týsdagur 26. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • týsdagur • 26. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil legði fyri sum
eitt óløgi, og mundi
tikið VÍF á bóli, men
meistararnir ressað-
ust, og seinastu løt-
una var eingin ivi um,
at gullið var heima
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Vestmenningar komu man-
sterkir til Havnar leygar-
dagin. 20. meistaraheitið í
manshondbólti skuldi fáast
til høldar, og neyvan kundi
hetta gerast betri enn við
einum sigri á arvafíggind-
anum úr Kyndli.
Kyndil hevur ikki havt
fyrndarinnar styrki hetta
kappingarárið, og tí var
roknað við, at VÍF uttan
stórvegis hóvasták skuldi
tryggja sær sigurin. Í
hvussu so er mundi hetta
vera tað, sum flestu áskoð-
ararnir hildu, tó at leikar-
arnir ikki tóku nakað fyri
givið.
Útlitini hjá Kyndli fyri at
spæla vestmenningum eitt
puss, gjørdu tó sítt til, at
teir grønu við eldhuga fóru
undir seinasta dystin á
árinum. Við kvikum upp-
spæli fingu teir ferð eftir
ferð tagað heldur stirvnu
VÍF verjuna sundur, og
skjótt kom munur í á mál-
talvuni.
Vestmenningar
tóktust
púrasta skelkaðir av dystar-
gongdini. Eingin leikari
tóktist hava hug at taka
nakra ábyrgd á seg, og
millum áskoðararnir tóktist
óttin fyri tí óhugsandi at
gera um seg. Skuldi tað
veruliga gerast so, at gyltu
dreingir teirra fóru at tveita
alt burtur á seinasta leik-
degi?
Vendin
Tað óhugsandi var kanska
hugsandi, men so gjørdi
VÍF-venjarin sær dælt av
einum av nýggjaru vápn-
unum í hondbólti. Time-out
varð tikið við støðuni, 8-2,
og nú fór at muna. Leikarar
fluttu seg brádliga fyri
hvørjum øðrum. Við Jón
Nielsen í málinum gjørdist
verjan munandi tættari, og í
álopinum fór fyrst og
fremst Ingi Olsen nú veru-
liga at gera um seg.
VÍF skeyt átta mál á rað,
áðrenn nakað aftursvar
hómaðist, og nú var tað
Kyndil, sum átti tørn at
standa sum kánus. Einki
bar til, og so hvørt sum
bóltarnir fóru sendandi
handan Johan Danielsen,
tóktust leikararnir alt meira
ráðaleysir. Seinastu løtuna
undan steðginum gekst
aftur nakað betri, men tað
tóktist tó greitt, hvønn
vegin tað gekk.
Og vestmenningar stað-
festu hesa gongdina alt fyri
eitt eftir steðgin. Úr tveim-
um varð munurin øktur upp
í fimm mál, og so var fyri
sovítt bara at halda tørn.
Undirhald
Tá tað eisini stóð greitt hjá
Kyndli, at alt var avgjørt,
kundu bæði liðini at kalla
taka sær av løttum seinastu
løtuna. Ikki soleiðis, at tey
einki løgdu í dystin, men
hetta seinasta korterið varð
denturin í nógv størri mun
lagdur
á
undirhaldið.
Áskoðararnir hjá gestunum
klappaðu óført, tá John
Zachariasen fyri fyrstu ferð
í ár trein inn á vøllin, og
fagnaðurin var ikki minni,
tá tað eisini eydnaðist hon-
um at skora.
Somuleiðis vóru rópini
óføra hørð, tá Áki Olsen
var nær við at skora, eftir
eitt álop, sum hann byrjaði
á beinkinum, men síðani
kom inn ístaðin fyri mál-
verjan hjá liðnum, og so
gjørdi tað ikki alt verri, at
tað vórðu málverjarnir báð-
ir, sum slutt at enda dystin.
