týsdagur 26. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 26. mars 2002
19
Uttan at tær veruliga
spílaðu seg út,
tryggjaðu VÍF-
kvinnurnar sær eisini
tvey stig í seinasta
dystinum á árinum,
og so var tíð til at taka
ímóti gullinum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Gullgenturnar
úr Vest-
manna fingu ein skelk, tá
tær fyri einari viku síðani
púrasta óvæntað máttu lúta
fyri VB. Hetta var fyrsta
ferðin í tvey kappingarár, at
tær máttu lúta fyri føroysk-
um mótstøðuliði, og hesin
bletturin skuldi helst vask-
ast burtur, tá tær í seinasta
dystinum vitjaðu Kyndil.
Friðarligt
Bletturin varð eisini vask-
aður burtur, tí uttan stór-
vegis hóvasták, so vann
VÍF dystin, men tað tað var
ongan tíð soleiðis, at tær
veruliga spældu Kyndil
niður og norð.
Kanska var tað orsakað
av sorgini um, at ein av
bestu mótstøðukvinnunum
nú var farin, sum gjørdi tað,
og vøkru orðini, sum vórðu
borin fram undan dystinum
høvdu kanska sítt at siga.
Undir øllum umstøðum, so
var dysturin leygardagin
ein av tí meira friðarliga
slagnum. Einki rok, fáir og
alt annað enn ógvusligir
nærdystir vóru at síggja, og
einasta tekin um, at ein
dystur veruliga gekk fyri
seg, var helst máltalvan,
sum so líðandi sýndi ein
vaksandi
mun
millum
liðini.
Dysturin sjálvur var tí
lítið at skriva heim um,
men hóast hetta, so kundu
tær hjá VÍF fegnast, tá alt
var liðugt. Meistaraheitið
hava tær langt síðani fingið
til høldar, men hóast hetta,
so var gleðin sjónlig, nú
seinasta brúkslið varð blást.
Leikarar og venjari kundu
gleðiliga hálsfevnast, og
eftir at venjararnir høvdu
fingið obligatoriska luft-
túrin, kundi liðskiparin
undir stórum fagnaði taka
ímóti steypinum, sum VIF
hevur vunnið annað árið á
rað.
Orkan størsti
munurin
Og at gullmerkini hjá VÍF
eru uppiborin, er tað neyv-
an nakar, sum kann sáa iva
um. Liðið hevur snøgt sagt
verið nógv hitt besta før-
oyska kvinnuliðið tey bæði
seinnu árini, og tað er ikki
av tilvild, tá mann vinnur
greipuna tvær ferðir á rað.
Eitt, sum tó kann undra í
so máta, er, at tein av høv-
uðsorsøkunum aftan fyri
góðu úrslitini hjá VÍF er
orkan. Tær hava snøgt sagt
verið nógv betri fyri likam-
liga enn mótstøðuliðini, og
tí eiga hesi ikki bert at bera
seg undan við at siga, at
VÍF er betri. Lat fara, um
evnini ikki eru nóg góð til
at bjóða oddinum av, men
viðvíkjandi orkuni eru tað
bert leikararnir sjálvir, sum
gera av, hvussu langt hon
røkkur, og her hevur VÍF
eisini rokkið nógv longsta
strekkið.
At tær so eisini hava leik-
arar, sum skara framúr, er
ein onnur søga. At út-
lendsku- og avbygdakvinn-
urnar eru bulurin í liðnum,
er heldur eingin loyna, men
so við hava heimligu leikar-
arnir eisini ment seg. Tær
meira royndu, sum eru úr
Vestmanna, eru allar í
myndini til landsliðið, og í
ungu Barbaru á Rógvi hev-
ur felagið eisini ein heim-
ligan leikara við eini bjart-
ari framtíð. So hóast tað
neyvan verður sama VÍF-
liðið, sum komandi ár fer at
stríðast á vøllinum, so skal
eingin av mótstøðuliðunum
ivast í, at mótstøðan úr
Vestmanna framhaldandi
fer at verða hørð. Sera
hørð.
Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 21-31 (10-15)
Málskjúttar:
Kyndil:
Lotte Sørensen
10(4), Marjun Tróndarson
3, Annika Ljósstein 2, Ann
Hansen 2, Ann Mari Wang
1, Palma Petersen 1, Anja
Johannesen 1, Jensia Peter-
sen 1
VÍF: Ioana Rápa 11(2),
Sóley
Mikkelsen
5(1),
Nicoleta Radu 4, Nicolina
Eyðbjørnsdóttir 4, Barbara
á Rógvi 2, Fríða Marjunar-
dóttir 2(1), Alis Høghamar
2(1), Jórun Ludvig 1(1)
Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 6
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 2
Dómarar úr Neistanum:
Kristian
Johansen
&
Hjalmar Petersen
Kyndil-VÍF21-31 (10-15):
Gullið kom til høldar
Hóast tær langt síðani høvdu tryggjað sær gullið, so var
fagnaðurin ikki minni av teirri orsøk, tá kappingarárið
loksins endaði
Mynd: Álvur Haraldsen
Og so varð farið eftir venjaranum, sum sjálvsagt fekk ein ordiligan túr upp í loftið
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 59 - 26. mars 2002
Farna vikan skuldi í
mangar mátar vera ein
gleðisvika fyri føroyskan
hondbólt. Ein vika, har
føroyameistararnir skuldu
kjósast eftir enn eitt drúgt
kappingarár.
Tað var tó sorgin, sum
kom at seta síni tungu
spor. Eitt av fremstu ítrótt-
arfólkum okkara seinnu
árini, Inga Falkvard Dan-
berg, andaðist mikudagin
eftir stutta sjúkralegu, bert
32 ára gomul.
At Inga nú skuldi geva
upp ondina, kom at kalla
sum eitt sjokk. Eisini
hóast vit vistu, hvussu
heilsustøða hennara var
vorðin. Inga var altíð ein
fightari, ein sum kundi
bjóða øllum heiminum av
og framvegis standa eftir
sum vinnarin. Og tí er tað
framvegis veruleikafjart,
at hon kortini ikki skuldi
vinna hendan seinasta
dystin.
At lýsa eitt menniskja
við einum einstøkum orði,
er ongan tíð ein løtt upp-
gáva, men skal nakað
einstakt orð setast á Ingu,
so má tað vera, at hon var
heil. Har var ongan tíð
nakað, sum hon gjørdi
hálvt. Tá hon var á ítrótta-
vøllinum, so var tað av
heilum hjarta. Til arbeiðis
var hon heil, sum mamma
og kona var hon ikki
minni heil, men ikki minst
var hon heil sum menn-
iskja. Hon hevði so nógv
at geva, og gav gleðiliga
øllum, sum vildu hava,
men ongan tíð fór eitt
einasta petti av henni. Hon
var altíð heil.
Harafturat var Inga eitt
konubrot. At vera kvinna í
dagsins
samfelag,
er
kanska ikki altíð so lætt.
Umframt at røkta tær upp-
gávur, sum kvinnan av
siðvenju hevur átt, so er so
nógv annað at takast við.
Heldur ikki í hesum lá
Inga eftir. Tvørtur ímóti
skaraði hon framúr. Har
var einki óført. Meistara-
heiti í hópatali innan fleiri
greinar
siga
sítt
um
ítróttaavrik hennara, og
har bæði menn og kvinnur
flest mundu setast eftir, so
helt Inga áfram.
Um tað so var í Myki-
nesi eftir lundum ella við
veðradjólingum, so var
tað einki, sum kundi halda
henni aftur. Heldur ikki
veðrið. Hon fann sær
nýggjar avbjóðingar og
vann á teimum. Hon sáddi
og hon heystaði, alt í senn,
og hóast henni bert untist
at gerast 32 ár, so mundi
hon longu hava vunnið á
fleiri
forðingum,
enn
flestu okkara gera á okk-
ara æviskeiði.
Inga varð borin í heim
9. oktober 1969. Barna-
árini gekk hon í skúla á
Argjum, og eftir hetta
fekk arbeiði í musikk-
handlinum hjá Simma.
Innan ítrótt er hon fyrst og
fremst kend frá hondbólt-
inum, har hon – hóast
ættarbondini kanska bendi
á nakað annað - alla tíðina
var at síggja í bláa neista-
búnanum. Tað kundi tó
eins væl verið innan fót-
ella flogbólt, at hon gjørdi
seg galdandi, men tá hon
at enda mátti velja, gjørd-
ist hondbólturin vinnarin.
Fyri sløkum 15 árum
síðani fann hon sín stóra
kærleika í Finn Danberg.
Saman fóru tey bæði niður
at lesa ávíkavist í 1989, og
undir lesnaðinum fingu
tey døtrarnar báðar, Marj-
un og Nannu. Og henni so
líkt, so hevði Inga sam-
stundis stundir til at røkja
hondbóltin, umframt at
hon eisini tók skeið í
blómubinding. Meðan tey
vóru í Danmark – í 1992 –
giftust Finn og Inga.
