Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 26. mars 2002 27 26 Nr. 59 - 26. mars 2002 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 Størsta partin av árinum líktust menninir úr vestmanna einum komandi meistara. Móti endanum stóð tó á gomlum nøglum, men alt í alt kann neyvan ein fingur setast á gullið. Ein av styrkinum hjá liðnum hevur uttan iva verið breiði hópurin, og tískil verða niðanfyri bert lýsir teir, sum vóru við í seinata dystinum. Umframt hesar taldi liðið eisini Piti Negru (62 (8) mál), Johnny Joensen (47 mál) og Eli Müller. Agnar Joensen, 60 (1) mál Er helst ein av fjølbroyttastu leikarunum hjá meistaru- num. Kann nýtast alla staðni á vøllinum, tó at tað aloftast er á veinginum, at hann ger um seg. Ger sjáldan nakran háva burtur úr sær sjálvum, men spælir sítt spæl við um- hugsni, og er tí ein sera týdningarmikil liðspælari. Áki Olsen, 117 (13) mál Aftur í ár hevur stórskjúttin á liðnum verið darvaður av skaðum, men tó at hann ikki hevur verið í hægsta geari, so er skotstyrkin framvegis ræðandi. Dregur og bíðar aloftast somikið leingi, at verjugarðurin aloftast er komin niður, áðrenn skotið verður latið, og so eru flestu málverjar í landinum seldir. Bárður Nielsen, 1 mál Ein av landsins bestu málverjum, sum serstakliga er fimur inni í linjuni. Hevur ein vilja og eina útstráling, sum alla tíðina sýna sjálvsálit og stríðsanda, og setir tí altíð fer á viðleikarar. Er tó kanska eitt sindur óstøðugur í avriku- num, men skyldast hetta eisini skiftandi verjuspælinum hjá liðnum. Daniel Rápa, 36 mál Uttan iva ein av bestu leikarunum í landinum. Innspæling- ar hansara til viðspælarar eru í serflokki, meðan skot- styrkin tíverri ikki fylgir sama mátistokki. Er eisini ein av stýrandi kreftunum í verjupartinum, har hann alla tíðina stuðlar uppundir viðleikararnar. John Zachariasen, 1 mál Seiansti dystuirin gjørdist eisini hin einasti hjá John. Hendan veturin hevur hann fyri tað mesta nýtt á sjónum, og tí er lítið og einki gjørt við hondbóltin. Sýndi tó, nú hann fekk møguleikan, at hondbóltsevnini framhaldandi eru til staðar. Jón Nielsen Tað var ikki fyrr enn at Eli Müller varð lagdur undir skurð, at Jón kom inn í besta hópin hjá VÍF. Prógvaði tó alt fyri eitt, at hóast hann í nøkur ár hevur hugnað sær millum teir næstbestu, so eru evnini framvegis intakt. Var í fleiri dystum munurin á vágskálini, sum í flestum førum koppaði til VÍF. Petur Frank Joensen, 18 mál Hóast hann ikki skjýtur nógv mál, so er Agnar ein av týdningarmestu liðunum í álopsspælinum hjá VÍF. Við screeningum sínum er tað aloftast hann, sum skapar rúm fyri bakspælarunum, og í verjupartinum er tað ongan tíð ein løtt uppgáva at sleppa framvið honum. Harald Bjørgvin, 36 mál Fimi vongurin hevur kanska ikki verið eins sjónskur í ár, sum hann vanliga er, men spælistílurin er framvegis hin sami. Altíð við í skjótálopum, og í gjøgnumbrotum av veinginum gera lága tyngdarpunkti og liðiliga likamið, at hann altíð er ein hóttan. Ingi Olsen, 126 (13) mál Kanska besti føroyski hondbóltsleikarin eigur aftur í ár sín stóra lut í gullinum hjá VÍF. Bæði sum spælskipari og skothóttan er týdningur hansara ovurstórur fyri liðið. Hev- ur harumframt eginleikan at seta ferð á, tá nógv stendur á, og í so máta kann liðið neyvan vera hann fyri uttan í týdn- ingarmiklum dystum. Ragnar Zachariasen, 34 mál Eftir eitt ár í útlegd var Ragnar aftur í Vestmanna í ár. Vápn hansara eru fyrst og fremst skjótleiki og skotstyrki, og harafturat er hann altíð ein av teimum, sum stríðist fyri sakini. Stríðsviljin gerst tó onkuntíð til ovurhugi, men hetta er nakað, sum kann betrast. Rógvi Nielsen, 40 mál Í mun til liðfelagan á strikuni, Agnar, verður Rógvi nýttur meira sum ein hóttan móti mótstøðumálinum. Tætti bulur- in ger, at hann er sera ringur at halda, og royndirnar gera, at hann aloftast lesur málverjan av, áðrenn bólturin verður sleptur. Er hartil ein tryggur skansi í verjuni. Sámal Joensen, 144 (32) mál Stóri bakkurin stríddist eitt skifti við ein ryggskaða, men spæliklárur er hann altíð ein av týdningarmestu leikaru- num á liðnum. Skothóttanin er øgilig, og í verjupartinum liggur hansara partur sjáldan eftir. Er eisini tvey ár á rað kosin ársins verjuleikari C M Y K 26