Fyrst skoraði Johan upp á
sítt brotskast, men tá Jón
løtu seinni skuldi gera hon-
um hetta eftir, kiksaði
hann. Bólturin fór í málið,
men traðkað var yvir linj-
una. Spell, men hvat so?
VÍF hevði tryggjað sær
meistaraheitið, og áskoð
ararnir tustu inn á vøllin
við blómum og øðrum til-
hoyri, og so var bert eftir
hjá leikarunum at fegnast.
Samanumtikið
kann
neyvan sigast annað, enn at
meistaraheitið hjá VÍF var
uppiborið. Gjøgnum árið
hava teir verið mest støð-
uga liðið, og tó at fleiri av
týðandi leikarunum hava
verið burturi frá við skað-
um, so hevur hópurin verið
nóg breiður til eisini at taka
hetta.
Og so hevur liðið havt
tann eginleikan, at teir vita,
nær tað ræður um at gera
um seg. Fleiri ferðir hava
dystir verið á vágskálini, og
ofta hevur tap ella í besta
føri javnleikur staðið á
skránni, men mest sum
hvørja ferð hava teir kortini
koppa øllum í seinastu løtu.
Tað ber boð, um eitt lið,
sum torir at taka ábyrgd,
sum torir at vinna og sum
fyrst og fremst vil vinna, og
tað eru týdningarmestu
eginleikarnir, um eitt meist-
araheitið skal fáast til
høldar.
Hjartaliga tillukku VÍF!
Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 21-28 (12-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 8(4),
Ken Zachariasen 4, Bárður
Johannesen 3(2), Regin Jo-
hannesen 2, Jóhan Daniel-
sen 1(1), Jónleif Sólsker 1,
Josef Abrahamsen 1, Hans
Andrias Dahl 1
VÍF: Sámal Joensen 10(8),
Ingi Olsen 8, Áki Olsen
3(1), Agnar Joensen 3,
Ragnar
Zachariasen
2,
Rógvi Nielsen 1, John
Zachariasen 1
Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 9
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 3
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen &
Hjalmar Petersen
Kyndil-VÍF 21-28 (12-14):
Vunnu á skelkinum
Meistarar! Ragnar, Harald og John fegnast, eftir at dómaraparið hevur bríkslað seinast bríkslið, og tað er greitt, at VÍF hevur
endurvunnið gullmerkini
Mynd: Álvur Haraldsen
Harald við steypinum
Nýggja steypið - við føstum
loki! – mátti sjálvandi
skoðast. Her eru tað Rógvi,
Harald og Bárður, sum
hygga at plátuni, har VÍF
skal standa
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 59 - 26. mars 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Bøndur hart
trongdir
Nógvir bøndur í Noregi
eru iso illa fyri, at teir
noyðast at gevast og at
selja garðarnar, tí tað
loysir seg ikki fíggjar-
liga at fáast við land-
búnað longur. Seinastu
fimm árini er talið á
teimum
bøndrunum,
sum hava fingist við
svínahald, minkað 30
prosent, og bøndurnir,
sum hava havt mjólkina
sum álitið, eru 20 pro-
sent færri í tali nú enn
fyri fimm árum síðani.
Samanumtikið gevast
umleið 2.500 bøndur í
Noregi um árið.
Samstundis vísir ein
kanning, at bøndurnir
hava als ikki havt um-
støður til at endur-
nýggja garðarnar, og
úrslitið er, at næstan
helmingurin av fjósun-
um og løðunum eru
meiri enn 50 ára gomul.
Bara seks prosent av
bygningunum
eru
bygdir aftan á 1990.
Norska bóndafelagið
sigur, at tað er tann
veksandi innflutningur-
in av bíligum landbún-
aðarvørum, sum tekur
grundarlagið
undan
norsku bóndagørðun-
um. Handlarnir trýsta
prísirnar
longur
og
longur niður, og teir
smáu bøndurnir hava
ongan møguleika at
klára seg fíggjarliga.
Samanlegging til stórar
garðar er eftir øllum at
døma
tann
einasta
loysnin.
