglurin flýgur heldur lágt
og orkar ikki at bera hesa
byrðu - lítil byrða er um
langan veg tung, men
henda byrðan, sum hesin
fuglur hevði sett klørnar í,
var í so stór. Hetta var ein
ravnur, ið hevði verið á
veiðiferð, og hevði hann
tikið eitt lamb í Trølldali.
Hann misti flogið og dalaði
niður ímóti vatnskorpuni,
og til síðst slepti hann fongi
sínum. Menninir á Hvalin-
um ( Hans J., Ansgar og
Petur Kristjan) vendu og
fingu fatur á lambinum, og
tað livdi. Við Karis vóru
Alfred, Símun og Johannes
Brúðarfoss.
Ravnur drepur ikki, har
hann byggir. Hetta var óiv-
að ein ravnur úr Norð-
oyggjum, sum hevði verið á
veiðiferð og hevði ætlað at
fáa sær ein góðan bita úr
Eysturoynni, men orkaði
ikki, sum vera man, at
flúgva við lambinum um
Djúpini yvir á Kalsoynna,
har hann aftur hevði fingið
fast undir fótinum og kundi
gjørt sær dælt við henda
feita bitan..
Tað hevur verið ein
fragdarløta umborð á bát-
inum, tá ið menninir løgdu
at landi í Oyndarfirði og
lótu lambið frá sær. Teir
bóðu nakrar dreingir fara
niðan til Heina í Hoygarðs-
húsi og biðja hann koma
oman
eftir
lambinum.
Heini kendist við lambið.
Tað hevði felagsmerkið
Norðuri í Fjalli - stívt á
høgra. Hann hevði verið í
haganum um morgunin og
hugt eftir seyði. Var komin
fram á hetta lambið, sum
var nýlembt og hevði mark-
að tað.. Røktingarmaðurin
kendi lambið aftur og visti,
hvør ærin var, sum átti tað.
Hann fekk móðrini lambið
aftur.
Hetta er ein søga frá tí
dagliga lívinum, sum er
sonn. Einki vita vit um
hvussu glað, ið ærin var, tá
ið hon fekk smálambið
aftur, og ei heldur vita vit,
hvussu nipin ravnurin var,
tá ið hann so nakkalangur
kom heimaftur av veiði-
ferð, og einki hevði at bera
svongu ungum sínum..
Tjaldrið fer aldri á ráns-
ferð. Tað lívgar og verjir
økið, har tað búleikar og
sampakkar væl við aðrar
fuglar. Ja, tú kanst gott
koma á eitt øki, har bæði
likka og tjaldur eiga hvørt
um annað, og eru tey so
góð, at ikki nápa tey t. d.
egg hvørt frá øðrum. Her er
ein óskrivaður sáttmáli
gjørdur teirra millum, at tey
skulu liva í sátt og semju
sínámillum og verja reiður
og ungar ímóti øðrum
ókunnufuglum, sum koma
sum ófrættagestir at fáa sær
okkurt niður í kjósina, t. d.
eitt egg ella ein unga.
Í skúlanum royna vit at
fáa øll undan sum best.
Næmingar og lærarar ar-
beiða saman um lærigrein-
irnar og veita hvør øðrum
íblástur, eru góð hvør við
annan, góð við t. d. tað
føroyska málið - eins góð
sum likkan og tjaldrið eru
tað yviri á Góðadali, har
tey liva væl saman dyr um
dyr.
Av og á ilskast tit inn á
onkra lærigrein og kanska
onkran lærara við, tí alt er
so " moðið og einki kul".
Tú kundi hugsa tær at verið
sum ravnurin, sett klørnar í
lærara og lærigrein og lyft
tey upp á Lorvíksfjall og
bart tey av har uppi.
Ravnurin tók eitt heilt
smálamb og vildi bera tað
til reiðrið, har hann skuldi
geva sínum ungum henda
feita bitan, men rakk hann
ikki so langt. Ja, tit siga
kanska: Fast taki honum,
men í natúrini eru heilt
aðrar lógir galdandi, enn vit
duga at meta um. Har er
ein eirindaleys kapping um
at yvirliva, og onkuntíð
verður sagt: Hvør av øðrum
liva má. Ei heldur kunnu vit
klára okkum sjálvi. Vit
mugu liva saman við øðr-
um fólki, fáa hjálp frá
øðrum og veita øðrum ein
lætta bæði so og so.
Tjaldrið eru vit góð við,
men ikki ravnin. Hann
drekkur egg, leggur á smá-
lomb, er krunkasvartur og
melið er sum á einum
skurrandi,
elligomlum
bassi, sum púrt einki nyttar.
Nei, vit vilja heldur hoyra
yndisljóðið frá tjaldrinum -
eitt klipp! Tá ið vit hoyra
hetta sæla ljóð, so vita vit,
at várið er í hondum, og
ljósari tíðir eru framman
fyri stavn.. Hetta gleða vit
okkum til. Børninui telja
tjøldrini, sum tey fáa eyga á
og kappast um at síggja
flest tjøldur. Eg veit ikki,
um nakað barn hevur talt
ravnar. Nú er ravnurin ein
støðufuglur, so skuldu vit
farið at talt ravnar, fór hetta
at verða á ein annan hátt.