Í 1994 flutti familjan
aftur til Føroya, og eftir at
hon eitt skifti hevði starv-
ast á vaskarínum á Lands-
sjúkrahúsinum, var tað
kanska ikki annað enn
náttúrligt, at hon fekk
starv hjá Thomas Dam
Ítrótti, har hon seinni fór í
læru, og varð avlærd á
sumri 1998.
Fyrstu sjúkratekini fekk
hon á páskum í fjør, tá hon
fekk staðfest krabbamein í
eitlunum. Líkt var tó til, at
viðgerðin í Danmark kom
í tøkum tíma, og í juni
kundu læknarnir gleðiliga
staðfesta, at hon var lekt.
Sterk sum hon var, so
vardi heldur ikki leingi,
áðrenn hon hevði tikið alt
uppaftur. Hon stóð aftur
handan diskin í Miðbý-
num, og í hondbóltinum
gekk hon framvegis á
odda, tá stig skuldu stríð-
ast heim.
Í desember mánaði var
tó greitt, at okkurt var,
sum tað ikki átti at vera,
og í januar gekk leiðin
aftur til ríkissjúkrahúsið.
Tá varð staðfest, at krabb-
in hevði breitt seg, og eftir
at læknarnir bóru lemj-
andi dómin, untist henni
bert knappar tveir mánaðir
á foldum.
Sjálvur kom eg eins og
so nógv onnur at kenna
Ingu ígjøgnum ítróttin.
Fyrst í B36, har eg eitt
skifti eisini hevði ta fragd
at vera venjari hjá henni.
Ein fragd, tí tað fyri ein
venjara
má
vera
ein
ynskidreymur
at
hava
slíkan hugburð á liðnum,
sum Inga dró við sær. Hon
var ein vinnari. Tað næst
besta var snøgt sagt ikki
nóg gott. Í so máta mundi
hon í mangar mátar vera
ein fyrimynd fyri onnur,
men soleiðis sá hon ongan
tíð seg sjálva. Sum Finn so
beinrakin segði mær, so
vildi hon ongan tíð síggj-
ast sum nakað serligt, men
hon strembaði altíð eftir at
gera nakað serligt.
Í núverandi starvi mín-
um sum ítróttaskrivari,
hevur Inga eisini ofta
verið mær ein hollur
stuðul. Hóast henni ikki
dámdi, at ov nógv varð
gjørt burtur úr sínum
persóni, so var hon altíð til
reiðar at rætta eina hond,
um tørvur var á eini dyst-
arfrásøgn, eini samrøðu,
ella hvat tað nú skuldi
verið. Ongan tíð stóð á.
Heldur ikki hóast tað
onkun tíð kundi gerast
nóg so seint á kvøldi,
áðrenn telefonin kimaði.
Soleiðis var Inga bara.
Hon vildi bara hjálpa øll-
um og vera øllum til vild-
ar, og ikki eina tí einastu
ferð var hon tann, sum
sveik.
Og at fólk eisini hava
verið takksom fyri tað,
sum Inga hevur givið
teimum, hevur ofta verið
sjónligt. Ikki minst, tá ein
stúgvandi full ítróttahøll
stuðlaði tiltakinum, sum
liðfelagar hennara í Neist-
anum skipaðu fyri, og risa
stóra fylgi á seinastu ferð
hennnara sunnudagin bar
eisini somu boð.
Hóast missurin av Ingu
kennist svárur hjá mong-
um okkara, so er hann tó
størstur hjá tykkum, ið at
kalla høvdu bygt lív tykk-
ara kring hana. Serstakliga
Finn og døtrarnar, Nanna
og Marjun. Neyvan eru
tað nøkur orð, sum kunnu
hjálpa tykkum í sváru
neyð tykkara. Tit hava
mist ein dýrgrip í lívi
tykkara, og hetta fær eing-
in givið tykkum aftur.
Ein hjálp kann tað tó
vera, at mamma og kona
tykkara nú hevur fingið
frið. Hon er komin til eitt
fjálgari stað. Og tá tit ein
sælan dag eisini skulu av
foldum, fer hon at standa
fyri tykkum í himmal-
heiminum, tí finst ein slík-
ur, so er tað har, at Inga nú
er farin.
»Hini kæru har uppi, sum
tey veittra móti mær –
á, so tung, so tung var
skilnaðarstundin her!
Nú tey syngja og biðja
meg vælkomnan uppi har,
har sum sorg og skríggj og
pína ikki er«
Jákup Mørk
Inga Falkvard Danberg farin
Inga Falkvard Danberg andaðist mikudagin í farnu viku. Bert 32 ára gomul
C
M
Y
K
18