Leggja
saman
Nógv bendir á, at eitt
risastórt norðurlendskt
telefonfelag
verður
veruleiki um stutta tíð.
Finska stjórnin kunn-
gjørdi sunnudagin, at
arbeitt verður við at
leggja almenna finska
telefelagið Sonera sam-
an við almenna svenska
telefelagnum Telia.
Verður samanlegg-
ingin veruleiki, verður
tað nýggja felagið tað
størsta av sínum slagi í
N o r ð u r l o n d u m .
Svenska Telia hevur
frammanundan keypt
seg inn á norska tele-
marknaðin, meðan tað
hinvegin hevur gingið
striltið hjá felagnum at
fáa fótin fyri seg í Dan-
mark.
Úr Norðurlondum:
Skip ella?
Danska sjóverjan leit-
aði seinasta leygardag,
eftir
at
Søværnets
Operative Kommando
hevði hoyrt eitt neyð-
arkall í Norðsjónum.
Sjóverjan sendi bæði
hjálparskip, tyrlur og
flogfør at leita, men tey
funnu einki. Okkurt
týskt skip leitaði eisini.
Leiðslan í sjóverjuni
veit framvegis ikki, um
talan veruliga var um
eitt skip, sum var í
neyð, ella um tað var
"falskur
alarmur".
Leiðslan heldur, at tal-
an var um skemt, men
so var hetta dýrt skemt,
tí
bjargingartiltakið
kostaði donsku sjóverj-
uni umleið eina hálva
millión krónur.
Taka fleiri
Royndir hjá donsku
løgregluni vísa, at hon
hevur tikið munandi
fleiri brotsmenn av
ymsum slagi, síðani tað
sonevnda
Schengen-
samstarvið kom í gildi.
Samstarvið ber m. a.í
sær, at londini hava
atgongd til ein hóp av
upplýsingum um fólk,
sum eru skrásett, tí tey
hava fingist við eitt ella
annað ólógligt. Higartil
hevur danska løgreglan
tikið 640 fólk, sum
løgreglan í øðrum lond-
um fegin vildi hava
fatur á.
Royndirnar vísa eis-
ini, at brotsmenn, sum
danska løgreglan hevur
sóknast eftir, eru vorðn-
ir
tiknir
í
øðrum
Schengen-londum.
Higartil er 95 danir
tiknir aðrastaðni takkað
verði felags atgongdini
til upplýsingarnar.
Dýrir
dropar
Ein svii, sum hevði verið
í Danmark ella Týsk-
landi og keypt sær rús-
drekka til páskahátíðina
og eitt sindur afturat,
fekk ikki nógv burturúr -
heldur tvørturímóti.
Maðurin hevði farmin
í einum viðfestivogni og
skuldi við ferjuni úr
Helsingør til Helsing-
borg, men løgreglan í
Norðursælandi
fekk
illgruna til bilin og vogn-
in. Tað vísti seg, at mað-
urin hevði 171 fløskur av
rúsdrekka í bilinum og
viðfestivogninum, og tað
kom at kosta manninum
18.000 krónur í avgjøld-
um
umframt
35.000
krónur í bót. So hetta
vóru dýrir dropar.
Bumbur, sum NATO-
flogfør tveittu niður
yvir Kosovo í kríg-
num har, men sum
ikki brustu, kosta
framvegis mannalív
nú trý ár eftir kríggið
BALKAN
Árni Joensen
Óbrostnar bumbur, sum
hava ligið í Kosovo síðani
NATO-álopini,
krevja
framvegis
mannalív.
Næstan 60 fólk, teirra
millum fleiri børn, eru
deyð av bumbum, sum eru
brostnar trý ár eftir, at
flogførini sleptu teimum.
Umleið 100 fólk hava fing-
ið skaða av tílíkum spreing-
ingum.
Tveir
triðingar
teirra eru børn.