Vita tit, hvat eg haldi? Vit
skulu eisini vera góð við
ravnin, tí at hann er eisini
ein vakur fuglur, hóast
hann ikki er so menniskj-
ansligur sum tjaldrið og
ikki er so litfagur sum tað.
Nei, hann er einans svartur.
Hava tit nakrantíð sæð
ravnar um ein svartan
deyðseyð í kava, har tað
svarta er svartari enn svart,
og tað hvíta er hvítari enn
hvítt? Ikki so fáir blóð-
dropar litka tann hvíta
kavan. Síggja tit ikki,
hvussu føgur henda myndin
er? Ja, hetta er nakað fyri
tykkum at avmynda.
Vit eiga at eira lív, á sama
hátt, sum tjaldrið verjir um
seg og síni og grannalagið,
men ikki mugu tit vera sum
ravnurin at eyðræna, taka
tað, sum ein annar eigur,
men hóast tað, so mugu vit
vera góð við ravnin, tí hann
prýðir eisini um natúrina.
Veturin hevur verið harð-
ur at koma ígjøgnum. Hann
hevur verið eirindaleysur
ímóti harunum, seyðinum
og fuglunum. Á fellisárum
er ravnurin feitastur, so
løgið tað ljóðar.
Tjaldrið er tjóðarfuglur
okkara, og tjaldrið skulu vit
vera góð við. Okkum
leingist eftir at síggja teg,
tjaldur, og vit gleða okkum
til at hoyra teg aftur. Tú
lívgar um okkum, natúrina
og boðar frá, at nú fer skjótt
at spretta. Tjaldur ver væl-
komið til okkum heim…
Nøkur fólk á Bakkanum bóru staðarnavnið við
sær. Nevnast kunnu Danjal á Bakkanum, Zacharis
á Bakkanum, Bakka Malena, Bakka Pól, Bakka
Jógvan og Óli á Bakkanum. Astrid hjá Bakka
Jógvan fekk spjaldur sítt frá manninum, og er tað
bæði tignarligt og elskuligt.
Tá ið vit festu búgv Norðuri í Bø, gingu Jógvan
og Astrid, Elin og Kristjan, Erling og Mimi,
Torstein og faðir og móðir oman og niðan eftir
Falkarás og stukku inn á gólvið hjá sær og sínum..
Tað var ikki so langt at fara, og var hetta javnan at
onkur var at síggja, sum antin kom niðan ella fór
oman brekkuna. Løturnar fyltust við látandi orðum
og tonkum, sum lá hjartanum næst.
Nú er tann tíðin farin. Hesar løtumyndir eru
festar í minni og eru tær ikki so fáar. Astrid hevur
síðstu tíðina búð hjá dóttrini Zachariu. Hon hevur
sitið um dagarnar framman fyri køksvindeygað og
bundið. Stokkarnir hava gingið so listiliga, og er
hetta bert ein lítil partur av tí, sum hon hevur greitt
úr hondum í sínum langa lívi. Hendurnar sótu væl
og sigast kann, at mikil skaldskapur er í hesi
kvinnu, sum ikki altíð hevur dansað á rósum, men
arbeiðsom og trúføst hevur hon altíð verið. Blíð-
skapurin hevur verið óførur, og mangur hevur sitið
væl inni hjá Astrid og Bakka Jógvan.
Minnist frá barnsbeini av Kathrinu Mikkelsen,
sum var gunmma Astrid og var av Skipanesi. Hon
dugdi væl til hendurnar og seymaði fyri fólk. Hon
tók hana til sín, og varð hon borin út hiðani. Væl
varð hon havd undir bitunum hjá Atrid og Bakka
Jógvan.. Tað sama kunnu vit siga um verðmóðir
hennara, Bakka Malenu. Mannin, Jógvan, passaði
hon til seinast og síðst eisini.
Sum hjá so mongum slerdi afturíaftur hjá Astrid
og Jógvani. Sonurin, Zacharis, druknaði niðri við
Stóru brúgv. Rudolf fór, har æviskeið hansara
kundi verið væl longri. Síðsta mikudag fór
ommusonurin, Jógvan bóndi, fyri bakka og doyði.
Hann, sum valdar øllum, telur løturnar øðrvísi
enn vit mannabørn gera. Eingin skal um sín dag
ganga, men hjá nøkrum ber lagnan mangan trega
og sorg við sær á ævini, har løturnar eru tungar at
koma ígjøgnum. Hóast trega og trongdir hava tey,
sum rakt verða, eina lívsvón, sum aldri doyr. Eitt
ljós skýnir í myrkrinum… á ja, sólin fer aftur at
skýna millum tey dimmu, blágráu skýggini á
himnahválvinum.
Tey byggja land, ið liva… og Astrid hevur bygt
land stillisliga, samvitskufull uttan háva og reyp.
Hetta er henni til mikla tign og miklan sóma.
Heil og sæl, Astrid! Hjartaliga til lukku við
teimum níti árunum og takk fyri manga løtuna á
Bakkanum.
Frits
Aastrid hjá Bakka
Jógvan úr Fuglafirði
níti ár týsdagin 26. mars
Ravnur drepur ikki
har hann byggir
Frits Johannesen
C
M
Y
K
14