Hetta stendur at lesa í
einari frágreiðing, sum ein
samgonga av 50 hjálpar-
felagsskapum
almanna-
kunngjørdi í gjár.
Um vikuskiftið vóru trý
ár liðin, síðani loftálopini
hjá NATO byrjaðu. Í Beo-
grad gingu umleið 10.000
viðhaldsfólk hjá fyrrver-
andi forsetanum Slobodan
Milosevic mótmælisgongu,
har tey mótmæltu NATO-
álopunum.
Nývaldi
forsetin
í
Kosovo, Ibrahim Roguva,
segði í einari røðu, at ein
nýggj tíð er byrjað í
Kosovo. Hann segði, at
álopini hjá NATO høvdu til
endamáls at bjarga fólk-
inum undan serbiskum
yvirgangi, og eygleiðarar
siga, at nógvir kosovo-
albanar hildu dagin sum
frælsisdag.
Eiga at rudda
NATO-loftálopini á Jugo-
slavia vardu í 78 samdøgur.
Flogførini
nýttu
fleiri
ymisk sløg av bumbum, og
í rættinum í Haag hevur
Milosevic lagt NATO undir
at hava nýtt bumbur, sum
hava
kostað
óneyðuga
nógvum sivilfólkum lívið.
Hjálparfelagssamgongan
sigur í sínari nýggju frá-
greiðing, at lond, sum nýta
serliga vandamiklar bumb-
ur, eiga at hava skyldu at
beina fyri teimum, sum ikki
brustu, tá tær vórðu sleptar.
Samgongan
skrivar,
at
altjóða samfelagið eigur at
lógarfesta eitt tílíkt krav.
Gamla Jugoslavia er ikki
tað einasta landið, sum
líður
undir
óbrostnum
bumbum. Samgongan sig-
ur, at viðurskiftini eru tey
somu í Kambodja.
Enn bresta NATO-bumbur
í Kosovo
Ísraelska herleiðslan
fyrireikar seg til eina
atsókn ímóti
palestinskum býum
og flóttafólkalegum,
samstundis sum USA
roynir semju millum
partarnar, skrivar
Washington Post
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Amerikanska blaðið sigur
seg hava fingið at vita frá
ísraelskum embætismonn-
um, at stjórnin í Jerusalem
er sinnað at geva ameri-
kanska semingsmanninum,
Anthony Zinni, ein møgu-
leika at royna semju. Men
embætismenninir
leggja
afturat, at hvørki teir ella
stjórnin hava nakra vón um,
at amerikansku royndirnar
fara at eydnast.
Washington Post skrivar
frá
ísraelsku
embætis-
monnunum, at miseydnast
amerikanska
semings-
royndin, og palestinski
ágangurin fer at halda fram,
eru bæði Ariel Sharon, for-
sætisráðharri og teir flestu
ráðharrarnir fyri einum
umfatandi hernaðarligum
átaki ímóti palestinum.
Talan verður um eitt upp-
aftur meiri umfatandi átak
enn tað, sum ísraelski her-
urin gjørdi fyrr í mánað-
inum.
- Teir næstu dagarnir
verða avgerandi. Miseydn-
ast royndirnar hjá Zinni,
verður niðurstøðan hjá ís-
raelsku stjórnini, at tað ber
ikki til at fáa semju um frið,
og at stjórnin tí ikki hevur
annað í at velja enn at taka
tað ætlaða hernaðarliga
stigið, sigur ein av teimum
ísraelsku
embætismonn-
unum við Washington Post.
Blaðið heldur, at tann
greiða ísraelska ávaringin
er ætlað at fyrireika ís-
raelska fólkið um tað, sum
koma kann, men at hon
eisini er ætlað umheimin-
um og at noyða palestinsku
leiðararnar til at góðtaka
ísraelsku krøvini í sam-
bandi við eina møguliga
vápnahvíld.
Ísrael fyrireikar stóratsókn
Palestinskar kvinnur bera eina Kalashnikov-maskinbyrsu ímillum sín undir einari jarðarferð
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
16